týsdagur 2. juli 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 2. juli 2002
19
KÍ náddi málinum
um at hava í minsta
lagi eitt stig við sær
aftur til Klaksvíkar
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað kom einki mál, tá 2.
deildarliðini hjá HB og KÍ
hittust í Gundadali leygar-
dagin.
HB
hevði
júst
vunnið óvæntaðan sigur
ímóti ÍF, meðan KÍ eisini
hevur savnað sær nógv stig
higartil. Men tað var ikki tí,
at eingir møguleikar vóru
at gera mál – als ikki.
KÍ kom til Havnar eftir
einum stigi, og tað fingu
teir eisini við sær norður-
aftur, men tað leikaði hart
á, áðrenn dómarin brísklaði
dystin av.
HB álopið við Gunnari
Mohr og Eyðuni Samuel-
sen hevði fleiri góðar
møguleikar at gera mál.
Longu í fyrra hálvleiki
hevði Eyðun tveir opnar
møguleikar,
men
tvør-
stongin stóð í vegin. Besti
møguleikin hjá KÍ í fyrra
hálvleiki var tá Gunnleiv
Biskopstøð varð spældur
leysur í høgra borði, men
skotið fór fram við málin-
um hjá Kaj Leo Johanne-
sen.
KÍ hevði nógv fólk
aftanfyri bóltin, vardi á
egnari hálvu og dúvaði
síðani upp á mótálop. HB
hevði stóran part av spæl-
inum, teir brutu stundum
ígjøgnum í síðunum, og
eisini bóltar mitt fram eftir
vøllinum skaptu vandastøð-
ur.
Brotsspark í seinastu
løtu
Í seinna hálvleiki var
gongdin tann sama. HB
kom til nógvar kjansir, og
onkrir teirra vóru stórir.
Enn einaferð vóru tað
álopsspælararnir, sum ferð
eftir ferð komu í góðar
støður, men eingin bóltur
fór fram við John Williami
Joensen, sum var ein brand-
ur í málinum. Ofta var tað
lætt hjá honum at verja
fyri, men tað vóru eisini
nakrar støðu, har John
William bjargaði sera væl.
Størsta møguleikan fekk
HB stutt fyri leiklok, tá KÍ
verjuspælari kom at gera
eitt heldur klossut brots-
spark. Heldur ikki hesaferð
eydnaðist HB at skora, tí
HB-spælarin sendi á tvør-
stongina og út í spælið.
Og so var um reppið at
KÍ stjól øll trý stigini, tí í
seinastu løtu høvdu teir sín
størsta kjans eftir gott álop í
høgru. Inni við málið stóð
Gunnleiv Biskopstø púra
leysur, men hann skjeyt
beint á Kaj Leo í HB málin-
um.
Tað hevði verið beint
ímóti býti av kjansum og
spæli, um KÍ hevði vunnið
dystin, tí HB vildi meira
hendan dystin. KÍ fekk tó
eina stigið við sær, og tað
vóru klaksvíkingar, sum
ikki høvdu allar sínar
vanligu menn við, væl
nøgdir við.
Dysturin í tølum
HB-KÍ 0-0
HB-KÍ 0-0:
HB dugdi ikki at gera mál
Hallur Danielsen var leygardagin partur av 2. deildarliðnum hjá HB, men hann var ikki stórt
frægari enn liðfelagarnir, tá tað ráddi um at gera mál
Mynd: Álvur Haraldsen
Men í 2. hálvleiki, tá
EB/Streymur var væl
við í spælinum, fingu
teir einki mál, m. a. tí
teir sjálvir bjargaðu á
mállinjuni!
GÍ–EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
GÍ vann sunnudagin tey trý
stigini á heimavølli ímóti
EB/Streymi. Hóast EB/
Streymur onkuntíð hevur
spælt GÍ eitt puss, og hóast
EB/Streymur
næstsíðsta
vikuskifti
á
heimavølli
vann ímóti HB, so hevði tað
verið púra óvæntað, um GÍ
ikki hevði vunnið á heima-
vølli ímóti EB/Streymi.
Gøtumenn fegnaðust um
stigini, og lagið var serliga
gott, tí nú tykist tað lýsna.
Leikligu avrikini hava ikki
altíð verið so góð, men nú
sær tað hampuliga væl út
við fólki, og so sást tað so
skjótt aftur í spælinum.
Popczynski, sum hevur
verið skaddur alt árið, er so
smátt farin at venja aftur,
og teir rokna við, at hann
kanska verður í hópinum
komandi sunnudag.
Hesa ferð vóru Magni
Jarnskor og Gidek leik-
bannaðir. Tað átti at havt
verið stórur saknur á mið-
vøllinum, og tað var tað
eisini. Men Sámal Joensen
hevði hesa ferð góðan
stuðul í Henningi Jarnskor,
sum í ikki heilt somu út-
gávu sum áður, var hollur í
vinstru. Áslakur R. Peter-
sen var betri mitt fyri, enn
hann ofta hevur verið í
borðinum, Hans Pauli Pet-
ersen var sera framrættaður
í høgru, og Magnus Skora-
líð og serliga Súni Olsen
vóru væl upplagdir, tá teir
stuðlaðu Súna Fríða Jo-
hannesen, sum var einsa-
mallur á toppinum. Súni
Fríði hevði onrka góða
roynd ímóti málinum, men
tað eydnaðist honum heldur
ikki hesa ferð at skora.
EB/Streymur
dumpaði
avgjørt ikki. Í 1. hálvleiki
høvdu teir ikki so nógv at
siga, men eftir steðgin vístu
teir ofta gott spæl. Teir settu
ikki Hall Hansen í málinum
og Leiv Hansen og Bartal
Eliasen í miðverjuni hjá GÍ
upp á tær heilt stóru roynd-
irnar, men miðvallarspælið
– eitt tvey, yvirlapp og
diagonal skift – vóru ofta í
lagi.
Sjálvandi var tað ein
dyggur smeitur hjá EB/
Streymi, tá Sorin Anghel
noyddist at fara av vøllin-
um, tí hann var skaðaplág-
aður. Men tað var serliga
hugaligt at staðfesta, at
EB/Streymur – við mann-
ing úr Kollafirði og norður
til Eiðis og báðu megin
Sundalagið – í 2. hálvleiki
megnaði at vera so væl við,
sum teir vóru.
Málini
Tá ein hálvur tími var farin,
var spurningurin um, hvør
fór at fáa stigini, avgjørdur.
Henning
Jarnskor
átti
næstsíðsta fótin á fyrsta
málinum. Hann legði inn
fyri úr vinstru, og systur-
sonurin, Súni Olsen, setti
krúllin undir bóltin. Tá var
eitt stórt korter farið.
Seks minuttir seinni var
tað høvdið á Bartali Elisen,
sum var næstsíðsta statión-
in. Súni Olsen legði horna
innfyri úr vinstru, og mið-
verjin og toppskjúttin hjá
GÍ hevði allan yvirkroppin
omanfyri alla hina rúgvuna
í brotsteiginum, tá hann
drønstútaði í málið.
Síðsta málið var ivaleyst
tað vakrasta, og aftur vóru
tað Henning Jarnskor og
Súni Olsen, sum vóru
høvuðsleikarar. Henning
sendi diagonalt úr vinstru
til Súna Olsen, sum – uttan
at missa ferðina – tamdi
bóltin
í
rennikósina,
sneiddi framvið einum ella
tveimum, og setti framvið
Gunnari á Steig.
Fagnaðurin var stórur í
Serpigerði, og tað var lagt
upp til stórsigur, men tað
komu ikki fleiri mál. At tey
ikki komu átti Gunnar á
Steig í EB/Streyma málin-
um sín stóra lut í. Hann var
sum ein køttur á strikuni,
og hann var tryggur, tá
hann fór út í brotsteigin
eftir luftbóltunum. Fleiri
ferðir í 2. hálvleiki vóru tað
undir hálvtakinum farin at
fegnast um 4–0 málið, men
tað kom ongantíð. Poul
Ennigarð og Bartal Eliasen
stútaðu eftir horna, og
skotriðurnar
stóðu
um
oyruni á gestunum, men tað
segði tað sama. Ta einu
ferðina fingu gøtumenn
bóltin inn um allar mót-
støðumenninar. Men tá stóð
ein gulur inni á strikuni, og
bólturin kom á hann!
Dysturin í tølum
GÍ-EB/Streymur 3-0 (0-0)
1-0: Súni Olsen, 18
2-0: Bartal Eliasen, 24
3-0: Súni Olsen, 30
GÍ: Hallur Hansen – Bartal
Eliasen, Poul Ennigarð,
Leivur Hansen – Hans
Pauli Petersen, Súni Olsen,
Áslakur R. Petersen, Sámal
Joensen, Magnus Skoralíð,
Henning Jarnskor – Súni
Fríði Johannesen
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Hallur Jacobsen,
Knút Vesturtún, Alfred Ja-
cobsen, Christian Carlsson
– Jákup Martin Joensen,
Ronnie Midjord, Teitur
Joensen,
Hans
Pauli
Samuelsen – Vinjard Dam,
Sorin Anghel
GÍ-EB/Streymur 3-0 (3-0):
GÍ hevði eina rúgvu av møguleikum
Hóast hann einki mál fekk hesaferð, so tykist Súni Fríði Johannesen nú vera um at koma fyri
seg, og tað er avgjørt ein av frágreðingunum um, hví GÍ nú tykist ganga framá
Mynd: Samson Nesá
19
18
Nr. 123 - 2. juli 2002
Heili 12 mál komu í
dystinum sunnudagin
í Gundadali. Við
sigrinum er HB nú
einsamalt oddalið
1.DEILD MENN
Páll Holm Johannesen
Við greiðari leikligari yvir-
vág allan dystin, vann HB
heili 9-3 á TB sunnudagin,
og er nú einsamalt í oddin-
um í føroysku 1. deild.
Hóast HB skoraði 9 mál
sunnudagin, so kundu teir
skotið tað dupulta, um teir
høvdu verið nærlagdari
frammanfyri TB-málinum.
Frá fyrsta bríksli skolaðu
álopini oman ímóti TB-
málinum, og tvøramenn
skulu vera fegnir um, at
tapið ikki gjørdist enn
størri. TB vóru nógv skerd-
ir undan dystinum, tí seks
spælarar, ið spældu við
seinasta vikuskiftið, vóru
ikki síggja á vøllinum
sunnudagin. Ein teirra var
landsliðsleikarin Óli Jo-
hannesen, ið hevur skaða at
dragast við.
Ikki var meir enn minutt-
urin farin av dystinum, so
lá bólturin í TB-málinum.
Jón Rói Jacobsen kom eftir
hornaspark at liggja væl
fyri inni í TB-brotsteigin-
um, og kundi lættliga seta
bóltin í netið til støðuna 1-0
til HB. Sjálvt um hálvleiks-
støðan varð heili 5-1 til HB,
so komu skuldi ganga góð-
ur hálvur tímið minuttir,
áðrenn næsta málið kom.
Tó so, møguleikar vóru til
at økja um leiðsluna, men
antin vóru HB-framherj-
arnir óneyvir frammanfyri
málinum ella stóð TB-mál-
verjin, Lars Muller, teimum
í vegin.
5 mál seinasta
korterið
Eftir 32 minuttir, eydnaðist
tað HB aftur at fáa mál.
Rangstøðufellan hjá TB
miseyðnast, og Andrew av
Fløtum
strýkur
avstað,
rundar málverjan og ein
verjuleikari, og leggur bólt-
in í tóma TB-málið. Seks
minuttir
seinni
vóru
HB´arnir aftur uppá spæl,
Rúni Nolsøe og Hans á Lag
kombinera væl, har bólt-
urin verður lagdur útfrá
aftur til Hans, sum langar
bóltin upp í nettakið til 3-0.
Eitt sera flott mál. Stutt fyri
hálvleik fekk TB minka um
munin, tá Kaj Roest, eftir
fríspart úr vinstru, skallaði
bóltin í netið. Ikki gekk
rúm tíð til HB svaraði aftur,
eftir ófantaligt verjuspæl,
verða beinini tikin undan
Andrew av Fløtum, og
domarin peikar eirindaleyst
á
brotssparksplettin.
Andrew tekur sjálvur, og
setur bóltin trygt í netið.
Beint fyri hálvleikssteðgin,
var Jón Rói aftur upp á
spæl. Hann fær ein langa
sending, og lyftir bóltin
uppum málverjan, og skall-
ar síðan bóltin í málið til
hálvleiksstøðuna 5-1.
HB tók sær av løttum í
seinna hálvleiki
Við hálvleiksstøðuni 5-1,
var dysturin í royndu veru
avgjørdur, og tað merktist
eisini í seinna hálvleiki. HB
spældi við lægri blussi
allan seinna hálvleik, og
hóast seks mál komu aftrat,
so var ferðin á spælinum
ikki serliga høg. HB valdi
eisini at skifta málverja í
hálvleikinum, har Pól Næss
Joensen fekk møguleikan.
Eisini fekk dreingjaliðs-
spælarin, Páll Mohr Joen-
sen, sín fyrsta dyst á 1. liði
hjá HB sunnudagin, tá hann
varð innskiftur í 61 minutti.
Hóast havnarmennirnir
ikki løgdu líka nógv fyri í
seinna hálvleiki, so vóru
ikki meir enn 10 minuttir
farnir til, at teir aftur fingu
mál. Hans á Lag vildi ikki
standa aftanfyri Jón Róa og
Andrew, og við einum
headara
eftir
fríspark,
skoraði hann eisini sítt
annað mál í dystinum. Løtu
seinni var aftur mál, Jón
Rói verður spældur ígjøg-
num og skorar trygt til
støðuna 7-1. Í teimum
síðstu 25. minuttunum fullu
fýra mál aftrat, tvey í part.
Fyrst
minkaði
Magni
Petersen um munin við
brotsparki, og síðani gjørdi
Andrew av Fløtum tað
honum eftir, tá hann í 76.
minutti skeyt sítt næsta
brotsspark og triða mál í
dystinum. Í yvirtíðini komu
tvey mál aftrat, Pætur Dahl
streyk ígjøgnum og legði
HB á odda 9-2, meðan
Allan Michelsen stutt fyri
leiklok fekk seinasta fót á
eftir ein fríspæling.
Um dystin er at siga, at
stóri málmunurin sigur
okkum, at her varð talan
um dyst millum topp og
botn, har oddaliðið úr Havn
við sigrinum hevur lagt seg
einsamalt á odda í føroysku
landskappingini. Hjá tvør-
oyamonnum var hetta ein
dystur, ið skjótt skal gloym-
ast. Næsta vikuskiftið skulu
teir vitja EB/Streym, har
úrtøkan vónandi gert betri
enn í Gundadali sunnu-
dagin.
Dysturin í tølum:
HB-TB 9-3 (5-1)
1-0 Jón Rói Jacobsen
2-0 Andrew av Fløtum
3-0 Hans á Lag
3-1 Kaj Roest
4-1 Andrew av Fløtum (br)
5-1 Jón Rói Jacobsen
6-1 Hans á Lag
7-1 Jón Rói Jacobsen
7-2 Magni Petersen (br)
8-2 Andrew av Fløtum (br)
9-2 Pætur Dahl
9-3 Allan Michelsen
Dómari: Ejler Rasmussen
gjørdi ikki uppgávuna tor-
førari enn hon var.
HB: Bárður Johannesen-
Hans á Lag, Jóhannis
Joensen, Jan C.Dam, Janus
Joensen-Tór-Ingar Aksel-
sen, Rúni Nolsøe, Nicu
Dogaru, Pætur Dahl-Jón
Rói Jacobsen, Andrew av
Fløtum
TB: Lars Muller-Magni
Petersen, Teitur Rasmus-
sen, Jón Tórur Holm-
Olivur Abrahamsen, Einar
Petersen, Dan Mortensen,
Jón Johannesen, Bárður
Dimon-Kaj Roest, Allan
Michelsen
DBU-lóggeving
steðgaði landsliðs-
leikarinum at vera
á vøllinum í
Gundadali sunnu-
dagin
FÓTBÓLTUR
Páll Holm Johannesen
Nú stríðið um at sleppa
undan niðurflyting harð-
nar, vóru tvøramenn
farnir undir at leita sær
styrk til komandi dystir-
nar. Ætlanin var, at hálvi
føroyingurin,
Johan
Byrial Hansen, skuldi
leika við TB í viku-
skiftinum. Johan er sum
kunnugt sáttmálabundin
í
superligafelagnum,
OB, har hann hevur havt
trupult við sær vinna sær
pláss á besta liðnum.
Vantandi spælitíð hevði
við sær, at hann í vár
varð útlæntur til 1.
deildarfelagið, Frede-
ricia.
Danska kappingin er
fyri langari síðan farin í
summarfrí, og tí hevði
TB kannað sær møgu-
leikan at fáa Johan
Byrial at leika teir báðar
síðstu dystirnar undan
summarsteðginum.
Avtala var eisini komin í
lagi við leikaran sjálvan,
men fríggjadagin kom
so skriv frá DBU, ið
noktaði Johan Byrial at
skifta til TB. Orsøkin
var, at sambært lógunum
hjá DBU, hevur ein leik-
ari ikki loyvi til spæla
við trimum ymiskum
feløgum uppá eitt kapp-
ingarár, og tískil bleiv
avtalan av ongum.
Johan Byrial
skuldi vera við TB
HB-TB 9-3 (5-1)
HB bankaði TB
Tað er ikki á hvørjum degi, at Hans á Lag skjýtur mál. Men
sunnudagin fekk hann tvey, harav annað var ein sonn perla,
og tað sigur kanska ikki so lítið um yvirvágina, sum HB hevði
hendan dagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Andrew av Fløtum dregur fram við Lars Müller, áðrenn hann skorar til 2-0. Andrew gjørdi trý mál sunnudagin, og er nú besti
málskjúttin í føroysku landskappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
18