leygardagur 23. juli 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 23. juli 1977
Olavsøka, henda tjóðarhátíð
foroyinga, hevur verið, hildin
gjøgnum øldir — men munnu øll
av nulivandi ættarlidi vita hvi
og vita stórvegis um søguliga
uppruna hennara?
Mong eru tey, id ivast, ti at
tað er so javnan at hoyra, at
„ikki veit eg, hví vit halda Ólav-
søku!« Kanska er tað so millum
tey flestu kanska ikki.
Men lat okkum kaga eitt
sindur aftur um.
Tað er sjåldsamt, at Olavsøk-
an 29. juli verdur hildin å
hvørjum åri i Føroyum, skrivadi
eitt norskt blad nøkur år herfyri,
ti legdi tad aftrat — Olav-
søkan er sanniliga eingin tjóðar-
dagur í orðsins týdningi har,
sum til domis 17. maí í Noreg
ella 5. juni í Danmark.
Men kortini eru føroyingar
meiri sogutrúgvir enn teir flestu,
og teir minnast framvegis, at
dagurin 29. juli verður hildin til
minnis um deyða Olav kongs hin
Heilaga, sum doyði á Stiklastød-
um í árinum 1030. Og ikki minni
sjáldsamt, ti at hesin norski
kongur, Olav Harladson, ikki
júst var avhildin av føroyingum,
sum hann ráddi yvir. Væl kom
sosialurin
SON
TE Por meg
Eitt sindur um søguliga uppruna
Olavsøkunnar og um hvussu hon
varð hildin í fornum tíðum
Fråsøgnir um Olavsøku og ólavsekuhald foroyinga
hava verið mangar í útlendskum og einahelst norð-
urlendskum blødum gjøgnum árini; flestu av hesum
hevur Eiden Miller skrivað, og Sosialurin hevur ti
biðið hann greitt lesarum blaðsins eitt sindur frá ti
søgutilfari, hann hevur savnað úr ymsum keldum,
og sum lýsir Olavsøkuna i farnum tíðum:
hann, við kristnu trúnni til
Føroya — men hann gjørdi tað á
tann hátt, at hann kunngjørdi,
at hver ein, id ikki vildi lata seg
doypa, skuldi missa hevdið! Og
hetta var jú ein vegur at fáa for-
oyingar at taka við kristnari
trúgv.
Í søguni verður eisini sagt, at
tá ið Olavur kongur sendi um-
boðsmann sin, Karl hin Mørske,
til Føroya, at krevja upp skatt
til kong, hvarv hesin umboðs-
madur knappliga, »på mystisk
vis«, sum sagt er i norskum
segubókum.
Kortini hava foroyingar hátíðar-
hildið dagin 29. juli gjøgnum
øldir, teir hava varðveitt minnið
um Olav Heilaga fram til dagin í
dag — og koma óivað at gera tað
eisini í komandi árum, hvussu ið
so víkir og vendir. Og tað sigur
eingin teir ringar fyri.
Men fyribrigdini eru mong, ið
knýta seg at Olavsøkuni, sum
søgan er talandi vitnisburður
um.
Demi eru úr 17. og 18. eld um,
hvussu føroyingar tá hildu Olav -
søku:
Lucas Jacobsen Debes sigur
frå einum Olavsøku-haldi i årin-
um 1764, ella fyri stivliga 300
årum sidani, at tey tå hildu
Olavsøku i Havn — og hon varð
ongantíð hildin aðrastaðni enn í
Havn — varð ein ófor veitsla á
kvoldi:
„I Thorshav mødtes både
borger, præster og adel, og der
blev udbragt skáler for hele
øvrigheden. Det var skik, at en
at de tilstedeværende præster
begyndte på en latinsk salme,
hvorefter lagmanden stod op på
en stol og patetisk erklærede:
Den skal være Gud kærest,
der mest drikker og mindst
sparer«.
Sidur var eisini, at prestarnir i
Føroyum komu saman til fundar
i Havn Olavsøkudag. Rithøv-
undin Jørgen-Frantz Jacobsen
greidir i skaldsøgu sini »Bar-
baru« frå einari tilikari presta-
samkomu konvent — sum
gekk fyri seg i 18. øld: ein gamal
bóndi kom av óvart at stinga
høvdid inn gjøgnum glugga i
gomlu prestahusini å Tinganesi,
og tá ið hann varð varur við allar
teir samankomu prestar, skuldi
hann siga í ræðslu: >Har hevði
hin versti kennt seg litlan!«.
*
Hvussu teir hildu Olavseku í
katólsku tíðini eru bert fáar frá
søgnir um, men hildið verður av
søgukønum monnum, at stór-
vegis broytingar ikki eru farnar
fram aftaná trúarskifti, reforma
tionina.
Sorinskrivarin M. Andersen
hevur i bøkaverki sinum um
Føroyar 1600—1709 givid hesa
fråsøgn um løgtings-setønina í
gomlum døgum:
»Aftenen før olajdagen var
lagmanden, lagtingsmændene,
præsterne, sysselmændene og
de fleste bønderne fra de andre
øer kommet til Thorshavn. Olaj-
dagen begyndte om morgenen
med gudstjeneste i kirken, der
fra 1609 lå lige ved tingstedet.
Allerede klokken 6 om morgenen
skulle lagmanden og de øvrige
tingmænd være til stede, og før
klokken 3 og eftermiddagen blev
tinget ikki hævet. Når lagmand
en med lovbogen under armen
gik til tinge, skulle kirkerklokk-
erne ringe, og i den første uge
blev der hver dag holdt guds
tjeneste, idet hver af øernes syv
sognepræster eftir tur forettede
tjenesten«.
*
Thomas Tarnovius hevur í bók
síni »Færøernes beskrivelser«
frá 1669 eina fråsøgn um,
hvussu løgmadur og løgtings-
menn tá á sinni vóru ilatnir. Teir
bóru >runde, hvide kraver, som
ganske med huller eru syede,
som eru smá og store og sta
ganske stive om halsen, og dette
er gammel dragt der í øerne«.
*
Síða 3
| Olavsøka — tjóðarhátíð okkara
Gamla føroyska orðið Olavsøka
er komið av tí upprunaliga norð
urlendska vaka, siga søgutid
indi. Ti vekja føroyingar eisini
hesa nátt, og sami Jergen-
Frantz, ið tikin varð til í áðni,
hevur sagt frá mentanliga
virðinum av føroyska dansinum,
so ruddiliga, tá ið hann greiðir í
júkini »Færøerne, Natur og
"olk< greiðir soleiðis frá
»Medens andre folkedans
kan dateres nogle få århundreder
tilbage i tiden og i reglen har
wjst banale aner, er den fær
øske kædedansk en direkte eftir
kommer, ja en fortsættelse af
middelalderens berømte kæde-
dans. Det, som giver den fær-
øske dans dens overordentlige
kulturelle værdi er, at den
forunden at være dans også er
sang. Medens de fleste andre
danse ledages af instrumental
musik, bruger man til den
færøske kædedans folkeviser,
episke kvad. Kvadet er det
egentlige, dansen er tilhørernes
møgtige, rytmiske akkompagne-
ment. Den færøske dans, således
som den ofte foregår i en trang,
svagt oplyst stue, monoton i
rytmen, tung og dundrende, vil
måske for mange se ensformig
og uinteressant ud. For dem,
som er fortrolig med den, har
den dog sin egen mægtige
charme.«
*
Jú, mangt er, ið kann geva upp-
vaksandi ættarliðnum eina hyll
ing á, hví foroyingar enn sum
áður halda Olavsøku. Mangt
kundi verið lagt aftrat. Vit varð-
veita Olavsøkuna sum tjóðarhá-
tið, og dámurin yvir hesum há-
tíðarhaldi eigur at vera hin sami
eins og áður, so leingi foroyingar
byggja hesar klettar.
E.M.
—— GO