mikudagur 17. august 1977síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
SoSjalurin telf. 11820 — giro 6282725
box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411
Blaðmaður: Jan Miller
Prent: Dimmalætting
Heildarsjónarmiðið
Í BLAÐNUM leygardagin høvdu vit eina við-
merking frá formanninum í Meginfelag Út-
róðrarmanna. Viðmerkingin snúði seg um
fiskiveiðuavtaluna við EF.
TANN, sum hevur lisið viðmerkingina hjá for-
manninum í MÚ, hevur lagt til merkis, at
maðurin hugsar ógvuliga einstáttað og stutt.
Hann hugsar bert út frá einum sjónarmiði og
bert um støðuna í løtuni.
ØLL onnur, sum hugsa út frá meira enn ein-
um sjónarmiði, vita, at tað í løtuni hevur
tydning fyri lodnuveiduna undir Íslandi, fyri
svartkjaftaveiðuna undir Føroyum og fyri før-
oysku veiðuna í norska partinum av Norðsjó-
num, at vit hava avtalu við EF og eisini kunnu
veiða í tí partinum av Norðsjónum.
UM VIT kvettu á stokkinum nú, so er eingin
ivi um, at nótaskipini vórðu seld. Vit høvdu
tá ongan møguleika at veitt lodnuna, svart-
kjaftin og tað, sum vit nú veiða í norska
partinum av Norðsjónum. Og hvat hendir so,
um sildin einaferð kom aftur norðan fyri Før-
oyar? Vit meta tað at vera ov seint at byggja
skipini, tá sildin er komin. Tá eiga vit at
standa tilbúgvnir.
TAÐ at kvetta á stokkinum og spæla sær øll
rættindi aðrastaðir av hondum, er tað sama
sum við vilja at gera okkara egnu fiskivinnu
meira eintáttaða við at knýta hana at einum
nærri aumarkaðum øki. Hetta er vandamikið,
og hesum hava vit sjálvir allar royndir av.
VIT bygdu í síni tíð einar 60 línubátar, ið allir
vórðu bygdir til sama endamál, nevniliga til
saltfiskaveiðu við línu undir Grønlandi. Men
so hendi tað, at grønlandsmidini svíktu í nøk-
ur ár. Hetta kendist skakandi fyri føroyska
búskapin í fleiri ár.
EFTIR hetta vendu vit um til nótaskip, ídnað-
artrolarar, frystiskip og verksmiðjutrolarar,
samstundis sum vit varðveittu snellu- og
línuveiðuna til saltfisk og feskfisk bæði
burturi og heima. Nú er talan um ein fjøltått-
aðan flota, ið veiddi nógv ymisk fiskasløg, og
sum veiddi á nógvum ymiskum leiðum. Síð-
ani hava vit onga landsumfatandi kreppu
havt.
FYRI árum síðani var eisini nógv sild nær-
hendis Føroyum. Og hóast sildin hvarv, hava
vit kortini havt møguleika at veitt sild á
ødrum leiðum, soleiðis at vit í dag eru út-
gjørdir at taka sildina, um hon kemur aftur á
okkara egnu leiðir.
MEN høvdu vit ta støðuna, sum formaðurin í
MU ynskir, so høvdu vit ikki hesar møguleik-
ar og vórðu noyddir annadhvørt at lagt ella
selt skipini.
sosialurin
Umframt føstu sendingarnar:
07,15: Vedurtidindi
07.17: Morgunlestur
07.30: Vedurtidindi og tidindi
07.35: Tónleikur
08.00: Vedurtidindi og tidindi
08.05: Lurtararnir og vit
spæla grammofon
09.00: Vedurtidindi og tidindi
09.05: Morgunlestur
12.00: Middagskonsert
12.20: Vedurtidindi og tíðindi
12.32: Døgurdatonleikur
12.50: Vedurtidindi
2.51: Tónleikur
.30: Vedurtidindi og tidindi
: Nåtturdatonleikur
20.00: Vedurtidindi og tidindi
Mikudagin 17
13,00 Kveðuljómar til sjó-
fólkið
18,42 Miðvikan
19,30 Leg úr songleikum
Marius Rein
Hósdagin 18.
19,00 Leikum fagurt. 14. part
ur av framhaldsseguni
eftir Heðin Brú. Oskar
Hermansson lesur.
19,30 Poppur
Fríggjadagin 19.
19,00 Uttanrikispolitiskt evni
19,30 Tónleikur. Sonne Smith
Nr. 54 — 17. august 1977
Ms lørova folkabåskuli
Vetrarskeiðið byrjar
5. September
Við ti okta og fjølbroytta úrvali av lærugreinum — bæði
fyri tey, ið eru á byrjanarstigi og tey, ið vilja læra meira,
kunnu vit bjóða øllum eitt lærurikt og minniligt skeið.
Á byrjanar- og framhaldsstigi:
Rokning
matematikk
danskt
foroyskt
enskt
týskt
handarbeiði, veving, evning, list, sjónleikur, filmur,
bókmentir, fimleikur, ítrótt, havfreði, fiskivinna, sam-
felagsfrødi, sega, kunning, fyrilestrar um ymisk evni.
Høvi er at fyrireika seg til HF-skeið.
Ung hitta onnur ung í skúlaarbeiði, í gaman og álvara
og á útferðum — og fáa rík minni fyri lívið.
Ringið ella skrivið til háskúlan, so fáa tit nærri at
vita. TIf. 11743
Stjórnin
Betongmålingin
Skalflex
Vid 10 års garanti er nå komin å marknadin i
Føroyum.
Nærri vid at venda sær til:
Arne Samuelsen.
tlf. 55775, Klaksvik
Kvøld HF
í Suðuroy
Um nóg nógv tekna seg verður farið undir
kvøldundirvising í samfelagslæru og møgu-
liga ødrum lærugreinum við.
Vendið tykkum til Suðuroyar HF-skeið.
Tlf. 736 17 ella 71578
Koyring í Suðuroy
Koyring í samband við HF-skeiðið er leyst at
søkja fyri komandi skúlaár.
Nærri upplýingar um treytirnar fáast við at
venda sær til Suðuroyar HF-skeið.
TIf. 71578