Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 124 - 3. juli 2002 Nr. 124 - 3. juli 2002 3 Tiðindaskriv Várdýpisins songur er heit- ið á kórferðini hjá Musik- studerendes Kammerkor úr Aalborg, til Føroyar og Ís- land. Kórið varð stovnað í 1995 av tónleikalesandi á universitetinum í Aalborg. Tað hevur síðani verið sera virkið á konsertum og í mentanarlívinum í Aalborg, og aðrastaðni í Danmark. Tey hava arbeitt saman við Det Jyske Kammerkor, Philarmonisk Kor og Aal- borg Symfoniorkester. Kór- ið hevur eisini verið víða um úti í heimi t.d. í Japan og Fraklandi – og á hesum sinni gongur leiðin til Før- oyar og Ísland. Kórið syngur bæði nýggjan og eldri tónleik – serliga norðurlendskan. Hesuferð fara tey millum annað at frumframføra eitt verk fyri kór og saxofon eftir føroyska tónaskaldið Kára Bæk. Í hesum sam- bandi hava tey kenda svenska sopransaxofonistin Anders Paulsson við. Kórleiðari í Musikstude- rendes Kammerkor er Mogens Dahl, sum er ein av dugnaligastu og virkn- astu kórleiðarum í Dan- mark. Hann undirvísir dag- liga í kórleiðslu á universit- etinum í Aalborg, og á tí Jyska Musikkonservatori- inum, og er listarligur leið- ari í tí Jyska operakórinum. Harumframt er hann nógv umbiðin sum gestakórleið- ari á kórstevnum, og hjá heimskendum kórum og ensemblum. Mogens Dahl hevur eisini eitt serligt til- knýti til føroyskan kórtón- leik, tí hann hevur tað sein- asta árið verið í Føroyum fleiri ferðir, og hildið skeið fyri føroyskum kórleiðar- um. Kórið hevur hildið kon- sert í Fuglafirði, og týs- kvøldið 2/6 kl.20.00 verður konsert í Kristianskirkjuni í Klaksvík saman við 17 Sangarum. Mikukvøldið 3/6 kl. 21.00 verður konsert í Vesturkirkjuni í Tórshavn, saman við Tórshavnar Kamarkóri. Hóskvøldið 4/6 kl. 20.00 syngur kórið í kirkjuni í Vestmanna, sam- an við svenska saxofonist- inum Anders Paulsson. Charlotta Olsen Í døgunum 6.- 9. juni hevði musikkskúlin forkunnuga vitjan. Tveir Suzuki-lærarar úr Belgia vóru komnir hendanvegin at hava eitt skeið fyri føroyskum violinnæmingum. Wilfried Van Gorp og Koen Rens høvdu undirvís- ing bæði í einatímum og samanspæli. Teir hava báðir eina holla útbúgving innan Suzuki-metoduna og hava eisini verið næmingar hjá S. Suzuki sjálvum! Ein skrá var løgd fyri hesar dagarnar, og vóru tímar settir av til einatímar og samanspæl soleiðis, at øll sluppu framat hvønn dag. Hóast veðrið var av tí besta møttu næmingarnir hugagóðir upp til venjing- arnar. Tann eina dagin var samanspæl-venjingin gjørd uttandura og eydnaðist tað eisini sera væl. Leygardag in var konsert við solistun- um og kundu teir her vísa, at teir høvdu fingið nakað burturúr. Leygarkvøldið var farið ein túr við Norð- lýsinum til Nólsoyar. Og hóast veðrið var øtlað eitt sindur, var hetta ein avbera góður, stuttligur og »av- stressandi« túrur. Sunnudagin var enda við einari felagskonsert, har allir næmingarnir spældu saman. Byrjað varð við teimum mest royndu og øktist tali so hvørt, sum næmingarnir hildu seg til. Hetta eydnaðist sera væl. Teir vøkru fióltónarnir av »Blinsktra lítla stjørna mín« fyltu Vesturkirkjuna, meðan næmingarnir frá 19 ár og líka niður í 4 ár góvu alt teir høvdu. Sera vakurt! Somuleiðis vóru tvey stykkir »kryddrað« við cellospælið, sum nakrir næmingar á musikkskúlan- um spældu. Henda vitjanin gav næm- ingunum nógv og eisini lærarnir Sámal Petersen og Annette Nielsen fingu nýggjan íblástur til undir- vísingina. Men hetta hevði neyvan kunna latið seg gjørt uttan góðan stuðul frá Føroya Sparikassa, Føroya Banka, MBM, Tryggingarfelagn- um Føroyar, Tórshavnar Musikkskúla og Stephans- sons húsið. Somuleiðis høvdu hjúnini Kára og Jakku Heinesen saman við øðrum lagt eina stóra orku í at fáa hetta í lag og leggja til rættis. Og eiga øll hesi eina stóra tøkk uppiborna! Almennir fyrilestrar í Klingruni í Norðurlanda- húsinum leygardagin 6. juli 2002 kl. 16.00. Lars Huldén, professari úr Svøríki, og Jón Karl Helgason, bókmentafrøð- ingur úr Íslandi, fara at halda fyrilestrar um ávika- vist Kalevala og Þryms- kviðu. Lars Huldén hevur sam- an við soninum Mats gjørt nýggja svenska týðing av tjóðarkvæði finna, Kale- vala, sum kom út í 2000. – Fyrilesturin fer at snúgva seg um motivini í Kalevala. Fyrilesturin verður á svenskum. Jón Karl Helgason hevur vart doktararitgerð við Uni- versitetið í Massachusetts í 1995 um Njáls Saga. – Fyrilesturin hjá honum ber heitið »Gender, Class and Discourse in Þrymskviðja« og verður hildin á enskum. TÍÐINDASKRIV Í vikuskiftinum verður varmakeldustevna í Fugla- firði. Sjálvt um eingin FM- kappróður er, ætla fyrireik- ararnir ikki, at stevnan skal verða merkt av hesum. Hvørki so ella so. Longu mikudagin byrjar stevnan, tá yngru deildirnar leika fótbólt á vøllinum, umframt at ÍF hevur bingo í Stórhúshøll kl. 19.30. Hós- dagin er eisini bara fótbólt- ur í skránni. Allir fótbólts- dystirnir eru steypadystir. Fríggjadagin kemur so eitt sindur meir av stevnu- dámi yvir bygdina. Tá letur m.a. tivoli upp á økinum millum Føroya Banka og bókasavnið. Kl. 19.00 letur listaframsýning upp í Gall- arí Ribarhúsið. Tað er Rannvá Holm Mortensen, sum sýnir fram. Í sambandi við ferniseringina fríggja- kvøldið lesur Jóannes Nielsen upp nýggjar yrk- ingar, meðan Eyðun Larsen fer at framføra á klaverin- um. Kl. 20.00 fara fólk í Sjónleikarafelagnum at framføra varmakelduteiti í nýggja mentanarhúsinum. Kl. 23.30 verður diskotek í mentanarhúsinum. DJ verður Jan Gardar. Leygardagin Leygardagin er skráin á tremur við spennandi og fjølbroyttum tiltøkum fyri alla familjuna. Kl. 14.00 verður stevnan sett. Í ár set- ir ein av mongu fuglfirð- ingunum bústiandi í Havn, Petur Simonsen, stevnuna. Eisini spælir Fuglafjarðar Hornorkestur. Sum altíð á varmakeldu, eru framsýn- ingar av ymiskum slag. Umframt framsýningina í Gallarí Ribarhúsi hevur Fuglafjarðar Fornminnis- felag framsýning í Høvda- húsinum og listaframsýn- ing er eisini í fimleikahøll- ini. Hesar framsýningar hava opið leygar- og sunnu- dagin. Kl. 17.30 leygardag- in verður forvitnisligur dystur á vøllinum. Tá fer vælkenda Berg-liðið - sum er manna við 13 systkjum av Kambsdali - á vøllin. Mótstøðuliðið er manna við fólki úr Abrahamsen- ættini, har m.a. Abraham Løkin (fyrr Hansen) er ein. Kl. 19.00 verður barnatil- tak við Angelu, Hannibal, Fjotta og Bobo í nýggja mentanarhúsinum. At- gongumerki á 50,- fáast í forsølu hjá Haraldsen og í FK í Fuglafirði, á Statoil- støðini í Leirvík og Sal- tangará og á Shellstøðini í Gøtudali. Ikki seld at- gongumerki verða seld við dyrnar frá kl. 18.30. Kl. 23.30 verður miðnáttar- samkoma úti á Varmakeldu. Jógvan í Lon Jacobsen heldur røðu. Eisini verður bál og felagssangur. Um miðnáttarleiti verður dans- ur í ítróttarhøllini á Kambs- dali við All That Rain. Í sambandi við dansin koyrir bussur úr Steinatúni kl. 22.30. Áhugað kunnu ringja tel. 21 64 64. Sunnudagin Sunnudagin er eisini nógv á skránni. Kl. 14.00 verður fólkafundur við bókasavn- ið, har Jákup Pauli Johannesen heldur røðu. Samstundis hevur Føroya Ellisakfør framsýning á tivoliøkinum, har vakrasta akfari verður kosið. Hendan framsýng er til kl. 16.00. Kl 19.00 sunnu- kvøldið verður brotssparks- og málmanskapping á vøll- inum. Málverjar verða m.a. Jens Martin Knudsen og Tróndur Vatnhamar. Kapp- ingin er fyri børn og vaksin. Í bólkinum hjá teimum vaksnu kappast málverjarn- ir eisini um at bjarga so mongum skotum sum møguligt. Besti málverjin og besti brotssparksskjúttin fáa steyp til ognar. Í sambandi við stevnuna verða lyklar seldir, har høv- uðsvinningarnir eru tveir Aprilia skutarar. Tveir av lyklunum passa í lásini, sum hanga við skutararnar. Til ber at royna keyptar lyklar í lásunum á skutar- unum, sum standa á tivoli- økinum ímillum kl. 18.00- 22.00 sunnukvøldið. Varmakeldustevnan end- ar sunnukvøldið við, at JM Band spælir til dans í nýggja mentanarhúsinum. Teir sum manna JM Band eru Jens Marni Hansen, gittar og sang, Ólavur Øster, gittar, Pauli Magnus- sen, bass, og James Olsen, trummur. Umframt mongu tiltøkini sum eru nevnd omanfyri, hava fyrireikararnir leiga tveir sumoglímarabúnar úr Danmark. Hesir verða á tivoliøkinum leygardagin og sunnudagin. Kl. 20.30 leygarkvøldið verður sumoglímarakapping á tivoliøkinum. Tá verður dystast um at gerast ársins varmakeldusumoglímari. Vinnarin fær vinning, sum verður avdúkaður eftir kappingina. Tilmelding fer fram á staðnum beint áðr- enn kappingina. Tøkk Vit vilja hjartaliga takka øllum tykkum, sum sýndu okkum samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Kirstina Klettheyggj Sandvík doyði og varð jarðað. Tøkk til prest fyri góð og troystarrík orð – bæði heima, í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, gravarar og berarar. Tøkk til tykkum øll, ið sendu henni blómur, kransar, gávur og heilsanir, og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Tøkk til tykkum, sum tóku tykkum av ervinum, og annars øll, sum hjálptu til við jarðarferðini. Ein serlig tøkk til tykkum á Suðuroyar Sjúrkahúsi, sum tóku tykkum so væl av henni ta tíðina, meðan hon lá har. Elberg, Emmy, Johnhard og Elkin Várdýpisins songur Konsert í Vesturkirkjuni Hámentanarligir fyrilestrar Varmakeldustevnan verður fjølbroytt Tvøroyrar Kommuna hevur nú einaferð enn staðfest, at tað verður tað Dúgvan, sum skal avloysa Smyril, tá ið hann fer í dokk á nýggjárinum, sleppur hon ikki at bryggju á Tvøroyri- men nú er bannið víðkað til eisini at umfata onnur skip SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tvøroyri: Tvøroyrar Býráð hevur enn einaferð staðfest, at tað fer ikki at góðtaka hvat sum helst, tá ið Smyril aftur fer í dokk. Smyril skal í dokk í einar tveir mánaðir eftir nýggjar at umvæla stabilisatorarnar, men samstundis er ærtlanin at gera árliga eftirlitið, so at hann ikki aftur skal í dokk næsta vár, sum annars hev- ur verið vanligt. Men enn er onki avloys- araskip funnið og sum skilst, er tað meir enn ivingarsamt um tað yvir- høvur fer at eydnast at finna eitt skip á sama støði sum Smyril, tí leigumálið er so stutt. Og tað er eisini fleiri ferðir komið fyri, at tað ikki hevur eydnast at finna hóskandi avloysara- skip, eitt nú hevur Dúgvan verið brúkt og ta eina árið var Claymore leigað. Tvøroyrar Býráð hevur fyrr gjørt av at vísa sína misnøgd við mátan, sum málið verður handfarið upp á við at nokta at geva Dúgvuni atløgupláss. Bannið víðkað Og nú Smyril aftur skal í dokk, varð málið einaferð enn viðgjørt í býráðnum mánakvøldið. Har varð samtykt at halda fast um avgerðina at nokta Dúgvuni atløgupláss. Men har varð samstundis samtykt at víðka bannið til eisini at ufata øll onnur skip, ið vóru minni enn Smyril. – Eg dugi kki at síggja nakað endamál í at nokta Dúgvuni atløgupláss og so loyva øðrum skipum, sum ikki eru stórt frægari at leggja at, segði borgar- stjórin, Finnleif Guttesen. Og hesum tók Býráðið undir við. Sostatt samtykti Býráðið mánakvøldið at hvørki Dúgvan, ella nakað annað skip, sum ikki er á líka høg- um støði sum Smyril, fáa atløgupláss á Tvøroyri. Sostatt krevur býráðið, at avloysaraskipið, sum verð- ur sett í sigling ímeðan Smyril er í dokk, skal í hvussu so er ikki vera verri enn Smyril er. Annars hevur løgmans- skrivstovan fyribils sett bannið hjá Tvøroyrar Býráð um at nokta Dúgvuni at- løgupláss, úr gildi við teirri grundgeving, at Býráðið hevur ikki heimild at nokta Dúgvuni atløgupláss. Ein endalig støða skuldi so takast tá ið Løgmans- skrivstovan hevði kannað málið gjølligari og var komin til eina endaliga niðurstøðu. Tann niðurstøðan er ikki komin enn. Men Tvøroyrar Býráð svar- aði skjótt aftur við at leggja ein trolara yvir á sam- ferðsluhavnina og at bjóða Dúgvuni vælkomnari á havnina á norðaru síðu. Men har er ongin ferjulega, so fyri at fáa ferðafólk og bilar í land, má Dúgvan, og onnur skip, sum ikki hava síðuportur, leggja at við hekkuni so at skipið annars stingur út á sjógv og tað kann bara gerast í besta veðri. Og kemur avgerðin hjá løgmálaráðnum at standa víð, skilst at tað verður eisini mannagongdin, tá ið Smyril fer í dokk eftir nýggjár og um so er, at av- loysaraskipið ikki verður góðtikið. Í fjør hevði Tvøroyrar kommuna eitt yvir- skot upp á 2,3 milli- ónir FRAMGONGD Áki Bertholdsen Tvøroyri: Nú er tað aftur av álvara farið at ganga framá hjá Tvøroyrar Kom- munu. Eftir at hon at kalla fór á Ørmundarhús í krepp- uni, er nú so stór fram- gongd at hóma, at longu um trý, fýra ár verður skuldin ikki meir enn ein álíking. Á býráðfundi mána- kvøldið viðgjørdu Býráðið roknskapin fyri í fjør og hann vísti, at gondin í kommununi var betri á øll- um økjum, enn væntað varð frammanundan, tí samstun- dis sum inntøkurnar vóru høgri, vóru útreiðslurnar heldur lægri. Í fíggjarætlanini, sum løgd varð fyri 2001, varð mett, at kommunan fór at fáa 43,6 milliónir í inntøk- um. Tað allarmesta av inn- tøkunum er sjálvsagt kommunuskattur, men eitt sindur er eisini havnagjald, rentur o.a. Men tá ið avtornaði var inntøkan 45,5 milliónir, ella 1,9 millión hægri. Somuleiðis varð tað bíligari at reka kommuna enn mett var. Eftir fíggjar- ætlanin i skuldi tað kosta 26,2 milliónir at reka kom- mununa í fjør, men rokn- skapurin vísir, at í veruleik- anum kostaði tað 1,7 millión minni, ella 24,5 milliónir. Hinvegin gjørdi komm- unan heldur ikki ætlar út- byggingarnar, sum hon ætl- aði. Í 2001 bygdi kommun- an út fyri 1,3 millión, men hon ætlaði at byggja út fyri 1,7 millión – ikki stór tøl hjá eini so stórari komm- unu, men eitt prógv um, at kommunan enn er fíggjar- liga hart spent. Tað sæst eisini av, at í 2001 betalti kommunan 10,3 milliónir í avdráttum og 7,1 milliónir í rentu, ella tilsamans 17,4 milliónir í rentum og avdráttum. Eftir ætlanini skuldi hon betala 16,4 milliónir. Alt hetta gevur eitt yvir- skot í fjør upp á 2,3 milli- ónir. Skuldi tað hinvegin gingið sum eftir tølunum á fíggjarætlanini, hevði talan verið um eitt undirskot uppá 700.000 krónur. Øll hesi tølini bera eisini í sær, at á nýggjárinum var skuldin hjá Tvøroyrar Kommunu komin niður á 102,5 milliónir. Tað svarar til 2,5 álíkn- ingar. Í nýggju kommunulógini verður lagt upp til, at kommunur skulu ikki skylda meiri enn eina álíkn- ing. Heldur gongdin hjá Tvøroyrar Kommunu fram sum nú, er hetta málið rokkið um nøkur fá ár, tí longu um eini trý ár er skul- din komin niður á hálva aðru álíking, varð upplýst á býráðsfundinum mána- kvøldið. Býráðið samtykti annars einmælt at góðtaka rokn- skapin fyri í fjør. Tvøroyrar Kommuna hevur nú selt beding- ina. Kommunan fekk bara eitt boð upp á hana. Ein møguleiki er, at skipasmiðja og beding aftur verður sett á stovn KEYP OG SØLA Áki Bertholdsen Tvøroyri: Tvøroyrar Kommuna hevur nú loksins selt bedingina . Tað er eitt felag undir stovning við Bergi Bærend- sen og Knúti Nygaard, sum nú hevur keypt bedingina frá kommununi, sum ann- ars hevur átt hana, síðani hon fór á húsagang fyri nøkrum árum síðani. Síðani hon fór á húsa- gang og kommunan yvirtók hana, er hon bara forfallin meiri og meir og fyrr í ár samtykti býráðið sostatt at lýsa hana til sølu. Men nú frestin at lata til- boð inn var úti, hevði kom- munan bara bara tað eina boðið upp á bedingina. Og á fundi mánakvøldið samtykti býráðið at taka av tilboðnum frá Bergi Bær- endsen og Knúti Nygaard uppá 50.000 krónur. Finnleif Guttesen, borg- arstjóri, ásannar, at hetta er ikki nógv. Men hann er kortini væl nøgdur við at kommunan er sloppin av við hana, tí nú eru hóast alt útlit til at fáa okkurt vinnu- ligt virksemi í gongd á bed- ingini. – Hjá kommununi var bedingin bara ein útreiðsla, samstundis sum bygning- arnir og alt økið sum tað er, eru fallin í órøkt, og hetta var einasta tilboð sum var, so tað órógvar meg als ikki at talan ikki var um tann stóra søluprísin, sigur hann. Virksemið ígongd Bergur Bærendsen sigur, at sjálvsagt er ætlanin at fáa okkurt virksemi ígongd aftur á bedingini. Men nær tað verður, og hvat slag av virksemi, talan verður um, hava teir ikki gjørt sær heilt greitt enn. – Hetta er líka nógv ein íløga í framtíðina, sum nak- að annað. Men eyðvitað verður okkurt sett ígongd, tí sum økið liggur nú, er tað bara ein byrða fyri okkum, sigur hann. Men hann sigur, at ein møguleiki er, at talan verð- ur um at fara aftur á slóðina og at fara undir okkurt slag av skipasmiðju og bedings- arbeiði, so at virksemið sum var, kann takast upp- aftur, um enn í øðrum líki. – Tíverri er bedingsvogn- urin burtur, so tað verður ein stór íløga, sigur hann. Hann vísir eisini á, at tal- an verður neyvan um van- ligt skipasmiðju– og bed- ingsarbeiði, tí tað er nóg mikið av tí í landinum frammanundan og at fara í beinleiðis kapping við tær skipasmiðjur sum eru, sær hann onki endamál í. Men hann sigur, at bæði Knútur Nygaard og virkið hjá honum sjálvum, Bær- endsen Teknik, fáast við ymsar tænastur til skip. – Hevði tað borið til at funnið okkurt økið, har vit kundu farið undir okkurt slag av skipasmiðjuvirk- semi, sum stuðlaði uppund- ir tað, vit gera framman- undan og har vit eru sterkir – uttan beinleiðis at fara í kapping við tær skipa- smiðjur sum eru, kundi tað verið ein møguleiki. Men enn er ov tíðlig at siga nak- að, sigur Bergur Bærend- sen. Dúgvan og onnur lítil skip lýst í bann á Tvøroyri Høvdu yvirskot á Tvøroyri Tvøroyrar Býráð kann ikki annað enn fegnast um gongdina. Frá vinstru eru býráðslimirnir Bergur Bærendsen, Dan Nielsen, Heri Mortensen, Pauli Einarsson, Kristin Michelsen, Sverri Midjord og longst til høgru, Óli Debes, býráðsskrivari. Við rygginum ímóti okkum er tað Finnleif Guttesen, borgarstjóri Keyptu bedingina fyri 50.000 krónur Hesi seinastu árini er bedingin á Tvøroyri fallin í órøkt og tað er synd at siga, at hon hevur verið eitt prýði fyri Tvøroyri. Men nú hevur kommunan selt hana og keypararnir, Bergur Bærendsen og Knútur Nygaard, ætla at seta okkurt virksemi ígongd C M Y K 3 2