leygardagur 23. juli 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Arbeiðsplássí Havn
Tórshavnar Skipasmiðja:
Nr. 48 — 23. juli 1977
Tað er stórur tørvur á arbeiðsmegi
Arbeitt verður uppá beding, ið kann taka skip upp til 2000 tons
Tað er ikki sort av trupulleikum, ið vit hava at
dragast við í hesum tíðum, sigur stjórin á Tórs-
havnar Skipasmiðju,
Kjartan Mohr.
Okkum
tørvar arbeiðsfólk, sveisarar og aðrar hondverk-
arar. Tað er tí ikki logið, at vit eru eftirbåtar, tí vit
ikki kunnu fáa fólk til at gera arbeiði, sum skal
vera liðugt til eina ávísa tíð. Vit hava sekt eftir
fólki, men uttan úrslit:
Tað er eisini orsøkin til, at vit ikki tora at fara í
holt við stórri umvælingar, tá vit møguliga ikki
kunna gera tað liðugt til eina ásetta tíð
Í letuni hevur Tórshavnar
Skipasmiðja bert ein nýbygging
í gerð. Tað er ein 90 fetur stórur
trolbåtur til partafelagið Bøleitid
á Strondum. Arbeiðið uppá
henda nýbygningin er komið væl
áleiðis. Motorurin er ísettur og
farið er undir at seta tær ymsu
lidnu sektiónirnar saman. Ætl-
anin er, at báturin, sum er
teknaður á Tórshavnar Skipa-
smiðju, skal liðugur í
februar næsta ár
Kjartan Mohr, stjóri sigur, at
teir í lotuni bert hava henda eina
sáttmálan. Verður eingin nýggj-
vandi
vera
ir sáttmáli gjørdur, er
fyri, at fleiri arbeiðarar verða
ippsagdir. Umvælingarnar geva
um er ikki arbeiði til alt fólkið,
ið starvast á skipasmiðjuni.
Spell og syrgiligt
Vit hava bygt nógv skip her á
skipasmiðjuni, sigur Kjartan,
men nú sær tað út til, at steðgur
er komin' í. Tað er spell og
syrgiligt at vita sær, at føroy-
ingar fara uttanlanda at byggja
skip, tå vit eru førir fyri at
byggja tey heima hjå okkum
sjålvum. Tad eru dømi um hesa
seinastu tidina, at fleiri nyggj
Stóra kantinan á Skipasmiðjuni
fiskifør eru komin til landið, og
fleiri eru í gerð aðrastaðni. Hesi
kundu eins væl verið bygd her
heima.
Kjartan Mohr sigur víðari, at
nýggja og heldur óvissa fiski-
veiðumynstrur foroyinga kann
fara at merkjast á okkara skipa-
smiðjum. Við teimum mistu
veiðurættindunum á fjarleiðum
1
Sjåldsamt at siggja bedingin er
tom
eru vandi fyri at partur av
trolaraflotanum verður ónýtilig-
ur
Fyribyrgja
Uppá fyrispurning, hvussu vit
kunnu fyribyrgja. at føroyingar
einmest byggja skip aðrastaðni,
sigur Kjartan, at landsstýrið
kann sýta fyri at geva tilskot til
byggjan av tílíkum førum, til
tað hevur kannað, um hesi skip
ikki eins væl kunnu byggjast á
eini føroyskari skipasmiðju.
Í sama viðfangi, nevnir
hann, at teir hava sjálvir teknað
tann nýbygningin, sum nú er í
gerð og heldur hann, at tilik
minni for væl kundu verið bygd
her hjá okkum. — Serliga um tað
varð talan um seriubygging,
sum hevði gjørt tað nógv lættari
hjá okkum at arbeitt.
Stórt arbeiðspláss
Tórshavnar Skipasmiðja er eitt
av teimum stórstu arbeiðspláss-
unum í Havn. Her arbeiða
dagliga millum 125 og 150 fólk.
Tórshavnar Skipasmiðja hevur
eisini eina deild í Runavík
Hesi seinastu árini er skipa-
smiðjan útbygd, so at tað í dag
er gjørligt at gera mest sum alt
umvælingararbeiði og nýgerð at
skipum. Bygd er nýmótans
byggihøll, har skipini
bygd í sektiónum. Sektiónirnar
verða settar saman á sjálvari
bedingini. Til hetta endamál
hevur skipasmiðjan ein krana.
verða
Modelloft og
kaffistova
Skipasmiðjan hevur eisini viðk
að um umvælingardeildina. I]
hesum sambandi er bygd ein
stór maskinhøll í trimum hædd-
Kjartan Mohr, stjóri
um. Ovasta hæddin er modelloft
til nýbygningar
Kjartan Mohr greiðir frá, at
tað hevur verið stórur tervur á
eini kaffistovu til arbeiðsfólkið.
Ti hava vit innrættað 2. hædd til
kaffistovu. Her er fyri
umleið 125 fólkum. Sjálvur eri
eg ógvuliga glaður fyri júst
hetta tiltakið, tá tað skapar betri
samanhald millum leiðsluna og
arbeiðararnar.
pláss
Nýggj beding
— Tit eru farnir undir at
eina nýggja beding!
gera
1
Fate
1808 á
Her skal nyggja bedingin liggja
»Tann gamla bedingin er ov
lítil. Hon kann taka skip upp til
800 til 1000 tons. Vit eiga at vera
førir fyri at taka ímóti skipum
upp til 2000 tons, og ti hava vit
gjørt av at gera eina nýggja
beding norðan fyri ta gomlu
norður ímóti Skiparagetu. Hetta
verður eitt stórt framstig fyri
Tórshavnar Skipasmiðju. Tað er
eisini vert at hava í huga, at
skipini í dag eru vorðin so stór,
at tíðin er komin til, at vit nýta
alt økid til beding.
Fyri at fáa eina tilika tíðar-
hóskandi beding, hevur skipa-
smiðjan keypt eitt oki frá ognar-