leygardagur 23. juli 1977síða 39
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 23. juli 1977
Dogg á græsi, tám um Varða.
Reynið er ein hóming bara.
Men á gøtum fólk í troðkið.
Okkurt kókar undir loki.
Ella kannska, er tað kæti,
sum ger mannatrongd um stræti.
Kapp at rógva, kapp at ríða,
kapp at svimja, kapp at bíða.
Og í onkrum skoti innast
tveir og fleir í loyndum finnast.
Har er kæti, fløskan gongur,
gaman pråt og gladur songur.
Kaffi verdur selt og køka,
keyp bert, tað er 6lavsøka.
sosialurin
Á ólavsóku
Og í nátt í dansihøllum
loysir tú teg burt úr øllum.
Gloymir bæði mið og mentan,
trong er stovan, vøkur gentan.
Og eitt bros, ein skelvan tekur
teg um hjartad, så ert sekur.
Mjúk og eym í tínum oyra
ljóða orð tú helst vil hoyra —
Birtist vón og ástartokki
undir gulum ennislokki.
Kaffi her og fínar køkur —
tú ert bæði ung og vekur.
Makan ei eg leiti eftir,
royk, her eru cigarettir.
Gentan roykir, og hon fær sær,
situr ung og smæðin nær mær.
Kvøldarvindurin er liggjur,
spælir sær við mínar stríggjur.
Ferðast gjøgnum kátar flokkar,
kurlar gular ennislokkar.
Og tey kviku — og tey spøku
halda saman ólavsoku.
IV
Dogg á græsi, tåm um Varða —
lív og kæti, hvar vit fara.
Alt er ljóst og einki myrkt er,
men á Kongaminni kvirt er.
Rinir døgg á reyðum kinni
her er gott å Kongaminni.
Hvat ger okkum nåttarvøka
medan tad er 6lavsøka.
Og i morgin er tå burtur —
eins og markarinnar urtir.
Sida 39
Men i nått er gledin sprottin.
Ven er 6lavsøkunåttin.
V
Sól um Reyn og sól um Varða.
Olavsøkubåtar fara.
Fjallaklettur á sær brettir.
Havnin liggur nipin eftir.
Men ein mynd við dogg á kinni
livir ljós í mínum minni.
Mjúkt var fleyr á ennislokki
reint og sælt sum ástartokki.
Náttin — ei sum aðrar nætur.
Nú er aftur kvirt um strætir.
Ólavsgkubátar fara —
sól á vág — og sól um Varða.
Hans A. Djurhuus
eydnast tað mínum frágera verti at fáa partarnar
at semjast.
Tað ringir við úthurðina, og um eina lotu koma
nakrir ovurkátir ólavssekugestir inn.
— Hey, hey, gleðiliga Olavssøku!
Verturin bydur vælkomin, og eg sleppi at hitta
tey nykomnu:
— Hålvdan Glimrageiri, succesfullur ungur
húsahávur, komandi løgmadur, vilja teir vera við,
og forrestin kollegi hjá tær, gneggjar verutr mín.
Vit heilsast, Glimrageiri tykir mær at vera ein sera
dámligur maður.
— Og her, Neanderthal, majorur.
— Frelsens Hær? spyrji eg í ómetaligu fávitsku
míni. Teir eru um at kódna í látri.
— Nei, vælsignaður, úr Mjørkadali.
— Det må De virkelig undskylde!
Op i røven med det! Nej, hvor er her skønt!
Nå, kan De lide landet? spyrji eg fegin.
Om jeg kan? Hold da helt kæft mand, det er
skidegodt. Simpelthen det mest skræppeskønne
sted, jeg nogensidne har set. Før lå jeg i Slagelse
— dødssygt!
Eg må geva honum rætt, Slagelse er ikki so
stuttligt sum Havnin.
Folk er sgu lige ved at vælte os med deres
gæstfrihed, ja, men der har vi jo husets
charmerende frue. Goddag, goddag, har fruen
noget tilbage af den pragtfulde nåti fra i lørdagt?
Tey goggandi ut i køkin.
Stovan er nú á tremur av kåtum fólki. Alt er
fridur og semja, hugni og samhugur. Skiparin
vissar læknan um, at teir stóru í samfelagnum eiga
at halda saman, teir hyggja fast í eyguni á
hverjum ødrum.
Men við eitt er friðurin í vanda:
— Hva-feff-feffanin er tað, eg hoyri? Ein
danskara millum rættar føroyingar! Tad er bóndin,
sum ikki er heilt negdur við Neanderthal, major,
ja, bart úr lovar at drepa hann. Verturin skundar
sær at stýra bóndanum inn á skrivstovuna og
veittrar einar tveir av okkum við. Her royna vit
sum best at sissa henda risna mann. Brátt er lagið
gott aftur, men nú vil hann sleppa inn í býin at
trina hin forna dansin, sum fedrarnir trinu, kveða
tey elligomlu log. Byrjar so Hoyberatáttin, men
gerst rørdur áðrenn langt um líður og tekur at
syngja:
Nú skal eg aftur fara
út á tað breiða hav
sig mær farvæl, mín kæra ...
Men tá kemur skiparin brestandi inn og sigur, at
skal nakar syngja sjómansvísur, so skal tað vera
hann og ikki eitt bóndalók norðan úr myrkrinum.
Tá spinnur ødi í bóndan. Hann vil taka í hera
toppin á skiparanum, sigur seg vera ættaðan frá
Ormi Bónda, Rasmusi í Haraldssundi, Grími
Kamban, Christiani Fjórða og mongum eðrum
reystmenni, so hann skal vísa partaninum, at enn
eru knotur. Meðan vit best stríðast, kemur konan
algoyst inn:
— Statsministarin og rikisumbodsmadurin!
Skunda tær, kom!
Vertur mín letur nú bónda vera bónda, skræðir
seg í knappatroyggjuna og tveir minuttir aftaná
stendur hann brosandi í forstovuni og tekur móti
teimum hegu Harrunum.
- Ja, vi syntes jo nok, at vi mátte hilse pá nogle
ægte færinger, for ministeren forlader os
Det skulle bare mangle andet. kom indenfor!
Soleiðis práta teir saman og skemta, meðan teir
fara innar, men tå hin risni båndin hoyrir danskt,
raknar hann við aftur og rópar, so tað hoyrist inn í
stovuna:
— Danskere er lorter — færinger er MÆND! og
sker út úr at syngja, men tå leypa tveir mans inn
og fáa hann at tiga.
— Er De sikker pá, at disse mennesker er os
venligt stemt? teskar forsætisrådharrin.
— Statsministeren kan være ganske rolig. De er
overordentlig velkultiverede og venlige som alle
færinger. De er komplet ufarligt.
— LOOORT . ENDER!!! ljóðar úr skriv-
stovuni, men hesu ferð ljóðaði tað meira fjart ella
kom tað kanska undan einum kodda.
Teir nýggju gestirnir eru farnir til borðs. Nú er
farið at skýma og tíð hjá mær er at fara. Eg fekk
ikki boðið veri mínum farvæl, hann sat og lærdi
forsætisráðharran at piða náta, og slíkar menn
órógvar ein treygur. Glimrageira, læknan og
skiparan vildi eg heldur ikki órógva, ti teir vóru i
álvarsamari samreðu, og so mikið helt eg meg
hoyra, at teir vóru idealistar, men sanniliga eisini
realistar
Eg sat eina løtu afturat, so fór eg. Seinasta, eg
sá, var, at statsministarin og bóndin sótu í góðum
hýri á einum stórhvalageisla og sungu.
Det var sent en kvæld pá byens gamle kro
jeg sad helt alene ved et bord for to
men da rejste sig en mand
fra det store mørke fjeld
Kalle Petersen vil synge om sig selv . . .
Uttan fyr friggingarmyrkt, og meðan eg í góðum
hýri spåki inn móti ólavsskuróminum, minnist eg
á Olavsøkur fyri mongum árum síðan, tá hetta
heitið hevði eitt sjáldsaint, kitlandi og likasum
fyrijáttandi innihald
Ja.
Myndir: BARDUR JÁKUPSSON
PI