Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 2. juli 2002 23 Hóast NSÍ hevur eina rúgvu av góðum framrættaðum spælarum, so megnaðu teir mest sum ikki at spæla seg ígjøgnum sera sann- førandi miðverjuna hjá klaksvíkingum NSÍ–KÍ Jóannes Hansen Klaksvíkingar eru mettir og ikki serliga uppsettir. Teir í NSÍ eru svangir og ágang- andi. Hetta hevur fyrr í summar verið nýtt sum ein partur av frágreiðingini, tá góða gongdin hjá NSÍ og ikki serliga sannførandi avrikini hjá KÍ hava verið uppi og vent. Sunnudagin var tað full- komuliga vent í holuni. Tað tóktist sum um KÍ var komið til Runavíkar at spæla fyri lívinum. Tað vóru teir eisini, tí um teir ikki fingu fult hesa ferð, so vóru vónirnar fyri at vera við í kappingini um heið- ursmerkjaplássini burtur. NSÍ avrikið var ikki sannførandi. Í mann ímóti mannum dystum vóru teir oftast við undirlutan, og viljin og orkunýtslan, sum hava verið so stór og gagn- lig síðstu nógvu vikurnar, vóru ikki at síggja. Tað kendist sum um – sjálvandi var tað ikki tilætlað – at spælararnir vóru meiri enn eitt sindur mettir. Burtursæð frá beinan- vegin, tá eitt sindur kroysti Sonni L. Petersen lyfti uppum KÍ málverjan og í síðunetið, so megnaði NSÍ ikki at spæla seg til upp- lagdar møguleikar. Síðstu løtuna trýstu teir fyri at javna, og klaksvíkingar vardu. Vóru teir hepnir, so kundu teir í NSÍ havt fingið eitt mál, men avrikið sum heild legði ikki upp til, at teir skuldu hava tað hepnið, sum oddalið annars ofta hava. Væl betur skipaðir KÍ hevur skavað fitt av stigum saman seinastu vik- urnar. Men tá satt skal sigast, so hava avrikini ikki verið serliga sannførandi. Heldur ikki tá teir næst- síðsta sunnudag vunnu 3–1 í Gøtu. Tá var høvuðs- orsøkin til KÍ sigurin, at GÍ var so sera ússaligt. Hesa ferð kundi KÍ fara úr Runavík við øllum stig- unum og við kensluni av, at teir høvdu víst besta avrikið á árinum. Hugburðurin var í topp, og langar løtur rigg- aði samanspælið væl. Jan Joensen og Harley Bert- holdsen vóru sera raskir mitt á miðvøllinum, har teir vunnu konfrontatiónina við Kára Hansen og Helga L. Petersen. Kurt Mørkøre var leiðarin, sum gekk undan, og sum vann nógvar høgar bóltar, og í 2. hálvleiki spældi Bárður á Lakjuni betri, enn hann áður hevur gjørt, síðani hann kom til Klaksvíkar. Síðstu ferðirnar hevur Ove Nysted verið sera eyðsýndur í KÍ miðverjuni. Hesa ferð var hann skaddur. Tí spældi Allan Joensen í miðverjuni saman við Alexander Djordjevic, og teir gjørdu eingi mistøk. At hava tveir miðverjar, ið eru so góðir fótbóltsspælarar, sum Allan og Alexander eru, er ein dreymur hjá øll- um venjarum. Í borðunum vóru Atli Danielsen og Rúni Elttør góðir bóltspælarar, og samstundis megnaðu teir at halda Gert Langgaard og Jónsteini Petersen burtur. Jónstein hevur annars í fleiri ár verið skarprættari, tá NSÍ hevur skorað ímóti KÍ. Men hesa ferð sást lítið til ferðina hjá honum. Málið og møguleikar Sum í fleiri av hinum dyst- unum, so var tað í deyð- bóltsstøðunum, at KÍ var vandamiklast. Tað bar í 1. hálvleiki við sær, at NSÍ tvær ferðir bjargaði á strikuni aftanfyri Jens Martin Knudsen. Í tí fyrra førinum var tað Sjúrður Jacobsen, og í tí seinna førinum var tað Jónstein Petersen. Báðu ferðirnar var tað Kurt Mørkøre, sum við høvdinum sendi ímóti málinum. Sigursmálið, sum KÍ fekk fýra minuttir eftir steðgin, átti annars sera væl spælandi Jens Martin Knudsen sín lut í. Verjan legði stutt aftur til hansara, men framleggingin var ikki góð. Sjúrður Jacobsen var illa kroystur, tá Kurt Mørk- øre vann bóltin av honum. Hann sneiddi eitt sindur í høgra borð, áðrenn hann sendi diagonalt í brotsteig- in. Har var sera arbeiðssami Hjalgrím Elttør, sum við høvdinum hegnisliga snitt- aði dygst úti við handara stólpan – fyrsta KÍ málið, sum ikki hevur havt við deyðbóltstøðu at gera, síðani á norðoyarstevnu. Síðstu løtuna styrkti KÍ um verjupartin, tá Jan Andreasen og Erling Fles komu á vøllin fyri Allan Mørkøre, sum í 2. hálvleiki var í vinstru, og Bárð á Lakjuni. NSÍ setti Ian Højgaard og Brynjolv Nielsen inn fyri síðuspæl- ararnar. Christian Høgni Jacobsen var alla tíðina á vongverjanum. Kanska hevði tað verið ein roynd at sett hann fram í álopið. NSÍ kom ikki nærri útjavnandi málinum, enn tá Gert Langgaard sendi diagonalt úr høgru og í brotsteigin, har bólturin sigldi framvið einari rúgvu av fólki og fór út av til málspark. Dysturin í tølum NSÍ-KÍ 0-1 (0-0) 0-1: Hjalgrím Elttør, 49 NSÍ: Jens Martin Knudsen – Christian Høgni Jacob- sen, Arnfinn Langgaard, Pól Thorsteinsson, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Kári Hansen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen, Óli Hansen KÍ: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen, Allan Joen- sen, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør – Allan Mørk- øre, Jan Joensen, Harley Bertholdsen, Hjalgrím Elttør – Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni Puslispælið Í serblaðnum, Fótbóltur 2002, sum Sosialurin gav út undan fótbólts- landskappingini, var eisini ein kapping, har tað ráddi um at savna saman 15 brikkar, sum tilsamans geva eina fullfíggjaða mynd. Orsakað av verkfallin- um, sum var í vár, varð kappingin nakað seink- að. Nýggja tíðarfreistin fyri innlatan av pusli- spælinum, er nú sett at vera mikudagin, 18. juli. Tað vil siga, at allir seðlar, sum eru okkum í hendi innan ta tíð, verða við í lutakastinum um eina ferð til útidystin hjá Føroyum móti vara- heimsmeistarunum úr Týsklandi. Ein restaði Í sambandi við kapp- ingina hava fleiri lesarar vent sær til blaðið, tí tey hildu ein brikk í pusli- spælinum mangla. Eftir at hava kanna, hvussu er við hesum, eru vit kom- in eftir, at eitt mistak hevur viðført, at bert 14 av teimum 15 brikkun- um hava verið í blað- num, og er tí seinasti brikkurin til puslispælið við í blaðnum í dag. NSÍ-KÍ 0-1 (0-0): KÍ vísti besta avrikið higartil Klaksvíkingar høvdu fyri tað mesta takið á NSÍ sunnu- dagin, og yvirhøvur tykist KÍ nú veruliga at hava fingið ferð á Mynd: Jóhan Jacobsen 23 22 Nr. 123 - 2. juli 2002 Sumba misti týdning- armikil stig í kappingini um uppflyting, tá teir máttu lúta fyri runavíkingum 2. DEILD Páll Holm Johannesen Sumbingar vóru á vitjan í Runavík um vikuskiftið, og taptu heldur óvæntað við trimum málum ímóti ein- um. Dysturin varð ikki so vælleiktur, og tað vóru ikki teir stóru málmøguleik- arnir. Í fyrra hálvleiki kom heldur ikki meir tað ein málið. Miðskeiðis í hálv- leikinum brodera runavík- ingar seg ígjøgnum úti í høgru síðu, og eftir innlegg endar tað við, at Sverri Justinussen leggur heima- liðið á odda. Serliga fyrri hálvleikur var linligur av báðum liðum, verður sagt úr Runavík. Sumba trýst Í seinna hálvleiki løgdu sumbingar trýst á heima- liðið, men teir komu ikki fram til teir heilt stóru málmøguleikarnir. Ístaðin vinnur NSÍ bóltin av einum Sumba-verjuleikari, og tað eydnast Andie Olsen at leggja bóltin fyri føturnar á Mortani Hansen, ið kundi økja um NSÍ-leiðsluna. Hetta mátti tykjast hug- tungt fyri sumbingar, sum hesa løtuna høvdu greiða yvirvág í spæli. Stutt eftir hetta, svaraði Sumba aftur. Jan Poulsen roynir seg við skoti útifrá, skotið er heldur veikt, men onkursvegna missir NSÍ-málverjin bóltin innum strikuna. Eftir, at Sumba hevði minkað um munin, løgdu teir stórt trýst á heimaliðið fyri at fáa tað útjavnandi málið. Sumbingar høvdu millum annað fleiri skot- royndir. Men fimm minuttir áðrenn leiklok sløkti Mortan Hansen vónina hjá sumbingum, tá hann skeyt sítt seinna mál. Málið kom eftir eitt persónligt mistak í Sumba-verjuni, har ein verjuleikari spælir Mortan púra fríðan, ið lættliga kann seta bóltin í málið til endaligu støðuna 3-1 til NSÍ. NSÍ-Sumba 3-1 (1-0) 1-0 Sverri Justinussen 2-0 Mortan Hansen 2-1 Jan Poulsen 3-1 Mortan Hansen Í samband við dystirnar í heyst hjá U19-kvinnu- landsliðnum, hava hesar fingið boð um at møta til venjing á Argjum, týsdagin 02.juli, kl. 16.30: Elin Katrina Harald- sen, Asta Magnussen, Maria Michelsen, AB, Rósmari Haraldsen, Laila Enghamar, Beinta Joensen, Selma Dahl Erol, Heidi Hansen, Ása á Neystabø, Unn Krage- steen, B36, Maibritt Ol- sen, Mary Ann Isaksen, B68, Linda Weihe, Kristina Dalberg Simon- sen, Randi Skylvsdóttir Wardum, Malan á Dunga Simonsen, HB, Heidi Maria Akselsen, Birgit Khalikay, MB, Elsa Maria Simonsen, Petra Sjóstein, Jóhanna Niclasen, KÍ, Anna Berg Danielsen, Skála, Lis Justinussen, Anja Klæmintsdóttir, GÍ. Hóast leirvíkingar høvdu leikliga yvirvág allan dystin, eydnaðist tað ikki teimum at fáa øll trý stigini 2. DEILD Jákup Mørk Í góðveðrinum leygar- dagin, høvdu leirvíkingar vitjan av B36. Árligi LÍF- dagurin var leygardagin, og tí var dysturin eisini steypadystur. Skuldi LÍF koma heilt fram í oddin í aðru deild, skuldi dysturin ímóti B36 vinnast. Leir- víkingar løgdu eisini trýst á havnaliðið frá byrjan. Tað spurdist eisini málmøgu- leikar burturúr, men antin vóru leirvíkingar ikki nóg avgjørdir ella stóð mál- verjin, Magnus Poulsen, teimum í vegin. Serliga hevði LÍF fleiri vanda- miklar deyðbólts støður, ið kundu givið mál. Serliga pólendingurin, Tomek Przybilski, var nær við fleiri ferðir. Hvussu var og ikki, so var hálvleiksstøðan 0-0, og tað mundu B36- mennirnir verða fegnari um enn heimaliðið, ið hevði havt greiða leikliga yvir- vág. Sama gongdin LÍF helt fram at trýsta B36 í seinna hálvleiki, men tað vórðu tó havnamennirnir, ið fyrst fingu mál. Eftir eitt gott korter var farið av seinna hálvleiki, kom Karl H. Høgnesen at liggja væl fyri í LÍF-brotsteiginum, og kundi leggja B36 á odda 1- 0. Løtu seinni gav LÍF- trýstið úrslit, eftir fríspark í vinstru, fær B36-verjan ikki bóltin burtur, og Tomek Przybilski javnar fyri leirvíkingar. B36-leikarnir kundu ser- liga takka málverjanum, Magnusi Poulsen, fyri, at tað ikki bleiv meir enn tað eina málið, leirvíkingar fingu. Serliga síðstu løtuna leikaði hart á frammanfyri B36-málið, men havnar- mennirnir hildu skansan, og fingu eitt stig við sær úr Leirvik. Tá dysturin nú var steypadystur, skuldi ein vinnari finnast, og tað gjørdist B36, ið eftir brotssparkskapping, fór avstað við steypinum. LÍF-B36 1-1 (0-0) 0-1 Karl H. Høgnesen 1-1 Tomek Przybilski Við stórsigrinum um vikuskiftið, hevur felagsliðið úr Vágum nú lagt sjógv ímillum seg og hini liðini í aðru deild 2. DEILD Páll Holm Johannesen FS Vágar fekk vitjan a einum av oddaliðunum í aðru deild, ÍF, leygardagin. Fuglfirðingar blivu so hølvaðir av, felagsliðið vann heili 6-0. ÍF kláraði at fylgja við tað fyrsta korter- ið, men so skrædnaði. Fuglfirðingar vóru sera óhepnir hesa fyrstu løtuna, tí teir høvdu ein skallara, ið var bjargaður á linjuni. Høvdu teir fingið mál tá, hevði dysturin møguliga fingið ein aðra gongd. Fuglfirðingar høvdu valt at liggja langt uppí á vøll- inum, og hetta gav FS Vágum fleiri málmøgu- leikar. Tá 15. minuttir vóru farnir kom fyrsta málið. Bjarni Prior brýtur ígjøg- num í høgru og finnur Clayton Soares, sum leggur bóltin fyri føturnar á Ruslan Screlea, og Ruslan ger ikki mætari enn at knalla bóltin upp í saman- komingina. Eitt sera flott mál, verður sagt úr Vágum. Um hálva tíman var aftur galið hjá fuglfiðingum, eftir trunkaspæl, fær Eyðfinn Fjallsbak seinasta fót á til 2-0. Stutt fyri hálvleik komu tvey mál aftrat til vágaliðið. Fyrst verður ÍF verjan fanga av at liggja ov langt uppi á vøllinum, og Hannus Olsen gert leysur, og lyftir bóltin uppum málverjan. Løtu seinni eydnaðist tað toppskjýttanum í aðru deild, Clayton Soares at økja um leiðsluna, tá hann sneiddi tveir verjuleikari av og málamannin við, til hálvleiksstøðuna 4-0. Javnur seinni hálvleikur Meðan vágamenn høvdu leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki, so gjørdist seinni hálvleikur meira javnur. Vágamennirnar dovnaðu nakað og løgdu ikki líka nógv fyri í seinna hálvleiki. Hetta gav fuglfirðingum møguleikar, men onki mál spurdist burturúr kortini. Eisini FS Vágar høvdu nakrar royndir á málið, men tað ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, at tað eydnaðist teimum at skora. Upphavs- maður til bæði málini var innskiftið John Johansen. Fyrst gjørdist hann leysur við málverjanum, og skor- aði trygt, og seinni ferðina vórðu beinini tikin undan honum inni í ÍF-brots- teiginum. Jens Erik Ras- mussen varð settur at skjóta brotsparkið, sum hann setti í netið til endaligu støðuna 6-0 Stevna ímóti 1. deild Nú kappingin í aðru deild er hálvrunnin, hevur felagsliðið úr Vágum lagt seg á odda við 19 stigum, og fimm stig eru niður til næst liðini. Teir hava bert tapt tann eina dystin og spælt ein javnan. FS Vágar eru rættiliga væl mannaðir, við eini góðari saman- tvinning av ungum og royndum spælarum, og halda teir fram í sama stíli eftir summarsteðgin, er lítið at ivast í, at teir verða at síggja í 1. deild næsta ár. FS-Vágar-ÍF 6-0 (4-0) 1-0 Ruslan Screlea 2-0 Eyðfinn Fjallsbak 3-0 Hannus Olsen 4-0 Clayton Soares 5-0 John Johansen 6-0 Jens Erik Rasmussen (br) Úttøkuvenjing til U19-kvinnulandsliðið NSÍ-Sumba 3-1 (1-0) NSÍ vann á Sumba LÍF-B36 1-1 (0-0) LÍF og B36 býttu stigini FS Vágar-ÍF 6-0 (4-0) FS Vágar hølvaði ÍF av C M Y K 22