Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Nr.'55 — 20. august 1977 spstalurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blad madur: Jan Miller Prent: Dimmalætting Eitt arbeidsplåss SIGLINGIN hjå Smyrli millum Føroyar, Noreg island og Skotland hevur givid rættuliga væl av sær, og er nytslan av hesum sambandi stødugt vaksandi. Í FJØR gav hendan sigling eitt yvirskot uppá 3 mill. kr. Eftir ollum at dóma verður yvirskotið væl stórri í år. Her er eisini talan um eitt ar- beiðspláss, sum gevur arbeiði til nógv fólk í tíð- arskeiðinum mei—september. Okkum er upp- lyst at 70 fólk fáa sina úrtgku av hesi sigling í nevnda tíðarskeiði. ONGIN IVI er um, at hetta er ein vinna, ið kann verða útbygd. Møguleikar eru fyri at sigla til Danmarkar eisini og somuleiðis eru møguleikar fyri at sigla stórri part av árinum. Koma vit so langt, verður neyðugt at fáa eitt skip afturat til hesa sigling, sum tá verður eitt av teimum stóru arbeiðsplássunum. SPURNINGURIN um ferðasamband sjóvegis millum norðurlond, hevur verið umrøddur í norðurlandaráðnum, sum fyri nøkrum árum síðani setti nevnd at arbeiða við hesum máli. Hetta var nakað áðrenn føroyingar keyptu Smyril! og fóru undir sigling millum Føroyar, Noreg og Ísland. NÚ FRÆTTIST, at nevndin er liðug við arbeiðið, og at hon leggur álit fyri norðurlandaráðið til heystar. Innihaldið í álitinum er okkum ókunn- ugt. Men føroyingar hava umboðsmenn í norð- urlandaráðnum og sostatt hava vit høvi til at siga okkara hugsan tá málið kemur til umrødu í ráðnum. VIT HALDA tað vera nátúrligt, at føroyingar, sum eru farnir undir sigling millum hesi lond og hava røkt hesa sigling í trý ár, fáa litið upp í hendir at røkja hetta samband. Tað er mangan at hoyra, at vit hava fiskivinnuna, sum okk- ara einasta vinnuveg, og at okkum tørvar al- ternativar vinnuvegir. Hetta ger seg ikki minst galdandi nú fjarfiskiskapurin er avtakandi. TAÐ ER nógv sum talar fyri, at júst føroyingar eiga at rækja hesa sigling. Eitt er tað, at vit eru farnir undir siglingina og longu hava ávísar royndir, og eitt annað er tað, at vit eru ein sjó- farandi tjóð burturav, og at tað er nátúrligt hjá okkum at sigla, og at okkum tørvar alternativar vinnuvegir nú fiskiskapurin verður avmarkaður á øllum leiðum. VERÐUR siglingin útbygd, kann hon geva hýru til eins nógvar mans, sum einir sjey — átta stórir línubátar. Talan er um eina nýggja vinnu, ið sýnist at vera rentabul, og sum er eitt kærkom- ið arbeiðspláss hjá okkara sjófarandi fólki. Tí eiga vit frá føroyskari síðu at gera alt fyri at vit framhaldandi koma at rekja hesa sigling. SU SA A dagbókin Blaðið lítið Sosialurin kemur í dag út í væl minni stødd enn vanligt er. Orsøkin til hetta er sjúka á prentsmiðjuni. Guðstænastur sunnudagin: Guðstænasta við altar- gangi í Havnar kirkju. Hans J. Joensen, prestur prædik- ar. Í Vesturkirkjuni guðstæn- asta við altargangi við Kjart- an Mørkøre. Å Selatræ gudstænasta vid altargangi við N. P. Daniel- sen. i Skålavik gudstænasta vid altargangi kl. 12 og å Sandi kl. 19.30 vid Bergur Jacobsen. Guðstænasta við altar- gangi verður í Hattavíkar kirkju sunnudagin. Salamon Joensen, prestur prædikar. Brúdleyp Í dag giftast í Havnar kirkju Helga Johansen úr Kollafirði og Hjerleif Gaard, úr Havn. Adr. KFUK, Varð- agøta 1. Í dag giftast í Keypmanna- havn Annelisa Nielsen, dóttir Monu og Arne Nielsen, Se- borg, og Benny Mortensen úr Keypmannahavn. Adressan er: Juni Allé 93, Herlev. Tannlæknaprógv Á tannlæknaháskúlanum í Keypmannahavn hevur Terji Davidsen av Skála tikið prógv sum tannlækni. Skeyt tvey mál Í blaðnum leygardagin varð sagt, at Dave Jones skeyt eitt mál í dystinum millum ÍF og B36. Tað rættað er, at Dave Jones skeyt 2 mál, annað av hesum var uppá brotsspark. Umberið mistak- ið. KFUK byrjar basararbeiðið mána- kveldið kl. 19.00. Títtlingarnir í KFUK 1. lið metir mánadagin kl. 16.30 og 2. lið týsdagin kl. 16.30. Vit taka ímóti títtlingum týsdagin. Genturnar skulu vera antin 8 ára ella ganga í 2. klassa. nýggjum Spælistovan í KFUK (børn undir skúlaaldur) verður nú flutt frá mánadegi til Hósdag. KFUK-skótarnir 1. lið hevur fund týsdag kl 19.00 og 2. lið hósdag kl 19.00 Hákun Dam farin Komin heim av feriu, frætti eg, at mammubeiggi, Hákun Dam, var deyður 28/6. Hákun var sonur Ola Kristian Dam, ættaður úr Sjóargarði i Kollafirði, og Sáru Mariu, ættað av Heygum í Vestmanna. Tey fluttu til Skopunar, har tey byrjaðu handil, og blivu øll børnini, 6 i tali å livi, fødd har, og var Håkun næst yngstur i flokkinum Hesin barnaflokkur kom undir ta vanlagnu at missa påpan á sjónum, og kom mamm- an, ið tå gekk vid yngsta barni- num Lilly, at sita illa fyri. Tå var eingin hjålp at fåa, og tå so mamman bleiv sjúk, var tað bert samanhaldið millum bernini, ið bjargaði heiminum. Hesi bern, so ung tey enn vóru, komu sostatt at kenna lívsins beiskleika, og hevur hetta óivað búnað tey at klára seg sjálvan, langt áðrenn tey veru- liga vóru tilkomin. Håkun fór til skips bert 14 ára gamal, og starvaðist hann eina tíð í handlinum hjá Thomsen á Tveroyri, til hann fór at ganga á Læraraskúla. Eftir lokið prógv gjørdist hann lærari á Sandi, og hevði hann hetta starv til hann, vegna sjúku fór frá. Hann flutti fyri fáum árum síðani til Havnar. Nevnast skal at Hákun var deknur í Sands kirkju í nógv ár, somuleiðis hevði hann mong onnur álitissterv, so sum sjúkra- kassa formaður og -skrivari, grannskoðari í Sparikassanum, og seinri limur av Sparikassa til- sýnsráðnum til hann nú doyði. Hákun bleiv giftur við Fiu, dóttur til Jákup Mittún og Lenu, og fingu tey trý bern sam- an Hákun var óferur kvødari, og ofta varð sent boð eftir honum at skipa fyri dansinum. Eisini var hann góður telvari. — Ættar- granskari av teimum bestu. Alt hann tókst við bleiv samvitsku- fult avgreitt. Sjálvur havi eg nógv at takka Håkuni fyri, ikki minst hansara sera góðu gávur at læra frá sær, soleiðis at evnið, talan varð um, kom lætt og greitt fram. Hann var trúfastur, og við tann hann var góður við, var einki ov gott. Nú eru bert tvey eftir á lívi av mammusystkinum mínum, og kennist missurin stórur. Jákup Suni LÝSING Vegna skeið verða hårfridkanarhøllirnar stongdar leygardagin 27/8 og mánadagin 29/8 Hárlogicentrið Telf. 14768 Lýsið i sosialinum Oddvør Jacobsen Telf. 12201 Telefon 1225 Telex 21 Ur Køben- Ur Ur Halm- Ur I Skip havn Alborg stad Leith Feroyum BLIKUR 18/8 16/8 21/8 RAVNUR 22/8 26/8 VELA 25/8 23/8 28/8 BLIKUR 1/9 30/8 1/9 RAVNUR 9/9 12/9 RAVNUR fermir i DRAMMEN 23/8 RAVNUR fermir i DELFZIJL 7/ PF SKIPAFELAGID FØROYAR