Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-07-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juli 1977síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 38 Olavsøkugestirnir Eg hitti hann á Olavsøku, einaferð eg var heima fyri fyrstu ferð í átta ár. Tað var ta hugnaligu lotuna aftan á kappróðurin, tá tú hevur besta høvid til at hitta fólk, ti hver fer á ólavseku og ikki á kappróður? Veðrið var eisini av tí fagrasta, stilli og bakandi sól. Hann stóð í ti øgiligu mannamúgvuni, ið kom flótandi heim úr Bakka inn í Vågsbotn. Hann stóð og pråtadi til báðar síður, vendi sær í móti streyminum. Hverja ferð hann hittir ein, sum hann kennir, rópar hann á viðkomandi, heilsar og býður kanska til hús. Hann er i føroyskum klæðum, knapparnir glitra í sólini, kotið er nývovið og nossligt. — Halló! Her skulu tit bara síggja! Ein útiseti av tí góða gamla slagnum! Ein av teimum sum ikki kundi riva seg leysan frá teimum donsku kjøt- grýtunum! Hetta er alt sjálvandi skemt, tað er einki at ivast í, at hann er fegin um at hitta ein gamlan vin av asfaltinum aftur. Vit hevdu verið rættiliga góðir vinir, hóast vit ikki lósu saman. Tú kemur við inn á gólvið. Eg veit ikki, er tað ikki til fortreð hjá tær? Slutur, tað skuldi bara mangla, skuldi mann ikki boðið sínum gomlu drykkjubrødrum av asfaltinum inn, tá teir niðurláta seg til at vitja aftur á bøkkarnar? Hann flenti, so tað rungaði Eg havi savnað mær nakrar vertskapsmenn saman her, og nú fara vit heim til konuna og ein lítlan Ella hvussu er tað vorðið, er tú vorðin fráhalds- maður? So skuldi mangt verið broytt báðir plagdu at vera í lag. nei, nei, Eg vissaði hann um, at einki var sidan vit broytt tann vegin. Vit gingu inn á eina sidugøtu, har vit okkum inn í bilin. Ikki eiti á bilur, tú hevur Eh, he, ja, hetta er bara fittligt apparat at hava, einki flott soleiðis. Kostaði mær ikki meira enn fýra, fimm. - og tiúgu? Nei, halt kjaft, fjøruti. Meðan vit aka niðan gjøgnum tann ólavseku- skrýdda staðin, siti eg og eygleiði spenniskogv- arnar, sum flyta seg frå spidara til kobling og bremsu. Ørminnist okkurt um, at hann i lestrar- tidini mangan bannadi upp å, at tå hann kom heim, skuldi hann visa føroyingum, at tað bar til at liva i landinum uttan bil. Brekkurnar hava helst verið honum ov tungar, og er væl einki logið í ti. Um eina løtu steðga vit framman fyri einum stórum sethúsum; kirkjubesnið og -lit, ið falla væl til landslagið. — Vekur hús, sigi eg. — Ja, hasin arkitekturin, — hann nevnir eitt navn — er sgu ein dyktigur fýrur, tað má man siga. Vit koma inn, har konan stendur fyri okkum bæði blíð og týð og vísir okkum innar í stovurnar. Stovan, eg komi inn í, er mest lík teimum gomlu glasstovunum, eg minnist at onkur av teimum gomlu hevði í heimbygdini. Veggirnir klæddir við vøkrum viði, mikinesum, Ingolfi og Hans Hansen, hartil hópi av bókum við skinnbaki. Í einum horni ein sera sjáldsom skreytgrúgva evnað til úr foroyskum gróti. Á grúgvuni torv, sum verturin settu sosialurin F sjálvur hevur skorið i summarfrítíðini heima í bygdini, haðan hann er ættaður. — Nú skal eg presentera teg fyri selskapinum. Meg kallar hann gamlan asfaltkammerat, og tey fáa at vita, at eg eri vælfyrikomin advokatur í Slagelse. — Og her hava vit ein ektaðan bónda norðan- eftir. Sum tú sært, er hann bæði stórur og prúður, flennir verturin. Dr. Jens Petersen, ja, hann kennir tú jú av Kannibalinum. Og her er ein av okkara evnagóðu ungu tingmonnum. Soleiðis heldur hann á við at visa mær gestirnar. Urvalslið, tað var eyðsæð, skipari bóndi, lækni, tingmaður, reiðari, lærari, 0.s.v. Vinmaður min kemur við glasi, hevur blakað bæði kot og knappatroyggju, og tað sæst, at hann er vorðin rættiliga hyldligur. Tað er líkt til, at hann gongur við eini kúlu undir ti reyða vestinum. Hann dívir á ein knett, og ein av koyggjulúkunum fer frá, aftanfyri er barr. Tá hann bendir seg fram yvir, síggi eg, at bellarnir eru um at skræða brøkurnar aftan. Hevdu tær verið úr verri vaðmali, so høvdu tær farið. Meg minnist eitt sindur sorgblitt hin klænvaksna ítróttarmannin úr Kløvermarken. Tað verður upp á føroyskan máta við sama glasi til oll, tað mást tú finna teg i! Vit flenna øll og fáa upp í munnin, lystir. Snapsurin er ísakaldur og Hetta er jú eitt sindur óvant fyri meg hevur konan langt vant meg av við at drekka snaps uttan aftur við sild eina ferð um árið Hevði heilt gloymt, hvussu væl ein snapsur kann so ofta okkum gagnast væl Í Slagelse síðani rigga í úrtið Verturin er einastandandi. Alla tíðina er hann um okkum, býður hetta og hatta, visir okkum for- kunnugar føroyskar bekur, málningar, ja so sanniliga einar tvær yrkingar, sum hann sjálvur hevur yrkt. Einki at tosa um, sigur hann, men vit eru øll samd um, at tær eru frálíkar. Eg gerist heilt væl til passar av so fegnum manni. Her er endiliga eitt menniskja, sum ikki knarrar, sum ikki ivast. Tað er týðuligt, at gamli vinmaður mín er eitt lukkuligt menniskja. Hann er so vælsignað nøgdur við alt: fólkið, landið, veðrið, fiskimenninar, konuna, húsini, bernini, politikararnar (teir eru ikki follkomnir, men frægari, enn hann hevði væntað, hava so ikki dripið hann í skatti). Slíkar menn dámar mær væl. Kanska tí eg sjálvur eisini eri rættiliga vælnøgdur við lívið, og hví skal ein ikki hava loyvi til tað. Mær dámar lítið hesar skriduskortarnar, sum altíð klaga, tosa um kriggj og neyð, sum um vit vanligu menniskju kunnu gera nakað sum helst við tað. Vit verða nú boðin innar í etingarstovuna, har búgvið borð stendur fyri okkum. Henda stovan er ikki minni forvitnislig og hugnalig enn hin. Hon er bygd sum gomul roykstova við tróðuri og bitum. A bitunum útstappaðir fuglar av ymsum slag, mest høsn og lundi. Eg hugsi um hesnini hjá Ketli á sinni, men sissist, her er víst eingin vandi! Á bróstinum grindareiðskapur, rokkur, karðar, høft og homlubond, lærabond, fleygistong, týningar- trog og treskitræ.. Í einum horni ein gamal, men skúraður tødleypur við familjujournalum; í hinum ein kvørn og ein haki. Ein gomul dylla á borðinum við ísi í, i isinum ein brennivinsfløska. Annars inni pottar og kistur og ymisk búnýtti til prýðis. Stovan er innan úr súrgaðari eik — sera vekur! Einastandandi hóskiligt. Uppi yvir borðinum ein koparkola við elektriskum ljósi í. Dúgliga verður skonkt við borðið, hartil fáa vit øl afturvið. Hetta er annað ølid enn tað, eg mátti hjálpast við norðuri hjá skyldfólkinum. Repstoks, hugsi eg tað æt. Her drekka vit gull og Hof. — Hygg gamli, sovorðið kjøt fært tú ikki í Slagelse, ei heldur í hverjum húsi her í býnum! Hann rættir mær eitt yvirvaksið tjógv. — Hetta er frá mínum speciella leveranderi norðanfyri og hvorki íslendskt ella mjølføtt. Nei, hatta er av besta feitilendi í landinum. Kjøt, skal eg siga tær, og tá eg sigi kjøt, so meini eg kjøt, tað fært tú ikki uttan tú ert úti um teg. Prátið við borðið gerst alt meira lívligt og samstundist hugnaligt, tykir mær. Mær hevur altíð dámað so væl millum mentað fólk, kenni meg Nr. 48 — 23. juli 1977 millum hesi kátu og ónervaðu fólk. — Rætt mær skinsasíðuna ! - Ansa tær, kanska er hon bert til prýðis, sum hjá bøndrunum í gomlum døgum ha, ha, ha! Tað er læknin sum skemtar. Bóndin, korkareyður, rodnar enn meir, veit ikki rættiliga, hvussu hann skal taka hetta men heldur tó fyri: — Eg voyt ikki, hví tit altíð skulu leggja eftir okkum. Viss bøndurnir ikki vóru, so var einki, tað eru vit, sum hava verið kjarnin í fólkinum gjøgnum tær myrku geldir, borið landsins mentan Uppi... Rætt hevur tú, Egon bóndi, púra rætt, skál fyri bøndrunum! Eg kenni meg ikki sert hugtiknan av bóndan- um, havi altid havt virðing fyri ti slagnum. Í roynd g veru er hetta fyrstu ferð, eg siti til borðs við einum rettum bónda. Rætt mær lirarnar! Ein skarpan aftur við? Eg skíti á fiskimenninar! Eg skal nokk fáa apurnar at makka rætt! Skiparin er komin í tjak við tingmannin, báðir 2ru heitir, tað er skilligt, men vertur min roynist nú sum hin feddi. Hann lyftir báðar hendur og sigur brosandi: Ongan politikk, ongan politikk, góðu menn, minnist til, tað er Olavssøka, vit skulu vera glad! Hesum samtykkja vit øll i, tó sita rokskiparin og ein álvarsamur, hyldligur maður framvegis og tutla. Havi als ikki lagt merki til henda mannin áður, hann ger so lítið um seg, helst er tað ti. — Ein av landsins bestu monnum, teskar vetur min. — Eigur fleiri skip —forrestin ein góður predikantur, leggur hann gnisandi aftrat. - Á denn deiliga turra gás, letur læknakonan. — Sig nátin, svarar skiparin við snikinum niður eftir høkuni. Hann situr við einum køldum nåta i aðrari hondini, Feroya Fólks Sangbók í hini. — Og nú fara vit at syngja! — Oh móvir måål støørt eer títt fall ... byrjar læknin, men eingin tekur undir við honum, so hann bráðtagnar. Konan rodnar. Nei, vit skulu kveða, sigur bóndin, — tey gomlu mergjaðu kvæðini, og hann stemmar í: — O-eeh--he-nú eru kveldini myrk og long og ikki eg dugi at spinna ... — Nei, nei, skulu vit kveða, skal tað vera ordi- ligt, latum okkum taka Flóvan, rópar lærarin. — Skulu vit ikki heldur bíða til kvølds? heldur verturin brosandi fyri, og vit geva honum rætt; lærarin sær kotrini eitt sindur misnøgdur út. Sum tað er vælgerandi at sita millum rættar foroyingar! Liti meg í kring, men siggi nústani, at eg eri einasta menniskja, sum ikki er i føroyskum klæðum, og ikki er tað sørt, at eg eri eitt sindur foyur av hesum. Royni tó at troysta meg við, at tey munnu fara at bera yvir við mær, ti eg búgvi uttanlendis. Ikki er nógv brúk fyri búna í Slagelse, har er ikki so mikið sum ein grýluveitsla. — Gev mær sildina! — Ja, ger so væl, ekta foroysk sild, drigin frá grunni av heimsins bestu fiskimonnum, histar tingmaðurin. — Tað kom fanin eingin stertur upp á land uttan skipararnar! rópar hin ungi rokskiparin reyður í ásjón. Tað er tí teir skulu hava tíggju partar, gnisar læknin. — Halt tú kjaft! Hvat fanin fært tú ikki fyri ein blindtarm?? Fyri alt tað, so fáa vit bara seks partar. Nú, nú, verið nú góðir. Aftur hesa ferð