Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 123 - 2. juli 2002 Meistaraliðið hjá B36 hevur ilt við at fylgja við, meðan bæði KÍ og GÍ hava hug at stinga seg fram SAMANUM 9. UMFAR Jóannes Hansen Kappingarárið er hálv- runnið. Níggju tey fyrru umførini eru broytt frá at vera ætlanir í skipanini til dystir, undirhald, sigursrús og vónbrot á vallunum. Níggjunda umfarið er ikki heilt liðugt, tí Skála og B68 skulu spæla í annað- kvøld. Dystirnir, sum vórðu spældir í vikuskiftinum, lagaðu seg partvís soleiðis, sum tað kundi roknast við, men ikki heilt. At HB vann stórt í Gundadali ímóti TB boðar frá, at oddaliðið er væl fyri, samstundis sum tað boðar frá, at hóast TB er trý stig undan Skála í botninum, so eru tvørámenn ringast fyri í løtuni. Í níggju teimum fyrstu umførunum eru 38 mál farin ígjøgnum hjá Lars Müller. Tað vil siga, at mótstøðuliðini í miðal hava skorað fleiri enn fýra mál. At TB í fyrsta umfarinum vann 1–0 ímóti VB er framvegis sera avgerandi fyri tvørámenn. Men á Tvøroyri eru teir greiðir yvir, at tað skal hilnast betri eftir summarsteðgin, um teir skulu røkka málinum, sum er at varðveita plássið í bestu deildini. Og teir siga seg ætla at gera nakað við tað. Europeiska stríðið Við stórsigrinum á TB kom HB einsamalt á odda, og Andrew av Fløtum stað- festi, at í løtuni er hann vandamiklasti álopsmað- urin í landinum. Fyri HB mundi tað koma sera væl við, at NSÍ ikki megnaði at fáa nakað sum helst, tá KÍ var í Runavík. Tað var ein dyggur smeitur hjá NSÍ, sum við taptinum misti tað eyka takið, sum teir fingu, tá teir í sætta umfarinum væl og virðiliga settu B36 upp á pláss í Gundadali. Ofta hevur verið sagt um NSÍ, at teir hava ikki verið støðugir og harvið ikki hava megnað at hildið seg á toppinum, tá tað hevur verið framundir einari tílíkari støðu. Tað hevur higartil í ár tykst sum um, at tað skuldi eydnast hesa ferð hjá NSÍ. Tað kann væl vera, at tað fer at eydnast, sjálvt um tað kiksaði ímóti KÍ, men hesi stigini fer NSÍ ikki at fáa aftur. Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at KÍ skuldi stríðast millum tey bestu. At klaksvíkingar hava havt spælarahópin við eina størstu gávunum hevur verið lítil ivi um. Men tað vístu teir ikki tíðliga á árinum. Sunnudagin tóktist tað sum um, at Kurt Mørkøre er um at fáa góðu spælararnar at verða eitt gott lið. Ivaleyst sótu nógv- ir klaksvíkingar sunnu- dagin frammanfyri útvarps- tólið og bitu negl, meðan teir iðraðu seg um, at teir ikki vóru farnir til Runa- víkar. Kanska kassameist- arin hjá Skála komandi sunnudag fer at fáa ágóðan av tí. KÍ vil fegið vera við í toppinum. Og tað kann eydnast hjá teimum at blanda seg uppí. Teir eru bara eitt stig frá næstovasta plássinum, og teir eiga HB í Klaksvík 4. august. Tað kann skjótt gerast til ein stórdyst av tí gamla slag- num. GÍ hevur eisini haltað nógvu tey fyrstu umførini. Men nú sær betri út hjá teimum. Møguleikarnir at seta liðið saman og at vinna eru vornir hópin størri, eftir at Súni Olsen og Henning Jarnskor eru komnir aft- urat, og tað verður uppaftur betri, um vónin um, at Kryztof Popczynski heilt skjótt skal verða førur fyri at spæla, fer at gerast til veruleika. Okkurt árið hevur GÍ tikið nógv stig innaftur eftir summarsteðg- in. Nú eru teir bara fýra stig frá oddaliðnum, og gøtu- menn skulu avgjørt ikki avskrivast. 25. august eiga teir HB í Serpigerði. Umframt HB, NSÍ, KÍ og GÍ er í løtuni B68 við í stríðnum um fremstu plássini. Toftamenn eiga at skammast yvir leygardagin, sum enn eina ferð var áminning um, at føroysk feløg hava sera ilt við at standa seg í altjóða kapp- ingunum. B68 hevur spælt nógvar dystir seinastu tíðina. Í annaðkvøld og sunnudagin skulu teir spæla dystirnar, sum verða avgerandi fyri, um B68 eftir summarsteðgin skal stríðast um heiðursmerkini ella ikki. Á jóansøku tapti B36 fyri fjórðu ferð í hesum kappingarárinum. Úrslitið var staðfesting av gongdini, síðani B36 í 1997 vann fyrsta FM heitið í 35 ár. Hon hevur verið, at tað liðið, sum eitt ár vinnur FM, ikki endurtekur meist- araskapin árið eftir. B36 er nú á sætta plássinum. Stigamunurin fram til hini er ikki so ógvuliga stórur, men gongdin tær seinastu ferðirnar hjá B36 hevur ikki verið sannførandi. Góð jóansøka VB tykist hava fingið góða nyttu burturúr, at venjarin varð skiftur út. Fyrst fingu teir javnleik í torføra útidystinum í Klaksvík, og jóansøkuaftan vunnu teir á heimavølli ímóti B36. Trý stig á jóansøku og sigur til Smyril í kappingini millum 6–mannaførini við monn- um (tað venda vit aftur til í morgin) var so gott, sum tað bar til at vera hjá vágbingum. Við sigrinum á B36 er VB heilt sloppið burtur úr botnstríðnum, sum teir ikki eiga at vera partur av. Í botnstríðnum er ein sera týdningarmikil dystur á skránni komandi vikuskifti. Tá skal illa sperda TB norður á Mølina á Eiði. Um TB fær stig burturúr tí dystinum, verða tað fram- vegis trý lið, sum skulu kappast um at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Um TB fer suður aftur við ongum, skulu teir stríðast við hitt uppflytaraliðið, Skála, um at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini. Skála eigur framvegis fyrsta sigurin á í lands- kappingini. Teir eiga heimavøll ímóti B68 og KÍ ávikavíst í annaðkvøld og sunnudagin. Um mett verður út frá støðutalvuni, so sær tað einki út hjá Skála. Men bólturin er framvegis rundur, og teir tríggir rumensku spælar- arnir kunnu kveikja undir, so íblásturin verður til staðar, sum skal til, um Skála skal standa seg ímóti B68 og KÍ. Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so Skála Kommuna keypt stálbjálk- arnir, sum áður hava verið nýttir í høsnahúsinum í Rituvík. Sum skilst, so er ætlanin, at hesir nú skulu verða partur av einum skýli, sum kommunan fer at gera fram við fótbóltsvøllin, har á- skoðararnir annars ikki hava verið vardir móti veðrinum áður. Vit royndu fyrrapartin mánadagin at fáa eina viðmerking frá bygdaráðs- formanninum á Skála, men hetta eydnaðist okkum ikki, so enn ber ikki til at siga, nær fólk á Skála kunnu rokna við, at nýtt skýlið verður sett upp. -jm Nógvir stríðast um Europa plássið Komandi vikuskifti verður sera avgerandi dystur í botnstríðnum, tá TB kemur á Mølina á Eiði at vitja EB/Streym Kvinnuliðið hjá KÍ fer aftur í ár at luttaka í meistarakappingini hjá UEFA. Um tvær vikur verður greitt, hvørjum KÍ skal spæla ímóti FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein KÍ hevur aftur í ár meldað kvinnuliðið hjá sær til meistarakappingina hjá UEFA. Í fjør skipaði europeiska fótbóltssambandið fyri fyrstu ferð fyri hesi kapp- ing, og tá var KÍ føroyska umboðið. Tað gekk væl hjá klaksvíkskvinnum, sum vunnu ein dyst av trimum. Tað er stórt fíggjarligt tak at fara út í Europa við kvinnum, tí tað verður ikki veitt feløgunum sama end- urgjald, sum tá talan er um menninar. Men hóast hetta ætlar KÍ at vera við. - Tað er umráðandi fyri føroyskan kvinnufótbólt, at vit luttaka í europeiskum kappingum. Tá landsliðið ikki er við til EM og HM kappingarnar, so mugu feløgini taka lut, heldur Gestur Hovgaard, formaður í KÍ. Lutakast um tvær vikur KÍ vann meistaraskapin í fjør, og gjøgnum hendan sigurin fingu tær møgu- leikan at luttaka í Europa Cup aftur í ár. Í fjør vóru tær í Finlandi og spældu tríggjar dystir, og tað endaði við tveimum tapum og einum sigri. 15. juli verður lutakastið til kappingina í ár, og tá verður so greitt, hvørjum liðum KÍ skal spæla ímóti. Sambært Fótbóltssamband- inum verður helst talan um somu kappingarskipan sum í fjør, og tað vil siga, at KÍ skal vera við í einum bólka- spæli saman við trimum øðrum europeiskum feløg- um. Hetta bólkaspæl verður avgreitt innan eina viku hjá einum av luttakandi feløg- unum. - KÍ kvinnurnar eru ídnar, bæði tá tað snýr seg um at spæla bólt og at savna pengar, og tí vilja vit geva teimum møguleikan at sleppa út í Europa at spæla. Tað er kostnaðarmikið, men tað ræður um at lut- taka á ein góðan og bíligan hátt, sigur Gestur Hov- gaard. KÍ kvinnurnar aftur út í Europa Skýli á Skála Væntandi fara skálafólk nú skjótt at fáa skýli við fótbólts- vøllin, soleiðis at verja er fyri regni og vindi, tá veðrið ikki er til vildar C M Y K 16 Nr. 123 - 2. juli 2002 17 Í fýra ár hevur tað fyri tað mesta gingið afturá, men sunnu- dagin gjørdist hann størsta hetjan í Brasilia seinastu 32 árini HM-HETJA Jákup Mørk Fáir leikarar hava verið so nógv ígjøgnum, sum bra- silski Ronaldo. Hóast hann enn bert er 24 ár, so eru longu nógv ár síðani, at allur heimurin tóktist liggja víðopin fyri honum og fótbóltsevnum hansara. Longu sum 16 ára gamal var hann partur av HM- hópinum hjá Brasilia, sum vann gull í USA í 1994. Ta ferðina slapp hann tó ikki á vøllin. Heldur ikki hóast Romario, sum tá var stóra stjørnan á liðnum, alment boðaði frá, at hann nógv heldur vildi spæla saman við Ronaldo enn Bebeto, sum tá átti hitt álopsplássið. Tað skuldi tó ikki ganga long tíð, áðrenn Romario og Ronaldo stovnaðu so- nevndu RoRo duettina á brasilianska landsliðnum. Málini fuku eisini inn úr øllum ættum, og eingin verja í heiminum tóktist trygg, tá teir báðir vanda- miklu framherjarnir gjørdu um seg. Brekkan Alt tóktist ganga upp á stás hjá Ronaldo. Á yrkisleiðini var hann fyrst toppskjútti í Hollandi við PSV, síðani toppskjútti í Spania hjá stórfelagnum, Barcelona, og síðani var tað Italska stórfelagið, Inter, sum keypti leikaran, sum longu sum 20 ára gamal varð mettur sum besti leikarin í heiminum. HM-kappingin í ’98 skuldi so verða tann, har Ronaldo setti seg á trúnuna. Brasilia skuldi verja HM- heitið, og heilt fram til finaludystin gekk tað eisini sum ætlað. Undan finaluni – og eis- ini undir sjálvum dystinum – gekk tó heilt galið. Ro- naldo var kanska strongdur, ella kanska var tað okkurt heilt annað. Undir øllum umstøðum var hann sjúkur hendan dagin, men kortini valdi hann at spæla við, og úrslitið kenna helst tey flestu. Frakland vann final- una, Ronaldo var bert ein skuggi av sær sjálvum, og eftir hetta fór alt at ganga galið. Eftir sjúkraleguna fór hann aftur undir fótbóltin í Inter, men hann var ikki heilt hin sami, og tá hann so eisini fekk ein álvarsligan knæskaða, steðgaði yrkis- leiðin upp. Knæskaðin stavaði heilt frá tíðini í PSV, men hann hevði tó ongan tíð verið so álvarsligur, sum hann nú var. Einar tríggjar ferðir var hann aftur at síggja á liðnum hjá Inter, men hvørja ferð gekk aftur gal- ið, og at enda bóru mong ótta fyri, at Ronaldo skuldi gerast fótbóltsinvalid, bert 23 ára gamal. Venjarin bíðaði Ein var tó, sum alla tíðina roknaði við, at Ronaldo fór at gerast klárur. Brasilski landsliðsvenjarin, Scolari, segði seg alla tíðina hava rúmd fyri honum í hópin- um, og tá hann so fekk spælt við seinastu umførini í italsku kappingini, tóktist Ronaldo at vera um at koma fyri seg. Og at so er, prógvaði hann so dyggiliga undir HM. Átta mál í sjey dystum er hitt mesta, sum nakar málskjútti hevur fingið í HM høpi síðani 1970. Og alt tos um, at hann ikki var maður at standa fyri trýst- inum, mundi tagna, tá hann í sjálvum finaludystinum sunnudagin gjørdist stóra hetjan hjá Brasila. Tí var tað eisini skilligt, at tárini fingu frítt at fara, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Ronaldo hevði prógvað fyri øllum heiminum, at hann hevði vunið á bæði skaðum og sær sjálvum. Ja – á øllum. Og tað mundi neyvan vera nakar í fótbóltsheim- inum – heldur ikki í Týsk- landi – sum ikki mundi unna Ronaldo hesa gleðis- stundina. Hetta var hansara stóri sigur, og at hava ein Ronaldo aftur í gamla stílinum er so sanniliga eisini ein sigur fyri fótbóltin. Ronaldo prógvaði í finaluni einaferð fyri allar, at hann aftur telist millum vanda- miklastu áleyparnar í heiminum HM-FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Við sigrinum á Týsklandi í Yokohama í Japan sunnu- dagin, slerdi Brasil fast, at tjóðin er HM-tjóð nummar eitt. Brasil vann sunnu- dagin HM fyri fimtu ferð, og tað er meir enn nøkur onnur tjóð hevur megnað. Hóast Týskland hevði leikliga yvirvág at kalla all- an dystin, so vóru brasiliu- menn meira avgjørdir frammanfyri málinum. Ser- liga í fyrra hálvleiki løgdu týskarar stórt trýst á Brasil, men teir høvdu ilt við at spæla seg fram til nakrar heilt stórar málmøguleikar. Størstu møguleikarnir í fyrra hálvleiki fullu Ro- naldo í lut, tá hann tvær reisur varð leysur við Oliver Kahn, men hann var ikki nóg neyvur við sínum royndum. Eisini miðvall- arin, Kleberson, hevði skot á tvørstongina í fyrra hálv- leiki. Ronaldo avgjørdi Týskland helt fram við at trýsta Brasil í seinna hálv- leiki, men heldur ikki í seinna hálvleiki komu teir fram til teir opnu mál- møguleikarnir. Tó, so, hevði Oliver Neuville rakt bóltin, tá hann lá væl fyri inni í brasilska brotsteigin- um, hevði dysturin kunna fingið eina aðra gongd. Miðskeiðis í seinna hálv- leiki skeyt Ronaldo fyrra mál sítt. Oliver Kahn klárar ikki at halda einum skoti frá Rivaldo, sum støkkur út til ein fríðan Ronaldo, ið ótarnaður kann leggja Brasil á odda. 10 minuttir seinni var Ronaldo aftur uppá spæl, eftir innlegg úr høgru, trakkar Rivaldo uppum bóltin, og Ronaldo skjýtur flatt niðrið í høgru hjá Kahn, og so stóð 2-0 til Brasil. Eftir hetta, tóku Brasil seg longur aftur á vøllin, og royndu verja leiðsluna. Eftir 92.minuttir floytaði Pierluigi Collina av, og staðfesti harvið, at Brasil er heimsmeistari 2002. Týskland-Brasil 0-2 (0-0) 0-1 Ronaldo 0-2 Ronaldo Brasil á fimta sinni Máltindurin, HM Ronaldo Brasilia 8 Rivaldo Brasilia 5 Miroslav Klose Týskland 5 Jon Dahl Tomasson Danmark 4 Christian Vieri Italia 4 Marc Wilmots Belgia 3 Robbie Keane Írland 3 Pedro Pauleta Portugal 3 Papa Bouba Diop Senagal 3 Fernando Morientes Spania 3 Raul González Spania 3 Henrik Larsson Svøríki 3 Michael Ballack Týskland 3 Ilhan Mansisz Turkaland 3 Ronaldinho Brasilia 2 Rónald Gomez Costa Rica 2 Junichi Inamoto Japan 2 Jared Borgetti Mexico 2 Michael Owen Ongland 2 Nelson Cuevas Paraguay 2 Henri Camara Senagal 2 Fernando Hierro Spania 2 Ahn Jung-Hwan Suður Korea 2 Hasan Gokhan Sas Turkaland 2 Umit Davala Turkaland 2 Brian McBride USA 2 Landon Donovan USA 2 Sigurin hjá Ronaldo 17 14-19 okt. Kostnaður 4.489,- Íroknað er: · Flogferð Føroyar-Danmark t/r · Bussferð Keypmannahavn-Hannover t/r · 3 nætur á hotelli við morgunmati · Atgongumerkið til dystin · Útferð í Hannover TÝSKLAND - FØROYAR Tel 32 21 21 Tel 213 212 Avmarkað pláss, bílegg nú…