Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 1977síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 6. august 1977 sosialurin Oskar og Eirikur eftir Marcel Aymé Hanus Andreasen umsetti Fyri trý hundrað árum síðani búði í landinum Oklan ein slekt av listamálarum. Tey itu Olgar- son og málaðu bara meistara- verk. Øll vóru tey nógv róst og nógv umhildin, og ivaleyst høvdu tey verið gitin langt út um landamark, um ikki konga- ríkið Oklan, sum lá langt av leið norði í myrkrinum, var uttan samband við nakað annað land. Skipini fóru bara út á hav at fiska ella veiða, og tey, sum høvdu roynt at funnið eina sjóleið suðureftir, vóru oll farin á land og knúst í skergarðinum. Tann gamli Olgarson, sum var tann fyrsti í slektini, ið bleiv kendur, átti ellivu detur og sjey synir, sum oll høvdu líka góðan hug at mála. Tað gekst hesum átjan børnunum væl í lívinum, tey vóru borin á hondum, hvar tey komu, tey fingu studning og heidurslønir, men øll vóru tey barnleys. Hinum gamla dámdi einki, at ættin, sum hann hevði gjørt so nógv fyri, skuldi fáa so bráðan enda. Hann giftist tí við dóttur ein bjarnaveiðumann, og tá ið hann var 85 ár, fekk hann ein son, sum hann kallaði Hans. Og nú doyði hann vælnøgdur. Hans fekk lærdómin ið munti frá sínum átjan systkjum, og hann bleiv ein frálíkur lands- lagsmálari. Hann avmyndaði granntre og bjørkir, hann avmyndaði bein, kavan, vetnini og fossarnar, og so væl fekk hann tað at líkjast, at tað var, sum Gud sjálvur hevði skapt tað. Stóðst tú framman fyri einum málningi av kava, so hefti ikki fyri, at tú fekst fótakulda. Ja, einaferð hendi tað, at ein ungbjørn, sum bleiv lokkað yvir til eitt bílæt av einum granntræ, helt tað vera eitt livandi træ og royndi at loypa upp í greinarnar. Hans Olgarson giftist og fekk tveir synir. Tað sást brátt, at Eiríkur, hin eldri, ikki hevði listarligar gávur. Hann hevði bara eitt í huganum, at veiða, veiða bjarnir, kóp og hval, og so hevði hann góðan hug til sjógv- in. Familjan fell heilt í fátt av hesum, ikki minst pápin, sum skýrdi hann kóp og drumb. Har- afturimóti sást alt fyri eitt, at Oskar, sum var eitt ár yngri enn beiggin, fór at blíva ein hend- inga listarmáður, kensluborin og við sjáldsomum hegni og handa- lag. Longu tá hann var ellivu ár, málaði hann landsløg, sum gjørdu tey eldru systkini veik av øvundskjuku. Hansara granntrø og hansara bjørkir liktust upp- aftur betri enn tær hjå påpanum og kostadu longu so nogv, at folk øtadust So ólíkir brødurnir vóru, vóru teir ikki minni góðir við hvønn annan fyri tað. Tá id Eiríkur ikki var burtur og fiskaði ella veiddi, sat hann seint og tíðliga inni í atelierinum hjá beiggjanum, og Oskar var ongantíð heilt glaður, uttan tá ið hin var hjá. Ja, kærleikin millum teirra var so stórur, at alla sorg og alla gleði hjá oðrum, hana átti hin eisini. Tá id Eirkur var åtjan ár, var hann longu ein sjógarpur og var við á ellum teimum longu fiski- túrunum. Hann droymdi um at sigla út um skergarðin og sleppa suður á hevini sunnanfyri. So mangan sat hann og tosaði um hetta við beiggjan. Men Oskari dámdi hetta lítið, og hann bleiv bangin, tá ið hann hugsaði um, hvussu vandafull ein sovorðin ferð mundi vera. Hóast hann ikki var meira enn seytjan ár, var Oskar nú ein kendur málari. Pápin bretti sær á og segði, at hann kundi ikki læra hann meira. Men so, knappliga, sýnt- ist tað, sum hugurin hjá tí unga meistaranum minkaði. Ístaðin fyri at mála brett og bærilig landslog, sat hann bara og ríslaði strikumyndir niður á papprislepar, sum hann so bein- an vegin skræddi sundur. Familjan — enn vóru fimtan eftir — var illa við. Tey komu saman at tingast um, hvat ið vegin var. Og pápin talaði fyri oll, tá hann spurdi: »Sig mær, sonur min, hevur tú mist hugin at mála?“ »Nei, pápi, eg havi ongantíð havt so góðan hug sum nú<. „Tað var fyri neyðini. Eg helt kanska, at tað var hatta neytið Eirikur, sum hevði fingið teg til at halda uppat. Gævi eg visti, hvat ið bagir«. Oskar bleiv óður, tá hann hoyrdi, at beiggin varð lagdur undir nakað. Hann mótmælti. Tað gekk nógv best at mála, tá ið beiggin var hjá, segði hann. »So er tað okkurt konufólk, meðni<. »Halt mær til góðar, påpi«, svaraði Oskar og hugdi niður. »Og tit, fastrar og farbrødur, haldið mær til góðar. Men vit eru millum listarmenn. Og tit skulu vita, at eg havi kent nógv konufólk, men ikki eitt einasta hevur fingið fast enn«. Tey fimtan flentu í kíki og stuttleikaðu sær við heldur grovum skemti, soleiðis sum síður var millum málararnar í Oklan. „Kom, lat okkum fara heim- aftur og mála seyðir<, segði pápin. »Og um tú ikki fært arbeiðsfrið, Oskar, so sig tað við okkum. Og um tú hevur okkurt ynski so sig mær tad«, „Ja, hevði eg kunnað sloppið at búð í eitt ár í húsunum hjá tær í Rhan-fjøllunum. Eg havi hug at vera einsamallur eina tíð. Eg haldi, eg fari at fáa betri arbeiðshug, serliga um beiggi mín fekk loyvi at fylgja mær niðan í einsemiðÉ. Hetta dámdi pápanum. Og longu dagin eftir fóru Oskar og Eirikur á sledu niðan í Rhan- fjøllini. Og heima við húsa sótu hini og tosaðu um teir báðar, sum vóru farnir avstað, serliga um Oksar. >Tað kann eg siga tykkum«, segði påpin, »tad verda undurverk, hann hevur vid sær aftur. Okkurt man hann ætla«. Dagsettan dag eitt ár seinni fór pápin sjálvur avstað, og tá ið hann hevði ferðast í eina viku, kom hann til húsini í Rhan-fjøllunum. Oskar og Eirik- ur, sum høvdu sæd hann langt burturi, stóðu i durunum og tóku ímóti honum, og sum siður var, var annar í einum morgun- kjóla, ið var fóðraður við úlva- skinni, meðan hin stóð við einari måltid av steinkópalungum á einum fati, sum dampurin stóð av. Men pápin gav sær valla stundir at eta, so ótolin var hann eftir at sleppa at frøa seg framm- an fyri landslogunum hjá Osk- ari. Men tá ið hann kom inn í atelierið, bleiv hann so illa við, at hann stóð púra býttur og fekk ikki orðið fyri seg. Ti tað, sum hann sá á biløtunum, var and- skræmiligt, líktist ongum, var uttan høpi og skil. Tað var grønt å liti, og skuldi ivaleyst hava okkurt vid plantur at gera. Nakrir málningar vóru av eini rúgvu av bjarnaoyrum, grøn, rísin og full í tindum. Aðrir mintu um keruljós ella fleirar- maðar ljósastakar. Teir, sum kanska av illum vórum frægast — men sum kortini eisini vóru burtur úr vón og viti — vóru av undarliga longum kertuljósum, ið vóru avtikin við skeldýr, og sum endaðu í einari veiftru av favnlongum blødum. »Sig mær, hvat er hattar fyri ólíkheitir<, yldi påpin. »Harragud, påpi, træ«, svaradi Oskar. »Trø? Skal hatta eitast at vera trø?« »Fyri at siga sum er, so dåmdi mær einki at visa tær biløtuni, og eg forstandi væl, at tú ert eitt sindur ovfarin. Men hetta er tann mynd, eg nu havi av nåturini, og hana kann eingin vika, hvørki tu ella eg«. »Vit fåa at siggja? So, tad var hatta, tu vildi hava frid at gera uppi i fjøllunum! Nu kemur tu heim vid mær, og tad beinan vegin! Hvat Eiriki vidvikur, so skal skarpari lútur til!« Eina viku seinni komu dreing- irnir heimaftur við pápanum. Familjan var so boðin at síggja tað, sum Oskar hevði avrikað meðan hann hevði verið burtur. Tvey av teimum fingu ein so- vorðnan hvøkk, at tey doyðu beinan vegin, hini samdust um, at nú mátti okkurt gerast. Eirik- ur, hildu tey, mundi hava spilt beiggjan, og avgjørt var at senda hann burtur í tvey ár. Drongurin búði eitt skip til. Við ti setti hann sær tað mál at sigla út um skergarðin og kanna tey høvini. Á bryggjuni søgdu teir hverjum eðrum hjartaliga farvæl, og meðan tårini runnu saman, segði Eirik- ur við beiggjan: „Ég verði helst burtur í nóg hatta eru sunnaru Síða 13 ár, men fell ikki í fátt og gloym ikki, at tú ert stavnhaldið á ferð minic. Hvat Oskari viðvíkti,so av- glørdi familjan, at hann skuldi sita innistongdur i atelierinum, til hann aftur lærdi at måla vid skili. Hann læt sum einki, tå hann fekk hesi boðini, men tað fyrst landslagið, hann málaði, var ein runnur av bjarnaoyrum, og tað næsta ein dypdarmynd av nekrum ljósastakum á sand- botni. Tverturimóti at fáa eina rættari mynd av nátúrini, sakk hann longur og longur niður í høpisloysid, og, sýntist tað, beyð ikki bót. »Sært tú ikki“, segði pápin við hann ein dagin, »at tíni biløt eru eitt álop á sjálva málninga- listina. Eingin hevur ætt til at mála annað enn tað, sum hann særa. „Kann vera<, svaraði Oskar, > men um Gud ikki hevði skapt annað enn tað, sum hann sá, hevði hann einki skapt«. „Skal hatta nú eisini fara at filosofera! Tað mátti so verið! Og tú, sum hevði so mong góð fyridømi og so gott at bregða til! Tu skuldi hugt at, medan eg måli eina bjørk ella eitt grann- træ... Men hvat heldur tú annars um mínar málningar?“ >Tað veit eg ikkia. „Sig nú tað, sum tú meinar«. „Fyri at siga sum er, so haldi eg, tú skuldi brent teir«. Hans Olgarson læst ikki um vón, men nakrar dagar seinni rak hann drongin á dyr uttan at geva honum eitt oyra. Orsøkin skuldi eitast at vera, at drong- urin brúkti ov nógv brenni. Fyri tað sindrið, hann átti, leigaði Oskar eitt ilt kamar niðri við havnina og fór so oman hagar við penslunum og litunum. Og frá ti degi hevði hann eina ússa- liga tilveru. Fyri at lívbjarga sær mátti hann arbeiða sum lossingarmaður, og í friløtunum helt hann á at mála málningar av bjarnaoyrum og ljósastakum og fuglaveingjum. Og tað var ikki bara tað, at málningarnir ikki seldust, fólk flentu eisini at teimum. Tað bleiv til tiltak millum fólk, hvussu burtur úr von og viti teir vóru. Og sum árini gongu, bleiv vesældómurin og neyðin størri. Hann fekk eyk- nevnid Øri-Oskar. Ovitarnir spyttu eftir honum, tey gomlu steinadu hann, og gledigenturn- ar niðri vid havnina peikadu eftir honum. (0) Nógv ár seinni, ein dagin tað var tann fjúrtandi juli fóru stortidindi um havnina og byin. Vaktarmaðurin hevði sagt frá, at hevdi sæð eina stásiliga gyltum stevni og purpurseglum stevna hann snekkju vid So fagra sjón hevdi Teir ráðandi sendu ein bát út og fingu móti landi eingin áður sæð í Oklan at vita, at Eirikur, sum hevði verið burtur í tíggju ár, átti skútuna, og at hann var heim- afturkomin eftir at hava silgt verðina runt. Tá ið Olgarson- familjan fekk tað at vita, brutu tey sær slóð igjøgnum manna- mugvuna líka út á keiina. Í blá- um atlaskbuksum, gullbaldýr- aðum jakka og undir trýhyrnt- um hatti steig Eirikur á land beint har, sum skyldfólkini stóðu. Hann rykti brýrnar sam- an. „Ég siggi ikki bróður min Oskar«, segði hann við pápan, sum var komin yvir til hansara at fevna hann. >Hvar er Oskar?« „Ég veit ikki,« svaraði påpin og rodnaði. >Vit eru ikki so væl longur«. Imedan hevdi ein madur stritt seg fram ur mannamugvuni. Hann var i spjørrum og illa komin å holdum. »Eirikur«, segði hann, »eg eri Oskar beiggi tin«. Eirikur kroysti hann grátandi inn at sær, og tå ið hann hevði summað seg eitt sindur, vendi hann sær móti skyldfólkunum. Hann var ikki blíður. »Tykkara gomlu vidtiggi! Tad er ikki tykkum at takka fyri, at bróður min ikki er svoltaður i hele. »Harragud,« søgdu tey, »hann kundi bara målad vid skili. Vit lærdu hann eitt gott hondverk, men hann var treisk- ur, hann vildi bara måla høpis- leys og låturlig biløt« »Tigid við tykkum, tykkara avdeyðamálarar, og vitið, at størri málari enn Oskar finst Tey gomlu begyntu at flenna býtt. Men Eirkur vendi sær móti matrósunum, sum vóru eftir umborð, og rópti: „Skipið upp pålmar og banan- trø og dadlutrø og veiftrupålmar og kaktusar og sulukaktusar«. Og mannamúgvan stóð sum kånus, ti skipsmenninir fóru undir at lossa upp å land trø, sum vóru plantað i kassum, og sum liktust so akkuråt teimum, sum Oskar plagdi at måla. Tad vóru glómur i teimum gomlu skyldfólkunum, og nógv av teimum grótu av illsinni og harmi. Men mannamúgvan hevði lagt seg á knæ, og tey bóðu Oskar um fyrigeving, tí tey høvdu eyknevnt hann Øra-Osk- ar. Og nu var viðvent i holuni Longu dagin eftir legdi eingin meira i målningarnar hjå gamla Olgarson. Tey, sum høvdu skil å målningum, vildu nú bara hava kaktusar og onnur løgin trø Brødurnir bygdu sær eini sjåld- sama vekur hus, har báðir skuldu búgva. Báðir giftust. men vóru líka góðir við hvonn annan, sjálvt um teir høvdu konur. Og Oskar málaði undar ligari og undarligari trø, og trø sum eingin hevdi sæð fyrr. og trø, sum kanska yvirhovur ikki vóru til