mikudagur 3. august 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr: 50 — 3. august 1977
Tað man neyvan nakrantið
hava verið so nógv at hoyra
um politikk sum beint nú. Vit
hava javnan útvarpssending-
ar úr tinginum, og bleðini eru
full av politikki. Men tíverri
vísir tað seg, at nógv av tí,
sum ein hoyrir, ikki er nakað
serliga eftirfarandi. Pástand-
ir og tel singla um oyrini á
fólki, so í veruleikanum skal
ein fylgja væl við fyri ikki at
verða tikin av fótum.
Tað er hopleyst at koma
afturumaftur við ellum, sum
verður skrivað. Men herfyri
hevði Dagblaðið eina odda-
grein um prístalsviðurskifti,
og tá hetta er nakað, sum eg
kenni rættiliga væl til, fari eg
at loyva mær at rætta allar
teir skeivleikar, sum eru í
hesi grein.
Oddagreinin frá 24. juni
kallaðist »Eitt lýsandi dømi«,
og sagt var, at eingin pris-
politikkur varð førdur av ti
undanfarna landsstyrinum
við ti úrsliti, at prístalið
hækkaði úr 556 stig 1. januar
1970 til 941 stig 1. januar
1975, og fær blaðið hetta til
ein vøkstur uppá 75%. Síðan
verður sagt, at tá núverandi
landsstýrið tók við, fór tað í
holt við hesa uppgávu og
sama vár legði Dánjal Pauli í
Búðini fyri løgtingid nýggja
prístalslóg, og síðan tá var
prístalið hækkað úr 100 til
109 eftir tveimum árum ella
5% um árið. Til sammetingar
verður so víst á, at meðan
prístalið hækkar 5% pr. ár,
so hækkaði tað 15% ella 3
ferðir so nógv undir hinum
landsstýrinum, og skilst, at
hetta núverandi landsstýri
fyri at takka.
Til alt hetta er fyrst at
siga, at ein hækking úr 556 til
941 ikki er ein hækking uppá
75% men 69%.
Annars er samanmetingin
av pristalsvøkstrinum undir
hinum og hesum landsstyrin-
um fullkomiliga år von og
viti. Øl vita at prísirnir
hækka um allan heim sera
nógv i 1973 og 1974, og kom
hetta partvís av tí sokallaðu
oljukreppuni. Eg kann nevna
sum demi, at vegna trot á
sukri á heimsmarknaðin fór
sukur eftir stuttari tíð úr 4-5
kr. upp í kr. 15. Her gjerdi
bert hækkanin í sukurprisin-
um, at prístalið hækkaði við
um 35 stigum, og hetta var
ein hækking, sum eingin
kundi gera nakað við.
At geva Dánjal Paula ella
fólkaflokkinum ella lands-
stýrinum æruna av ti mink-
andi inflatatiónini hesi seinnu
árini er eisini burtur úr vón
og viti. Øll vita, at prishækk-
anirnar vóru komnar í hædd-
ina fyri í 1975, og 1. hálvár
1975 hækkaði prístalið eftir tí
gomlu útrokningini bert
1,5%. Nýggja prístalslógin
hevur ikki ávirkað prisvøkst-
urin nakað sum helst. Men
helst skuldi nú verið ein
rættari registrering av pris-
hækkanunum. Men fyrireik-
ingarnar til hetta nýggja
prístalið stavar heilt frá 1971,
ÓLI JACOBSEN skrivar
so hesum man gamla lands-
stýrið hava eins nógva »æru«
av.
Sum dømi um gongdina við
prisunum nú kann eg nevna,
at sukurprisirnir nå eru
komnir nidur aftur å ta gomlu
leguna, og hetta hevur tryst
prístalið niður vid um 1 stig.
Men hetta er sjálvsagt alt
slíkt sum kemur á okkum
uttanifrå.
Tá so Dagblaðið ger árliga
prístalsveksturin frá 1970 til
1975 upp til 15% og sammet-
ir hetta við 5% undir hesum
landsstýri, so er hetta næst-
an talfalsan. Prístalsvekstur
verður altíð gjørdur upp við
undanfarna ári sum grundar-
lag, og tí skal veksturin
gerast soleiðis:
1970: Prístalið hækkaði frá
556 til 593 6,7%
1971 593 657 10,8%
1972 657 710 8,1%
1973 710 801 12,8%
1974 801 941 17,5%
1974 (oljukreppuárið)
Hetta gevur í meðal 11,5%
árliga og ikki 15%. Tá prís-
talsveksturin frá 1975 til
1977 er heldur ikki rætt upp-
gjørdur. Prístalsveksturin
uppá 109,3 er frá 1. juli til 1.
januar 1977 ella fyri 1,5 ár.
Hetta gevur 6% pr. ár. Og
verður hetta ein onnur mynd.
Tað skal her sigast, at tá
Dimma sum svar uppá hesa
oddagrein sigur, at lógin um
dyrtidarvidbot, sum hetta
landsstýrið framdi, virkar
lentarnandi, tí 3 full stig
skulu til fyri at geva eina dýr-
tíðarviðbót, so er hetta ikki
allur sannleikin. Núgaldandi
viðbótin gevur munandi
meira pr. stig. Um vit siga at
prístalið næstuferð fer uppá
114,9, so gevur hetta akkurát
ikki 5 dyrtidarvidbøtur, so
gevur dýtiðarviðbótin hóast
alt 240 oyru. Við gomlu skip-
anini fekst 1,3 oyru pr. stig,
og vildi hetta við 150 stigum
givið 195 oyru, so núverandi
skipanin er betur undir ellum
umsteðum.
Fyri at koma aftur til Dag-
blaðið, so eru fleiri dømir um,
at hetta blað ikki tekur tað so
tungt við uppgevan av tøl-
um. I oddagreinini 6. juli
verður sagt, at útreiðslurnar
til landsverkfrødingin vuksu
frå 20,2 m. kr. i 1970/71 til
71,8 m. kr. i 1974/75. Og
verdur hetta sagt at vera ein
vøkstur uppå 35%. Eg havi
nú roknað hetta til at vera ein
vekstur uppá »bert« 255%,
og gevur tað eitt sindur ødr-
vísi mynd.
Eg vil enda við í fyrsta lagi
at mæla Dagblaðið til at
keypa eina roknimaskinu, so
tað fæst eitt sindur av høpi í
teirra útrokningum. Og síðan
vil eg mæla okkara politikk-
arum um at geva fólki upp-
lýsingar, sum farast kann
eftir. At sleingja út tel og pá-
standir, sum ikki hald er í,
kann bert geva fólki misálit
til okkara politikkarar, og tá
er lítið vunnið.
sosialurin
lesarabrov
Bræv til SOSIALIN
Í blaðstjórnargrein í Sosialinum
mikudagin 22. juni verður harð-
liga lagt eftir mær. tí eg í
býráðnum setti fram uppskot
um, at skattaprosentið í Havn
ikki hækkaði so nógv sum tað
gjørdi
ti eg havi gingid å odda i at
leggja saman Kaldbaks og
Havnar kommunu
ti eg havi gjørt ein veg í Kald-
bak, ið ikki átti at kostað
borgarum í Havn eitt oyra, tí
landið kortini hevur gjert ein
veg inn á Sund
ti eg havi skonkt brennivín
fyri skattaborgaranna pening í
Kaldbaksbotni, tá vegurin úr
Kaldbak kom inn í Kaldbaks-
botn
tí eg eri kommandittur, ið
»benytti« mær av skattalógini.
HOAST eg ikki eri vanur at
svara til grundleysar persónligar
útspillingar, so haldi eg, at i
hesum føri hava borgararnir i
Havn krav uppå nakrar sakligar
upplysingar.
Fyrsta skuldsetingin um at eg
havi kravt minni skatt til borg-
arar i Havnar kommunu, hon er
púra bein! Eg haldi ikki at tað
ber til at trýsta skattaskrúvuna
so nógv, at fólk missa hugin at
arbeiða! Og ikki var tað neyðugt
heldur. Tað var fyrst av øllum at
syrgja fyri, at tekniska deildin í
býráðnum virkaði eitt sindur
betur. Og tað kann gerast við
betri organisatión og sterri eff-
ektiviteti!
Onnur skuldsetingin er eisini
púra bein! Eg havi gingið á odda
í arbeiðinum fyri at leggja Kald-
baks og Tórshavnar kommunu
saman. Hetta havi eg gjort út
frá tí sjónarmiði, at Havnin átti
at fáa atgongd til Kaldbaksfjorð
við tilhoyrandi útbyggingar-
meguleikum á Sundi og við
Kaldbaksfjorð annars. Samráð-
ingar við bygdaráðið í Kaldbak
endaðu við tí úrsliti, at bygda-
ráðið setti sum treyt fyri saman-
legging, at vegur varð gjørdur
úr Kaldbak til Havnar, og at
hesin vegur varð gjørdur eftir
åvisum áramáli. Hóast løgtings-
samtykt um vegagerð til Kald-
baks, so vístu samreður vid
landsverkfrødingin og lands-
stýrið tað, at haðani kundi ikki
væntast annað enn vegur til rav-
magnsverkið á Sundi. Nú var so
spurningurin hjá Tórshavnar
býráði at taka steðu til, um
Kaldbaksfjørdur var so nógv
verdur fyri Havnina, at Havnar
kommuna vildi offra hesa vega-
gerð. Eftir at málið væl og
virðiliga, við ellum neyðugum
upplýsingum, varð lagt fyri
býráðið, samtykti býráðið (har-
ímillum býráðslimir javnaðar-
flokksins), at Kaldbaksfjørdur
var verdur henda prís. Býráðs-
limir vistu, hvat havnarútbygg-
ingin í Havn hevur kostað, og at
vit brátt gerast innibyrgdir inn-
an fyri brimgarðarnar í Havn.
Býráðið gjørdi av, at í fyrsta
umfari skuldi gerast vegur úr
Kaldbak inn í Kaldbaksbotn,
soleiðis at vit bundu í tann
nýggja Oyggjarvegin, sum fyrr
ella seinri má koma í neðra fram
við Kaldbaksfirði við bergholi til
Signabøar. Vit rokna framvegis
við, at landið ger vegin úr Kald-
baksbotni og út á Sund, men vit
eru bundnir av okkara sáttmála
við Kaldbak, so um landið íkki
vil gera henda vegin úr Kald-
baksbotni út á Sund, so verður
samanlagda kommunan at gera
hetta. Um hetta verður óneyð-
ugt, fer tíðin at vísa, men tað
mátti hildist at veri legin lands-
politikkur, um landið ikki ger
henda vegin!
Triðja skuldsetingin er part-
víst svarað, men hvat hevur so
samanleggingin av Havnar og
Kaldbaks kommunum, sum er
ein veruleiki í dag, kostað tá
saman um kemur? Hon hevur
fyri Havnina kostað u.l. 3,8
milj. krónur. Vegagerðin hevur
kostað íalt um 4,9 milj. krónur
íroknað maskinkeyp fyri 1,8
milj. krónur, og hava borgararn-
ir í Kaldbak longu sjálvir goldið
um eina miljón ella góð 20% og
hava tolt hækking í skattapro-
senti úr 8 upp í 18,6%. Annars
kann roknast við, at fólkið í
Kaldbak eftir 7—8 árum sjálvt
hevur goldið restina av teimum
3,8 milj. krónunum.
Eftir er nú at gera brúk av
teimum møguleikum, ið eru við
Kaldbaksfjorð, og her er tað
tekniska umsitingin hjá Tórs-
havnar býráði, ið fyrst av øllum
eigur at fara til verka. Vit biða
framvegis eftir at álagdar upp-
gávur verða loystar!
At samanleggingin av Havnar
og Kaldbaks kommunum var ein
rættur politikkur, ivist eg onga
lotu um, og framtíðin fer eisini
at sannføra allar partar um tað.
Fjórða skuldsetingin er heldur
óndsinnað, tí tað hevur verið
gamal siður í Føroyum at fegn-
ast um framt verk! Tá vegurin
úr Kaldbak kom inn í Kaldbaks-
botn, varð gjert eitt lítið gildi
fyri arbeiðsmonnunum, og eftir
góðum føroyskum siði fingu
menn upp í glasið, tá teir komu
vegin fram. Eitt myndarblað, ið
var til steðis, hevði eitt fram-
komið eyga fyri hesum parti av
hátíðarhaldinum, sum báðir bý-
ráðslimir javnaðarflokksins tóku
lut í. (Brennivínið, ið eg skonkti,
kom frá mær sjálvum).
Fimta skuldsetingin er av
sama slagi sum hin fjórða, men
her kann svarast stutt: Eg eri
ikki kommandittur, og eg havi
noyðst at liva við teimum
skattalógum, ið fyrst av ellum
javnaðarflokkurin hevur ábyrgd
av. Tað ið eg havi goldið í skatti
gjøgnum árini nýtist mær ikki at
skammast um.
Og so ein viðmerking: Fólk
veit betur, skrivar Sosialurin í
somu grein. Eg havi hug at
spyrja: Hverji eru hesi fólk? Og
hvussu hava tey fingið vitan
sina?
Heilsan
Olavur
er
Kommunusamanlegging
og skattaålikning
Herfyri stóð eitt lesarabræv i
Sosialinum undir heitinum
„Hver er tað sum kostar skatta-
borgarunum dyrt«?.
Brævið, sum fyri ein part var
eitt álop á Ólav Michelsen,
býráðslim, hevði onga undir-
skrift, og er tí líkt til, at blað-
stjórin á Sosialinum hevur
skrivað tað. Í hvussu er átekur
blaðstjórin sær ábyrgdina av
einum tílíkum brævi. Tað er ikki
ætlan mín at verja Olav Michel-
sen, tí tað ivist eg ikki í at hann
er forur fyri sjálvur, men við tað
at brævið viðger skattaprosentið
í Havn, viðurskiftini á líkningar-
deildini, fíggjarligu skyldur
kommunurnar o.t., vil eg, við
tað at eg eri limur í Tórshavnar
Likningarnevnd, og ti at eg havi
verið limur í Tórshavnar Býráð,
og harvið havi verið til at
áleggja kommununi nakrar av
skyldum hennara, umframt tað
at eg beinleiðis eri nevndur í
lesarabrævinum í Sosialinum,
koma við nøkrum viðmerking-
um.
Skattaprosentið
Tá sagt verður í Sosialinum, at
vit hava frætt, at býráðið í Havn
hevur endaliga tikið stødu til
skattaprosentið, og úrslitið var,
at býráðið onga stødu tók, so er
hetta ikki beint. Tað er ikki
býráðið, men líkningarnevndin
og eingin annar, sum ásetur
skattaprosentið.
Býráðið ger av hvussu nógvan
pening kommunan skal hava inn
í skatti, og hetta hevur líkning-
arnevndin onga ávirkan á, men
tað er líkningarnevndin sum
avger skattapolitikkin, innan-
fyri tær rammur sum lógin
ásetur sjálvandi, t.v.s. hvussu
skatturin skal býtast millum teir
ymsu inntekubólkarnar, og
hetta hevur sjálvandi ávirkan á
skattaprosentið.
Tórshavn — Kaldbak
Brævskrivarin sigur at tað er
eyðkent fyri tann partin, sum
hoyrir til Tjóðveldið, at hann
ikki vil vera við til at gjalda fyri
tað sum teir sjálvir hava verið
við til at samtykt. Vit sum hava
verið umboð fyri Tjóðveldis-
flokkin í Tórshavnar byråd hava
skorað á fyri at fáa lagt Havnina
og Kaldbak saman í eina komm-
unu, tí vit hava sæð teir stóru
fyrimunir, sum eru við hesi
samanlegging.
Tá samráðingarnar fóru fram
um samanleggingina var einasta
treyt frá Kaldbaks kommunu, at
teir fingu veg til Havnar. Vit
hildu tað vera rímiligt krav, tí
sjálvandi skulu allir borgarar
kommununar hava veg. Hetta
Framhald á síðu 8