týsdagur 2. juli 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 123 - 2. juli 2002
Nr. 123 - 2. juli 2002
9
HARÐSKAPUR
Stefan í Skorini
Leygardagin eftir middag
var ein ungur maður fyrst
í 20-unum á løgreglu-
støðini og boðaði frá, at
hann hevði verið fyri
harðskapi náttina fyri.
Hann greiddi løgregl-
uni frá, at hann fyrst varð
sligin í andlitið og síðani
sparkaður, meðan hann
var liggjandi. Tilburðurin
er farin fram í klubba-
garðinum leygarmorgun-
in, tá fleiri persónar fóru
til hendurs. Maðurin, sum
hevur boðað frá tilburði-
num, mátti seymast í and-
litinum, tí hann hevði
fingið eina fliku.
Løgreglan hevur enn
ikki skuldsett nakran fyri
tilburðin, men hon arb-
eiðir við málinum. Óvist
er tí, hvør persónur hevur
framt
harðskapin,
og
hvussu tilburðurin er far-
in fram.
Bardagi
í klubbagarðinum
FERÐSLUÓHAPP
Stefan í Skorini
Uttan fallhjálm hevði ein
ungur
drongur
óivað
fingið álvarsligan skaða,
tá hann leygarmorgunin
datt á skutara sínum.
Drongurin koyrir á V.U.
Hammershaimbsgøtu, tá
hann stoytir á ein parker-
aðan bil. Drongurin dett-
ur og langar høvdið í bil-
in. Drongurin fekk skursl
í andlitið, men tað var
fallhjálmurin, sum bjarg-
aði honum í hesum føri-
num.
Fallhjálmur bjargaði
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Løgreglan í Suðuroy hev-
ur ikki havt meira at gera
enn vant, hóast nógv fólk
hevur verið á jóansøku í
Vági um vikuskiftið.
Tveir mans hava sovið
rúsin av í klivanum, og
løgreglan steðgaði tveim-
um
bilførarum,
sum
vórðu tiknir við á støðina
at geva blóðroynd, tí løg-
reglan metti, at teir høvdu
koyrt ávirkaðir.
Løgreglustøðin hevði
annars fingið fólk úr øðr-
um oyggjum at hjálpa sær
at halda skil á stevnuni,
men hetta vísti seg ikki at
vera neyðugt á hesum
sinni. Ein óvanliga friðar-
liga jóansøka, hóast veð-
rið var av tí besta allar
dagarnar, sigur vakthav-
andi á Tvøroyri.
Friðarlig jóansøka
ILA
Stefan í Skorini
Alibrúkið í Árnafirði er
ikki rakt av ILA hóast alt.
Sterkur illgruni var ann-
ars um ILA í fyrrverandi
alibrúkinum hjá Hellis-
vað, sum Vestlax og
Havsbrún nú hava keypt.
Hetta vísir seg tó ikki at
vera rætt. Gjøllari kann-
ingar av royndunum vísa,
at talan ikki var um ILA-
smittuna. Hetta sigur Pet-
er S. Østergaard á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni.
Tó er BKD-smittan stað-
fest á fjørðinum.
Einki ILA í Árnafirði
Føroyski bólkurin
Makrel hevur fingið
eitt lag við á eina ís-
lendska fløgu, sum
júst er útgivin. Lagið
er tikið upp á eini
konsert, sum bólkur-
in var við á í Reykja-
vík
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Talan er um eina savns-
fløgu við nítjan løgum, sum
eru spæld av ymiskum ís-
lendskum bólkum. Makrel
er einasti útlendski bólkur-
in á fløguni. Fløgan verður
nevnd Dordingull.com, og
vørumerkið er tungur rokk-
tónleikur.
Lagið hjá Makrel, sum er
á fløguni, varð tikið upp á
eini konsert í Íslandi. Kon-
sertin var í einum ung-
dómshúsi í Reykjavík, og
manningin varð tá spurd,
um vildi vera við á hesi út-
gávuni. Konsertin var dag-
in eftir, at bólkurin hevði
spælt í kappingini Músík-
tilraunir 2002, sum er tað
sama sum Prix Føroyar,
greiðir Rasmus Rasmus-
sen, gittarleikari, frá. Lagið
verður nevnt “Mítt ljós”, og
hetta er einasta lagið á fløg-
uni, sum ikki kann bólkast
sum heavy metal.
Hetta er fyrstu ferð, at ein
før-oyskur bólkur er við á
eini íslendskari fløgu. Tutl
hevur áður givið út eina
fløgu við íslendskum og
føroyskum bólkum.
Hetta
er
samstundis
fyrsta lagið hjá bólkinum
Makrel, sum er við á eini
útgávu
ILA hevur rakt Faroe
Salmon í Klaksvík
sera meint. Nú er tað
staðfest, at triðja ali-
brúkið hjá felagnum
hevur fingið ILA
ILA
Stefan í Skorini
Faroe Salmon fekk mána-
morgunin tey tungu boðini
frá Peter S. Østergaard,
leiðara á Fiskasjúkudeildini
á Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni, at alibrúkið í Har-
aldssundi er rakt av ILA.
Royndir vórðu tiknar í
ringunum í síðstu viku, og
tær eru kannaðar bæði í
Føroyum og í Danmark, og
allar royndirnar vóru posi-
tivar.
Í sambandi við staðfest-
ing av smittuni fer lands-
stýrið at steingja økið fyri
at forða fyri, at smittan
breiðir seg enn meira.
Óviðkomandi skip og bátar
skulu halda seg í minsta
lagi 500 metrar burtur frá
alibrúkinum í Haralds-
sundi.
Hetta er tað triðja ali-
brúkið hjá Faroe Salmon,
sum nú er rakt av ILA, og
tað er óivað ein dyggur
smeitur
hjá
fyritøkuni.
Fyrst var tað alibrúkið í
Hvannasundi og síðani
alibrúkið við Kunoyarnes.
Nú er tað so alibrúkið í
Haraldssundi, sum er rakt
av herviligu smittuni.
Peter S. Østergaard vátt-
ar, at talan er um smolt,
sum er í ringunum, og tá er
fíggjarligi missurin mun-
andi størri, enn um talan
var um størri fisk.
Sosialurin gjørdi fleiri
royndir at fáa fatur á Jón
Purkhús, stjóra í Faroe Sal-
mon, eftir at Peter S. Øster-
gaard hevði váttað tíðind-
ini, men hetta eydnaðist tí-
verri ikki.
ILA í Haraldssundi
Alibrúkið hjá Faroe Salmon í Haraldssundi er rakt av ILA, váttar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Talan er um smolt í ringunum, og
tí er fíggjarligi missurin størri
Savnsmynd
Makrel á íslendskari útgávu
Í Rabarhúsi í Fugla-
firði sýnir íslend-
ingurin, Bjarni
Joensen, fram 27
oljumálningar, sum
lýsa stórbaru
náttúruna í Íslandi
FRAMSÝNING
Vilmund Jacobsen
Maðurin hevur búð í Vest-
mannaoyggjunum,
har
konan er fødd; nú búgva tey
í Torlakshøfn. Ein sonur,
Omar Joensen, er giftur í
Føroyum; hann býr saman
við føroysku konu síni á
Kambsdali.
Bjarni hevur røtur í Før-
oyum; abbin, Johannes
Joensen, var úr Skopun og
omman, Lisa Maria, fødd
Jacobsen, var ættað úr
Koltri.
Sjálvur sigldi Bjarni við
fiski til Føroyar fyri umleið
35 árum síðan við 70 tons
trolaranum, Eyjaver. Hetta
var mest hýsa og flatfiskur,
sum teir løgdu uppí Havn.
Nú Bjarni er í Føroyum
og hevur málningafram-
sýning í Ribarhúsi í Fugla-
firði, er konan, Margret,
við honum. Tey búgva hjá
soninum á Kambsdali, og
ætlanin er at steðga í Før-
oyum í umleið ein mánaða.
Náttúrumálningar
Bjarni hevur teknað, síðan
hann var smádrongur. Tá ið
hann seinni byrjaði at mála,
var tað við akryl-máling,
men í fleiri ár hevur hann
málað við oljumáling.
Hann hevur 27 málningar
við sær í Føroyum, og vit
kunnu siga, at allir av-
mynda stórbaru íslendsku
náttúruna í øllum sínum
vakurleika - og um alt
landið, bæði eystanfyri,
vestanfyri, sunnanfyri og
norðanfyri.
Sjálvur sigur Bjarni, at
tveir av málningunum part-
vís eru abstraktir, men eis-
ini hesir mynda íslendsku
náttúruna, soleiðis sum
eyguni síggja hana.
Sosialurin vitjaði Bjarna
í Ribarhúsi leygardagin.
Hann var blíður og fyri-
komandi og gav sær góðar
stundir at práta og vísa
okkum frálíku málning-
arnar, hann hevði hangandi
á vegginum. Eisini bjóðaði
hann kaffi.
Málningarnir hjá Bjarna
eru litríkir og vakrir, og
sigast kann ikki, at hann
hongur seg í ávísar litir,
men
málar
íslendsku
náttúruna við øllum teim-
um litum, vakurleika og
stórbæri, hon nú einaferð
goymir.
Fleiri av málningunum
lýsa støð, sum føroyingar
kenna, eitt nú Tingvøll og
oynna, Surtsey, sum kom
undan kavi í selstiárunum.
Onkur málningur avmyndar
eisini kendu innsiglingina
til Vestmannaoyggjarnar.
Hóast allir málningarnir
avmynda íslendsku náttúr-
una, bæði uppi og niðri - í
stórum eins og í smáum- er
hetta ein fjølbroytt fram-
sýning.
Framsýningin í Ribarhúsi
er opin til og við 3. juli,
men á Varmakeldu verður
aftur høvi at síggja ein part
av listini hjá Bjarna; tá
verða nevniliga 10 av
málningunum sýndir fram í
skúlanum í Fuglafirði.
Fyrstu ferð í Føroyum
Hetta er fyrstu ferð, at
Bjarni, sum er 66 ára gam-
al, hevur havt málninga-
framsýning í Føroyum. Í
Íslandi hevur hann havt
fleiri
framsýningar,
og
ætlandi skal hann hava eina
framsýning í Reykjavík
nakað eftir, at hann kemur
yvir aftur til Íslands.
Spurdur, um hann kundi
hugsað sær at málað før-
oysk motivir, sigur Bjarni,
at hetta hevur hann hugsað
um.
- Eg lovi einki, men tað
er ikki óhugsandi, at eg fari
at mála føroysku náttúruna
og møguliga kendar bygn-
ingar og síðan hava eina
framsýning
í
Føroyum
einaferð seinni.
Nú hann er í Føroyum,
ætlar hann sær í Sandoynna
at vitja grøvina hjá for-
fedrum sínum. Har ætlar
hann at steðga einar tríggjar
dagar, taka myndir og gera
skitsur, sum hann møguliga
fer at mála, tá ið hann
kemur yviraftur.
- Føroyska náttúran er
vøkur. Hóast fjøllini og
dalarnir her eru minni enn í
Íslandi, so er náttúran stór-
bar, tí alt er so nær.
Í Føroyum hevur Bjarni
serliga heft seg við grøna
bøin og hagan, sum er tað,
ið ferðafólk serliga leggja
til
merkis
í
føroysku
náttúruni.
Bjarni Joensen er annars
væl nøgdur við umstøð-
urnar í Ribarhúsi.
- Hetta er eitt gott og
gamalt hús, sum er væl-
egnað til framsýningar av
hesum slagi, sigur fryntligi
íslendingurin, sum seinast
var í Føroyum fyri 13 árum
síðan.
Omman úr Koltri,
abbin úr Skopun
- Hetta er eitt gott og gamalt hús, sum er vælegnað til málningaframsýningar, sigur
Bjarni Joensen
Hann málar íslendsku náttúruna - í øllum sínum vakurleika og stórbæri. Alskyns litir og
motivir av stórum og smáum í íslendsku náttúruni
C
M
Y
K
9
8
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
reyður, 4 hurðar,
árg. 1998, 119.000 km.
110.000
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
grønur, 5 hurðar,
árg. 1997, 110.000 km.
110.000
Nissan Almera 1,6
gráur, 4 hurðar,
árg. 1996, 66.000 km.
75.000
Nissan Micra 1,0
grønur, 3 hurðar,
árg. 2000, 27.000 km.
88.000
Nissan Micra 1,0 GX
gráur, 5 hurðar,
árg. 1999, 27.000 km.
85.000
Nissan King Cab 4x4 DieselTurbo
blágráur, 2 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
130.000
Peugeot 106 Diesel
bláur, 3 hurðar,
árg. 1997, 97.000 km.
66.000
Peugeot 306 DT 1,9
bláur, 4 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
90.000
Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut.
bláur, 4 hurðar,
árg. 1994, 230.000 km.
120.000
Opel Corsa 1,2
grønur, 3 hurðar,
árg. 1996, 40.000 km.
65.000
Nissan Sunny 1,6 LX
bláur, 4 hurðar,
árg. 1987.
15.000
Nissan Primera 2,0 SLX
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 45.000 km.
105.000
Opel Astra 1,6
svartur, 5 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
105.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 109.000 km.
67.000
Subaru 1600
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1989, 140.000 km.
10.000
Opel Vectra 1,4
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1990, 255.000 km.
26.000
Saab 900 2,0i
bláur, 5 hurðar,
árg. 1996, 129.000 km.
110.000
Ford Escort 1,6
gráur, 3 hurðar,
árg. 1992, 179.000 km.
18.000
Fiat Tipo
grønur, 5 hurðar,
árg. 1990, 196.000 km.
10.000
Gevi gætur: Bilarnir á
listanum kunnu ver a seldir
Saab 900
reyður, 3 hurðar,
12.000