Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 2. juli 2002 21 Sveisiska St. Gallen var væl mannað og spældi sum fyri lívinum, meðan heimaliðið á Svanga- skarði ongantíð megnaði at blanda seg uppí INTERTOTO Jóannes Hansen Altjóða luttøkan hjá B68 er av fyri hesa ferð. Og um toftamenn skulu hugsa um møguleikan fyri aftur at røkka europeisku kapping- unum, so er tað besta, sum teir kunnu gera, at gloyma leygardagsdystin ímóti sveisiska St. Gallen. B68 skal spæla landskappingar- dyst á Skála í morgin, og teir skulu spæla í Gunda- dali ímóti HB sunnudagin. Um B68 skal hugsa um at vera við í oddastríðnum, so skulu teir fáa nógv burt- urúr hesum báðum dystun- um á útivølli. Tað fáa teir ikki, um hugburðurin og harvið avrikið ikki verður av heilt øðrum slagi, enn tað var leygardagin. Tí gera teir best fyri seg sjálvar, um teir gloyma leygardags- dystin. Øssur Hansen hevur síðstu vikurnar havt trupulleikar við lærinum. Kanska kundi hann havt spælt leygardagin, men venjarin valdi at lata spælaran við størstu altjóða royndunum sita á beink- inum allar 90 minuttirnar. Frank Skytte hugsaði ivaleyst um Skála ferðina í annað kvøld og um Havnar ferðina komandi sunnudag. Tað boðar frá heilt nátúr- ligu prioriteringini, men tað kann ikki nýtast sum undanførsla fyri avrikinum leygardagin ella heldur manglandi avrikinum. Sum í sveisaraosti Føroysk feløg hava tey seinastu tíggju árini ofta verið spæld sundur og saman á Svangaskarði. Tá hevur gamla munnheldið hjá Pálli Guðlaugssyni, at vit vóru við fyri at læra, verið at hoyrt. Nú er tað ein gomul frasa, men dysturin hjá B68 ímóti St. Gallen vísti, at lærdómurin frá tíggju árum í europeisku kappingunum ikki hevur verið nakar serligur. B68 megnaði á ongan hátt at gera mótstøðu. Teir á heimaliðnum tóktust ikki serliga væl upplagdir. Teir runnu ikki nóg nógv, teir megnaðu illa at byrgja uppfyri mótstøðumonnun- um, sum teir lógu langt frá, og B68 royndirnar ímóti málinum hjá so at siga arbeiðsleysa Oliver Stóckli kundu teljast á aðrari hondini, og tær vóru sera smáar. Bara ein lítil løta var farin, tá ein av teimum reyðklæddu við høvdinum legði bóltin fyri føturnar á Ionel Gane, sum takkaði fyri, og so komu málini drússandi hvørt eftir annað. Tað er so ymiskt, hvat endamálið er. Hjá troyttu og illa sperdu B68 monn- unum tóktist málið vera at sleppa so toluliga burturúr tí, sum tað kundi bera til. Leingi sá tað út til, at tað skuldi eydnast "bara" at tapa 3–0, men síðstu smáu tjúgu minuttirnar skoraðu gestirnir trý mál afturat. Harvið var eggið, sum tað í hesum Wimbledon tíðum verður tosað um, veruleiki. Tað var eyðmýkjandi fyri B68. Nógvar altjóða royndir Tað hevur ofta víst seg, at útlendsk feløg ikki hava lagt í at spenna seg so nógv út, tá tey hava tryggjað sær, at tað vera tey og ikki føroysku mótstøðuliðini, sum sleppa at halda fram í kappingini. Soleiðis var tað ikki við St. Gallen. Hóast teir sam- anlagt vóru frammanfyri 8–1, tá fyrra umfarið var liðugt leygardagin, so spentu teir seg eisini út í 2. hálvleiki. Nýggir menn komu á vøllin, og teir vildu fegnir vísa venjaranum, at tað skal roknast við teim- um, tá tað um nakrar vikur verður farið undir eitt nýtt kappingarár í Sveis. Stóri spælarin hjá St. Gallen var aftur hesa ferð Ionel Gane. Hesa ferð skoraði hann fýra mál. Hesin Ionel Gane er ikki hvør sum helst. Hann er rumenskur landsliðsmaður, sum tað ivaleyst fer at verða nógv at frætta um, tá tað seinni í heyst verður farið undir EM undan- kappingina. Umframt rumenska landsliðsmannin vóru tríggir aðrir fremmandir landsliðsspælarar á Svangaskarði leygardagin. Teir vóru Jerren Nixon úr Trinidad, Daniel Imhof úr Kanada (hann skoraði til 3–0, áðrenn hann varð skiftur út), og so Alexander Tachie Mensah úr Ghana. Harafturat vóru tríggir sveisiskir landsliðsspælarar á liðnum hjá St. Gallen. Teir vóru Stephan Wolf, Patrick Winkler og Sascha Müller. Tað boðar frá, at gestirnir vóru ikki hvørjir sum helst. 7. oktober í 2000 tapti føroyska landsliðið 5–1 í Sveis. Úrslitið var tað sama, sum tað var, tá B68 næstsíðsta leygardag var í Sveis. Á heimavølli megn- aði føroyska landsliðið 2. juni í fjør at geva Sveis mótstøðu. Ta ferðina skor- aði Sveis eitt mál á Svanga- skarði, tá tað restaðu níggju minuttir. Tá úrslitið hjá B68 leygardagin verður sam- mett við úrslitið hjá lands- liðnum fyri trettan mán- aðum síðani fæst ein góð ábending um, at føroysku feløgini framvegis hava nógv at læra í altjóða høpi. Vónandi verður tann ábendingin gjørd til skammar, tá B36 og GÍ seinni í summar sleppa framat. B68-St. Gallen 0–6 (0–2) Intertoto Cup Leygardagin 29. juni kl. 17.00 á Svangaskarði Dómaratrio úr Litava: 4. dómari: Jens Albert Sim- onsen 250 áskoðarar 0–1: Alexander Tachie Mensah 7. 0–2: Ionel Gane 16. 0–3: Daniel Imhof 39. 0–4: Rainer Bieli 71. 0–5: Ionel Gane 83. 0–6: Ionel Gane 87. St. Gallen í 2. umfar við málmuninum 11–1 B68: 1. Michael Kokosza- nek – 12. Jan Petersen, 4. Hans Fróði Hansen, 17. Messias Pereira, 6. John Heri Dam – 5. Marlon Jorge (14. Bogi Petersen, 72.), 18. Oleif Joensen (13. Øssur Jacobsen, 85.), 10. Fróði Benjaminsen, 3. Fríðin Ziskason, 2. Jann Ingi Petersen - 9. Marcello Marcellino (11. Arnold Joensen, 72.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 7. Øssur Han- sen, 15. Mannbjørn Nesá, 16. Kjartan Nesá, 20. Morten Skytte Venjari: Frank Skytte Liðleiðari: Jógvan Høj- gaard Ognarrøkil: Johan Simth Jensen Fysioterapeutur: Øssur Steinhólm Gult kort: Fríðin Ziskason 45., Øssur Jakobsen 90. St. Gallen: 1. Oliver Stóckli – 4. Stephan Wolf, 5. Patrick Winkler, 6. Sascha Müller, 7. Jerren Nixon, 8. Daniel Imhof (3. Carlos Chaile, 46.), 10. Ionel Gane, 11. Alexander Tachie Mensah (9. Rainer Bieli, 46.), 15. Pascal Jenny (17. Tranquillo Barnetta, 73.), 20. Jairo Luic Filho Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 18. Flavio Agosti, 16. Jan Berger, 19. Nicola Colacino, 22. Fernandes Oscar Tato Venjari: Gerard Castella Hjálparvenjarar: Werner Zünd og Michel Ritschard Gult kort: Patrick Winkler 45. B68-St. Gallen 0-6 (0-2): Ein orduligur sekkur til B68 Hóast teir í hálvleikinum vóru á odda við samanlagt 8-1, so helmaðu teir hjá St. Gallen ikki í, og úrslitið gjørdist ein sannur avsmurningur Mynd: Álvur Haraldsen Marcello royndi, men tað var ikki stórvegis, sum hann fekk burturúr í álopspartinum Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 123 - 2. juli 2002 Jóansøkan varð bjargað, tá VB í einum ikki serliga hendingaríkum dysti, vann á einum tannleysum B36-liði FÓTBÓLTUR Bjartur Nolsøe B36 var illa fyri, tá teir leygardagin leitaðu sær til Vágs at spæla stevnudyst. Fleiri spælarar manglaðu har imillum Jákup á Borg og Jens Kristian Hansen. Hetta var ov nógv til, at B36 veruliga kundi hóttað heimaliðið, sum kanska spældi betri enn longi sæð, hóast talan ongantíð gjørd- ist um skjótt og gott spæl. Ikki tí, B36 hevði bóltin minst líka nógv sum VB, men teir megnaðu ikki at spæla seg fram til teir upplagdu møguleikarnar. Tað var lítil ferð yvir dystinum, og tað mest lív- liga sum hendi, var kanska kanónsløgini frá kátu áskoðarunum hjá heima- liðnum, eftir at VB var komið framum. Ikki nógv at bjóða uppá Fyrstu løtuna av dystinum royndi B36 at loypa á langt frammi á vøllinum. Teir trýstu vágbingar aftur á vøllin, men hóast ongin veruligur málmøguleiki spurdist burturúr hesum, so fekk ein varhugan av, at B36 ætlaði sær øll trý stigini. Men henda fyrsta løtan við trýsti, var alt sum B36 hevði at bjóða uppá. Sum fyrri hálvleikur leið, kom VB fyri seg, og við einum vælspælandi Tórður Holm og Marek Wirezbicki á miðvøllinum, settu teir seg meira og meira á dystin. Tí var tað sum so í lagi at VB kom á odda, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. VB fekk eitt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin í vinstru síðu. Marek tók hetta frísparkið skjótt, Robert Cieslewicz rann móti bóltinum og setti tánna á so bólturin fór í mál. Hetta líktist einari frísparkkombinatión sum var fyrireikað. Hetta málið gav VB- leikarunum blóð á tonnina, og gjørdist teir meir ágrýtnir. Samstundis var B36 meira og meira sjáld- samur gestur í brotsteig- inum hjá heimaliðnum. VB fekk næstu løtuna nakrar góðar royndir móti málinum hjá B36, og millum annað komu Robert og Marek báðir nær við skotroyndum.. B36 hevði ein góðan møguleika móti endanum av fyrra hálvleiki, og bólt- urin fór eisini í mál. Tað var, tá Bárður Mortanson eftir innlegg úr høgru síðu, sá út til at seta høvdið á bóltin. Dómarin og linju- verjin sóu tó nakað annað, og góvu Bárður gula kortið fyri at brúka hondina. Fáir málmøguleikar Seinni hálvleikur var bert eina lítla løtu gamal, so fekk VB sítt næsta mál. Marek Wirezbicki fekk eina fríspæling uttalaga í brotsteiginum í høgru síðu. Málmaðurin kom út móti honum, og so kundi Marek lyfta bóltin uppum mál- mannin og inn í tóma málið. Hetta málið tók luftina úr B36, og VB kundi nú leggja dent á at verja leiðsl- una, sum tóktist rættiliga trygg. Tað førdi við sær, at leikferðin bleiv enn minni og tað mesta gekk fyri seg við nógvum smáspælið millum brotsteigarnar. Tí blivu ógvuliga fáir mál- møguleikar í seinna hálv- leiki. VB fekk møguleika at avgera dystin, tá Robert Cieslewicz gjørdist leysur inni í brotsteiginum hjá B36. Men í staðin fyri at skjóta sjálvur, spældi hann tvørturum til ein annan VB- leikara, sum hevði tveir B36-leikarar rundan um seg og so var tann vandin av fyri B36. Spenningur í aftur Mestsum burtur úr ongum, kom spenningur aftur í dystin, tá tað manglaðu okkurt um 10 minuttir. Ein bóltur bleiv sendur úr høgru síðu inn í brotsteigin hjá VB, har John Petersen verður koyrdur um koll og dómarin dømdi brotspark. Hetta setti Egil Zacharias- sen trygt í mál. Sjálvt um tað manglaðu nakrir minuttir, so megnaði B36 ikki at hótta heima- liðið tað sum eftir var. Dysturin gav ábending um, at framgongd er í spælinum hjá VB, men hóast hetta so megnar liðið framvegis ikki at skapa nóg nógvar málmøguleikar. Samstundis so sær út til, at hópurin hjá B36 hevur trupult at klára, at eini tveir lyklaleikarar eru burtur. Dysturin í tølum: VB-B36 2-1(1-0) 1-0: Robert Cieslewicz, 20 2-0: Marek Wirezbicki, 47 2-1: Egil Zachariassen (br.), 85 Dómari: Dagfinn Olsen VB: Bjarni Johansen – Pre- drag Zivkovic, Eyðun Ja- cobsen, Magni Jacobsen – Palli Augustinussen, Maichael í Lágabø, Jón Gærdbo, Merek Wierz- bicki, Mortan úr Hørg – Robert Cieslewicz, Nenad Zivanovic B36: Rene Tórgarð - Fróði Clementsen, Egil Zacharia- sen, Arnbjørn Danielsen – Heini í Skorini, Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Julian Florescu, Magni á Lakjuni – Bárður Mortans- son, John Petersen VB-B36 2-1 (1-0): VB vann stevnudyst Á myndini er tað B36, sum tykist hava betra takið, men yvirhøvur var tað VB, sum var omaná á stevnudystinum leygardagin Mynd: Áki Bertholdsen VB sum í ár bert hevur fingið 3 stig, skuldi helst hava stig móti B71 á stevnuni suðuri í Vági leygar- dagin. Men sandingar syrgdu fyri, at hetta ikki eydnaðist 2. DEILD Jákup Mørk Dysturin varð settur til 12.45, og tað førdi við sær, at sandingar skuldu bein- leiðis inn á vøllin at spæla, tá teir komu við Smyril. Ikki klárir Og at teir ikki vóru heilt klárir tá dysturin byrjaði, sást týðuliga. Tí vágbingar byrjaðu dystin best, og fyrstu 20 minuttirnar høvdu teir málmøguleikar, sum væl kundu givið bæði eitt og tvey mál. Serliga var tað Birgir Jørgensen, sum var óheppin í royndunum hesa løtuna. So hvørt sum sandingar gjørdist heitir, komu teir eisini meiri við og móti endanum av fyrra hálvleiki, vóru tað teir sum vóru omaná. Tá 7 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kom B71 á odda. Ein bólturi var sendur væl innfyri úr høgru síðu, og har setti Jónsvein Thomsen høvdið á, so bólt- urin fór í mál. Hetta var einasta málið í fyrra hálvleiki, og sum seinna helvt av fyrra hálv- leiki hevði verið, var tað uppiborið at B71 var á odda. Avgerðin Í seinna hálvleiki helt B71 fram við at koyra á VB. Tá eitt korter var farið, komu sandingar framum 2-0, eftir at verjan hjá VB var alt ov sein at fáa bóltin sparkaðan burtur. Eisini hetta málið skoraði Jónsvein Thomsen. Nú trekti B71 seg aftur á vøllin, og sjálvt um VB fekk væl meiri spæl, so høvdu teir ikki nógvar møguleikar at koma aftur í dystin. Tá so tíðin var við at renna út, fekk Símin Han- sen sett punktum fyri ein- um tryggum sigri til sand- ingar. Ein bóltur varð sendur úr vinstru síðu, og har kann Símin seta høvdið á til endaliga úrslitið 3-0 til B71. Sostatt mugu vágbingar bíða eina viku aftrat, fyri at finna út av um teir fáa fleiri enn tey trý stigini áðrenn summarsteðgin. Tá verður útsetti dysturin móti B36 leiktur í Vági. Sandingar fingu við sigrinum trý kærkomin stig, og kunnu framvegis blanda seg í oddin í tí tøttu 2. deild. Dysturin í tølum: VB-B71 0-3(0-1) 0-1: Jónsvein Thomsen 0-2: Jónsvein Thomsen 0-3: Símin Hansen VB-B71 0-3 (0-1): VB tapti aftur C M Y K 20