leygardagur 25. juni 1977síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Pekingmaðurin
virkjum, og eg minnist hend-
urnar á flakakonunum, tá tær
eftir arbeiðstið tóku handsk-
arnar av — uppbólgnaðar,
sár summastaðni, í so hvítar
av at hava verið ov nógv í
vatni. Men hesir fingrarnir
vóru smalir, bleikir, nettir.
Neglirnar vóru vælkliptar og
gullreinar. Hesar hendurnar
vóru, stutt sagt, meira eyð-
kendar av at mýkja kúlu-
pennin ella skrivimaskinu-
tangentin (harrin viti hvussu)
enn av at halda um upsa ella
svartkjaft.
Tað næsta, eg hefti meg
við, vóru klæðini. Skræðan
hevur lítið at týða, tá ið
ræður um at siga nakað um
ein skapning, so lat meg gera
stutt av. Fyribrigdið hevði
hangandi uttan á sær alskyns
dingl-dangl. Har glinsaði og
glitraði. Har skein og skygdi
bæði um miðju og á herðum.
Eg kom at hugsa um krák-
una, henda rovfuglin, sum
sóknast eftir tí, sum blankt
er, uttan at gáa um sjálvt
virðið í ti. Eg kom eisini — og
henda myndin man vera
meira beinrakin — at hugsa
um summi primitiv folkasløg,
sum meiggja seg út og tato-
vera seg og pryda seg vid
alskyns ståsi, annadhvørt ti
tey standa å einum infantil-
um buningsstigi, ella ti tey
soleiðis kanska ómedvitandi
vilja geva sínum primitiviteti
ein fittan og prýðiligan fam
(sbr. Magaret Mead: »Fas-
cism and Fetishism« og,
saman vid Gregory Bateson,
»Pageantry and Modern Tri-
balism«).
Eg komi nu til skøltin. Eg
havi fingist eitt sindur við
frenologi, læruna um, hvussu
tað ber til, út frá andlitsskapi
og hevuðburði hjá einum
skapningi, at siga eitt sindur
um, hvat ið býr innanfyri.
Pannusneiðingin hjá hesum
skapninginum sýntist at
benda á eitt ávíst trot uppá
heilakyknur. Hetta undraði
meg eitt sindur. Mær vitandi
eru lorvíkskonur ikki verri
fyri, hvat viti og skili vidvik-
ir, enn fólk flest.
Nekur orð um andlitið.
Men bíða eitt sindur. Vit
mugu royna at fara væl um
okkara mál. Vit eiga ikki at
dálka, misbrúka ella van-
halga tey orð, vit eiga. Nøkur
orð, ti, um trýnið á skapn-
inginum. Vit vita ell, hvussu
mammur plaga at gledast tá
teirra nyføddu børn begynna
at smílast. Hetta er tekin um,
at nú fer at glógva í hjá
teimum. Tað at smílast, evn-
ini til at flenna, kanska
serliga evnini til at flenna at
sær sjálvum, verða roknað
sum týðiligt prógv um, at ein
skapningur hevur vit. Humor
er tað besta prógvið um
hugsan.
Og her var nakað, sum
fekk meg at hvekka heldur
illa. Ti hjá hesum skapning-
inum var knívskorið. Hesin
skapningurin hevði ikki hu-
mor. Har var einki, ikki ein
feril, av spei, tíansheldur
sjálvspei. Hinvegin má eg,
sum sakligur vísindamaður,
viðganga at, skapningurin
gjørdi eina tydiliga, ja dygga,
roynd til at brosa, til at
kroysta nakað, ið skuldi
minna um eitt smil, burtur úr
sær. Dýrið gapadi. Yvir- og
undurkjaftur ryktust sundur.
Tunga og tanngarður komu
til sjóndar. Og tað skal
skapningurin eiga, at tungan
var reyðari enn tungur flest
og tanngarðurin hvítari enn
tanngarðar flest. Eg kom at
hugsa um eina mynd, eg
einaferð sá, av einum gor-
hungraðum úlvi, sum við
opnum kjafti og vatninum
rennandi úr tonnunum elti
eina rossasledu á tundruni í
Russlandi.
Men hetta var ikki alt. Og
eg komi nú til tað, sum hevur
gjørt mær so nógv fortreð,
sum hevur givið mær so
manga andvekursnáttina,
sum hevur skakað mína vis-
indaligu sál dyggiligari og
ørkymlad mitt steði sum
genetiskur serfrødingur
ruddiligari, enn eg sjålvur
kanska gruni — ja, sum i
roynd og veru hevur givid
mær ein so meinan hvøkk, at
eg helst ongantíð komi fyri
meg aftur. Sum eg havi
nevnt, var hetta fyribrigdið
ein kvinna, ella, fyri at siga
tað neyvari, eitt fyribrigdi av
kvennslag. Men hvussu væl
eg hugdi, dugdi eg ikki at
síggja, at henda kvinnan
hevði nakran av teimum
attributtum, ið vanliga hald-
ast at sipa til kvinnuna.
Fyribrigdið var herðabreitt
og lendasmalt. Undir geila-
tíkini var tað væl útgjort við
ramligum, stívum bustum
Fyri framman á bringuni var
fyribrigdið flatt. Hvussu eg
gløddi, dugdi eg ikki at
siggja nakað tekin til tær
tekkiligu bungur, sum vit
vanliga fegnast um at síggja
fyri framman á flestu súg-
djórum av kvennslag.
Og knappliga, sum í eini
sjón, skilti eg, hvat tað var
fyri fyribrigdi, eg sá framman
fyri mær, og hvat avleiðing-
arnar av hesi sannroynd fóru
at vera. Tað sortnaði fyri
mær. Eina letu stóð eg og
vinglaði á vellinum. Men við-
maður min fekk í meg og
studdi meg yvir til eitt av
sosialurin
húsunum hjá óvitunum.
Nakrar minuttir stóð eg og
royndi at summa meg. Ein
lota gekk. Fyrst kom sjokkið.
So komu tankarnir. Her var
fyri tað fyrsta, sum áður
sagt, talan um ein mutant.
Her var í oðrum lagi talan um
ein mutant av kvennslag,
kortini við týðiligum Ó-
kvinnuligum eydkennum.
Hinvegin bar ikki til, hvussu
nógv ein so royndi at tamba
sín fantasi, at siga, at hetta
fyribrigdið á nakran hátt var
kallmansligt. Tað var nakað
gelt, stirt og ófruktað yvir tí.
Fyribrigdið var týðiliga
kynsliga lamskotið. Tað var
ikki ein hann. Tað var heldur
ikki ein hon. Veruleikin stóð
og gálvaði eftir mær á áljós-
um degi í síni grefligu ó-
reingiligheit: skapningurin,
eg sá fyri mær, var hvørki
kvinna ella maður. Tað var
ein hermafrodittur!
Sum flakakonan úr Lorvík
nú sýntist fjar og óverulig!
Sum í ørviti fór eg vingl-
andi oman aftur í Havnina.
Tann fyrsti klári tankin, eg
fekk, var: eg má fara og
ávara fólkið! Eg mintist
hendingar av sama slag í tí
fylogenetisku búningsketuni.
Eg mintist lagnutung vega-
móti i skapanarsøguni, tá
dygg og dýrabær djorasløg
løgdust fyri, ti at skadiligar
mutationir tóku seg upp. Eg
mintist, hvussu dinosaurarn-
ir doyðu út, ti teir gjørdust
ov fóðurtungir til at klára
seg. Eg mintist eitt slag av
pungdjórum, sum doyði út, ti
at vælindið, orsakað av
skaðiligum mutatiónum,
vaks inn ímóti barkanum,
so at slektin kvaldist. Og eg
sá fyri mær, hvat ið fór at
henda, um hetta slagið av
hermafroditiskum mutant-
um, eg beint nú hevði sæð
eitt eintak av, fór at nørast í
heimlandi sinum. Eg sá end-
an á okkara ætt. Rg sá eina
tjóð komna í tronga. Ég sá
okkara norrøna slag troðkað
inn í ta fylogenetisku blind-
getuna.
Eg fór undir at ávara fólk.
Eg fór inn á konditariið. Eg
fór inn á Sjómansheimið. Ég
fór í dans. Eg gekk úti á
vegnum og royndi at koma á
tal við fólk. Og nú hendi
nakað undarligt. Summi tóku
undir við mær. Men tað hendi
seg meir enn so, at fólk ikki
tóku undir við mær. Nógv
søgdu, at tað var lygn, sum
eg segði. Nógv søgdu, at eg
sjálvur var í erviti.
Tá var tað, eg begynti at
fola meg sum ein mann, ið er
innistongdur í einum trong-
um rúmi, har vatn fossar úr
einum krana, hann ikki røkk-
ur at, og spakuliga floðir upp
ímóti øsinum á honum.
Eg fór nevniliga at hugsa
um eitt og annað í seguni hjá
hesum partinum av heimin-
um. Eg mintist ein annan
mutant. Ein lítlan, likamlig
Nr. 47 — 25. juni 1977
an krypil og andiligan geld-
kokk við reiki og lítlum yvir-
skeggi. Eitt óbetýðiligt kria-
túr, sum hverki hevði kunn-
leika ella gonguvit ella evnir
av nokrum slag. Eitt, sum, í
vanligum tíðum, kanska
hevði fingið loyvi til at sópa
goturnar (við hóskandi varð-
haldi sjálvandi). Hetta kria-
túrið hevði ein heil tjóð, har-
ímillum øll hampafólkini,
landsins mest umhildnu fólk, PT
prestar, heryvirmenn, keyp-
menn, sett upp å ein peide-
stal, dyrskad sum ein gud,
sett til at hava honds- og
hålsrætt yvir sær. Og fyri tad
hevdi ikki bara henda tjóðin,
men allur heimurin, goldið í
dýrum dómum. 55 milliónir
lík hevði tað kostað, at krypi-
lin ikki í rættari tid varð
stikaður inni.
Eg royndi at hugsa mer
um. Vit eiga at vera tolerant.
Mutantar verða ikki avlivad-
ir. Teir verða stikaðir inni ella
á onkran hátt avbyrgdir, ti
at teir hótta stovnin. Ofta
doyggja mutantarnir út av
sær sjálvum, tí at teir undir
vanligum umsteðum ikki
klåra seg.
Men undir óvanligum um-
støðum og í avskeplaðum
tíðum er sum oftast laga-
manni hjá mutantinum.
Lat meg sum dømi nevna
ta muteradu langabakteriuna.
Undir vanligum umstødum
doyr hon. Men er streptomy-
cin i langanum, livir hon væl.
Ja tå er tað bara tann
muteraða langabakterian,
sum livir, meðan tann reina,
ómuteraða langabakterian
doyr.
Somuleidis við ti lítla van-
skapninginum við yvirskegg-
inum og reikinum. Undir
vanligum umstødum hevði
hann í besta feri sloppið at
sópa vegirnar, í versta føri
verið settur handan rimarnar.
Ella hann hevði hímast burt-
ur av sær sjálvum, ti at
hansara muteraða sál neyvan
hevði tolt so nógv rein, frisk
og Ospilt fólk rundan um seg.
Men tá hann fekk fótin fyri
seg, vóru umsteðurnar óvan-
ligar. Ein peningalig kreppa
skolaði um heimin. Hon
endavendi øllum. Ein heil
tjóð var tikin av fótum. Hon
kravdi ikki longur vit og skil
av sinum oddamonnum. Hon
kravdi býttheit, lygn, fá-
vitsku, skendskheit. Hon
kravdi ta evundsjúku, sum
altíð elvist av steðgaðum am-
bitionum og kunnleikanum
um eins egna tronga sjónar-
ring. Og so bleiv ein krypil
gjørdur til gud!
Eg siggi nú tað sama
henda í mínum heimlandi. Og
tað nyttar einki, hvat eg sigi.
Eingin lurtar eftir mær. Fáur
skilir meg. Eingin órar ilt.
Fólkið hevur ongantíð upp-
livað slíkt fyrr. Fólkið heldur
væl til standa.
Ég síggi mutantarnar ríða
inn í fólksins sål. Eg síggi
Cro-magnon-maðurin
tjóðina falla til fóta fyri
teimum býttu, teimum óvit-
andi, teimum óndu, lygi-
vættunum, teimu skendsku,
teimum ráu og teimum oev-
undsjúku.
Eg foli, at eg kann einki
gera. Eitur er í tíðini. Eg veit
ikki, hvat ið feilar. Men eg
foli, hvussu eg spakuliga,
dag frá degi, hímist burtur.
Missi kreftirnar fyri hvenn
dag, ið gongur. Eri eg um at
geva upp andan — líkasum
tann ómuteraða langabakt-
erian í tí streptomycineitraða
langanum?
Eg fari sjáldan út fyri dyr
longur. Eg orki ikki so væl at
ganga. Ofta má eg steðga á,
seta meg niður og royna at
rinda meðina, Men har er
eisini nakað annað. Tað er
ikki longur bara tann eini
mutanturin. Eg havi sæð
fleiri mutantar. Tað sær út,
sum teir fjølgast. Og fyri
hvorju ferð, eg siggi ein aft-
rat, er tað sum tað setur at
hjartanum og eg kenni á
mær, sum eitt sindur aftrat
av livsmegini rennur úr mær.
Sålin er likasum blivin sjuk å
mær.
Teir eru farnir at reidrast
nu, mutantarnir. Tad ring-
asta nosid er av. Teir sita
tryggir nú. Yviri i Klokkara-
gøtu hevur ein fingið sær
búgv. Hann fær 3 — triggjar
— almennar lønir. Og hann
hevur uppiborið tær. Ti hann
hevur sett eina rekord. Hann
er landsins stersta professio-
nella, betalta lygivætti. Uppi
á Ovara Snobbhill situr tann
næsti. Tjóðin hevur givið
honum serloyvi til ímóti
landsins samtyktum at
byggja á friðaðum eki. Og
tann tridi er á veg. Hvat
verður gávan til hansara? Ein
logmanssessur?
Tjóðin hjúklar um síni keli-
dýr. Tjóðin lívgar sínar bast-
ardar. Tjóðin hugnar um
sínar kryplar. Ein kemur at
hugsa um, hvussu móttekan
man hava verið fyri hálvt-
annað hundrað árum síðani,
tá tann fyrsti havhesturin
legði at landi her. Ein fittur
fuglur. Ein dámligur fuglur.
Og flogið, flogið! Hví ikki
vera eitt sindur blíður, gorrar
lomvigin. Og her er ivaleyst
av plåssi, karrar ritan. Og hvi
ikki vera eitt sindur råmur,
áar hin vangagråi. Og gor-
fuglurin, tann seinasti av