leygardagur 23. juli 1977síða 43
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
INF. 40 — 43. juli 19/7
samband við málið um studning
til P/R Råvuni, at longu í
september 1976 var fundur mill-
um landsstýrið, umboðað av
Atla Dam, legmanni, Jákup
Lindenskov, landsstyrismanni,
og Johan Djurhuus, skrivstovu-
stjóra, og umboð fyri landfúta-
embæti Føroya við politiassess-
ori Frantz Cohn og kriminalpoli-
tibetjenti Suna Winther.
Hesin fundur var orsakaður
av teirri skriving, sum hevði
sosialurin
Síða 43
tikið seg upp, ti sum náttúrligt
er, eigur politiið av sínum eint-
ingum at kanna, um talan kundi
vera um roynd at svíkja lands-
kassan ella vinna sær studning á
ólógligum grundarlagi.
Landsstýrið gav á hesum
fundi frágreiðing um málið og
gav politinum atgongd til tað
tilfar, sum fannst í sakdini, eins
og landsstýrið váttaði, at J.
Djurhuus til einhverja tíð kundi
geva frågreiding um málið, vid-
ari gongdina i ti, og heimilaði J.
Djurhuus til at lata politinum
møguligt nýtt tilfar.
Politiið hevur síðan fylgt
gongdini og eisini fingið seinasta
tilfarið við frágreiðing frá L
Waagstein, landsrættarsakfer-
ara, og landsstýrinum aftaná
fundirnar við svensku seljararn-
ar.
Politiið hevur ikki funnið or-
sek til at taka nøkur stig í
málinum.
Orsekin til, at landsstýrið
merkir hetta skriv, »i trunadi«,
er, at politiið sjálvsagt ikki vil
gerast partur í eini sek, sum nú
hevur fingið eitt politiskt inni
hald, men tað stendur sum nú
manni figgjarnevndarinnar fritt
at fåa våttad frå politiassessor
Frantz Cohn, at teir hava synt
målinum nevnda åhuga.
Viðvíkjandi ti ynski, sum
einstakir figgjarnevndarlimir
hava havt frammi um av nýggj-
0000 0D00nD
nnonn
-VEULUDY 00000DDOD i
mt UV
Vit geva allar frågreidingar hesum viðvíkjandi.
Skrivstovurnar kring landið greiða eisini hesa service.
Føroya Banki
Ferðakekkar —
fremmant gjaldoyra
Tey, sum ætla sær uttanlanda og skulu hava fremmant gjaldoyra ella ferðakekkar,
eiga so vítt gjørligt at biðja um hetta 3 dagar frammanundan.
Skúlabólkar o.t. mugu leggja ordra inn eina viku frammanundan.
Annars eiga tey, sum fara uttanlanda, at vissa seg um peningaviðurskiftini í tí
landi, tey ferðast í. Eisini eigur vissa at fåast fyri, hvussu mikið kann umbytast
aftaná heimkomu.
Sjóvinnubankin
Føroya Sparikassi
um at útnevna triggjar sakfør-
arar til at meta um eginpenings-
spurningin, kann verða upplýst
at landsstýrið leysliga hevur følt
seg fyri hjá tveimum advokat
um, sum báðir siga, at teir ikki
vildu verið fegnir um eina áheit
an um at úttala seg um tær
metingar, sum nakrir av teirra
»kollegum« hava givið
Landsstýrið sjálvt kann held-
ur ikki taka undir við hesum
tanka, ti málið er vidgjørt i
landsstýrinum við neyðugari
løgfrødisligari hjálp
Landsstýrið heitir á nevndina
um nú at fáa málið endaliga
avgreitt.
Sum kunnugt eru meira enn
13 mánaðir síðan figgjarnevnd
og landsstýmrýttaðu studningin
av fyrsta sinni.
*
Og Atli Dam heldur fram:
Her er sum tygum síggja nýtt
tilfar í málinum, og er tað
orsekin til, at ein meiriluti av
figgjarnevndini hevur avgreitt
málið. At P. Ellefsen fór at
ganga eftir hæli í málinum var
ongantið væntandi, hetta hevur
verið høvudsgrundarlag fyri pol-
itisku stødu hans, so hvat skuldi
hann tá tala um, tá hónum
tørvar verulig politisk evni at
vidgera. Orsøkin til, at tveir
tjóðveldismenn hildu figgjar-
nevndina hava bundið seg so
fast í eina ov skjóta avgerð, at
teir ikki kundi broyta steðu,
kenni eg ikki, men tjóðveldis-
flokkurin sum so á tingi og í
landsstýri hevur einki at við-
merkja til, at meirlutasamtyktin
verður avgreidd, hetta hevur
landsstýrið fingið at vita. Hilm-
ar Kass og Asbjørn Joensen úr
sjålvstyrisflokkinum hava lyst
stødur sinar i blødunum, so tad
eru nú bert vet-Don Quijote'ar,
sum eina berjast í hesum máli,
Pauli Ellefsen og G. L. Samu-
elsen, ikki ímóti vindmylnum,
men móti myrkursins monnum í
landsstýri, figgjarnevnd og á
tingi. Men í Føroyum er ov ljóst
til, at tað ber til at ræða við
myrkamonnum innan umsiting
ina og tingið.
Mini råd harri blaðstjóri, áð-
renn tygum smiðja næstu gøl-
una, ringið og spyrji hjá teim
gølan er um, um henni verður liv
lagað. Heldur vil eg sakliga upp-
lýsa tygum um eitt mál framm-
anundan enn kenna skyldu til at
avsanna slíkt, tygum spinna i.
Við hægstu virðing fyri ta
ovurstóru tilfarsnogd tygum
greiða úr hondum til allar teigar
Dimmalættingar.
Atli P. Dam
Frímerkjasamlarar
Hyggið her!
Sosialurin hevur fingið bræv
sendandi frá einum Holl-
endskum frimerkjasamlara,
sum ynskir at koma í sam-
band við føroyskar frimerkja-
samlarar
Skrivið á týskum ella ensk
um til
UA LA TILL
AD Markmeyer
Dumasstraat 243
Rotterdam-3024
Holland