leygardagur 23. juli 1977síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 34
Havnin í dag
Byráðsformaðurin í Havn:
Vildi ynskt
at Suðurstreym
var ein kommuna
Sum vituligt er, arbeiðir ein stórur partur av borg-
arunum í Tórshavnar Uttanbíggja kommunu í
På
Havn. Hesi fólkini verða ikki skattad i Havn. Tey
lata skatt til
sína egnu kommunu.
Seinasta
skattaprosentið í Havnini er 18,6. Í Tórshavnar
Uttanbíggja kommunu er skattaprosentið 14
SOSIALURIN bað byrådsofor-
mannin i Havn, Peter Christi-
ansen gera eina viðmerking til
henda spurningin.
Petur heldur sjálvur, at tað
einasta rætta er, at Suður
streymoy er ein kommuna.
Tað er órimuligt, at borgar
Uttanbiggja
ar í Tórshavnar
kommunu, sum hvønn dag ar-
beiða í Havn, ikki skulu vera við
til at gjalda tað, sum tað kostar
at halda Havnina við líka, sigur
Petur Christiansen.
Viðlikahald av t.d. vegun
um i Havnini er ein stór útreiðsla
hjá Tórshavnar kommunu
Landið gevur ikki Havnini nak
að til hetta viðlíkahald. Tað
mugu skattaborgararnir í Havn
sjálvir gjalda
Brúka vegirnar nógv
Hugsa vit nú um øll tey fólkini í
Uttanbiggja kommunu, sum at
beiða i Havn, so hava mong av
hesum bil hava jú
Fr
sjålvi. Tey
sosialurin
langt at fara til arbeidis og heim-
aftur frå arbeidi. Tiskil eru tad
m.a. borgarar í Tórshavnar Utt-
anbiggja kommunu, sum brúka
vegirnar í Havn nógv. Petur
Christiansen heldur ikki, at
hetta er rætt. Og tað er m.a. við
hesum í huga, at byrådsformad-
„ urin vil vera vid, at Havnin og
Kirkjubøkamt & k
AMUN Kirkji ONS » Skuvovarske
Uttanbiggja kommuna einaferð
mugu verða lagdar saman til
eina kommunu
Flyta til Uttanbiggja
kommunu
Vit spurdu eisini Petur Christi-
asen, hvussu stendur til við
folkavøksturinum í Havn. Til
hetta svarar hann, at tað hevur
verið ein steðgur í folkavøkst-
urinum seinastu tidina. Hetta
kemst helst av, at fólk nú meira
tana
í Præðikastolur
ulin
Glyvursnes
p Teistaróktangi
Svero snót
enn áður setur búgv í Tórshavn-
ar Uttanbiggja kommunu, ser-
liga í Ovaru Hoydelum og á
Argjum. Her hevur verið lætt at
fáa grundstykki, og í dag verða
rættiliga nýggj
bygd har.
nógv sethús
Havnin
Petur greiðir síðani stutt frá
Havnini, hvussu býurin er vaks-
in hesar seinastu eldirnar:
„Vit vita, at tingið, sum hildið
varð á Tinganesi, man vera elsta
ting í Europa, sett fyrstu ferð í
9. ella 10. eld. Men tað er åvist,
nær ið fyrsta búsetingin er farin
fram. Ivaleyst varð í fyrstani
nesið nýtt til ymisk endamál hjá
bispasætinum i Kirkjubø.
Um by bar illa til at tala um. I
1584 búgva 101 fólk i Havn.
Hetta eru húsfólkini á báðum
kongsgørdunum, 14 onnur húski
og nekur fá embætismanna-
húski.
Næstu eldirnar er tíðin hjá
einahaldinum. Handilshús og
goymlsuhús verða reist á Tinga-
nesi og geva Havnini sín dám
sum virknan handils- og havnar-
bý. Utlendsk skip lossa og
ferma, bygdafólk koma higar við
sínum verum og keypa afturfyri
tær neyðugu útlendsku verunar
Men ofta er ov lítið til. Ti eina-
handilin er á útlendskum hond-
um og umsitingin er hvorki til
gagns fyri bygdafólk ella havn-
arfólk.
Í 1801 er Havnin framvegis
lítil. Fólkatalið er 554 og svarar
hetta til tiggjundapartin av
fólkatalinum í Føroyum um
hetta mundið.
Einahandilin verður avtikin í
1856 og 10 ár seinni, í 1866,
gerst Havnin sjålvstødug
kommuna. Husini trunkast enn
um Eystaruvág og fólkatalið er
ikki farið upp á 1000. Hetta
hendir ikki fyrr enn 1880.
Í 1908 gerst býurin við sínum
nú 2000 íbúgvarum keypsstað-
ur. Veksturin tekur so líðandi
3000 fólk búgva í
1930, 5000 fólk í 1950
Og síðani ta er by urin meira enn
tvifaldadur bædi
tolkatali, so at
dik á seg
Havnini i
vidd og
Nr. 48 — 23. juli 1977
Ferðslan tikið
»yvirhond«
Ein av teimum stóru spurning-
unum hjá Havnini í dag er tann
nógva ferðslan.
—Sjálvur haldi eg, at ferðslan
hevur tikið »yvirhond« í býnum,
sigur Petur Christiansen.
— Vónandi verður hetta í lagi
skjótt. Fyri at minka um ferðsl-
una í miðbýnum verður nú
arbeitt uppá at samanbinda
R.C. Effersøesgøtu og Jóannes-
ar Paturssonargøtu. Tá hetta
arbeiðið er liðugt, verður rúm-
ligari í miðbýnum.
Eisini er ætlanin at gera ein
ringveg um Havnina. Hetta er
samstundis eitt stig fram ímóti
at gera tað meiri liviligt hjá fólki
at ferðast í miðbýnum.
Åarvegurin gongugøta
Tå tann nyggja vegagerdin er
liðug, er ætlanin at gera strekkið
frá „Káta Horninum< oman til
Kongabrúnna til gongugetu.
Tað verður tó meguleiki hjá
vøruvognum at koyra á hesum
økjum nakrar tímar um vikuna
Í samband við hesar ætlanir
skal gamli kommunuskúlagarð
urin gerast til eitt hugnaligt
pláss við bonkum og blomukøss-
um. Í mun til í dag, har júst
hetta plássið er kanska eitt tað
mest »stressada« ekið í bynum,
skal kommunuskúlagarðurin
vera til fólk, ið ynskja at hvíla
seg, hittast og tosa saman og
njóta útsýnið.
Ungdómurin ringar
umstødur
Sum stødan er i dag, eru um-
stødurnar hjá ungdóminum i
Havn sera vånaligar. Ungdóm-
urin hevur ov lítið at takast við.
I hesum sambandi hevur nakað
verið tosað um at byggja eitt
ungdómshús.
Petur Christiansen sigur í hes-
um sambandi, at Tórshavnar
kommunu skjótast fer at geva
loyvi til at byggja eitt ungdóms-
hús. Økid sunnan fyri Viðalund-
ina hevur verið nevnt, men hetta
økid er lagt til friøki. Petur
neyndir, at Sortudýki vestan
fyri ringvegin, ið einaferð skal
gerast, møguliga verður lagt til
ungdómshús. Felagið Dansifroði
hevur eisini sokt um byggiloyvi
og er eisini møguleiki fyri, at
eisini Dansifroði kann fáa eki á
Sortudýki.
Nú tosað verður um ungdóm
in, nevnir byrådsformadurin eis-
ini rúsdrekkamálið. Petur held-
ur, at núgaldandi rúsdrekka log
er ikki tíðarhóskandi. Hon er
bert til ampa fyri ungdómin,
sigur Petur Christiansen, by-
ráðsformaður.