leygardagur 20. august 1977síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 55
Leygardagin
20. august 1977
50. árgangur
Leysasøla 2,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Kann ikki forsvara
at eitt skip verður
ov tungt lasta
sigur Sofus Sivertsen, skipasýnið, í samband við
seinasta túrin hjá Krúnborg
Seinasta sunnudag kom Krún-
borg úr Norðsjóvnum fullfermd
av makreli á Havnina. Teir
mettu veiðuna til umleið 970
tons. Sagt verður at veiðan
hevur eitt virði av umleið 3/4
miljón.
Sosialurin hevur í teimum
seinastu blødunum skrivað nak-
að um tryggleika á arbeiðspláss-
inum, men eftir at hava sæð,
hvussu Krúnborg lá í sjóvnum,
tá báturin kom á Havnina
sunnudagin, er helst at umhugsa
um vit ikki eisini skulu umreða
tryggleikan á sjóvnum.
Kann íkki
forsvara hetta
Vit hava hitt stjóran fyri
skipasýninum, Sofus Sivertsen.
Uppá fyrispurning um einki
mark er fyri, hvussu nógv kann
latast í eitt skip, sigur hann, at
tað er tað sjálvandi.
— Skipasýnið hevur fleiri
ferðir reist sak ímóti skipum,
sum eftir skipasýnis metingum
hava havt ov nógv í, men í flestu
forum hevur skipasýnið tapt
hesi sakarmál. Sagt hevur verið,
at manningarnar ikki hava verið
í stórsta vanda.
iu08 mm“ *.8
i
me
mm
m
i
Beinanvegin tidindini um at amerikanski
sangarin Elvis Presley var deyður, samlaðust
fólk i hópatali uttanfyri húsum hansara i
Graceland í Memphis. Utvarpsstødir slitu
teirra vanligu skráir, og sendu Elvis tónleik.
Radiostødin Luxembourg strikadi alla skrå
sína hetta kvøldid og hevði ístaðin frásagnir
um sangaran og tónleik hansara.
Krúnborg — tryggleiki ella ikki?
Hevur skipasýnið mist
móti at reisa tilikar sakir?
Nei, men um vit skulu reisa
eina sak aftur vilja vit vera vísir
í, at vit vinna hana. Tað er ikki
serliga spennandi at fara í rættin
ferð eftir ferð, og ikki fáa
viðhald, sigur Sofus Sivertsen. Krúnborg, sigur Sofus Sivert-
Uppá fyrispurning um skipa- sen, at hann ikki kann siga
sýnið fer at reisa ákæru ímóti nakað um tað nú, men, leggur
A ———M
hann afturat, eg kann ikki
forsvara, at eitt skip verður
lasta ov tungt
Aksturvinnan í kreppustødu
hyruvognsførari. Talið á hýru-
vognum í hvørjari einstakari
kommunu er avmarkað. Hetta
verður gjørt fyri at verja hýru-
vognsførararnar, ið hava hesa
vinnu sum livibreyð.
Í Føroyum er stødan ein onn-
ur. Her kunnu øll fólk, sum hava
koyrikort og bil, venda sær til
løgregluna og fáa loyvisbræv til
aksturvinnu. Hetta kann lata seg
gera, sjálvt um ein hevur annað
arbeiði sum høvudsvinnu.
Ein og hvor kann koyra hýru-
vogn, og tískil er talið á hýru-
vognum órímuliga stórt. Hann
ella hon, sum bert hevur hýru-
vognskoyringina sum livibreyð,
verður tí noydd at hava annað ar-
beiði við síðuna av. Ovurhonds
stóra talið av hýruvognum ger,
at tað verða fáir túrar í part til
hvønn hýruvognin. Lesið meira
um viðurskiftini hjá hýruvogns-
førarunum inni í blaðnum.
Hóast tey føroysku blødini eru
nógv í tali og fleiri av bløðunum
koma út nakrar ferðir um vik-
una, eru tað mong viðurskifti í
samfelagnum, sum als ikki verða
umrødd í bløðunum. Sosialurin
hevur í summar vidgjørt fleiri
slík mál, eitt nú arbeiðsviður-
skifti og trygdarviðurskifti á ar-
beiðsplássunum. Ætlanin er at
halda fram við hesi skriving í
komandi bløðum.
Í dag fara vit at tríva í nakrar
av teimum trupulleikum, sum
hýruvognseigarar, serstakliga í
Havn, hava at dragast við. Vit
hava hitt formannin í Akstur
vinnufelagnum »SAMFYLKING«
í Havn, Álv Kirke, og skift orð
við hann um hýruvognskoyring.
Álvur er eisini formaður í Lands-
felag Aksturvinnunar.
Í øårum londum er hýruvogns
koyring ein vinna burturav. Avis-
ar reglur skulu låkast fyri, at ein
maður ella kvinna kann gerast
CF VMI VI
VARE GEERT REE KE KE EK KK ES BV LSVLOVMIV AD VD YLD VSS IV LDV AVA AA