Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 124 - 3. juli 2002 Nr. 124 - 3. juli 2002 9 Á vegunum í Føroy- um eru 39 fólk deyð seinastu 10 árini. Mett verður, at eini 1000 hava fingið skaða, og av hesum um 100, sum hava fingið varðandi mein. Í pengum er talan um stóran miss FERÐSLA Turið Kjølbro Menniskjansligi missurin, hvørja ferð eitt fólk letur lív ella kemur álvarsliga til skaða í ferðsluni, er ómeta- liga trupul at gera upp. Í sorg, sakni, mistari vælferð og mistum liviárum, bein- leiðis og óbeinleiðis. Norð- menn hava gjørt ein frymil, ið roknar peningaliga miss- in fyri samfelagið og ein- staklingin, fyri hvørt andlát og hvønn løst í ferðsluni. Frymilin byggir á ymiskar faktorar, eitt nú hvussu nógv bilurin kostar, hvat tryggingin tekur við, hvussu nógv innlegging og viðgerð av sjúklingi kostar, mist liviár verða eisini roknað við og vælferðartap. Vælferðartap merkir tap av luttøku í virksemi, tú annars hevði tikið lut í, hevði tú ikki komið út fyri ferðsluvanlukku, umframt annað vanlukkan hevur havt við sær. Nýta vit norska frymilin til føroysk viðurskifti, kunnu vit við fyrivarni gera okkum eina hóming av, hvat ferðsluvanlukkur kosta føroyska samfelag- num. Í Føroyum eru sein- astu 10 árini 39 fólk deyð, 1000 fólk hava fingið skaða, av hesum um 100, sum hava fingið varðandi mein. Í tíðarskeiðinum hava verið omanfyri 12.000 ferðsluóhapp! Á hesum grundarlagi koma vit fram til, at ferðsluvanlukkur og ferðsluóhapp hava kostað føroyska samfelagnum 1,5 milliard krónur seinastu 10 árini, ella 150 milliónir um árið. - Fyrr enn ferðsluvan- lukkur verða roknaðar um til pengar, og harvið mistar pengar, skilja politikarar og myndugleikar ikki týdn- ingin av, hvussu umráðandi tað er at gera ferðsluna tryggari, sigur Jón Krage- steen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Skulu vit betra um ferðslutrygdina, so má peningur setast av til neyðugu tiltøkini. Men bera vit hesar útreiðslur saman við tær sparingar, sum færri ferðsluóhapp og vanlukkur hava við sær, er í veruleikanum talan um sparing. - Gera vit røttu íløgurnar í nóg stóran mun, eri eg sannførdur um, at talið á deyðum og skaddum í ferðsluni minkar munandi. Sjálvsagt kann alt ikki gerast eftir einum ári, men í veruleikanum eru vit ikki so langt frá málinum. At forða fyri, at eini 14-15 fólk um árið ikki fáa álv- arsligan løst í ferðsluni, eigur at bera til, sigur Jón Kragesteen. Trygdin batnað Hóast Føroyar eru í skeiva endanum í mun til hini Norðurlondini, tá ið ræður um deyð og skadd í ferðsl- uni, er ferðslutrygdin í dag nógv betri, enn fyri fáum árum síðani. At tað varð lógarkravt at nýta bilbelti, hevur heilt greitt gjørt sítt til, at færri fólk lata lív í ferðsluni í mun til fyri ikki so nógvum árum síðani, umframt at bilarnir eru betri og sterkari. - Sum heild er fram- gongdin stór. Í mun til hini Norðurlondini hevur Dan- mark verið verri fyri enn Føroyar, men seinasta árið eru viðurskiftini batnað nógv í Danmark. Ein or- søkin til tað er, at nógv hevur verið gjørt fyri at fáa fleiri fólk at nýta bilbelti. Samstundis kann sigast, at tað gongur ikki nóg væl í Føroyum at fáa fólk at brúka bilbelti. Vit kunnu í øllum førum ásanna, at í flestu av vanlukkunum, har fólk eru deyð seinastu árini, er bilbelti ikki brúkt. T.d. ber til at siga, at sannlíkind- ini fyri, at tey trý, sum mistu lívið í stóru van- lukkuni á Lambareiði síðsta ár, høvdu yvirlivað, høvdu verið væl betri, um tey høvdu brúkt bilbelti, tí bilurin var stórt sæð heilur. Hví fólk hava ilt við at brúka bilbelti, er ringt at meta um. Stórur partur av ferðsluvanlukkunum, sum henda, er í sambandi við, at unglingar stytta sær stundir. Tí hví annars seta seg í ein bil á náttartíð? At taka bilbelti uppá er ikki tað, tey ungu fyrst hugsa um, tá ið tey seta seg í bilin og vilja bróta út og verða cool. Eg ímyndi mær, at tey hugsa, at tað er at vísa veikleika. Ferðslufellur Leiðarin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd ásannar, at uppgávan at vísa á so- kallaðar ferðslufellur í bygd, bý og óbygd, ikki verður raðfest so høgt sum hon átti á stovninum, av teirri einføldu orsøk, at stovnurin ikki hevur orku og sakkunnleika til tess. - Vit vísa í førum mynd- ugleikarnar á ferðslufellur, heita á teir um at gera eitthvørt, men á stovninum hava vit ikki teknikarar og sakkunnleikan, sum skal til fyri at meta um slíkt. Í Føroyum hava vit ikki havt sum tradisjón at traðka fram í so máta, hóast eg vildi ynskt, at vit vóru meiri sjónlig og vakin, sum eitt brúkarafelag til dømis. Í førum, tá ið vit hava víst á ferðslufellur, hevur tað verið tikið illa upp av teimum, sum eiga vegirnar, men eg haldi, at ein broyting er við at henda og at myndugleikar betur tola at hoyra kritikk. Tey, ið gera vegir í dag hava betri hug enn fyrr at taka onnur við uppá ráð enn sína egnu fakligu vitan, tí vit øll ynskja at gera vegirnar tryggar at ferðast á fyri øll. Líknandi stovnar uttan- lands, eitt nú í Svøríki, gera nógv burtur úr at vísa á, hvat eigur at verða gjørt, ábøtur og annað í ferðsluni, og tað vísir seg, at týðiligar útmeldingar um ein ella annan ferðslutrupulleika, sum ganga ímóti einum væl etableraðum myndugleika, hava nógv størri ávirkan á fólk enn stórar lýsingarher- ferðir. Sum stovnur eigur Ráðið fyri Ferðslutrygd at átaka sær hesa uppgávuna meiri enn vit gera, men skulu vit tað, skal tað gerast rætt og við sakkunnleik- anum í rygginum, tí mæla vit til broytingar í ferðsluni, skulu tær verða væl gjøg- numhugsaðar. Annars kunnu tær gera ilt verri, sig ur Jón Kragesteen. Ferðsluvanlukkur kostað 1,5 milliard kr. síðani 1992 150 milliónir um árið á hvørjum ári verða ferðsluvanlukkurnar í Føroyum mettar at kosta samfelagnum Savnsmynd - Gera vit røttu íløgurnar í nóg stóran mun, eri eg sannførdur um, at talið á deyðum og skaddum í ferðsluni minkar mun- andi, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd - Vit vóna, at minn- ingardagurin er við til at broyta ein hugburð til bilar, ferð og ferðslu, sigur Ingi Gunnarsson, stig- takari til minningar- dagin FERÐSLA Turið Kjølbro Tankin um at velja ein dag um árið sum minningardag teirra deyðu í ferðsluni er gamal, men fyri tveimum árum síðani tóku havnar- maðurin Ingi Gunnarsson og onnur seg saman og gjørdu álvara av. Í samráð við Ráðið fyri Ferðslutrygd varð fyrsti sunnudagur í juli valdur til minningardag. Sunnudagin komandi verð- ur hesin dagur sostatt hildin á triðja sinni. Stigtakararnir við stuðli frá stovnum, eitt nú Ráðnum fyri Ferðslu- trygd, leggja hendan dagin blómur á støð, har fólk eru deyð í ferðsluni, og avvarð- andi og onnur minnast tey mongu, sum eru farin í ferðsluni í Føroyum. Endamálið er ikki bert at minnast tey mongu farnu, men eisini, at stigtakararnir vilja minna fólk á, at á ávístu støðum hava fólk mist lív í ferðsluni. - Vit hava valt blómur, tí tað er ein vakur og siðiligur máti at minnast fólk. Høvdu vit ístaðin sett kross ella skelti á støðini, sum stóðu altíð, høvdu tey ikki havt somu ávirkan sum blómur. Blómurnar gera vart við henda einstaka dagin í árinum, tveir-tríggj- ar dagar seinni eru tær følnaðar, og tiltakið verður tikið upp aftur av nýggjum árið eftir. Tað er tann fyribyrgjandi tankin, sum liggur okkum fremst, og vit vóna, at minningardagurin er við til at broyta ein hug- burð, sigur Ingi Gunnars- son. Síðani 1928 eru 240 fólk farin í ferðsluni í Føroyum, men av ymsum grundum hava stigtakararnir valt at avmarka minningartakið til 1970. - Grundin er lutvíst, at tað í fleiri førum er trupult at áseta neyvt, hvar fleiri ferðsluvanlukkur áðrenn 1970 hava verið, og lutvíst, tí at peningaupphæddin, vit hava at arbeiða við, er av- markað. Tey eru eisini mong, sum hava mist heils- una í ferðsluni, men tey hava vit ikki orku til at um- fata í minningartiltakinum. Hinvegin vóna vit, at dag- urin í sjálvum sær minnir á álvaran í ferðsluni, sigur Ingi Gunnarsson. Fyri 25 árum síðani kom Ingi Gunnarsson út fyri eini álvarsligari ferðsluvan- lukku. Skaðin var stórur bæði á Inga og bil. Hevði hann ikki sitið í trygdar- belti, sum tá ikki var kravt við lóg, er hann sannførdur um, at hann ikki hevði yvir- livað. Hevði Ingi Gunnars- son ikki sitið í trygd- arbelti, hevði hann neyvan yvirlivað álv- arsligu ferðsluvan- lukkuna, hann var í í 1977. - Síðani havi eg hugs- að, at tað er ov lítið, um bara eg havi lært av vanlukkuni, sigur Ingi Gunnarsson, stigtakari til minn- ingardag teirra deyðu í ferðsluni FERÐSLA Turið Kjølbro Ein aprílmorgun í 1977 kom Ingi Gunnarsson úr Havn út fyri eini álvars- ligari ferðsluvanlukku. Við nakað av ferð fór hann út av vegnum á veg av Skála- fjørðinum til Havnar. Skað- in var stórur bæði á Inga og bil. Hevði hann ikki sitið í trygdarbelti, sum tá ikki var kravt við lóg, er hann sann- førdur um, at hann ikki hevði yvirlivað. - Eg var sjálvur atvoldin til óhappið og havi líka síðani verið ógvuliga glað- ur um, at eg var einsamallur í bilinum. Og tað er hetta fólk eiga at hugsa um, tá ið tey koyra skjótt, at tey hava ábyrgdina av hinum í bil- inum eisini. Hendan van- lukkan leyp ein øgiligan hvøkk í øll rundan um meg, familju og vinir, og sjálv- sagt meg sjálvan, sum síð- ani havi verið noyddur at liva við avleiðingunum og nøkrum avmarkingum or- sakað av vanlukkuni. Heils- an hevur ikki verið sum hon var áðrenn óhappið. Eftir vanlukkuna varð eg noydd- ur at gera eitt umval, tí eg mátti ásanna, at eg ikki longur kundi brúka ta út- búgvingina, eg hevði valt, tí eg nú hevði aðrar fortreytir, sigur Ingi Gunnarsson. Ferðsluvanlukkan fyri fjórðingsøld síðani hevur gjørt, at Ingi hevur fingið eina heilt aðra fatan til bilar og ferð, enn hann hevði fingið annars. - Serliga eina tíð eftir vanlukkuna hugsaði eg, at tað var ov lítið, um bara eg hevði lært av vanlukkuni. Tá ið eg sjálvur fekk børn og nú vaksin børn, sum hava fingið koyrikort, havi eg hugsað, at eg havi eina uppgávu at greiða øðrum frá vandum í ferðsluni, og tað er millum annað tí, at eg havi tikið stig til minning- ardagin. Sjálvur havi eg fortalt mínum børnum frá, hvat eg havi gjørt skeivt og hvør skeivi hugburðurin til koyring er, tí ein dag kann tín skeivi hugburður til bilar og koyring hava við sær, at onnur koma til skaða í ferðsluni. Og tað er tað ringasta, sum kann henda, sigur Ingi Gunnars- son at enda. Minnast sunnudagin tey deyðu í ferðsluni Bilbeltið bjargaði Inga - Ein dag kann tín skeivi hugburður til bilar og koyring hava við sær, at onnur koma til skaða. Og tað er tað ringasta, sum kann henda, sigur Ingi Gunnarsson Mynd: Finnur Justinussen Sunnudagin verða blómur lagdar á støð, har fólk eru deyð í ferðsluni Savnsmynd C M Y K 9 8