leygardagur 23. juli 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sostalurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Jan Miiller
Prent: Dimmalætting
Olavsøkan
TÆR MONGU summar- og ítróttarstevnurn-
ar, sum hildnar hava verið síðani mánaðar-
skiftið mai juni, eru nú av og eftir er hin
seinasta stóra stevnan, sjálv ólavsgkan.
TÁ ÓLAVSOKAN er tann av summar- og
ítróttarstevnunum, sum meira enn allar hinar
savnar fólk úr gøllum Føroyum, so kemst
hetta av, at ólavsgkan eisini verður mett sum
ein tjóðardagur ella rættari ein tjóðarhátíð. ”
INNIHALDIÐ er meira fjøllbroytt. Av tí van-
liga stevnutilfarinum hevur ålavsøkan meira
at bjóða. Har eru møguleikar fyri at hitta
kenningar úr øllum landsins búplássum. Og
élavsøkan er eisini meira umfatandi. Hon er
samstundis ein kirkjulig hátíð, har allir
landsins prestar, løgtingsmenn, landsstyris-
menn og embætismenn hittast til guðstæn-
astu.
OG SAMBÆRT aldargamlan sið verður Før-
oya Løgting sett sjálvan Olavsøkudag. Tá
tingið er sett flytur løgmaður fram rødu. Vit
fáa eina meting av farnu løgtingsetu og eina
hóming av, hvat teir ráðandi vænta sær av
komandi tingsetu og hvat teir annars hava í
umbúna á politiska økinum.
TAÐ POLITISKA arbeiði hevur uttan iva
stóran áhuga millum allar føroyingar. Í løtuni
eru tað ivaleyst fiskivinnumálini, ið hava
størstan áhuga. Her er tað serstakliga spurn-
ingurin um møguleikar okkara fyri at veiða í
árunum sum koma, ið ger seg galdandi.
HETTA MÁL hevur avgjørdan tydning fyri
tjóðina og hvønn einstakan. Øll kunnu vit
semjast um, at spurningurin er trupul, og at
hann setur rættuliga stór krøv til teirra, sum
hava ta politisku ábyrgdina.
UTTAN TÓ at hefta okkum við beinleiðis
politiskar spurningar her í dlavsøkubladnum,
so fara vit kortini at vísa á, hvussu tað
mangan verður havt á lofti, at vit missa so og
so nóav tons fyri hvørja einastu ferð okkara
menn hava verið til samráðingar um veiðu-
rættindi.
MEN HUGSA vit um, at hugtakið 200 fjórð-
inga búskaparlig øki, hevur fingið viðurkenn-
ing av øllum londum um okkara leiðir, so
eiga vit ikki at rokna við, at vit, áðrenn sam-
ráðingar byrja, eiga tey tonsini, ið okkum
varð loyvt at veiða árið fyri, tí í veruleikanum
eiga við 0 tons, áðrenn farið verður til sam-
ráðingarborðið.
MEN NÓG mikið um hetta á hesum sinni. Vit
halda Olavsøku í komandi viku. Vit gloyma
dagsins strev og dagsins trupulleikar eina
lotu. Vit taka veitslubúnan uppá. SOSIALUR-
IN ynskir øllum viðskiftafólki eina góða ólav-
søku.
sosialurin
Nr. 48 — 23. juli 1977
dagbókin
Nýtt um blaðið
Í seinasta blaðnum áðren
summarfritiðina neyndu vit 1
oddagreinini, at blaðið hevur
havt eina rættuliga góða
framgongd seinastu tíðina
Blaðstjórnin hevur arbeitt
dúgliga, eisini meðan blaðið
hevur ligið stilt fyri at okja
um ta framgongd, sum var
byrjað áðrenn summarfritid
ina
Í summarfritidina hevur
m.a. verið arbeitt við at fáa
blaðnum fleiri leysasølur runt
um í landinum. Hetta hevur
givið tað úrslit, at vit, nú
blaðið kemur út aftur, mugu
prenta eini 5000 eintøk
Við hesum í huga vilja vit
royna at gera blaðið so fjøl-
broytt sum gjørligt og royna
at hava tilfær frá so nógvum
plássum í landinum sum til
ber
Jan Miller, sum hevur
starvast sum blaðmaður á
blaðnum síðani 1. februar.
heldur fram til seinast
På fer hann niður til
Danmarkar at gera seg lidnan
við journalistútbúgvingina
Tummas í Dali, sum lesur
søgu í Keypmannahavn, er
eisini knýttur at blaðnun
um blaðmaður, augustmán
nnars fær blaðið tveir
yggjar blaðmenn. Seinast i
august mánaða tekur Høgni
Djurhuus við sum blaðmaður
1 Sosialinum. Hann hevur
higartil starvast á 14. sept-
ember.
Í heyst kemur Jógvan
Jespersen á Sosialin at star
ast í 9 mánaðar sum blað
maður. Hann er undir út
búgving sum journalistur, og
starvast í løtuni í útvarpin
um.
Sum fastir ítróttarskrivar-
ar hjá biaðnum hava verið
Jean Dimon og John Kjær
og vilja hesir halda fram.
Seinastu tidina hevur Torf
finn Smith, sum annars tekur
sær av ti umsitingarliga,
eisini verid nakad bundin av
skriving, av ti at blaðið bert
hevur havt ein blaðmann.
Men nu tå hesir verda tveir,
verdur hann at taka sær av ti
umsitingarliga burturav. Har
starvast eisini Eyðbjorg
Dalsgård ein part av degn
um.
A prentsmiðju blaðsins
starvast annars sum teknik-
arar: Tummas Pauli Thom-
sen, Eli Andrésen og Bjørt
Sandoy, og í myrkarúminum
er Anfinnur Hovgaard
'/ KJARTAN
#/ DALSGAARD
TRGGNAR
UMBOÐS
SIDA
HOYDALSVEGUR 6
TLF 15222
HEIMA TLF 12940
ilu á Landssjúkrahúsin
Kunngerð
til og við friggjadegi 26/8
Fad verður bert tikið ímóti sjúklingum, id hava ávísing frá
lækna sínum (born frá skúlalækna)
Eygnalæknin er settur við rætti til privatkonsultatión
t.v.s. at sjúklingarnir mugu gjalda fyri viðtaluna til læknan
jálvan. Ein partur av útreiðslunum verður afturgoldin av
sjúkrakassanun
Húsarhaldsskeið
Klaksvikarhusmødrafelag byrjar nýtt húsar-
haldsskeið fyrst í august 1977.
Avbygdanæmingar kunnu fáa innivist á
skúlanum.
Tilmeldan og nærri frágreiðing á
tlf. 55775, Klaksvík
Skipskokkar
Skeið fyri skipskokkar ætlast byrjað fyrst í
september.
Klaksvíkar Sjómansskúli
tlf. 561 28
Kunngerð
I ortø er faa DVggllan, Og eru lev eisini dyr og OØPVullga
g Muna tey sostatt
r elfe lagsins he
høgu oljuprisirnar er atvoldin, at streyn
rkir og idnad verður latin undir kostnadarpris, og
ymveitingin til hesar nytarar í seinastu vaksin nógv mei
enn til vanlig húsarhald
Hetta ber sjálvsagt ikki til, og hevur umboðsnevndin ti
kid, ta prinsipiellu støðu, at eingin streymur má latast
ndir meðalkostnaðarpris í viðkomandi figgjaråri
ini er samtykt, at tað núgaldandi felagsgjald fyri húsar
| f
>.d sKal TovVna Um
) allar elnytararnar við hesi tillaging
folkarnir vid årsnytslu 0—500, 00 — 5.000 os
000 — 20.000 verð lagdir saman í ein bolk: 0—10.000
kWh/år
Bólkarnir 10.000— 15.000 og vvir 15.000 koma undir ein
viðkaðan bolk: 10.000— 100.000 kWh/år
Aftrat kemur so ein bólkur yvir 100.000 kWh/år
Tey fostu gjøldini verða harnæst tillagaði soleiðis, at
gjaldið tilsamans samsvarar ársnýtsluni. Nevnt kann
verða, at í ár verður at kalla eingin broyting av húsarhalds
gjaldinum.
ar hava vit mett meðalkostnaðin við målarin til 38
oyru/kWh. og skal streymurin gjaldast eftir hesari
Gjaldsskrá frá 1. juli 1977
0 10.000 kWh
10.000 — 100.000 kWh
yvir 100.000 kWh
18 oyru/kWh 180 kr. /at
10 oyru/kWh 980 kr. /år
38 oyru/kWh 2.980 kr. /åt
I kunngerð um gjaldsskrå frá 1. august 1976 var nevnt, at års-
uppgerdin skuldi leggjast aftrat ella dragast frå avgjøldunum i
komandi ári
Hetta hava vit ikki klárað í år: men vónandi verður skipanin
sett í verk næsta ár
S.E.V.