Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 1977síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 6. august 1977 sosialurin fiskivinna aðrastaðni Hvalastovnurin nørist å øllum høvum Hvalastovnurin á eilum heims ins høvum er vaksandi, og ein hin fremsta orsekin til, at hann nørist er, at kvotur eru settar fyri veiðuna av teimum ymsu hvalaslogum. Í hesum degum hevur alheims hvalanevndin hildið fund í Canberra í Austra- liu, og vísindamenn eru rætti liga væl nøgdir um støduna, ti menn høvdu hildið, at langt } 1 verri stóð til við storhvalasløg um Men framvegis er bláhvalurin friðaður burtur av. Einans í Sudurishavinum halda vísinda menn, at stovnurin nú hevur 10.000 hvalir, men fyribils verð ur ikki talan um at loyva at skjóta bláhval av nýggjum. Harafturimóti veiða teir sperm- ar, finnhval og seiðhval bæði í Sudurishavinum og í norðara parti av Kyrrahavinum. Tilsamans eru 80 ymisk hvalalslog um allan knettin og hver skuldi trúð ti? Fleiri av hesum hvalasløgum hava ong- antid verið veidd og tað a ymsum orsekum, helst tí at tað ikki hevur loyst seg figgjarliga ella eisini ti, at tað hevur verið torført at veiða serstøk hvalasløg Mest tydningarmesta er, at einki hvalaslag er oytt full komiliga, sum menn hava borið ótta fyri orsakað av ov stórari veiðu. Men onnur hvalaslog eru í vanda vegna ovfisking, og tey koma framvegis at verða friðað Grenlandshvalurin er friðaður, hann hevur verið jagstraður líka síðani ár 1600. Í Barentshavin um hava teir einans átt 3—4 grønlandshvalir seinastu 10 år ini. Men kortini hava visinda- menninir góðar vónir um, at grønlandshvalurin aftur fer at nørast við at friða hann heilt longri áramál Talan hevur eisini verið um at friða nebbafisk, tað eru einahelst amerikanskir og canadiskir vis indamenn, ið halda at hetta er neyðugt, meðan norðmenn ikki halda tað vera neyðugt heilt at friða hetta slag í Norðuratlants- havi, men at veiðan skal fara fram undir strangum eftirliti Eitt tykist vera vist: tey hvalaslog, ið eru total-friðað, koma neyvan fyribils at verða givin leys til veiðu, hetta hóast at útlitið fyri hvalastovnin fram yvir ikki er so ringt eftir seinastu metingum hjá visindamonnum Hvussu vorðið er við grinda hvalinum ið, sum rimuligt hevur stórsta áhuga hjá foroyingum, er ikki rættiliga vist, men hann hevur eisini verið jagstraður nóg so hart, og einahelst norðmenn hava um okkara leiðir gjørt nógv av at skjóta grindahval, ella »småhval«, sum norðmenn rópa grindahvalin. Tað er neyvan at ivast í, at henda veiða fyri at vinna lýsi burtur úr spikinum at selja'å heimsmarknaðanum hev- ur skert um stovnin, men i hvussu stóran mun eru teir sak- konu ikki samdir um. Men grindahvalurin hevur sjálvsagt eisini verið til umrødu á hvala- fundinum á Australia, sum beint nú er av. Ísland eigur ikki einans at hugsa um fisk Ísland eigur ikki einan il hugsa um fisk sum vinnuveg, men islendingar eiga eisini at leita upp aðrar vinnuvegir fyri at bøta um landsins bu skaparvidurskifti, verður sagt í eini frágreiðing frá stovninum fyri búskaparlig um samvinnu, OECD. Sum er hava íslendingar hugsað or nogv um toska- og aðra fiski veiðu, og tað er ikki nóg mikið til at stimbra landið búskaparliga, annað skal eis ini til. Tað hevði verið ein fyrimunur, um Ísland bygdi idnadarvirki av ymsum slag uppi á landi uttan einans fiskaviri, sigur stovnurin, ið m.a. vísir á, at nógv meir kann fáast burtur úr ílendska landbúnaðanum, um rætt verður atborið Íslendingar hava longu sett í verk tiltok at ganga OECD stovninum á meti og á sett á stovn smærri og størri framleiðslu virki, t.d. innan cement- og aluminiumsidnað Nýggjur norskur klippfiskamarknaður Norðmenn royna at fáa sum mest burtur úr klippfiska framleiðslu og at finna nýggj ar marknaðar, eitt nú í Afr iku. Seinast er Angola, ið áður var portugisiskt hjá- land, byrjað at keypa norsk an fisk. Í hesum dogum hava norðmenn avskipað 2000 tons, ið eru farin beinleiðis úr Alesund til Luanda. Tey 2000 tonsini hava pen ingavirðið av 22 miljónum norskum krónum og er í nogd helvitina av samlaðu árs- framleiðsluni av hesari klipp fiskagóðsku í Noreg. Mesti parturin er longu. ið teir hava virkað til klippfisk. Eisini til onnur lond í Afrika lata norð menn stødugt meiri av klipp- fiski, men vanligt er ikki, at teir har keypa klippfisk burt ur úr toski, ti at hann verður hildin ov dýrur fyri tey fá- tæku londini í Afrika; tað er mest longa og brosma, ið talan er um, og í ein vissan mun eisini uUpsI1 Tey betri fiskaslegini sum hýsa og fara til lond i ið betur eru før at gjalda hin dýrara fiskin. Men kortini ð hjá norðmonn um at sleppa av ararnir halda hann er ov dýrur. Hetta er dømi um í Brailia, ið leingi hevur verið storsti fiskakeypari úr Noreg Nú er norskur klippfiskur har vorðin so dýrur í handlinum, at vanlig fólk ikki eiga ráðini at gjalda hann, ti at kjøt er Es SSV KONA AAA OO TIN: NT ILLS: munandi biligari —— Russara vilja reinska | Svartahavið Frá og við árinum 1985 fáa idnaðarvirki og búnaðarfyri- tøkur ið hava mark móti Svartahavinum og Asochav inum í Sovjet ikki loyvi at koyra avfall av nøkrum slag í hesi vøtn ella í åir, sum renna út í hesi votn. Í meðan verða reiskingarvirki gjørd í býun um Odessa, Ilitisjevsk, Tau pse og Sevastopol, sigur Tid astovan APN Tysk åbreidsla til Noregs Noreg roynir at faa EF-lond at stridast hver móti oðrum i - I samráðingum um fiskivinnu kvotu og avmarkan av fiski skapi, sigur varaformaðurin í vesturtýska fiskimannafel agnum Dieter Koch í Brem en. Eisini standast trupul leikar av teimum norsku krovum um meskaviddir og kvotur, og rakar hesi norsku krov einahelst vesturtýskar fiskimenn, av ti at tridingurin av ti týska havfiskiskapi er á norskum haveki, sigur Dieter Koch Varaformaðurin fer illa við norsku myndugleikunum um hann skuldsetur fyri at royna at forkoma með alla bæði týskum og eðrum utt anlanda fiskiskapi við Noreg