leygardagur 20. august 1977síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55 — 20. august 1977
Osmund Justinussen
sosialurin
Norðsjóaraltarið og
Norðsjóarkapitalistarnir
Í Sosialinum seinasta leygardag
kundu vit lesa eina samreðu,
sum blaðið hevði haft við Adolf
Hansen, har hann ger nakrar
viðmerkingar til Norðsjógvin, til
teir sum fiska har og til teir, sum
eiga skipini. Ikki kann sigast, at
hesar viðmerkingar eru serliga
positivar. Fyri tað fyrsta sigur
hann, at Norðsjógvurin hevur
einki at týða fyri foroyingar, og
tað næsta, sum hann sigur er, at
teir menn, sum hava við hesi
skip at gera, eru teir reinu kapi-
talistar.
Eg skal ikki fara at taka nøkur
Norðsjóartel fram, tí tað er gjort
fyrr, og Adolf vísir eisini til tey Í
samreðuni, men eg kundi hugs-
að mær at víst á nakrar veruleik-
ar, um vit sleptu Norðsjónum.
Um vit siga, at tað í dag eru
25 skip, sum fiska idnadarfisk,
og hesi skip skulu á Feroya-
grunnin at fiska, so skulu tey
fyri at bera seg í miðal hava 800
tons av fiski, sum gevur 3,00 kr
pr. kg, tað vil siga av toski og
hýsu. Tað vil aftur siga, at av
hesum 25 skipum verða fiskað
20.000 tons undan Feroyum
Hartil koma tey 8 skipini hjá
Skipafelagnum, sumskulu byggj
ast um til troling á Feroya-
grunninum og uml. 10 onnur
skip, sum eru í gerð og koma
innan 1 ár. Hesi skip skulu hava
uml. 1.000 tons hvert, um tey
skulu hava nakrar meguleikar.
Tað vil siga 20.000 tons afturat,
og alt undan Feroyum. Hyggja
vit síðani eftir tí nogd, sum bret-
ar fiska undir Føroyum i år, so
maskinur
síggja vit, at tað kemur at liggja
um 10.000 tons av toski og hýsu
Nidurstødan má so verða tann
at um bretar verða útihýstir
undan Feroyum, so hava vit
10.000 tons at bjóða hesum um!
45 skipum, sum hava ein mini
mumsterv uppa 40.000 tons
Tað sum eg her havi víst á, eru
bert ídnaðarskip og aðrir trolar-
ar, sum enn ikki eru komnir á
Feroyagrunnin, men sum eftir
hugsan Adolfs skulu koma her
og helst í morgin.
Nú hevur kanska onkur hug at
spyrja, hví eg ikki taki upsan
við, nei, upsan havi eg ikki
gloymt. Hugsa vit um teir størru
trolararnar, sum veiða vid Is-
land, so síggja vit, at kvotan har
yviri rokkur als ikki til, so rokn-
ast má við, at hesir trolarar
noyðast at veiða upsa eina tíð av
árinum við Feroyar, um teir
skulu hava nakran møguleika
At menn blíva við at siga, at
vit skulu sleppa ellum fjarfiski-
skapi eftir nokrum døgum er á
byrgdarleys tala. Nakað annað
er, um vit síggja, at vit verða
noyddir at fiska meir og meir
undir Føroyum, og roynast ma
at finna nýggjar fiskimøguleik-
ar, sum enn ikki eru troyttir,
runt um oyggjar okkara, so sum
1 møguligar rækjur á djúpari
vatni norðan fyri Feroyar
meiri brúk av svartkjaftinum
blálongu á djúpari vatni
sildin norðan fyri, sum vísir
seg at nerast aftur
5 sílabrúk á landi o.a
men einki av hesum kann leyp-
+ 00
eru nå å flestu skrivstovum i Føroyum,
og åttu at verid å øllum
1. Hon skrivar vakurt
2. Skrivikúlan kann lættliga skiftast út
3. Rætningstasturin lættir almikið
um arbeidid
Pf. THEODOR VID KELDU
Telefon 56355
. 3870 Klaksvík
ast úti í morgin, men fram må
farast við skili, og vit mugu seta
eina yvirgangstid uppá um)!
5—10 år, áðrenn hetta verður
veruleiki
Tað verður tosað nógv um, at
vit skulu klára okkum sjálvar,
verða sjálvbjargnir, og tað er
rætt. men við tí fiskivinnupoli-
tikki. sum ávísir menn reka í
dag, blíva vit ikki sjálvbjargnir
Hesin politikkur fer at gera, at
vit koma í eina slíka figgjarliga
kreppu, at vit fara at noyðast at
læna so nógvan pening uttan-
landa, at vit koma undir for-
myndarskap av ødrum, áðrenn
vit ána tað. Nei, latið okkum
ikki verða eintáttaðar, tí tað
kennir tann til, sum hevur fing
ist nakað við sneri, at ein tattur
heldur ikki nógv, men eru teir
fleiri, so kunnu teir halda, sjålvt
um nógv stendur á
Til seinast skal eg gera eina
stutta viðmerking til >Norðsjó
arkapitalistarnar<. Tað vísir seg,
sum orðið kapitalistur er eitt
slíkt gandaorð í dag. Man sær
skrivað upp og niður um hesar
kapitalistarnar, sum hava v ið
skip at gera. Adolf kallar norð
sjóarmenninar fyri „norðsjóar
kapitalistar« samstundis sum
hann sigur, at Norðsjónum skulu
vit sleppa skjótast gjørligt
Hvar er logikkurin? Ég vil siga,
at eru allir sum veiða í Norðsjó-
num blivnir stórkapitalistar eftir
nøkrum fáum árum, so vælsign
að fái fleiri skip í Norðsjógvin og
tað skjótast gjørligt. Nei Adolf,
tíverri eru alt ov fáir kapitalistar
í Norðsjónum. Nakrir av teimum
størru kraftblokkabátunum eru
komnir hampuliga væl fyri, og
tað haldi eg, at vit skulu bara
gleðast yvir og ikki kalla teir
nakað ljótt fyri tað, ti hetta eru
sjómenn burturav, sum allar
aðrar natiónir seta høgt í met
um.
Tað má sigast, at stór broyt-
ing er farin fram í landi okkara.
Kemur maður í dag heim við ein
um góðum túri, so verður hann
kallaður kapitalistur og má helst
ganga heim igjøgnum fjøruna til
hús. Fyri nøkrum árum síðani
varð ein slíkur maður roknaður
fyri ein rokara, jú, tíðir broyt-
ast
Síðani er bert at meta um,
hver er sterri kapitalistur, ein
sum setur 30.000 kr. í ein idnað
arbát ella ein sum setur 30.000
kr. í ein útróðrarbát?
Vit liva í eini broytingartid, har
alt skiftir so skjótt, at ilt er at
fylgja við og ikki minst innan
fiskivinnuna, har ikki er lætt at
fóta sær. Hetta er ikki tíð til at
brúka ljót orð um vinnuna hjá
hvorjum eðrum, men heldur
royna at slætta sjogv, har sum
slættast kann, ti, sum tað
út i dag, verða nógvir Stremgir
sum vinnast må á, og tann sum
fer at stridast í einum streingi
skal rokna vid, at båturin koll
siglir, og tað er eftir mini metan
land okkara ov gott til
Prestainnsetan
Sunnudagin verður í Hval-
biar kirkju nýggjur prestur,
Elsa Funding, innsettur av
Ejvindi Vilhelm, bispi.
Fleiri tiknir fyri
spruttkoyring
Seinastu dagarnar hevur
politiið í Havn tikið fleiri sum
hava koyrt við kenning
Seinastu 14 dagarnar hevur
politiið ikki tikið færri enn 10
manns fyri spruttkoyring, og
er hetta nógv meir enn
meðaltalið fyri árið Frá
politistoðini í Havn verður
sagt, at tað sær ikki mætari
út enn hetta tal stendur við
og veksur. At so nógvir eru
tiknir hesar seinastu dagar
nar er ikki tí at politiið hevur
gjørt meir burturúr at fáa
fatur á syndarunum.
Radarkanningar
Herfyrj byrjaði politiið at
kanna fekðina hjá bilum við
Síða 3
pe
kring oyggjarnar
radartólum. Sagt verður at
fleiri eru tiknir. Hann, sum
varð tikin fyri at hava koyrt
skjótast, koyrdi 150 km. um
tíman. Politiið heldur fram
við hesum kanningum ymsa-
staðni í landinum, so eingin
orsek er at kenna seg tryggan
um tú koyrir meir enn teir
loyvdu 70 km.t.
Mist umleið 6000
laksar
Herverk varð fyrr í vikuni
gjørt á eina netbyrging hjá
P/F Fiskaaling norðuri við
Streym. Ætlandi eru einir
6000 laksar farnir ut um
byrgingina. Laksarnir hava
verið í byrgingini í tvey ar, og
skuldu teir verið tiknir kom
andi ár og seldir, fyri eitt
virði uppá umleið 600.000 kr
Sagt verður, at politiið kann
ar málið
Eins og brotsverkið, tá
menn hevdu sett garn á
Leynavatnið, er politiið ikki
komið fram á tann ella teir
seku
Nýggjur blaðmaður
á SOSIALIN
Hendan myndin er tikin í Mykinesi, har Høgni
Djurhuus kom fram á eitt tjaldur, sum hvorki
fekk gingið ella farið á flog, tí tað hevði fing-
ið ullalagd
Høgni er, hjálpti
um beinini.
hann hesum
Fuglavinur, sum
hjartkipta
tjaldrinum vid at skera ullalagdina av og
slapp ti avstað aftur.
Frá mánadegnum 22. august kemur Høgni
Djurhuus at arbeiða á Sosialinum sum blað
maður. Høgni er 26 ára gamal og hevur ar
beitt sum blaðmaður á 14. september í nøkur
ár.