mikudagur 3. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 124 - 3. juli 2002
Nr. 124 - 3. juli 2002
7
Vallarheimið Gjáar-
garður við Gjógv
verður væl vitjað.
Serliga eru tað fólk, ið
eru á veg til og úr
Íslandi, sum koma
framvið um summ-
arið, meðan føroy-
ingar mest brúka
garðin tann partin av
árinum, Norrøna ikki
siglir, sigur dagligi
leiðarin
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
við Gjógv: Tey koma mest-
um allastaðni úr Europa at
vitja Gjáargarð. Og eisini
føroyingar eru farnir at
brúka garðin í rímilaga
stóran mun. Bæði sum van-
lig ferðafólk, men í størri
mun til skeiðvirksemi og
slíkt, sum virki og fyritøkur
standa fyri.
Tað er farið at kennast úr
landnyrðinginum, tá vit
koma oman til Gjáar. Tað
standa nakrir bilar í túnin-
um uttan fyri stóra bygn-
ingin innast í bygdini. Eis-
ini eru fleiri tjøld at síggja á
vøllinum omanfyri.
Flaggið hongur í stongini
og veit ikki rættiliga, hvat
tað skal gera av sær. Hevur
ongan hug soleiðis at
breiða seg út. Til tess er
lotið ov lítið. Melur einar
tvær ferðrir í kring og verð-
ur so hangandi har rundan
um stongina. Eitt sindur
vátt er tað helst vorðið, tí
hongur tað so deytt.
Eisini tey, sum liggja í
tjøldunum omanfyri, eru
farin at gera seg út til regn,
er líkt til. Taka saman slíkt,
sum stendur fyri tjalddur-
unum, og bera inn gjøgnum
einar dyr í høvuðsbygning-
inum. Fleiri savnast og fara
inn.
Hugt verður innar, og tá
sæst, at hetta er matsalur,
tey sita í. Ein stórur, væl út-
gjørdur køkur, sum vallara-
heimið hevur til gestirnar at
matgera og eta í.
Jú, tað letur til, at her er
vallaraheim við støði, sum
vit til einahvørja tíð kunnu
ver tjent við at bjóða fólki.
Hyggi at bilunum, sum
standa í túninum. Ein før-
oyskur er, sæst beinanveg á
nummarspjaldrinum. Men
so eru tey eisini sera ymist,
spjøldrini, hóast fleiri teirra
hava hetta bláa ES merkið
við gulu stjørnunum og og
so einum eyðkennisbók-
stavi, sum vísir, hvørjum
landi bilurin er skrásettur í.
Har eru bæði danir og
spaniólar. Týskararnir eru
sjálvandi eisini, og onkur
eysturríkari. Ein íslendskur
stendur har við síðuna av
Sosialbilinum, og so sanni-
liga um ikki eisini ein bilur
við polskari nummarplátu
rullar inn í túnið. Jú, her er
altjóða dámur á parkerings-
plássinum, ella rundan um,
tí pláss er ikki fyri øllum.
Teir standa fram við vegn-
um inn í Dal.
Opið um summarið
Gjáargarður hevur opið
sum vallarheim um summ-
arið, greiðir dagligi leiðar-
in, Lis Jørgensen, frá,
meðan vit sita í hugnaliga
salinum uppi í móttøkuni
og fáa okkum kaffi og
pannikøkur, sum líkasum er
vorðið eyðkenni hjá Gjáar-
garði.
Frá hálvum juni til hálv-
an august er garðurin opin
fyri vanligum ferðafólki,
sum vil gista ella liggja í
tjaldi uttan fyri og so brúka
teir møguleikar, sum vall-
araheimið hevur.
Og teir møguleikarnir
eru góðir, kann sannast, tá
vit fara at hyggja at húsin-
um.
Her er alt, sum eitt slíkt
stað krevur. Góðir møgu-
leikar at sova. Uppihalds-
rúm við sjónvarpi. Telefon,
sólstova, góðir felags køkar
og baðirúm. Bæði felags og
eisini inni á summum av
sovirúmunum.
Tú kennir teg mestsum
vera komnar til eitt gisting-
arhús onkunstaðni suðuri í
Alpunum, tá tú stendur
uttan
fyri
Gjáargarð.
Hendan stóra bygningin við
høgu reisingini og trimum
svalum á endanum. Allir
við útskornum stakitti, sum
minna nágreiniliga um tað,
ein sær suðuri í Miðeuropa.
Eisini inni í móttøku er
sera hugnaligt. Alt er gjørt
úr træi, og fram við veggin-
um eru koyggjur, har tann
vitjandi kann legjga seg í
og draga fyri. Dupultar, so
tvey fólk húsast í hvørjari.
Aðrastaðni í húsinum eru
sovisalur og -rúm, har upp
til fýra fólk kunnu gista
inni. Fleiri teirra við egnum
baðirúmi.
Umframt eru tveir køkar
við øllum tí, einum køki
hoyrir til í dag, sum kom-
fýri við ovni, mikrobylgju-
ovni og kaffimaskinu, har
gestirnir sjálvir kunnu mat-
gera.
Borðreitt verður við van-
ligum morgunmati, ið fæst
á slíkum støðum, sum tey
vitjandi kunnu keypa, eins
og okkurt føroyskt eisini
fæst undir tonnina. Onkrar
vanligar kioskvørur eru at
fáa. Og so eru tað panni-
køkurnar, sum Gjáargarður
við tíðini er kendur fyri.
– Tað kemur fólk framvið
soleiðis bara fyir at keypa
sær kaffi og pannikøkur,
greiðir Lis Jørgensen frá.
Men vit hava ikki heitan
mat annars, sum onkur hev-
ur fingið fatan av, sigur
hon.
Umfram tá morgunmatur
er hvønn morgun, er opið
dagliga frá á middegi til
kokkan átta á kvøldi uttan
leygardag, tá stongt er, eftir
at fólk hava fingið morgun-
mat.
Vitja náttúruna
Eingin ivi er um, greiðir
Lis Jørgensen, leiðari á
Gjáargarði frá, at tey, sum
koma til Gjáar at vitja, vilja
síggja vøkru náttúruna her
norðuri.
Vanligt er, sigur hon, at
fólk koma at fáa sær mor-
gunmat, og fara síðan út at
hyggja seg um. Tá klokkan
er um tíggju fyrrapart, er
stilt í grannalagnum. Tá er
einki fólk at síggja. Ikki
fyrr nakað væl út á seinna-
partin plaga tey at koma
aftur.
Men tá hava tey eisini
havt møguleikar at síggja
ymiskt, sum býarfólk niðri
í Europa ikki hava dagliga
atgongd til.
Út á Nasa fara tey flestu,
og síggja har fuglin, sum
heldur til undir Ovara Nasa.
Í ár er eingin lundi at síggja
har, siga tey frá við Gjógv.
Men undanfarin ár hava
nakrir verið, og hava teir
stuttleika ferðafólki væl.
Eisini er trappugrótið at
síggja í gamla gosopinum
har úti, og er tað lætt at
fylgja báðu megin Gjónna.
Men túrin út á Ovara
Nasa gera eisini tey flestu
og halda so fram niðan við
hegninum niðan eftir egg-
ini, har frítt útsýni er til
havs og niður í bergið undir
teimum.
Havhestarnir
smúgva tætt fram við egg-
ini, og roykurin av teimum
stendur ramur í næsarnar á
tí vitjandi.
Ambadal
vitja
eisini
nógv teirra, sum koma til
Gjáar. Hesin stóri dalurin
við tí eina steininum, Fest-
irsteini, sum bara liggur har
víðopin og bíðar teimum og
bjóðar oman at síggja
Búgvan og tað sjáldsama
vakra útsýnið vestur yvir,
har bæði Risin, Kellingin,
Tjørnuvíksstakkur
og
Skeiðið síggjast. Ein avbera
stórbær og hugtakandi sjón.
Beint undir tær liggur
Búgvin við sínum fuglalívi.
Hósst onkuntíð hevur verið
meira, enn tað er í dag, er
tað kortini hugtakandi at
hoyra gangin av tí, sum
hóast alt er har.
Og so skúgvarnir á mið-
um dalinum, sum leika í og
skjóta seg niður yvir hesar
ófriðakropparnar,
sum
koma malandi at órógva
pisuna, teir júst hava klakt,
og sum til fánýtis roynir at
fjala seg í grasinum.
Men summarið fer eina-
ferð at halla, tá fremmandu
ferðafólkini
fara
heim
aftur,
og
Gjáargarður
steingir aftur.
Tó tá fara føroyingar at
taka til sín og vitja Gjáar-
garð til at hava skeið ella
aðra sosiala samveru, sum
altíð er opið fyri.
Tað er bara at taka tele-
fonina og boða frá, sigur
Lis Jørgensen, sum tó sjálv,
tá summarið er av á hesum
sinni, saman við teimum
trimum
starvsfólkunum
hon hevur aftur at sær í
summar, fer aftur til Dan-
markar, haðani tey eru
ættað.
Gjáargarður væl vitjaður
Gjáargarður er vallaraheim á støði við tey frægastu úti í
heimi. Her er alt, sum kravt verður av einum slíkum staði
Mynd: Edvard Joensen
Ferðafólkið, sum kemur til Gjáar, fær nógvar góðar náttúru-
upplivingar, tá tey fara á sínar gongutúrar. Ein vanligur túrur
er á Ambadal, har millum annað sæst niður á Búgvan
Mynd: Edvard Joensen
Lis Jørgensen, uttast h.m., saman við hinum timum starvsfólkunum, sum eru á Gjáargarði í
summar
Mynd. Edvard Joensen
– Vit kunnu ongantíð
góðtaka, at fólk skulu
doyggja í ferðsluni,
sigur Jan Fossaberg,
ferðslupolitistur í
Havn, sum hevur
roynt at tosa við
ungar menn, ið koyra
skilaleyst. Hann
hevur eisini tosað við
menn, sum seinni eru
deyðir av skilaleysari
koyring, og menn,
sum seinni hava
dripið fólk av
skilaleysari koyring
FERÐSLUDEYÐI
Eirikur Lindenskov
– Ferðin er størsti trupul-
leikin í ferðsluni.
Hesa skjótu og greiðu
niðurstøðu ger Jan Fossa-
berg, ferðslupolitistur í
Havn, tá vit hitta hann á
politistøðini í Havn mána-
dagin seinnapartin.
Síðani 1993 hevur hann
havt fingurin á pulsinum,
hvat ferðsluni í Føroyum
viðvíkur, og hann hevur
rættuliga gott innlit í,
hvussu vilt tað mangan
gongur fyri seg.
Tá stórar og syndarligar
ferðsluvanlukkur henda, er
vanliga alt á gosi, og tá
verður tosað um, hvørji til-
tøk eiga at verða sett í verk,
men tá ein tíð er fráliðin, tá
er alt við tað gamla aftur.
Ofta hevur verið at hoyrt
um ungar menn, sum koyra
rally ella kappkoyra á alfara
veg – ofta við syndarligum
avleiðingum, við deyða og
líðingum sum fylgju.
– Vit hoyra alt ov lítið um
allar tær syndarligu lagnur,
sum stava frá ferðsluvan-
lukkunum. Hetta verður í
alt ov stóran mun tagt burt-
ur, og tað er spell, tí tað
kundi fingið fólk at skilt
álvarsemið
í
ferðsluni,
heldur Jan Fossaberg.
Tosa við foreldrini
Tað er serliga tann yngsti
aldursbólkurin,
sum
er
størsti ferðslusyndarin, og
tað eru teir ungu menninir,
18–24 ár, ið sambært hag-
tølunum eru teir ringastu.
Ofta eru tað teir somu,
sum ganga aftur, og fyri at
gera eina roynd at fáa bil-
bukt við ørskapinum, so
hava
ferðslupolitistarnir
roynt at tosa við ungu
menninar – og í summum
førum við foreldur teirra
fyri at vita, um tað hjálpir.
Eisini hava teir tosað við
foreldur hjá ungum gent-
um, sum sita í bilunum hjá
hesum ungu monnunum
fyri at vita, um foreldrini
ikki kunnu tosa tær frá at
fara í hesar bilarnar.
Hugvekjandi er tað eis-
ini, tá Jan Fossaberg sigur
okkum, at onkrir av hesum
ungu monnunum, hann
hevur roynt at tosa til rætt-
is, seinni eru deyðir – hava
koyrt seg sjálvan í deyðan,
meðan aðrir hava verið ver-
ið fyri teirri vanlagnu, at
teir hava dripið onnur fólk
– orsakað av skilaleysari
koyring
Skilaleys ferð
– Tað er rallykoyringin hjá
ungu monnunum, sum er
stóri trupulleikin. Vita vita
um, at menn hava koyrt
yvir 250 km/t við bili, og
tað er jú púra ørt, tá hugsað
verður um longu steðgitíð-
ina upp á út við 400 metrar,
sigur Jan Fossaberg. Hann
sigur eisini, at teir vita um
vaksnar menn, sum koyra
rættuliga skjótt á motor-
súkklu.
– Vit vita um súkklur,
sum kunnu koyra upp móti
300 km/t, og at menn hava
roynt
hetta
m.
a.
í
Kollfjarðartunlinum, sigur
Jan Fossaberg, sum vísir á,
at steðgitíðin hjá eini mot-
orsúkklu við eini ferð upp á
300 km/t er langt oman fyri
900 metrar. T. v. s., at ein
súkkla, sum er komin upp í
so nógva ferð í tunnlinum,
ongan møguleika hevur at
steðga aftur, fyrr enn hon er
langt uttan fyri tunnilin.
Tað í sær sjálvum sigur
nakað um ørskapin, tí
hvussu skalt tú tá kunna
síggja møguligar vandar
fyri framman, spyr Jan
Fossaberg.
Vandamikil leikur
Løgreglan fylgir sjálvandi
væl við hesum vandamikla
leiki, ið summir ungir
menn hava fyri. Eitt dømi
er »spæl«, sum ungfólk
hava fyri í Kollfjarðartunl-
inum: Meðan nøkur fólk
standa á stóra møtiplássin-
um inni í bergholinum,
royna onnur í bili at vita,
hvussu skjótt tey fáa bilin
at koyra, og í tí tey passera
møtiplássið, skulu tey vita,
hvussu skjótt tey fáa bilin
at steðga.
– Hetta er sera vandamik-
il leikur, ið kann hava mikl-
an skaða sum fylgju sigur
Jan Fossaberg, sum eisini
vísir á, at tey ungu finna
sær ávís øki, har tey royna
at gera sær dælt við nógvari
ferð. Eitt av hesum »nýggj-
aru« økinum er nýggi veg-
urin til Gomlu Rætt oman
fyri
Velbastað.
Annað
strekki er Eiðisvegurin.
Løgreglan í Havn veit eis-
ini frá einum ferðafólki,
sum hevur sitið í einum
bili, sum hevur koyrt 230
km/t á vegnum fram við
Norðasta Horni í Havn, og
um, at ungfólk eisini eru
farin at vedda um kapp-
koyring.
Gamansleikur, kunnu tey
ungu halda, men hetta førir
fyrr ella seinni til tann vissa
deyða…!
Fleiri treytaðar
frádømingar
Ferðslupolitiið ger sjálv-
andi regluligar ferðkann-
ingar, og t. d. mikudagin í
síðstu viku tóku teir sjey
bilførarar, sum fáa frádømt
koyrikortið treytað, tí teir
koyrdu yvir 30 km/t ella
meira oman fyri hægst
loyvdu ferð. Hevði tað ver-
ið eftir gomlu ferðslulógini,
so mistu teir koyrikortið,
men nýggja ferðslulógin er
eitt sindur linari, tí nú fært
tú í veruleikanum eina
ávaring fyrstu ferð tú verð-
ur tikin: Tú skalt upp til
nýggja koyriroynd, og klár-
ar tú tað, so skalt tú einki
lógarbrot gera næstu trý
árini.
Jan Fossaberg staðfestir,
at hetta er ein broyting, sum
í fyrsta umfari gevur fólki
eina ávaring.
– Tey fáa nú ein eyka
møguleika, og nógv brúka
tann møguleikan, sigur
hann.
– Í miðal verður ein per-
sónur tikin um dagin, sum
fær treytaða frádøming av
koyrikortinum, sigur hann,
og er hetta ein vøkstur í
mun til, hvussu nógv mistu
koyrikortið eftir gomlu
skipanini fyri at koyra ov
skjótt.
Jan Fossaberg hevur –
eins og øll onnur – onga
patentloysn upp á, hvussu
vit basa hesum álvarsama
heilsu- ella vælferðar trup-
ulleika, sum ferðsludrápini
eru vorðin.
– Men vit kunnu ongan-
tíð góðtaka, at fólk skulu
doyggja, sigur hann, sam-
stundis sum hann staðfestir,
at siðbundna koyrifrálæran
ikki gevur fólki nóg hollan
kunnleika
til
ferð
og
ferðslu.
Tað er ferðin ið drepur
Jan Fossaberg, ferðslupolitistur í Havn, er ikki í iva um, at tað er ferðin, sum er størsti
trupulleikin í ferðsluni. Tað eru serliga ungir menn, ið koyra skilaleyst, og summir teirra gevast
ikki við hesum, hóast løgreglan bæði hevur roynt at tosa við teir og foreldur teirra. Onkur teirra
hevur koyrt seg sjálvan í deyðan, onkur hevur koyrt onnur í deyðan…
Mynd: Eirikur Lindenskov
– Vit hoyra alt ov lítið um
allar tær syndarligu lagnur,
sum stava frá
ferðsluvanlukkunum. Hetta
verður í alt ov stóran mun
tagt burtur, og tað er spell, tí
tað kundi fingið fólk at skilt
álvarsemið í ferðsluni, heldur
Jan Fossaberg
Savnsmynd
C
M
Y
K
7
6