Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 53 — 13. august 1977 H am telf. 11820 giro 6282725 Sosialurin box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Feroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miller Prent: Dimmalætting Ungdóms- og fritidarloggåva Å SEINASTA landsfundi sinum setti javnad- arflokkurin sær fyri at fremja eina ungdóms- og frítíðarlóggávu. HAVANDI í huga, at talið av ungfólki er stød- ugt vaksandi, og at frítíðin er vorðin nógv økt, megu vit ásanna, at tørvur er á slíkari lóggávu. Á NÓGVUM plássum kring landið, standa tey sonevndu ungmannafelagshúsini, sum bygd vórðu fyri mongum árum síðani. Nú ein dagin vit vóru á ferð, komu vit fram á eitt av hesum húsum, og loyvdu vit okkum at kaga innar igjøgnum ein av teimum mongu brotnu rútunum. Tað kom skilliga til sjóndar, at hølid hevði verið hugnaligt í síni tíð, men tað kom so sanniliga eisini til sjóndar, at húsið var fari í Orøkt. FELØGINI og bygdirnar, sum er fátækar uppá fólk, hava ikki havt figgjarliga orku til at reka feløgini og at halda húsini, við tí úrslitið, at virksemið hjá feløgunum er dottið niður fyri, og at húsini eru farin í órgkt. Vit kunnu stutt koma til ta niðurstøðu, at tørvur er á teknisk- ari hjálp og vegleiding til tess at reka feløgini, og at tørvur er á fíggjarligari hjálp til tess at halda húsini. Í OKKARA tid hava vit lagt stóran dent á at fáa vegasamband til øll pláss, og at seta arbeiðsskapandi virkir á stovn, og hóast hetta er av stórum týdningi, so er hetta kortini ikki alt. Eitt ella annað skulu fólk hava at fara til í frítíðini. Og er onki tílíkt úti á bygdunum, so hava høvudsstadurin og tey stórri plássini nógv at bjóða, og kann hetta sostatt verða við til at súgva fólkið av bygd- unum. EITT LIÐ í eini ungdóms- og frítíðarlóggávu má verða, at tað almenna — landið og kommunurnar — lata fíggjarligan stuðul til bygging og til rakstur av slíkum húsum. Eitt annað lið má verða, at tey, sum sjálvboðin standa á odda fyri slíkum tiltøkum fáa tekn- iska hjálp og vegleiðing frá tí almenna. UM HÚSINI og tann tekniska hjálpin vóru, kundu sjónleikir, skemtikvøld, fyrilestrar, framsýningar og tjakfundir fari runt til fleiri pláss og soleiðis verið til gleði og gagn fyri nógv fleiri fólk. NÆSTU grannar okkara fyri vestan eru í stóðu, bert at hava frítíðarfasilitetir í høvuds- staðnum, við tí úrslitið, at ungfólk eitt van- ligt friggjakvøld leita langa leið til høvuds- stadin. Lat okkum taka vid læru av hesum, og gamla orðatakinum sum sigur, at betri er at binda um heilan fingur. dagbókin Guðstænastur Sunnudagin prædikar Kjart- an Mørkøre prestur i Vestur- kirkjuni. Salamon Joensen hevur guðstænastu í Klaksvík kl. 11., og kl. 19 verður guðs- tænasta við altargong á Kirkju. Petur Martin Rasmusen prædikar í Havnar kirkju. Í Miðvágs kirkju verður David Johannesen innsettur sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi av Eivind Vil- helm. Fødingardagur I gjår fylti Kristian Dånjal Nybo, Vidareidi, 60 år. Rætting I Sosialinum 10. august komu tiverri tvær prentvillur i lysingina frå Høgna Debes Joensen, serlækna í húðsjúk- sjúkum. Har kom at standa: Viðtalutíðirnar eru nú bert mándag frá 9—12. Har skal standa mánadag og mikudag frá kl. 9—12. Har kom eisini at standa: Viðtalutið má umbiðjast frammanundan við at ringja tlf. 14466. Har skal standa tlf. 144 46. Vit biðja lesararnar orsaka okkum. #/ KJARTAN '/ DALSGAARD HOYDALSVEGUR 6 TLF 15222 Skattalættin og Kommunurnar Í lesarabrævi í Dimmalætting týsdagin, verður nógv gjørt burtur úr ti partinum av løg- mansreðuni, har skattalættin, sum legtingið samtykti eftir uppskoti frá landsstýrinum, varð umreddur. Løgmadur nevndi, at av ti, at fleir kommunur hevdu hækkað skattaprosentið, høvdu fólk ikki rættuliga kent tann lættan, sum veruliga varð veittur. T.d. kann verða nevnt, at Tórshavnar kommuna hækkaði prosentið úr 16,6 uppi 18,6. Klaksvíkar kommuna úr 15,2 uppí 16,4. Og fleiri aðrar komm- unur hækkaðu somuleiðis pro- sentið. Hesar kommunur, høvdu und- at gjalda eisni, afturat tí hækk- aða kommunuskattinum. Greinskrivarin, sum sigur seg at vera kommunustýrislim, gremur seg um, at tað r torført hjá kommunum at fáa endarnar at rekka saman. Og trupulleik- arnir hjá kommunum hava tikið seg upp nú, undir hesum lands stýrinum, síðani sambands- flokkurin fór í andsteðu. Tað, at kommunurnar hava ilt við at fáa nóg mikið til tær ymisku uppgávurnar, erh helst rætt. Men hetta er ikki nakað nýtt. Í nógv ár hevur gongdin verið tann, at av samlaðu al- mennu inntekunum, er parturin hjá kommunum minkandi, í mun til landskassans part. Við oðrum orðum er ein ójavni komin i býtið millum landskassan og kommunurnar og hesin ójavni gerst sterri ár undan ári. ir ollum umstødum hækkað pro- sentið, og tað uttan mun til um landsstýrið gav nakran lætta ella ikki. Tað stutta í tí langa er Og hetta hevur verið gongdin tað, at um landsstýrið ikki hevði øll tey seinastu árini. Eisini veitt skattalættan, so fingu megan sambandsflokkurin sat skattaborgarnir tær milliónirnar = fyri landsins fíggjarmálum. Pedagogur søkist til barnagarðin vid Velbastaðvegin, tlf. 14373 frå 1. september 1977. Umsóknir viðlagt prógv skulu verða barna- garðinum í hendi seinast 1. september 1977. Kom út og tosa við okkum. Barnagarðurin við Velbastaðvegin Lýsið í sosialinum Serlæknaviðtala í húðsjúkum Viðtalutíðirnar eru nú bert mánadag og mikudag frá kl. 9 til kl. 12 og hósdag frá kl. 14 til kl. 17 í Sigmundargøtu nr. 5, Tórshavn. Viðtalutíð má umbiðjast frammanundan við at ringja á tlf. nr. 144 46 mándag ella mikudag fyrrapart, best millum kl. 8 og 9, ella hósdag seinnapart, best millum kl. 13 og 14. A-limir mugu, fyri at fáa undurgjald frá sjúkrakassa, hava ávísing frá egnum kommunulækna. Høgni Debes Joensen Serlækni i húðsjúkum Lysing Tórshavnar kommuna sóknast eftir nøkrum íbúðum til fólk, ið onki innivist hava. Tess- vegna verða øll tey, ið hava eina íbúð ella eitt við Sosialu deild, V. U. Hammershaimbsgøta 3. tlf. 15160.