týsdagur 2. juli 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 123 - 2. juli 2002
Nr. 123 - 2. juli 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Nóg nógv
olja og gass
Ein
útrokning
hjá
norsku stjórnini vísir, at
Noreg hevur nóg mikið
av olju eftir í undir-
grundini til tey næstu
50 árini, og at nóg
mikið av gassi er eftir
til tey næstu hundrað
árini.
Samstundis
hevur
Einar Steensnæs, orku-
málaráðharri boðað frá,
at stjórnin fer at leggja
eina ætlan, sum skal
vísa, hvørjar avleiðing-
ar oljuframleiðsla við
Lofoten og í Barents-
havinum
kann
fáa.
Talan er um framleiðslu
alt árið. Ráðharrin sig-
ur, at stjórnin fer at seta
strong umhvørviskrøv,
sum skulu tryggja, at
oljuvinna og fiskivinna
kunnu virka á somu
leiðum.
Bush hartar
vinnuna
Amerikanski forsetin,
George W. Bush, hart-
aði leygardagin ameri-
kanskar fyritøkur, sum
í seinastuni eru avdúk-
aðar fyri brot á rokn-
skaparreglur og onnur
ólóglig viðurskifti. For-
setin segði, at lands-
myndugleikarnir fara at
rættarsøkja
teimum
fyritøkum, sum vill-
leiða
íleggjarar
og
starvsfólk.
Fyri einari viku síð-
ani varð avdúkað, at
telefyritøkan
World
Comn hevði bókað 30
milliardir
krónur
í
inntøkum, sum als ikki
vóru til, og fríggjadagin
kom fram, at kopifyri-
tøkan Xerox hevði bók-
að 14 milliardir krónur
ov nógv í inntøkum.
Bæði republikanar-
arnir og demokratarnir
í Kongressini krevja
nú, at stig verða tikin til
at revsa teir, sum hava
ábyrgdina av svikinum.
Bill seldi
Sambært amerikanska
fíggjareftirlitinum SEC
hevur Bill Gates selt
átta milliónir partabrøv
í Microsoft í seinastuni.
Sambært eftirlitinum
fekk hann 400 milliónir
dollarar
burtur
úr
søluni. Bill Gates eigur
12 prosent av partapen-
inginum í Microsoft,
sum seinastu tíðina er
fallið meiri enn 20
prosent í virði.
Úr Norðurlondum:
Heidninga-
brúdleyp
Fyri fyrstu ferð síðani
Ólavur tann Heilagi
kristnaði
norðmenn,
hevur
eitt
sokallað
heidningabrúdleyp ver-
ið í Noregi.
Tað hendi nú eina
náttina, tá ein maður og
ein kvinna úr Ný Sæ-
landi svóru hvør øðrum
trúareið í Bygdøy í
Oslo. At tey valdu at
fara allan vegin til
Noregs komst av, at tað
eru bara Noreg og
Ísland, sum viðurkenna
heiðin trúarsamfeløg.
Nýsælendsku hjúnini
er limir í einum heidn-
um trúarsamfelag, sum
hevur 90 limir.
11% høvdu
útlendskan
uppruna
Hagtøl
hjá
donsku
myndugleikunum vísa,
at 11,1 prosent av børn-
unum, sum vórðu fødd
í Danmark í fjør, høvdu
foreldur, sum vóru av
útlendskum uppruna.
Tølini vísa eisini, at í
summum kommunum
eru munandi fleiri børn
av útlendskum upp-
runa. Eitt nú vóru 26,1
prosent av nýføðingun-
um í Keypmannahavn
av útlendskum upp-
runa, í Brøndby høvdu
36 prosent útlendsk
foreldur og í Alberts-
lund heili 39 prosent.
Landsmyndugleikarn
ir biðja nú kommunur-
nar fyrireika skúlarnar
betur til at taka ímóti
einum veksandi tali av
børnum av fremmand-
um uppruna.
Koyrdir til
lands
Norska skipaeftirlitið
var eirindaleyst, tá tað
nú um dagarnar sendi
fólk umborð á nakrar
stuttleikabátar í Oslo-
fjørðinum. Tað vísti
seg, at trygdarviður-
skiftini umborð á fleiri
bátum vóru ikki í lagi,
og fimm bátaeigarar
fingu boð um at fara til
bryggu við bátunum.
Skipaeftirlitið gjørdi
eisini trygdarkanningar
umborð á stuttleikabát-
um í Oslofjørðinum í
fjør. Tá skrásetti eftir-
litið ikki færri enn 461
brot á ymsar trygdar-
reglur.
Avvarandi hjá teim-
um, sum doyðu í
flogvanlukkuni í
Linate-floghavnini í
fjør, kunnu vænta sær
metstórt endurgjald
LINATE-VANLUKKAN
Árni Joensen
Nógv bendir á, at avvarandi
hjá teimum 118, sum doyðu
í flogvanlukkuni í Linate-
floghavnini í Milano síðsta
heyst, kunnu vænta sær
metstórt endurgjald.
- Eg dugi ikki rættiliga at
siga, hvar vit enda, men
talan er í hvussu er upp-
hæddir, sum eru langt
oman fyri tað, sum vit eru
von við í Norðurlondum,
sigur svenski sakførarin
Stephan Eriksson. Saman
við øðrum sakførarum um-
boðar hann tey avvarandi
hjá 42 fólkum, sum doyðu í
vanlukkuni í Linate. Í
arbeiðinum hava sakførar-
arnir havt samband við
kenda amerikanska sak-
føraravirkið Podhurst, ið
verður roknað millum tey
fremstu, tá talan er um
endurgjaldskrøv av hesum
slagnum.
Høvuðsendurgjaldskrav-
ið verður lagt ímóti ameri-
kansku flogverksmiðjuni
Cessna, tí eitt lítið flogfar
av hesum slagnum kom út á
breytina, sum eitt flofar hjá
SAS kom eftir. Av tíat
Cessna er amerikanskt,
verður tann parturin av
endurgjaldskravinum reist-
ur í USA. Podhursat hevur
áður havteitt endurgjalds-
krav ímóti Cessna eftir eina
vanlulkku í Florida, sum
kostaði 110 mannalív. Ta
ferðina eydnaðist tað at fáa
flogverksmiðjuna at rinda
teimum avvarandi næstan
tvær milliardir krónur.
Stephan Eriksson, sak-
førari vil ikki siga, hvussu
stórt endurgjald teir fara at
krevja frá Cessna, men
sambært svenska Svenska
Dagbladet er talan um 2,5
milliardir krónur.
Endurgjaldskravið ímóti
Cessna er bert eitt av fleiri,
tí krøv verða eisini løgd
ímóti italsku loftferðslu-
myndugleikunum, eftirlit-
inum í Linate-floghavnini,
týska felagnum, sum átti
Cessna-flogfarið og ímóti
SAS. Stephan Eriksson
sigur, at tað verður kortini
Cessna, sum skal rinda
nógv tann størsta partin av
endurgjaldinum,
kanska
millum 60 og 80 prosent.
Higartil hava avvarandi
hjá teimum 118, sum
doyðu,
fingið
góðar
200.000 krónur frá SAS,
30.000 krónur frá lands-
partamyndugleikunum
í
Lombardia
og
90.000
krónur frá býráðnum í
Milano.
Amerikanska fregnar-
tænastan sigur, at
yvirgangsleiðarin
Osama bin Laden
slapp livandi frá
amerikansku bumbu-
álopunum á holurnar
har eysturi í
Afghanistan
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Keldur
í
amerikansku
fregnartænastuni
CIA
søgdu fyri blaðnum Time í
gjár, at amerikansku mynd-
ugleikarnir hava fingið
váttan fyri, at yvirgangs-
leiðarin Osama bin Laden
var á lívi í desember, og at
hann sostatt slapp undan
teimum ógvusligu ameri-
kansku bumbuálopunum
har eysturi í Afghanistan á
lívi.
Amerikansk
flogfør
bumbaðu holurnar í Tora
Bora í fleiri dagar, tí ill-
gruni var um, at bin Laden
fjaldi seg har.
Keldurnar í CIA siga, at
tá pakistanska løgreglan
handtók Abu Zubaydah fyri
trimum mánaðum síðani,
hevði hann eitt bræv frá bin
Laden uppiá sær. Brævið
var dagfest í desember, og
sambært CIA er eingin ivi
um, at tað er bin Laden,
sum hevur skrivað brævið,
og at dagfestingin er bein.
Tað merkir sostatt, at bin
Laden slapp úr Tora Bora á
lívi, um hann yvirhøvur var
har.
Abu Zubaydah varð tikin
í pakistanska býnum Fai-
salabad í mars, og sambært
CIA avdúkar brævið eisini,
at ein sonur bin Laden,
Saad, var í Faisalabad í
desember.
Abu Zubaydah verður
mettur at vera ein av næstu
monnum bin Ladens. Hann
er nú í varðhaldi hjá ameri-
kansku myndugleikunum.
Funnu bræv frá bin Laden
Metstórt endurgjald
eftir flogvanlukku
CIA avdúkar nú, at Osama bin Laden slapp livandi frá amerikansku bumbuálopunum á
holurnar har eysturi í Afghanistan
Mynd: Reuters
Brandur verður nógv spældur á Pop TV
Íslendska alternativið
til MTV tráðspælir
sangin Waiting in the
Moonlight hjá Brandi
Enni, og tað er áhugi
at fáa føroyska sang-
aran aftur til Íslands
at spæla
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Ferðin hjá Brandi Enni til
Íslands miðskeiðis í hesum
mánaði setti rættiliga ferð á
umrøðuna av honum. Ís-
lendska Pop TV hevði mill-
um annað vitjan av tvørá-
manninum, og síðani hevur
sangurin Waiting in the
Moonlight
verið
nógv
spældur á rásini.
Í nýggjastu útgávuni av
litblaðnum Séð & Heyrt
(svarar til danska Se &
Hør) eru tvær síður, sum
snúgva seg um, hvussu væl
dámdur Brandur var mill-
um genturnar, tá hann sang
á íslendska tjóðardegnum.
Áhugi er eisini fyri at fáa
Brand aftur til Íslands at
spæla í næstum, men enn er
tað ikki greitt, nær og hvar
hetta verður.
Fyrsta
uppgávan
hjá
Brandi verður at syngja
tveir nýggjar sangir inn til
eina stakfløgu, sum skal
koma út fyri ólavsøku.
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Clickhaze staðfestir sína
støðu sum helst best um-
tókti bólkurin í Føroyum í
løtuni við at vera nummar 1
á 15 teimum bestu.
Sangurin Daylight streyk
leygarkvøldið upp á ovastu
rók á 15 teimum bestu.
Eftir at Brandur hevur
verið einasti kappingar-
neytin til útlendsku hittini,
stakk eysturoyarbólkurin
seg fram um allar hinar.
Sangurin Daylight er ein
av nýggju sangunum, sum
eru at finna á EP-fløguni,
sum bólkurin gav út fyri
stuttum. Sølan av hesi
fløgu hevur gingið strúk-
andi, tí hóast bara tvær vik-
ur eru, síðani hon varð giv-
in út, eru eini 1600 eintøk
seld. Tað er nógv meira,
enn bólkurin hevði roknað
við frammanundan.
Brandur Enni fekk ein
nýggjan sang inn á listan.
Tað er sangurin Be my Girl,
sum kom beinleiðis inn
sum nummar 12. Brandur
hevur sostatt tveir sangir á
listanum í løtuni, tí Waiting
in the Moonlight, sum hev-
ur verið nummar 1, er
framvegis at finna á lista-
num.
Brandur Enni er væl umtóktur í Íslandi
Clickhaze á toppinum
C
M
Y
K
13
12
Stórur brúktbila-
marknaður
BERG MOTORS
Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35
Mazda 323 C 1,5i LX
bláur, 3 hurðar, 5 gear,
árg. 03/97, km 72.000
89.000,-
Mazda 323 S 1,5i LX
reyður, 4 hurðar, 5 gear, árg.
11/98, km 57.000
96.000,-
Mazda 323 S 1,5i LX
reyður, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 05/97, km 69.000
78.000,-
Seat Cordoba
gráur, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 07/96, km 82.000
75.000,-
Renault Megane 1,6e
reyður, 5 hurðar, 5 gear,
árg. 12/96, km 70.000
80.000,-
Toyota Corolla 1,3 Galla
grønur, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 07/95, km 69.000
79.000,-
Toyota Hi-Lux PickUp Diesel
bláur, 2 hurðar, 5 gear,
árg. 12/94, km 122.000
90.000,-
Mazda E2200 PickUp trælast
reyður, 2 hurðar, 5 gear,
árg. 05/97, km 79.000
74.000,-
Mazda E2200 PanelVan
gráur, 5 hurðar, 5 gear,
árg. 01/98, km 74.000
74.000,-
Mazda B2500 PlusCab SDX 4x4
bláur, 2 hurðar, 5 gear,
árg. 02/00, km 35.000
140.000,-
S na ur
01/02
S na ur
03/02
S na ur
09/00
S na ur
2001
S na ur
02/02
Mazda 323 S 1,5i LX
gráur, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 08/97, km 61.000
82.000,-
Mazda 626 S 1,8i LX
grønur, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 05/96, km 151.000
75.000,-
S na ur
01/02
S na ur
03/02
Ford Escort 1,8 TD St. car
reyður, 5 hurðar, 5 gear,
árg. 08/97, km 50.000
110.000,-
S na ur
02/00
Ford Escort 1,8 Diesel Sedan
svartur, 4 hurðar, 5 gear,
árg. 08/95, km 146.000
76.000,-
S na ur
07/01