leygardagur 23. juli 1977síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr 48 — 23. juli 1977
sosialurin
Síða 35
Havnin í dag
Alt fleiri og fleiri hava sett búgv í Tórshavn. Tey
seinastu 20 árini er íbúgvaratalið tvífaldað og
heldur hesin vøksturin fram, kann gitast, at um ár
2000 býr helvtin av fólkinum í Føroyum i høvuds-
staðnum, hóast vøksturin og tilflytingin er
minkad seinastu årini
Tilsamans budu vid årsbyrjan i
år 41.575 folk i Føroyum. I
Havn og i teimum kringliggj-
andi kommununum búðu 13.039
fólk, meðan 11.586 búðu í Tórs-
havnar kommunu. Taka vit talið
í prosentum, so búgva 31,4
prosent í høvudsstadarøkinum. Í
mun til árið frammanundan er
talan um ein vekstur uppá eitt
hálvt prosent.
Var veksturin ikki so stórur
tað seinasta árið, ja, so hevur
hann verið stórur tey seinastu
15-20 árini. Fara vit aftur til
1960 byrjanini til tey kátu
sekstiárini, sum tey verða kall-
aði — búðu í høvudsstadarøkin-
um — Tórshavnar og Tórshavn-
ar Uttanbiggja kommunum —
8.042
Nógv stórarbeiðir
í Havn
Og nú tekur vøksturin dik á seg,
hver so orsekin er. Okkum
vitandi eru ikki nakrar demo-
grafiskar íbúgvaralæra —
kanningar gjørdar, men vanliga
verður sagt, at tann broytingin,
sum var í vinnulivstrukturinum
og í samfelagnum sum heild, har
vit koma í eina broyting frá
einum meira ella minni natura-
liusamfelagi, inn í eitt brúkara-
samfelag.
Verður hetta tengt saman við
einari umfevnandi almennari
bygging í Havn, øktari fyrisit-
ing og einum rættiliga stórum
arbeiðsloysi á bygd í teimum
búskaparligu rakárunum í fimti-
árunum, eru her hevuðsorsekin
til »havnarflytingina« óivað at
finna.
400 fólk árliga
Tey seks árini eftir 1960 veksur
Havnin við umleið 2.500 fólkum
— ella við 400 fólkum árliga.
Men so minkar flytingin nakað.
Fýra ár seinri — í 1970 — búgva
høvudsstadarøkinum 11.696
fólk. Ein vekstur uppá umleið
250 um ári. Og tey síðstu seks
árini er miðsavningin í Havnini
aftur minkað nakað. Veksturin
er komin niður í knappliga 200
um árið.
Hvussu sá so
gongdin út í fjør
Sjálvandi eru ikki bara fólk, sum
flyta til Havnar. Onkur flytur
eisini úr Havn. Fólk koma úr
útlandinum og fólk flyta av
landinum. Nekur doyggja og
onnur fødast.
Soleiðis fluttu 411 fólk til
Havnar i fjør, meðan 385 fluttu
úr Havnini. 536 fólk fluttu úr
útlandinum til Havnar og 633
fóru av klettunum. Nyføding-
arnir vóru ikki færri enn 246 í
tali í Havn, meðan talið fyri allar
Føroyar var 781. Út frá tí sæst,
at nærum tridi hver føroyingur
verður føddur í Tórshavn. Talið
av teimum, sum doyðu, var 63.
Sostatt var nettoflytingin til
Havnar i fjør uppá 112 fólk.
Runavík nummar trý
Teir býirnir og tær bygdirnar,
sum koma aftaná Havnini í
stødd eru: Klaksvík 4651, Runa-
vík 2026, Froðbiar kommuna,
Tveroyri 2008, Vágur 1673,
Fuglafjørdur 1454, sum síðan er
farin uppum 1500 og kann fåa
sær byarheiti, Torshavnar Utt-
anbiggja 1289, Vestmanna 1272,
Sørvågur 969, Midvågur 948,
Nes, Toftir 927, Sjóar kommuna
Strendur 864, Gøta 841 og i
Hvalbiar kommunu budu 816
folk vid årsbyrjan.
Samanbindingin J. Paturssonar-
gøta — R. C. Effersøesgøta
Í blaðnum i dag er lýsing frá
Tórshavnar býráð um vegar-
beidid tvørtur um miðbýin. Sum
tað sæst av lýsingini, verður nú
krossurin við Kekubúðina latin
upp aftur fyri ferðslu, og er tá 1.
byggistigið í hesum stóra arbeiði
liðugt: bara smærri umvæling-
ararbeiði fram við vegnum eru
tá eftir á hesum fyrsta strekkin-
um.
Sum býráðið hevur greitt frá í
ti lítla faldiblaðnum, sum varð
sent út í fjør, so er arbeiðið býtt
sundur í 4 stig. Arbeiðið byrjaði
1. okt. 1976 og varð tað ætlað at
ganga soleiðis sum víst er á
korttekningini omanfyri.
Tað sæst, at óvæntaðir trup-
ulleikar hava verið, soleiðis at 1.
byggistigið er seinkað út ímóti
trimum mánaðum. Hesir trupul-
leikar hava verið sterri og
smærri, so sum altíð er, tá ið
arbeitt verður tætt millum hús.
Størstu seinkingarnar hava
stadist av kloakkgerdini og av
arbeidinum vid vatnleidingina.
Tekniska nevnd avgjørdi eftir at
arbeiðið var byrjað, at broyta
projektið og leggja høvudsklo-
akkina um, soleiðis at hon nú fer
í Havnará, og ikki sum uppruna-
liga ætlað eftir Tórsgetu úr í
Vestaruvåg. Og vatnleiðingar-
rerini vísti seg at hava fingið
somikið av snuddum undir flyt-
ingini higar, at tey hildu ikki til
trýstroyndirnar. Ti máttu øll
rørini takast upp aftur, og nýgg)
rør av oðrum slagi bileggjast.
Arbeiðsplássið fer nú at liggja
stilt í 3 vikur, meðan arbeiðs
fólkið er í summarfri. Tá ið fólkið
kemur aftur, verður av
farið undir 2. byggistigið, og eitt
tað fyrsta verður tá at bróta
Tórsgetu av. Hæddarmunurin
við Tekniska skúla er so stórur,
at trappur koma at verða millum
nýggja vegin og Tórsgetu, so
leiðis at ovari partur av Tórs-
gøtu frameftir verður blindgøta
Broytta ferðslumynstrið í hesum
sambandi verður lýst, tá arbeið-
ið verður tikið uppaftur.
álvara
Trupulleikarnir við 1. byggi
stigi hava gjert, at arbeitt hevur
verið við parti av 2. og 3
Tað eru ti vónir um at
nakað aftur av teirri seinking,
sum higartil hevur verið. Í ollum
forum er tað umráðandi fyri byin
og borgararnar, at hetta týdn
ingarmikla arbeiði kann fremjast
so skjótt og væl sum yvirhøvur
stigi
vinna
gjørligt