týsdagur 2. juli 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 123 - 2. juli 2002
Nr. 123 - 2. juli 2002
37
VÍGSLA
Jan Müller
Leygardagur 29. juni er
dagur, sum verður seint
gloymdur í Fuglafirði og í
føroyskum mentanarhøpi.
Tá varð stásiliga og megnar
mentanarhúsið í Fuglafirði
alment tikið í brúk. Hetta er
tí ein stórur dagur í Fugla-
fjarðar søgu, tí við hesum
húsi er skaptur ein sera
góður og tryggur karmur
um mentanarlig tiltøk í
framtíðini. Henda dagin
kundu tey mongu, sum í
mong ár hava stríðst og
strevast fyri at fáa bygdini
og oynni eini høli til fólks-
liga mentan og tiltøk ann-
ars, frøðast um, at loksins
var verkið liðugt.
Og nógv er komið burtur
úr fyri tær umleið 12,5 mill.
kr., sum húsini standa í í
dag.
Fuglfirðingar
og
oyggjafólkið fyri ikki at
siga Føroya fólk hava fing-
ið eitt hús, sum kann brúk-
ast til sjónleik, konsertir,
listaframsýningar,
ráð-
stevnur, fundir og til øll
hugsandi tiltøk, eisini til
brúdleyp, veitslur og sam-
komur av ymsum slag.
Tað var tí eisini ein há-
tíðardámur í hesum rúm-
ligu og snotuligu húsunum,
tá nærum 1000 fólk úr
Fuglafirði og øðrum pláss-
um í landinum vóru savnað
at vera við til vígsluna av
húsunum. Tað var Eyðun
Hansen, formaður fyri hesi
stóru verkætlan, ið beyð
vælkomin. Síðani hugleiddi
Arnold Abrahamsen, ein av
undangongumonnunum í
sjónleikarafelagnum
um
søgu felagsins. Eftir tað
trinu nakrir av leikarunum
frá fyrsta leikinum, ið varð
spældur í felagnum, “Hjá
Dalabóndrum” frá 1955, á
pallin og Hans Hansen,
listamaður og ein av frægu
íblásarunum
í
bygdini,
spældi uppá harpu og sang.
Síðani vórðu virðislønir
latnar til trý tey bestu
uppskotini til búmerki. Her
vann Eyðun Eliassen við
einum sera livandi og
rámandi búmerki. Nr. tvey
gjørdist
Poul
Andreas
Mikladal og nr. 3 Kenneth
Nygaard. Sera stór undir-
tøka var annars fyri at vera
við í hesi kappingini. Høvi
varð eisini at heilsa húsin-
um, og tað gjørdu Jórun
Høgnesen
og
Dávur
Winther fyri Klaksvíkar
Býráð. Húsið fekk í gávu
sera sigandi og snotuligan
málning
eftir
Edward
Fuglø. Eisini umboð fyri
Norðyar Sparikassi vóru
fram kvøðu og var gávan
ein tjekkur uppá 30.000 kr.
Norðoyar Sparikassi hevur
annars verið ein hollur
stuðul undir byggingini.
Eisini umboð fyri Fugla-
fjarðar Býráð bar fram
kvøðu. Tað var Dánjal
Vang. (Tað og annað venda
vit aftur til í mikudags-
blaðnum, blaðm.) Niels
Midjord, sum hevur teknað
húsini segði eisini nøkur
orð. Seinasta tiltakið var
uppboðssøla av málning-
um. Undir hátíðarhaldinum
spældu tónlistafólk uppá
nýggja Steinway-flyguli.
Megnar mentanarhús í Fuglafirði
Eyðun Eliassen vann kappingina um búmerkið
Øll ættarlið vóru við til hátíðarhaldið
Nøkur av teimum, sum hugnaðu um fríggjakvøldið
HUGLEIÐING
Hans J. Hansen
Leygardagurin 29. juni var
fyri meg ein stórhending, tí
mentunarhúsið í Fuglafirði
varð alment tikið í brúk.
Søgan er long, og tí verði
eg noyddur at krympa hana
ein heilan deil. Í Fuglafirði
høvdu vit spælt sjónleik,
síðani vit vóru smábørn av
og til, men felag var einki,
her vantaði ein nýggj inn-
spræning fyri at koma víð-
ari. So kemur ein fittur og
skilagóður maður Arnold
Abrahamsen frá Strondum,
og verður settur sum lærari
í bygdini. Hann giftist
fuglfjarðar gentu og verður
verandi. Tað gekk ikki long
tíð, so stovnar Arnold eitt
sjónleikarfelag,
minnist
meg rætt, gjørdist eg limur
dagin eftir. Endamál fe-
lagsins var at skapa ans fyri
sjónleiki og at útvega pen-
ing til eitt nýtt hús, men
fyrst máttu vit hava fyribils
hølir at framføra í. Gamla
dansistovan
var
síðani
keypt og innrættað av
nýggjum við smærri broyt-
ingum
útvendiga.
Um
somu tíð var kommunan
komin í knípi, tí fram-
haldsdeildin var komin til
bygdina, men tað var eingin
fimleikarhøll í skúlanum,
og hon mátti útvegast í
stundini ella kom kommun-
an at missa framhalds-
deildina. Eg sá tað ikki tá,
men í dag dugi eg at síggja
tað, at har sum nakað er
frammanundan, har nørist
altíð aftrat. Í dag er bæði
studentaskúli og handil-
skúli í kommumuni. Men
fara myndugleikarnir fyrst
at taka burtur av, so kann
hetta gerast ein skrúva
uttan enda, tí fyrst fór
expeditiónin, síðani gjald-
stovan, síðani tollstovan og
til seinast sýsluskrivstovan
og løgreglan, og vit skulu
ikki gera okkum nakrar
vónir at fáa nakað aftur,
fyrr enn vit eru ein suve-
renur statur. Rom var ikki
bygt eftir einum degi, og
leingi er tað í væl skal vera.
Menn, sum hava verið
við í grindarakstri, hava
lagt til merkis, at tá ið
kvessingur er í grindini, so
er hon ikki at fáast við. So-
leiðis kunnu ótangar stinga
seg upp millum ungdómin,
teir eru fáir, men teir kunnu
gera nógv um seg. Tá ið eg
var formaður í sjónleik-
arafelagnum, tá vóru eina-
ferð 12 WC kummir brotn-
ar í 12 mánaðir. Hesin for-
maðurin, Eyðun Hansen,
hevur verið so hyggin, at
hann hevur keypt tær úr
rustfríum stáli, og tað skal
hann hava stóra tøkk fyri.
Nú skal eg fortelja tykkum
eina lítla søgu. Sama
kvøldið
sum
Sigfríður
Vørðhamar varð valdur til
borgmeistara, ringdi eg
hann upp, yngsti honum
tillukku og bað hann bera
so í bandi, at vit fingu hús-
ið niðanfyri gomlu dansi-
stovuna. Hann svaraði, at
hann kundi ikki gera tað av,
men hann skuldi arbeiða,
hvat hann kundi fyri málin-
um, og nú stendur húsið
har. So í mínari verð eigur
Sigfríður
sum
tá
var
myndugleikin ta størstu
Mentunarhúsið í Fuglafirði
Limir í Fuglafjarðar Sjónleikarfelag framførdu burtur úr fyrsta
leikinum í felagnum, »Hjá Dalabóndrum«
Framhald á síðu 38
Nýggja mentanarhúsið í
Fuglafirði
Myndir: Jan Müller
C
M
Y
K
37
36