leygardagur 23. juli 1977síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 40
sosialurin
Atli Dam, løgmaður skrivar:
Fremsta skylda
tiðindamanns
Harri G. L. Samuelsen, blaðstjóri
Tygum hava fleiri ferðir, síðan
landsstýrissamarbeiðið millum
sambandsflokkin og javnaðar-
flokkin endaði um ársskiftið
1974/75, boðað frá, at virðing
tygara fyri arbeiði mínum sum
logmaður hevur verið í stødugari
minking.
Eftir ta framúr góðu „pressu,
eg átti í blaði tygara seinasta
landsstýrisskeið, bar tygum illa
til beinanvegin at kúvenda, men
kann nú sigast, at tygum eru
komin á botn í tí brunni, haðan
illvild, útspilling, rangvendan
av veruligum tilburðum, óarga-
ligum pástandum o.s.fr. verða
drignir upp.
Tað legna er hent mær við,
at meðan fyrra landsstýri sat,
helt eg tygum hava somikið gott
samband við ávísar landsstýris-
menn, at tíðindaburður tygara
úr Tinganesi ella viðvíkjandi
åvisum politiskum hendingum
og málsviðgerðum rættiliga væl
samsvaradi veruleikanum, med-
an eg nú må siga, at tygum sum
oftast eru langt vid siduna av.
Hetta i sær sjålvum skuldi ikki
verið rosøk til, at virðingin fyri
tygum sum blaðmanni skuldi
minka.
Tá tygum kortini i mini
hugsan ikki standa eins høgt i
metum og fyrr, kemst hetta av,
at tygum hava gloymt fremstu-
skyldu tíðindamannsins, nevni-
liga at kanna sjónarmiðini hjá
ellum pertum í eini sek, at
spyrja seg fyri um veruliga til-
gongd og avgerð hjá teim, sum
hava við eitt mál at gera. At
spyrja, hví tann og tann avgerð
var tikin, og hví ikki hetta kundi
verið oðrvísi.
Í 2 1/2 ár hava tygum ongan-
tíð spurt tygum fyri um nakað
mál. Í hvussu so er ongantíð
viðvíkjandi avgerðum framdum
av landsstýrinum. Eg endurtaki
ikki eina einastu ferð.
Kortini hava tygum verið
førur fyri úr filabeinstorni tyg-
ara á Dimmalætting at givið av-
gjørdar meiningar um endamálið
við avgerðum hjá ødrum, og tað
sum tygum kalla veruleikar
»fakts« um hendingar, tygum
onga vitan hava um og einki
hava gjert fyri at fáa vitan um,
sum hin journalistiskt reiðuligi
tíðindamaðurin vanliga vildi
gjørt.
Arbeiðslag tygara hevur verið
at givið eina mynd, fargaða eftir
tygara hugsan, har tygum sum
oftast lata smålig »motiv« liggja
aftanfyri framdar avgerðir, lata
fjákutan og jánkasligan viðgerð-
arhátt verða hin einasti, sum
kann hugsast hjá politiska mót-
stødumanninum. Tá so eingin
hirðir at svara til hesa skriving,
kóka tygum súpan uppá hetta,
sum nú er »veruleiki« í óteljandi
lesarabrøvum, týs- og hósdags-
prátum, oddagreinum o.s.fr.
Eg kundi nevnt óteljandi dømi
uppá royndarballónir, tygum
hava sent upp uttan at hava
fingið tygum vitan um málið. Tá
eingin lat við seg koma, nýttu
tygum henda sjálvskapta veru-
leika mánaðir og ár at júka við.
Men í letuni vil eg bert
viðgera eitt dømi.
Hetta er eitt, tygum lættliga
kundu spart okkum fyri, bert
tygum tóku hornið av telefonini
og ringdu upp onkran, sum
kendi til málið.
Oddagreinir og lesarabrev í
Dimmalætting — ofta við í so
samanfallandi orðavali — hava
vidgjørt krav landsstyrisins um
tagnarskyldu í víðari viðgerðini
av sokallaða skrokkamálinum.
At landsstýrið hevur sett eitt
slíkt krav er beinleiðis ósann-
indi.
Landsstýrið hevur merkt eitt
lítið skriv um eina frágreiðing til
politiið >Í trúnaði< ella >for-
troligt<, meðan alt annað tilfar
hevur havt somu stødu mótvegis
fíggjarnevndini sum tað upp-
runaliga tilfarið.
Hetta kundu tygum fingið at
vita annaðhvort frá landsstyrin-
um, fíggjarnevndini ella frá
Paula Ellefsen, men vitan um
málið hevur óivað ikki áhuga
tygara.
Ti hava tygum kunnað hongt
landsstýrið og figgjarnevndar-
limir út sum myrkursins menn,
sum fremja óreiðuligar gerðir
undir tagnarskyldu aftanfyri
læstar hurðar.
Hendan tagnarskyldan var
betri »funnin fressur« enn skyld-
an til at upplýsa objektivt.
Oll figgjarnevndarviðgerð av
skipabyggimálum fer sambært
lógina fram undir tagnarskyldu,
men hesa hevði sum kunnugt
Pauli Ellefsen brotið fyri einum
ári síðani í Rávumálinum, so har
var landsstýrið samt um ikki at
seta eykakrøv viðvikjandi tagn-
arskyldu, burtursæð frá einum
lítlum upplysingini, sum ikki
hevði stóran týdning, men sum
viðkom stovni uttanfyri eigar-
arnar, uttanfyri landsstýrið og
figgjarnevnd, uttanfyri seljarar-
nar og uttanfyri Skála Skipa-
smiðju.
Hesum lítla brævi valdi P.
Ellefsen at leypa út á getuna
undan, so hann enn einaferð
kundi leggja landsstýrinum 6-
reiðuligar ætlanir fyri, og
„Dimmac< var til reiðar til somu
útlegging.
Málið hevur verið nógv við-
gjørt í pressuni. Frágreiðing
landsstýrisins í heyst er al-
mannakunngjørd sum svar uppá
skriving P. Ellefsen, metingin,
sum donsku verkfrødingarnir
gjørdu, er nógv umredd o.s.fr.,
tað vildi ti verið legið um ikki
seinni tilfar kundi komið fyri
almenningin, hóast hetta løgna
móti reglunum við viðgerð av
skipsbyggimálum. Men tað
løgna er hent, at P. Ellefsen nú
skrivar um málið, at einki nytt
er komið fram. Orsekin til, at
hann ikki viðger tað drúgva
tilfar og tær sakførarametingar,
sum fyriliggja, er væl at tað er
ikki nýtuligt í spæli hansara.
Ti sjálvandi hevur ein meiri-
luti i figgjarnevndini ikki broytt
stødu, uttan at nýtt tilfar fyri-
liggur, men tað er betri fyri P.
Ellefsen og Dimmalætting at
krógva hetta aftanfyri eitt sjálv-
skapt landsstýriskrav um tagn-
arskyldu.
Fyri at eingin misskiljing skal
vera, kunnu tygum almanna-
kunngera tað tilfar, sum lands-
stýrið sendi fíggjarnevndini,
áðrenn hon tók endaliga stødu til
studningsveitan. Skjal I er frá-
greiðing landsstýrisin, skjølini
Il og III eru skriv frá L.
Waagstein, landsrættarsakfor-
ara og skjal IV er brævið, sum
merkt var »I trinadi«.
Hetta seinasta dámar mær
lítið at almannakunngera, men
tá hetta er fjødurin, sum
gjørdist fimm høsn, kenni eg
meg noyddan til tess, so tygum
ikki skapa fleiri sokallaðar
»mytir« um hetta, og eg skal
gera vart við, at ánararnir at
skrokkinum og tann parturin,
sum skrivið viðvíkur, eru vit-
andi um, at tað kemur fram.
Umframt hesi skjal lá uppstill-
ing yvir eginpeningin eisini hjá:
Skjal Í
Fíggjarnevndin hevur í skrivi 5.
april í år sagt frá nidurstødu síni
viðvíkjandi studnings- og veð-
haldsmáli hjá Pr. Rávuni.
Fíggjarnevndin hevur ta
stødu, at eginpeningur er ikki
til, og at studningslån ti ikki
kann veitast.
Landsstýrið hevur í skrivi 27.
september 1976 greitt figgjar-
nevndini frá viðgerð síni av
hesum máli, har vist varð á, at
viðgerðin hevði verið hon sama
sum í eðrum studningsmálum,
og serliga at váttanir lógu fyri
frá sakføraranum, at eginpen-
ingurin var tekur.
Fíggjarnevndin hevur óivað
nýtt meting gjørda av donsku
verkfrødingunum harra Steffen-
sen og harra Dwinger sum
grundarlag fyri stødutakan sini
um, at eingin eginpeningur er
til, men ynskir landsstýrið her at
gera vart við, at ein meting í
sjálvum sær ikki sigur nakað
um, at tann handil, sum gjørdur
er við keypinum av einum skipa-
skrokki úr Svøriki og sølu av
m/t Bjarnoy II til Svørikis, er
framdur á óreiðuligum grundar-
lag.
Metingar av somu skipum
kunnu vera ymiskar, og heldur
landsstýrið ikki, at tær meting-
ar, sum higartil eru gjørdar frá
ymsum síðum, og sum fyri
skrokkin liggja úr 7,5 og upp í 12
mill kr., kunnu leggjast til
grund fyri stødutakan til studn-
ingsveitan.
Metingin, sum hevur avger-
andi týdning í málinum, er hon,
sum gerast skal av landsins
metingarmonnum, tá skipið er
liðugt, og verður hon grund-
leggjandi fyri upphæddina av
studningsláninum. Samsvarar
hendan meting ikki við kostnað-
in, er tað uppgáva eigaranna at
útvega írestandi fígging.
Hetta var t.d. galdandi við
keypinum av Kristinu Logos,
har metingarmenninir settu
virðið skipsins til 15,5 mill. kr.,
hóast tað kostaði 18,5 mill. kr.
og slík dømi eru sum figgjar-
nevndini kunnugt mong.
Landsstýrið hevur aftaná
stødutakan figgjarnevndarinnar
seinasta heyst og nú 5. april
kannað eginpeningsspurningin
nærri og serliga kannað viður-
skiftini hjá svensku seljarunum.
Henda kanning gevur ikki
landsstýrinum orsek til at halda,
at tann eginpeningur, sum advo-
katur frá felagnum L. Liitzen
hevði váttað var til, ikki er til.
Afturat fyriliggur nú frá L.
Waagstein, landsrættarskafer-
ara, stødutakan, sum sigur, at
eginpeningurin er í lagi.
*
Nr. 48 — 23. juli 1977
Viðvíkjandi svensku seljarun-
um, sum landsstýrið hevur havt
fund við, er at siga:
Talan er um eina stórfyriteku,
sum fevnir um 6 virki í Sveríki
við deildum í Noregi, Finlandi
og Týsklandi, eina sokallaða
koncern, sum hevur loyvi at
hava koncernroknskap fyri oll
hesi virki undir einum.
1100 fólk eru í vinnu hjá
hesum feløgum, sum byggja og
selja skip annaðhvert liðugt-
gjørd ella hálvliðug; feløgini
keypa eisini viðhvert eldri skip
til umbyggingar, tá slíkt er
skilagott at gera.
Landsstýrið metir fyritøkuna
at hava slíkan standard, at ikki
skuldi verið henni neyðugt at
arbeitt við »ivasomum« handl-
um.
Uppá fyrispurning upplýsti
felagið, at skrokkurin hevur
kostað knappar 11 mill. kr. at
byggja, og er tá eingin vinning-
ur roknaður. Hann hava teir sett
til 1,3 mill, kr., sum ikki er
óvanligt í Svøriki.
Til metingarprisin hjá donsku
verkfreðingunum uppá 9,7 mill.
kr. segdu teir, at hann svaraði
ikki til prísleguna í Svøriki, men
megulig kundi hann verið bygd-
ur á eðrum europeiskum verfti
fyri tann pris, tað var t.d.
kunnugt, at skip, sum í Europa
kosta 110—120 mill. kr., kunnu
útvegast úr Japan fyri 80 mill.
kr., so tað er ikki ókent, at
ymiskar skipasmiðjur byggja til
ymiskan kostnað.
Landsstýrið helt fram iva
figgjarnevndarinnar vidvikj-
andi, at tað kann vera skilagóð
forrætning at lata 5 mill. kr. fyri
Bjarnoy II.
Hetta var fyri hesa koncern
avgjørd ein góð forrættning, tí í