leygardagur 27. august 1977síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hamskifting
Nú um dagarnar fór fram í
Havnar býi ein spildur nýggj
hamskifting. Tað er sjálvur Sof-
us Sivertsen, sum hevur íklætt
seg reinan, spildurnýggjan
búna. Skift ham frá hevur til
sporl. Fyri at kunna trúgva tí eg
las, mátti eg lesa grein hansara
fleiri ferðir, jú, har stóð svart
uppá hvítt, skrivað av Sofusi
sjálvum. Hann er um síður farin
at tonkja uppá skattaborgarans
pening og lovar hann højt og
helligt at gera hetta, í hvussu er,
øll tey 4 árini, hann situr við litl-
ari og ongari makt.
Sofus Sivertsen, eitt gamalt
orðatak sigur, betur seint enn
aldri, og hevur tað neyvan hóska
betur til nakran í hesum feri, enn
til Sofus. So gloymsk eru nú
havnarfólk ikki. Í seinastu 4
árini hevur hesin sami Sofus
sitið sum almektigi formaður í
byggi- og býarplansnevndini,
ein tann stersta og týdningar-
mesta-nevnd innan býráðið. Tá
gloymdi sami maður fullkomi-
liga, at tað vóru skattaborgar-
ans sakir, hann manøvreradi vid,
og ganga enn harðir »dønning-
are um hansara »manøvreran«
har.
Men vit havnarborgarar eru
fegnir um og ynskja tillukku við
tí spildurnýggja Sofusi, sum
er upprisin og lovar at vera í
nýggja hami sínum í hvussu er,
komandi 4 árini.
Svein ungi
sosialurin
lesarabrøv
Letst eingin um vén?
Eitt av eyðkennunum fyri einum
fólkaræði ella demokratii er, at
tað samstundis er eitt sokallað
rættarsamfelag. T.v.s. at eingin
skal kunna verða dømdur uttan
at hava verið fyri einum óvild-
igum dómara, sum er óheftur av
áhugamálunum hjá statinum.
Eins sjálvsagt er tað, at eingin
skal kunna verða ákærdur og
verða dømdur fyri nakra brots-
gerð, uttan at viðkomandi slepp-
ur at verja seg og fera tað fram,
sum kann bera í betuflaka fyri
hann. Um ein ákærdur ikki hev-
ur hesi rættindi í einum landi,
kann tað ikki kallast demokrat-
istk.
Men nú er tað rættuliga ó-
hugnaliga hent, at sjálvt her í
Feroyum er ein flokkur, tjóð-
veldisflokkurin, sum heilt opin-
lýst gongur inn fyri, at tað skal
bera til, at ákæra og »døma« ein
persón, uttan at hesin fær høvi
til at verja seg. Prógv fyri
hesum er tann viðferð, sum
nakrir limir í Suðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag hava fingið. Við
tað, at tað í veruleikanum einki
hevur við sjálvt hetta mál at
gera, hverjir persónarnir eru,
verður heldur einki navn nevnt í
hesi grein. Men veruleikarnir í
hesum máli eru m.a.:
1. Tann 18. oktober 1973
gjørdi ein nevnd, sum var vald á
limafundi í Suðurstreymoyar
armestu fiskihavnunum, seldi
framleidsluna til handilsmåla-
ráðið, sum sidan hevði ábyrgd
av at fáa vørurnar út um landið.
Henda skipan royndist ikki væl,
og tí hevur, um ein so má siga,
fiskimálaráðið sjálvt innan fyri
teirra skipan >„nationaliserað<
fiskahandilin, so at fiskimála-
ráðið, sjálvt umsitur hendan
handil. Í flestu sterru býum eru
heilt nýggir nútímans handlar
komnir, har fiskaverur í hundr-
aðtals ymsum tilbereiðingum
verða seldar.
Øgvuliga nossligir handlar,
sum bert selja fisk og fiskaver-
ur, og sum nevnt ógvuliga
leskiligar og snotuligar pakkað-
ar fiskaverur.
Ein meguligur sáttmáli við
Sovjet, skuldi hann gjert tað
lættari at selt fiskaverur tann
vegin?
Tað vildi hann ivaleyst gjørt,
men í letuni eru ikki trupulleikar
við at selja til eystanlondini, tey
keypa sum kunnugt nærum alt,
sum kann framleiðast, bæði
saltfisk, flak, sild o.a. Men tað
hevur ikki tann stersta áhugan í
løtuni, ti prísirnir, sum fåast
kunnu i eystanlondum, eru ikki
so høgir, at teir hava åhuga hjå
vesturlendskum framleidarum.
Íslendingar hava selt nakað
av fiskaverum til Sovjet, men
tey seinnu árini eru teir givnir
við hesum, tí prísirnir eru alt ov
lágir.
Fingu tit nakra hóming av ella
fatan av, hvussu sovjettiski
Sovjetisk åhugaøki í Atlantshavinum.
fiskimaðurin hevur tað umborð á
sovjettiskum skipum.
— Ja, tað fingu vit lutvis, ti
vit vóru umborð á fleiri av hes-
um skipum, bæði stórum flutn-
ingsskipum og stórum nútímans
frystitrolarum og eisini onkrum
eldri síðutrolara og lutvíst aft-
aná samrødur við leidaran av
fiskimannafelagnum í Mur-
mansk. Helini vóru ógvuliga ljós
og rúmlig. Hesi skip vórðu
bygd, summi á vesturlendskum
skipasmiðjum, men tey allar
nýggjastu av teimum størstu á
russiskum skipasmiðjum. Tað
vóru nosslig prýðulig samkomu-
høli, har høvi var at síggja film
o.a. tilikt. T.d. kann nevnast, at
umborð á einum verksmiðjutrol-
ara, sum var 7.000 tons til
staddar, virkaðu 93 menniskju,
kvinnur og menn, sum arbeiddu
í skipaðum vaktum við 4 tíma
arbeiði og 8 tíma hvild, og ein
hevði varðhugan av, at fakfelog-
ini, sum umboðaðu fiskimenn-
á inar høvdu verið ógvuliga aktiv.
Fiskimenn fingu í mun til onn-
ur í sovjetsamveldinum høga
løn. T.d. kann nevnast at van-
liga månadarlønin hjá faklærd-
um arbeidarum, læknum, lær-
arum lå úr 180 upp í 250 rublar
um månadin, medan fiskimenn
fingu fasta løn 500 rublar um
mánaðin, altso tað dupulta av,
hvat ein lækni vinnur.
Hvussu nógv er hetta í okkara
/ peningi?
Hetta er við gjaldoyris-
kursinum í dag umleið 4.000 kr.,
men tað ber als ikki til at saman-
líkna 4.000 sovjetiskar krónur
vid 4.000 føroyskar, ti tað er so
ógvuliga ymiskt, sum vørurnar
kosta. Innfluttar vesturlendskar
verur eru ógvuliga dýrar, skógv-
ar t.d. kostaðu meginpartin av
eini månadarløn, meðan húsa-
leiga, ljós og hiti ikki var meira
enn 2 1/2 rubul, t.v.s. 20 krónur
um mánaðin, so tað sæst, at
skipanin er heilt ein onnur, og
samanburður er ikki møguligur.
Vil tað siga, at sovjetiski fis-
kimaðurin beinleiðis verður lønt-
ur við fastari løn og als ikki í
mun til fong?
— Eg dugi ikki at svara nå-
greiniliga, men tað var fatan
okkara, at lønin var fest løn. Um
so ávísar bonusskipanir fyri at
veiða undir serliga torførum við-
urskiftum, fyri at veiða við reið-
skapum, sum krevja serliga
vitan og serligan teknikk, eisini
eru, tað fingu vit ikki at vita,
men ein hevði varðhugan av, at
tað eru ávísar smærri bonus-
skipanir afturat.
Hvat kanst tú annars siga um
ferðina?
— Ja, sum heild má sigast, at
hon var sera væieydnad. Harra
Ishkov hevði ivaleyst sjálvur
lagt stóran dent á, at hon skuldi
vera væleydnað, væl løgd til
rættis. Vit fingu høvi til at
síggja ein hóp, ikki bert innan
fiskaframleiðslu, men eisini við-
víkjandi ødrum framstigum,
sum hend eru seinastu árini.
Onkur av teimum, sum vóru við
í føroysku sendinevndini, høvdu
1
fyrr verid i Sovjet, eitt nu
tolkurin André Niclasen og fiski-
målarådharrin Petur Reinert.
Petur Reinert var har fyri 13
årum sidani, og helt hann, at
hesi år eru hend risastór fram-
stig í Sovjet, bæði viðvíkjandi
livikorum, framleiðslu o.ø. Ein
helt seg leggja til merkis, at fólk
kendu seg væl í hesum landi.
Sjálvur haldi eg, at mentali-
teturin hjá sovjetbúgvum á
mangan hátt er ógvuliga líkur
foroyskum mentaliteti og hugs-
unarhátti.
Gestablídni verður sum hjá
okkum sett í hásætið, teir vita
ikki alt tað góða, teir skulu gera
fyri gestirnar, teir lata koma til
sjóndar ein stoltleika og eina
gleði yvir tað, sum teir sjálvir
hava skapt og yvir tey framstig,
sum henda, hetta sama er gald-
andi hjá okkum føroyingum. Eg
haldi, ein má siga, at tá ein
metti hesum ovurstóra gesta-
blídni og gávumildni, so kendi
ein tað at vera verunliga væl
meint og ikki nakað, sum bert
var gjørt, ti her vóru gestir, sum
í ein mun kundu vera til gagns
fyri Sovjet, um ein fekk teir til at
gera ein sáttmála, sum hóskaði
teimum. Sjálvur haldi eg, at
fólkið kendi seg frælst. Tað, ein
ofta lesur um afturhaldni hjá
russum í at bera fram atfinn-
ingar móti sínum egna landi, síni
egnu skipan, tað er rættiliga yv-
irdrigið, ti i samrødu vid vanliga
russaran og tey, sum vit vóru
Nr. 57 — 27. august 1977
Tjóðveldisfelag av, at limurin X
skuldi koyrast úr felagnum.
Hesin fundur var ikki lýstur við
neyðugari frest. Og hóast 15
ákærur vóru ímóti hesum limi,
fekk hann ikki loyvi til at verja
seg ella koma við viðmerking-
um, áðrenn »démurin« um út-
koyring úr felagnum var av-
sagdur. Sum demi um, hvussu
óvildigur hesin >dómstólur< var,
kann nevnast, at sum pkt. 15 í
ákæruskrivinum verður sagt, at
„tað, sum nú hevur noytt felagið
at taka stødu er, at limurin
yvirfyri myndugleikunum og fel-
aginum i tveimum førum hevur
gjørt seg sekan i grovum doku-
mentfalsi….« Sum fólk minnast
var hetta ein ákæra, sum hesin
limur seinni varð fríkendur fyri
við rættin.
2. Tá uppstillast skuldi til log-
tingsvalið í 1974 fekk X á 2.
uppstillingarfundi í felagnum
nóg mikið av atkvødum til at
koma uppá listan. Nevndin í
felagnum vildi gera alt sum ger-
ast kundi fyri at forða X í at
koma uppá tann endiliga listan,
og eitt sum varð gjørt, var, at
omannevnda ákæruskriv við
teimum 15 ákærunum varð
margfaldað og sent út til allar
limir felagsins áðrenn tann 3. og
endaliga uppstillingarfundin. Og
meðan fundurin fór fram, varð
hurðavakt sett at forða X í at
koma inn, tá hann vildi sleppa
inn í fundarsalin at verja seg fyri
hesar ákærur, harav í hvussu er
tann álvarligasta varð kend
ógyldig av rættinum seinni. Tað
kann væl ikki undra nakran, at
við hesi mannagongd kom X ikki
uppá listan, og var hetta orsekin
til lista G.
3. Dagin fyri valið varð ein
yvirlysing frá valevnum tj.
flokksins og landsformanninum
lisin upp í útvarpinum. Har var
X aftur lagdur undir fals. Eisini
var sagt, at X á regluligan hátt
ikki rakk mál á uppstillingar-
fundum hjá S. T. og at enda var
sagt í yvirlýsingini: Standið
saman um flokkin og latum okk-
um aftaná valið taka allar iva-
spurningar, sum kunnu vera,
upp til umrødu.«
Tad skal lika vera nevnt her,
at flokkurin helt sitt lyfti um at
taka allar ivaspurningar upp til
umreðu, á tann hátt, at so skjótt
valið var av, fingu valevni og
stillarar á lista G bræv (ólógligt
samb. dóm) frá teirra felagi um,
at tey vóru strikað úr felagnum.
Um hetta nú bert var ein inn-
anhýsis spurningur hjá S. T., so
var hann kanska ikki so álvar-
samur, sum hann er. Og um
flokkurin viðurkendi, at manna-
gongdin ikki var rett, so var
heldur einki at tosa um. Men tað
er tverturimóti. So ótrúligt tað
ljóðar, hevur meirilutin í aðal-
stjórn tjóðveldisflokksins kallað
hetta fyri eina fult regluliga
mannagongd, og tå hesin er
saman vid, voru tey ikki aftur-
haldandi vid at finnast at yms-
um skeivleikum i teirra egna
landi og við teirra politisku skip-
an
2
3