Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 • týsdagur • 2. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Seinastu tíggju árini hevur tað liðið, sum hevur verið fremst, tá kappingarárið hevur verið hálvrunnið, vunnið meistara- skapin fimm ferðir, og í fýra av fimm førum hevur tað verið HB, sum hevur mist oddasessin HAGTØL Jóannes Hansen Tað vísir seg ofta, at tað liðið, sum er fremst, tá kappingarárið er hálv- runnið, og øll liðini harvið hava spælt ímóti hvørjum øðrum eina ferð, verður meistari. Hesa vendingina verður tað ofta tosað um í útlondum. Ikki minst í Onglandi ganga teir høgt upp í sovorðið prát, og tað vísir seg ofta hjá teimum, at tað liðið, sum hevur verið fremst, tá helmingurin av dystunum er fingin frá hondini, tað fær gullkrón- urnar um hálsin. Í vikuskiftinum var fyrri helmingurin av kappingar- árinum 2002 liðugur. Tað er ikki heilt rætt, tí dysturin á Skála ímillum Skála og B68 verður ikki spældur fyrrenn í annaðkvøld. Hann varð útsettur, tí B68 leyg- ardagin hevði heimadyst í Intertoto Cup kappingini. Men hóast tað restar ein dystur úr níggjunda um- farinum, so er tað greitt, at tað er HB, sum hevur fing- ið størstu úrtøkuna úr fyrra partinum av kappingarárin- um. Hvør verður næst- fremst verður ikki greitt fyrrenn í annaðkvøld. Hóast NSÍ heilkiksaði á heimavølli ímóti KÍ, so eru teir framvegis næstovastir. Um B68 fær fult á Skála, so fara toftamenn framum grannarnar í Heiðum. Og so verður talan um rættu- liga toppuppgerð, tá sjøtul komandi sunnudag verður settur á seinna partin av kappingarárinum. Tá skal B68 í Gundadal at spæla ímóti HB. Hálvárs roknskapurin Hagtølini hava púrt einki at siga. Tað er her og nú og á vøllinum, at tað verður avgjørt, hvussu tað verður við úrtøkuni. Soleiðis verður ofta tikið til, og tað er púra satt, at eingin vinn- ur nakað bara við at vísa á søguligu tølini. Men tað vil ikki siga tað sama sum, at tað ikki er áhugavert at venda og snara tølunum um tíðina, sum er farin, og harvið at staðfesta, hvussu tað plagar at hilnast. Tað halda í hvussu so er summi vera áhugavert. HB liggur væl fyri í landskappingini. Sjálvandi kanna teir sær ikki meist- araskaps bitan, áðrenn hann er svølgdur, og hagtølini siga, at teir í HB hava alla orsøk til ikki at gera tað. Seinastu tíggju árini hevur tað verið soleiðis, at aðru hvørja ferð hevur tað liðið, sum var fremst, tá kappingin var hálvrunnin, eisini verið fremst eftir átjan umfør. Og tað vil sjálvsagt eisini siga, at í miðal hevur tað annað hvørt ár verið soleiðis, at eitt annað lið hevur vunnið FM enn tað liðið, sum var fremst, tá níggju umfør vóru spæld HB hevur ofta snávað Um teir í HB skulu halla sær at hagtølunum fyri tvey tey seinastu árini, so fara teir ikki at vinna sekstanda FM heitið tilsaman og tað fyrsta síðani 1998 í ár, sjálvt um teir eru fremstir, nú hálv kappingin er løgd afturum. Í fjør vann B36 meistara- skapin. Men eftir níggju umfør var GÍ fremst við fullum stigatali. Í fyrraárið vann VB fyrsta og higartil einasta meistaraskapin. Tá var HB fremst, eftir at fyrri parturin av árinum var avgreiddur. Og søgan sigur, at tað oftast hevur verið HB, sum í seinna partinum av kappingini hevur snáv- að. Burtursæð frá í fyrra- árið eru trý onnur dømi um hetta síðstu tíggju árini. Og hvørja ferðina var tað GÍ, sum streyk avstað við meistaraskapinum, eftir at HB hevði verið best. Í 1995 hevði HB 21 stig eftir níggju umfør, og GÍ var á fjórða plássinum við sekstan stigum. Tá kapp- ingarárið var liðugt, var GÍ meistari við 41 stigum, meðan HB var næstovast við 33 stigum. Í hevði HB eftir níggu umfør fimtan stig, og GÍ var á triðja plássi við trettan stigum. Tá kappingarárið var lokið, var GÍ meistari við 30 stigum. Tað hevði HB eisini, men GÍ hevði betri málmun og varð tískil meistari. Og í 1993 var sama skilið hjá HB. Tá níggju umfør vóru farin afturum, hevði HB trettan stig, og GÍ hevði tólv stig. Tá kappingarárið var av, var GÍ meistari við 28 stigum, meðan HB var næstovast við 25 stigum. Góðu minnini Tær fimm ferðirnar, tá tað hevur hilnast heilt væl hjá summar meistaranum, eru býttar millum fimm feløg. Tað var eingin slingur í valsinum hjá B68 og Jógvani Norðbúð í 1992. Teir vóru fremstir eftir níggju umfør, og teir vóru fremstir eftir átjan umfør. Soleiðis var tað eisini, tá GÍ við Páll Guðlaugsson sum venjara í 1996 vann fjórða meistaraskapin á rað og tann higartil seinasta. Í 1997 var B36 fremst á hásumri, og Tomislav Sivic og hansara menn kundu seinni á árinum fegnast um fyrsta FM heitið til B36 í 35 ár. Í 1999 var Tony Paris venjari í Klaksvík. KÍ var væl fyri. Teir vóru fremstir, tá kappingin var hálvrunn- in, og teir stóðu við FM steypinum í øllum regnin- um í Klaksvík, tá kapping- arárið var av. 1998 var fyrsta árið hjá Ion Geolgau í HB. Tá vóru teir fremstir bæði eftir 9. og 18. umfarið. Nú er 9. umfarið av kappingini í ár spælt. Ion Geolgau og HB eru fremst. Spurningurin er so, hvussu tað fer at verða, tá átjanda umfarið er liðugt spælt. HB snávar oftari enn hini oddaliðini Hagtølini siga, at HB er tað liðið, sum oftast hevur snávað í seinnu kappingarhálvu seinastu tíggju árini, og ofta hava tað verið gøtumenninir, sum hava roynst teimum ov drúgvir 15 14 Nr. 123 - 2. juli 2002 Klaksvíkar Býráð samtykti á býráðs- fundi í farnu viku ætlaðu rundkoyr- ingina á posthús- horninum í Klaksvík, sum arbeitt hevur verið við í nøkur ár RUNDKOYRING Solby A. Eliasen Klaksvík: Steinbjørn Ja- cobsen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein av fyri- reikingunum til komandi undirsjóvartunnilin. - Rundkoyringin verður so mikið stór, at tann nógva tunga ferðslan, sum fer at koyra í gjøgnum undir- sjóvartunnilin uttan trupul- leikar fer at kunna koyra til virkini á báðum ørmunum í býnum, sigur Steinbjørn Jacobsen. Ferðslan í Klaksvík er sera nógv økt tey seinastu árini, og tá undirsjóvar- tunnilin er komin, kann væntast, at klaksvíkingar rættiliga fara at merkja økingina. Serliga tá hugsað verður um ta tungu ferðsl- una, sum í dag er um Leirvíksfjørð. Øll hendan ferðslan fer tá at ganga í gjøgnum miðbýin, og tá mugu umstøðurnar fyri ferðsluna í býnum verða munandi betri. Og rund- koyringin er so byrjanin. Arbeiðið við ætlanini hevur verið í nevnd í nøkur ár nú, og peningur er settur av í grunn til hana. Men herfyri heitti tekniska nevnd á fíggjarnevndina um at játta tann neyðuga peningin til rundkoyring- ina. Arbeiðið byrjar einaferð í oktobur ella novembur í ár. Rundkoyringin fer at koma inn á Vágsbø, og tað vil siga, at trøini, sum standa framvið vegnum har, skulu flytast. Og tað er best at gera um heystið. Steinbjørn sigur eisini, at ætlanin er at royna at fáa so nógv av fyrireikingarar- beiðinum til sjálva rund- koyringina av vegnum, áðrenn farið verður í holt við sjálva rundkoyringina. Hetta fyri millum annað at umgangast at tarna ferðsl- uni um posthúshornið so lítið sum yvirhøvur gjør- ligt. - Av tí at rundkoyringin kemur inn á Vágsbø, men ikki inn á gamla Kirkjugarð ella økið, har springvatnið stendur, so verður hon eitt sindur forskotin, greiðir Steinbjørn frá. Arbeiðið byrjar sum sagt í heyst og rundkoyringin verður liðug komandi ár. Claire fór mána- morgunin av Havnini til Noregs. Orsøkin er, at Norrøna, sum var nógv seinkað á Havnina fríggja- morgunin, fram- vegis ikki hevur vunnið alt innaftur SMYRIL LINE Solby A. Eliasen Claire tók ein part av farminum, sum eisini skuldi umborð á Norrønu. Umframt hetta, so vóru eisini nógvir bátar, sum skuldu við Norrønu til Noregs á bátaferðir, har siglt verður innanskerðs. Sosialurin frættir frá Smyril Line, at ferða- ætlanin hjá Norrønu serliga til Noregs og Shetlandsoyggjarnar er so stram, at tað er torført at vinna mista tíð inn- aftur. Og tá so nógvur farmur er, tekur tað langa tíð at lasta skipið aftur. Tí varð Claire tikin inn til at frakta farm og bátarnar, soleiðis at Norrøna kundi fara so skjótt sum gjørligt av aftur Havnini mána- morgunin. Sambært ferðaætlan- ini átti Norrøna at fara av Havnini klokkan níggju mánamorgunin, men hon fór kortini ikki fyrr enn klokkan ellivu. Men tað vil so hinvegin siga, at hon longu nú hevur vunnið ein stóran part av seinkingini fríggjadagin innaftur. Frá Smyril Line siga tey tó, at um allir bát- arnir og allurin farm- urin, sum fór við Claire, eisini hevði verið loss- aður umborð á Norrønu, so hevði hon verið upp aftur seinni av Havnini mánamorgunin. Tað tekur langa tíð at lasta Norrønu. Tað kom best til sjóndar í seinastu viku, tá skipið bleiv um- leið fýra tímar seinkað úr Noreg til Shetlands, orsakað av nógvum farmi. Og skipið bleiv eisini tveir tímar seinkað orsakað av farmi úr Shetlandi. Og ikki nóg mikið við tí. Norrøna kom eisini í eitt sindur av illveðri á veg úr Ís- landi til Føroyar hós- dagin í seinastu viku. Alt hetta hevði so við sær, at hon var so sein til Før- oyar fríggjadagin. Av Smyril Line verður sagt, at tað sanniliga er tørvur fyri tveimum skipum, serliga undir slíkum umstøðum, sum Norrøna nú er í. Tað verður ikki vænt- að, at nakar tílíkur trupulleiki verður við nýggju Norrønu, tí har verður rampin so mikið breiður, at tað fer at bera til at koyra umborð og í land í senn. Tað letur seg ikki gera nú. Fólk keypa sær heldur ein nýggjan bil enn ein gamlan og brúktan. Hetta vísa hagtøl frá Bileftirliti Føroya, sum greiða frá samlaðu skrá- setingini av akførum í Føroyum í jan-juni 2001 og 2002 BILASØLA Ragnhild Ellingsgaard Samlaða talið av skráset- ingum av nýggjum akfør- um í Føroyum fyrra hálv- arið í 2002 vísir á ein vøkstur á 12,34 %, saman- borið við fyrra hálvárið í 2001. Harafturímóti er samlaða talið av innfluttum brúktum akførum fallið vð 22,2 %. Hetta gevur eina greiða ábending um, at føroyingar vilja keypa sær nýggjar bilar, heldur enn brúktar. Á Auto-Shine í Klaksvík selja tey einans brúktar bilar, og hava tey gjørt tað í í fleiri ár. Í stuttari við- merking siga tey við Sosialin, at hóast hagtølini frá Bileftirlitinum siga, at færri innfluttir brúktir bilar eru innfluttir í ár, so hevur hetta tó ikki merkt søluna hjá teimum nakað serligt. - Men tíðirnar í dag eru so góðar, og eingin trupul- leiki er við at vega sær fígging til keyp av nýggjum bili. So sjálvandi veksur hetta eisini um innflutn- ingin av nýggjum akførum her í landinum, sigur eitt av starvsfólkunum hjá Auto- Shine. Hann leggur tó afturat, at á Auto-Shine selja teir einamest týskar bilar av góðum og kendum merkj- um. Hetta eru alt bilar, sum oftast eru sera kostnaðar- miklir at keypa, um bilurin skal vera nýggjur, og av tí sama keypa fólk heldur ein gamlan bil av sama merkinum. Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri JAN-JUN í 2001 og 2002. Jun Jun Broyting Jan-Jun Jan-Jun broyting %broyting Akfaraslag 2002 2001Jun 01/02 2002 20012001/2002 2001/2002 Brandbilar 1 0 1 1 0 1 100,00% Bussar 5 0 5 9 2 7 350,00% Hýrubilar 6 1 5 16 8 8 100,00% Lastbilar 2 2 0 12 8 4 50,00% Leguvognar 0 0 0 3 3 0 0,00% Motorsúkkla 0 1 -1 4 2 2 100,00% Neyðsendakfar 1 0 1 3 2 1 50,00% Persónbilar 168 185 -17 851 763 88 11,53% Smábussar 0 1 -1 1 7 -6 -85,71% Viðfestivognar 14 11 3 60 38 22 57,89% Vøruvognar 30 22 8 160 164 -4 -2,44% Samlað 227 223 4 1120 997 123 12,34% Harumframt er samlaða talið av innfluttum brúktum akførum í fyrra hálvári 2002: 200 í mun til 2001: 257, tvs. ein afturgongd uppá 22,2%. Samlaða skrásetingin av nýggjum og brúktum akførum í fyrra hálvári 2002 var sostatt: 1320 akfør í mun til fyrra hálvár 2001: 1254, ella ein vøkstur uppá 66 akfør, svarandi til 5,3%. Claire hjálpir Norrønu Arbeiðið upp á rundkoyring byrjar í ár Arbeiðið upp rundkoyringina byrjar antin í oktobur ella novembur í ár Fleiri nýggj akfør innflutt í Føroyum C M Y K 14