mikudagur 3. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 124 - 3. juli 2002
Nr. 124 - 3. juli 2002
5
Stig Rossen vil ikki
seta seg sjalvan í bás
við nakrari ávísari
tónleikagrein. Hann
er sangtulkari burtur-
av. Tað er eisini annað
um hann enn bara
sangurin. Seinastu
tíðina hevur hann
ferðast nógv runt við
fyrilestrum um at fáa
meira burturúr
dagligdegnum. Í
kvøld skal hann
syngja fyri tveimum
fullum húsum, og
hann er ikki í iva um,
at í Føroyum kann
hann fáa nógv
burturúr
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
Tað er ferð á frá byrjan.
Stig Rossen hevur ferðast
allavegin úr Bornholm til
Havnar, men hann er fram-
vegis smílandi og stríkur
avstað, tá boð eru eftir
honum. Við sær til Føroya
hevur hann umframt tón-
leikarar og manager konu
sína og fimm mánaðir
gamla son teirra. Stig
Rossen vil ikki vera sína
nýggju familju fyri uttan,
og tey eru sostatt komin við
til Føroya. Hálvan tíma
eftir, at hann er komið til
gistingarhúsið, er hann
klárur til eina samrøðu, og
hann er eitthundrað prosent
professionellur.
Vitjanin í Føroyum er í
sambandi við Jazz Festi-
valin, har Stig Rossen í
kvøld (mikukvøldið) syng-
ur á tveimum konsertum.
Báðar konsertir eru fyri
langari tíð síðani útseldar,
men danski sangarin hevur
áður roynt mangt slíkt. Á
vitjan sínari í Føroyum fær
hann eisini høvi til at
hyggja seg eitt sindur um.
Tað skortaði heldur ikki við
rósandi orðum til náttúruna
hjá ríkisfelagnum, Føroy-
um, á sínum fyrsta túri
higar.
– Tit hava sikkurt hoyrt
tað áður, men her er altso
ótrúliga vakurt. Eg gjørdist
heilt bergtikin longu frá
fyrstu løtu. Eg hugsaði
beinanvegin: Her kann eg
skriva tónleik. Longu nú
havi eg eisini fingið okkurt
hugskot, meðan vit koyrdu
higar, sigur Stig Rossen.
Miserable
At siga frá øllum, sum Stig
Rossen hevur gjørt, fyllir
hetta blaðið.
Fyrstu ferð, at Stig Ross-
en rættiliga trein fram á
almenna tónleikapallin var
í 1988, tá hann luttók í
Dansk Melodi Grand Prix
við sanginum Vi danser
rock og rul. Tað var tó ikki
tó nóg mikið til at sláa Hot
Eyes við Ka’ du se hva’ jeg
sa, sum slap at umboða
donsku litirnar í finaluni.
Í kjalarvørrinum av lut-
tøkini í sangkappingini
kom hansarar fyrsta pláta á
gøtuna. Kærlighed – og alt
det der gjørdist rættiliga
nógv betri umtókt enn fólk
flest høvdu væntað, og Stig
Rossen byrjaði so smátt at
gerast eitt kent navn í Dan-
mark.
Stóra
gjøgnumbrotið
skuldi vísa seg at koma í
Onglandi. Árini 1987-1990
gekk hann á Guildhall
School of Music and
Drama, har hann fekk sær
útbúgving sum sjónleikari.
Sanggávurnar hava kortini
allatíðina til staðar. Stutt
eftir, at hann varð liðugur
við skúlan fekk ein møgu-
leikan at royna seg í Les
Misérables Nógv kenna
óivað Les Misérables sum
sangleik, søgu ella film.
Les Misérables sum sang-
leikur er tann næstmest
spældi sangleikurin av øll-
um.
Stig
Rossen
gjørdist
kortini ikki gamal í garði
sum kórsangari, tí boð vóru
skjótt eftir honum at spæla
høvuðsleiklutin sum Jean
Valjean í stóru uppsetingini
í London.
Við hesum tók yrkisleið-
in hjá honum verulig dyk á
seg, og hann hevur í dag
spælt henda leiklut 1.369
ferðir í sjey ymiskum lond-
um.
Tað er einki at taka feil
av, at Stig Rossen serliga er
kendur fyri sínari røtur í
sangleikunum, men hann
hevur eisini gjørt annað.
Kortini hevur hann dúgað
nógv uppá sínar dagar sum
leikari í Les Misérables.
Enn fer hann í heilum á
pallin við sangum frá Les
Misérables og øðrum sang-
leikum.
Hann hevur ferðast kring
heimin sum sangara í nógv-
um ymsum sambondum og
við nógvum ymiskum tón-
leikarum. Hann hevur givið
heili sjey plátur/fløgur út,
og tí seinastu, Stories,
hevur føroyski Óli Poulsen
staðið fyri at framleiða. Óli
Poulsen fær eisini rósandi
orð frá Stig Rossen, og
hann dylur ikki fyri, at
hann væl kundi hugsað sær
at samstarva enn meira við
føroyska
framleiðaran.
M.a. hava teir báðir tosað
saman um eina fløgu við
egnum tónleiki hjá Stig
Rossen. Mest kendur er
Stig Rossen fyri sangir úr
sangleikum, sum onnur
hava skrivað, men hann
hevur eisini gjørt eitt sindur
av tónleiki sjálvur, ið kort-
ini ikki hevur verið eins
nógv at hoyrt.
Av øðrum stigum á yrkis-
leiðini hjá Stig Rossen
kunnu vit nevna samstarvið
við amerikonsku gospel
stjørnuna Lillian Boutté,
har hann eisini fekk møgu-
leikan at royna seg innan
fyri gospel.
Hann hevur annars ferð-
ast nógv runt við ymsum
bólkum og hildið konsertir.
M.a. við tónleiki eftir
Andrew Lloyd Webber.
Hann hevur eisini staðið
fyri – saman við øðrum – at
pallseta sangleikin Chess í
Danmark. Heili 80.000
danir ognaðu sær atgongu-
merki til sangleikin.
Næsta uppgávan er ein
nýggja fløgu við Radio-
underholdningsorkestret.
Showtunes
– Et brag af en koncert.
Soleiðis
svarar
Stig
Rossen, tá vit spyrja hann
eftir, hvat vit kunnu vænta
av hansara framførslum í
kvøld.
– Eg fari at royna at
spæla nakrar av teimum
sangunum, sum eg eri mest
kendur fyri. Tað verður
nógvir sangir úr sangleik-
um sum Les Misérables og
Chess, men eisini annað í
pop-greinini. So tað verður
ein góður blandingur, sigur
Stig Rossen.
Orsakað av onkrari mis-
skiljing, so hevur hann
fyrireikað eina framførslu
upp á ein tíma, men hann
fer at vita eftir, um teir ikki
kunnu toyggja seg einar
tjúgu minuttir longur. Við
sær til Føroya hevur seks
tónleikarar, sum allir eru
royndir og dugnaligir tón-
leikarar, og teir hava eisini
royndir at spæla við tílík
høvi.
Stig Rossen hevur gjørt
sær nakrar royndir við
gospel, men hann er mest
kendur fyri pop og sang-
leikir. Sjálvur dámar hon-
um einki at hefta seg at
nakrar serligari tónleika-
grein.
– Tónleikagreinir (sjang-
rur) eru nakað, ið fólk
royna at seta seg sjálvan í
bás við við. Eg vil syngja
øll sløg av tónleiki, og eg
leggi líka í sjangrur, sigur
Stig Rossen.
Við
sínum
royndum
kring allan knøttin hevur
Stig Rossen eisini varnast,
at tónleikurin verður upp-
livaður líka av øllum kring
heimin.
– Eitt nú søgan í Les
Misérables; hon er ógvulig
kensluborin og rørandi, og
hetta fanga fólk. Eg tendri
upp á tekstin. Tað er eisini
tað, eg eri: sangtulkari,
sigur Stig Rossen.
Við sínum tónleiki roynir
Stig Rossen eisini at røkka
til eina breiða fjøld. Sjálvur
hevur hann eisini fingið
íblástur nógvastaðni frá.
Fyri góðum ári síðani helt
hann eisini nakrar kon-
sertir, har hann heilsaði
nøkrum av sínum fyri-
myndum.
Fyrimyndirnar
eru nøvn sum Nat King
Cole, Frank Sinatra, Tom
Jones, Eric Clapton, Elvis
Presley og Stevie Wonder
“Undgå
automatpiloten”
Fyriuttan síni evni sum
sangari, ið eru sum úr
øðrum heimi, hevur hann
eisini annað at bjóða uppá.
Aftanfyri Stig Rossen býr
ein lívsáskoðan og ein egin
heimspeki. Áskoðanin og
heimspekin er so mikið
útviklað, at hann seinasta
árið hevur ferðast runt í
Danmark ikki fyri at syngja
– fyri at halda fyrilestrar.
Fyrilesturin hevur hina
rámandi yvirskriftina Und-
gå automatpiloten. Hendan
fyrilestur hava høgir sum
lágir danir í hópatali lýtt á.
Hugskotið til fyrilestrar-
nar stavar frá einari hend-
ing í 1996 í Hong Kong.
Stig spældi fyri fimmtu
ferð sama vikuskiftið Jean
Valjean í Les Misérables.
Eina løtu, hann vendi
ryggin til viðleikararnar og
áskoðarnar, lat hann líka
eyguni afur, og endin
gjørdist, at hann sovnaði og
vaknaði aftur, tá tað var
púra stilt á pallinum, og øll
bíðaðu eftir honum, men
sjálvur hevði hann ikki
hóming av, hvat nú skuldi
henda.
Eftir at hava sæð filmin
Ground Hog Day gjørdist
hann greiður yvir, at hann
latið automatpiloten ráða
alt ov leingi.
– Eg gjørdist varhugur
við, at eg hevði gjørt tað
sama umaftur og umaftur í
longri tíð, og eg var í roynd
og veru sovnaður, sigur
Stig Rossen.
Hetta varð so startskotið
til eina fyrilestrarøð og
lívsáskoðan. Hann hevur
eisini fingið í boðið at geva
tankarnar út í bók.
– Eg royni at hugsa posi-
tivt og at fáa meira úr
hvørjari løtu. Lívið verður
stutt, um tú svevur tað
burtur. Heldur eiga vit at
taka ímóti hvørjum degi.
Kann eg so fáa onnur at
hugsa meira positivt, so er
tað óført, sigur Stig Ross-
en.
Hóast honum ikki dámar
ikki at planleggja ov nógv
og setar sær mál, ið skulu
røkkast, so er hansara ætlan
heldur ikki ein av teimum
minnu.
– Eg vil broyta heimin.
Eg veit, at tað ljóðar yvir-
drivið, men eg vil so gera
tað, eg kann, sigur Stig
Rossen, sum leggur stóran
at vera erligur og positivur
blandað saman við trúnna á
Gud.
Í framtíðini kundi Stig
Rossen væl hugsað sær at
tikið eitt ár frí til at skriva
sína bók og tónleik.
– Hvør veit – kanska tað
kundi verið í Føroyum,
sigur Stig Rossen, ið einir
áttahundrað
føroyingar
sleppa at njóta mikukvøld-
ið í Norðurlandahúsinum.
FAKTA
Navn: Stig Rossen
Aldur: 40 ár
Hjúnastøða: Giftur, eigur fimm mánaðir gamlan
son.
Útbúgving: Sjónleikari Guildhall School of Music
and Drama
Kendasti leiklutur: Jean Valjean í Les Misérables.
Í Føroyum áður: Nei
Útgávur: Stories (2000), Julelys (1998), Letters Of
Love (1997), Live In Concert (1194), The
Impossible Dream (1993), Starry Starry Nights
(1991) og Kærlighed og alt det der (1988).
Stig Rossen í Føroyum:
– Her kann eg skriva tónleik
Ein av bestu røddunum í Kongaríkinum, Stig Rossen, er í hesum
døgum í Føroyum. Hann gjørdist beinanvegin skotin í landinum, og
honum hevði dámað væl at komið aftur. Áskoðarnir skulu væntað eitt
sindur av hvørjum frá stjørnuni í Les Misérables.
Mynd: Finnur Justinussen
Orsakað av nýggjum
ES-reglum kunnu
læknaavloysararnir
í Klaksvík ikki geva
teimum ungu
dreingjunum í
Klaksvík nakra
heilsuváttan, um
teir ætla sær til skips
í summarfrítíðini
HEILSUVERKIÐ
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Klaksvík hev-
ur altíð verið Føroya
størsti fiskivinnubýur, og
størsti parturin av Føroya
flota hevur av tí sama
ligið á Klaksvík. Hetta
hevur verið kærkomið hjá
ungum dreingjum, sum
ynskja at ogna sær nakrar
krónur, nú teir hava frí frá
skúlanum.
Men ein heilsuváttan
krevst fyri at sleppa til
skips. Tveir kommunu-
læknar eru í Klaksvík, og
hava teir altíð verið til
dystin fús at útvega
heilsuváttanir til tey, sum
skulu til skips.
Men í løtuni eru hesir
báðir læknar eisini farnir
í summarfrítíð, og eru
tveir danskir avsloysarar
komnir til Klaksvíkar
ístaðin. Og orsakað av
serligum
ES-reglum
innan fyri hetta økið hava
hesir
avloysarar
ikki
heimild til at útvega
nakra heilsuváttan, tá eitt
serligt skeið krevst til
hetta.
Mátti til Gøtu
Avleiðingarnar av hesum
fekk ein 19 ára gamal
drongur mánadagin at
merkja
uppá
egnan
kropp.
Drongurin fekk leygar-
dagin boð um, at hann
skuldi til skips týsdagin.
Drongurin hevur fyrr
verið til skips, og hevði
av tí sama eisini eina
heilsuváttan
liggjandi.
Men heilsuváttanir skulu
endurnýggjast
annað
hvørt ár, og mánadagin
ringdi hann tí til læknan
fyri at umbiðja sær eina
tíð til hesa endurnýggjan.
Men drongurin fekk tó
onga tíð hjá læknanum.
Einasta svarið var, at av-
loysararnir høvdu ikki
heimild til at útvega
heilsuváttanir.
Skuldi
hann hava nakra heilsu-
váttan, so mátti hann av
býnum fyri at fáa hana.
Hetta kemur sjálvandi
sera illa fyri hjá øllum
teimum, sum hava biðið
sær kjans umborð á onkr-
um báti í summarfrítíðini.
Ofta fáa teir skipsboð
sama dagin, sum teir
skulu avstað, og tá er ikki
altíð tíð til at fara av
býnum.
Familjan hjá dreingin-
um helt tað eisini vera
undarligt, at størsti fiski-
vinnubýurin í Føroyum
ikki kann útvega fólki
heilsuváttanir, sum eru
neyðugar fyri at sleppa til
skips.
Hjá umtalaða dreingin-
um fekk søgan tó ein
góðan enda. Hann fekk
tíð hjá einum lækna í
Gøtu sama dagin, og har
fekk hann eina heilsu-
váttan, soleiðis at hann
týsdagin kundi fara til
skips.
Fiskivinnubýurin Klaksvík:
Kann ikki útvega
heilsuváttanir
– Tónleikagreinir (sjangrur) eru nakað, ið
fólk royna at seta seg sjálvan í bás við. Eg vil
syngja øll sløg av tónleiki, og eg leggi líka í
sjangrur, sigur Stig Rossen.
C
M
Y
K
5
4