Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sostalurin telf. 11820 giro 6282725 box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Blaðmaður: Jan Miller Prent: Dimmalætting Ikki nóg greiðar reglur Í ØLLUM framkomnum londum, har partar- nir á arbeiðsmarknaðinum hava skipaði við- urskifti, er tað vanligt, at greiðar reglur eru fyri, hvat hvor skal hava og hvat hvor skal rinda. MEN HER í Føroyum hava vit í hvussu so er eitt undantak á hesum gki. Hetta ger seg nevniliga galdandi hjá heimaútróðrinum, har ongin veruliga veit, hvør hevur skyldu til at halda egningarhølir og kuldagoymslur til stampar. DØMIR ERU um, at å summum plåssum hava virkini t.v.s. fiskakeypararnir, gjørt tíð- arhóskandi egningarhús við kuldagoymslu i, til hvgnn útróðrabát fyri seg, meðan tað á gðrum plássum er vanligt, at bátarnir sjálvir halda egningarhølir. Á onkrum plåssum er tað enntá so tilvildarligt, at meðan fiska- keyparnir i summum fórum halda hesar fasi- litetir, so eru tað í øðrum fórum bátarnir sjálvir, ið halda nevndu fasilitetir ella partar av teimum. VIT ERU vitandi um, at á einum av teimum stóru útróðrarplássunum í landinum, er stødan nú so hættislig, at egningarhølir tróta til fleiri útróðrabátar, og somuleiðis er stampagoymslan á hesum plássi vorðin alt ov lítil til allar teir mongu båtarnar. Fiska- keyparin, sum higartil hevur hildið hesi hølir, sýnist ikki at taka nakað stig til at finna eina loysn, soleiðis at tann vaksandi tørvurin verður nøktadur. ÚRSLITIÐ er, at útróðrabátarnir sjálvir hava í umbúna at byggja egningarhølir fyri egnu rokning, og eisini umhugsa hesir at byggja kuldagoymslu at goyma egndan reiðskap í. Hetta vil við ødrum orðum siga, at i nøkrum fórum sleppa virkir undan útreiðslum, ið tey áður hava borið, og sum virkir í øðrum fórum framvegis bera, meðan útróðramenn í summum førum yvirtaka hesar útreiðslur, samstundis sum aðrir sleppa undan. HER ER veruliga talan um ein ójavna, og ikki skerst burtur, at tað er órættvíst, at nøkur virkir sleppa undan útreiðslum, ið onnur virkir bera, og at nakrir útróðramenn koma at bera útreiðslurnar, sum aðrir sleppa und- an. Her skuldi sjálvandi ein landsumfatandi regla verið í gildi. TAÐ ERUnú nøkur ár síðani, at útróðrafelgg- ini skipaðu seg í eitt landsfelag, undir heit- inum Meginfelag Útróðramanna, og tað skuldi verið ein sjålvsøgd uppgáva hjá hesum felag, at fingið samráðingar í lag við fiska- keyparnar, sum eisini hava teirra felag, so- leiðis at vit í minsta lagi fingu somu skipan kring alt landið. sosialurin Nr. 58 — 31. august 1977 Sambandspolitikkur — ein hóttan móti arbeiðandi fólkinum Í Dimmalætting 20. august skrivar Pauli Ellefsen um vinnu- livsstudul og millum annað skuldsetir hann sitandi lands- stýri fyri at gera atsóknir móti okkara >neyðars< vinnulívi. Hann vísir á, at avskrivingar- møguleikarnir eru munandi skerdir, og at sambandsflokkur- in atkvøddi ímóti at hesir møgu- leikar vórðu skerdir. Hann vísir eisini á, at vinnu- lívið, eitt nú partafeløg, nú verða harðari skattað, og sjálv- andi er sambandsflokkurin eisini ímóti hesum. Og víðari vísir Pauli Ellefsen á, at landsstýrið vil avtaka studningslánini, sum eru bein- leiðis gáva úr landskassanum til vinnulívið, og ístaðin vil lands- stýrið fara yvir til stuðulslán, ið skulu rindast aftur. Her viðgongur Pauli Ellefsen, at landsstýrisins politikkur hev- ur verið og er, at broyta studn- ingin til lán, at avmarka av- skrivingarmeguleikarnar og at skatta partafeløg ødrvisi enn áð- ur. Hetta er ein politikkur, sum vit av fullum huga taka undir vid, men tad ger Pauli Ellefsen ikki. Alternativid til hendan poli- tikk landsstýrisins man verða at avskrivingarmøguleikarnir verda vidkadir, at partafeløg verða linari skattað, og at hverja ferð »vinnulivsmenn« skulu byggja skip fyri fýra milliónir krónur, skulu skattgjaldarnir handa teimum eina peningagávu uppá eina millión krónur. Hetta man í stuttum verða politikkur sambandsfloksins og Paula Ellefsens í hesum málum. Men hetta vilja vit kalla eina grova atsókn ímóti vinnandi fólki landsins. Hetta er stytsta leiðin til tess at skapa ein uppaftur sterri stættarmun. Við einum slíkum politikki gerast nøkur múgvandi eftir stuttari tid. Onnur gerast blóðfátæk. Tað er nú onki dulsmál, at hesir »vinnulivsmenn«, ið sam- bært galdandi lóg fáa pening til gávus úr landskassanum, og sum hava nærum fullkomið skattafrælsi, samstundis hava eina privatnýtslu, ið er heilt óhugnalig. Tey, sum rinda skulu alla hesa almennu vælvild mótvegis vin- nulívinum, eru tey, sum illa hava úr hondini í munnin, og sum kortini knógva undir rela tivt tungari skattabyrðu. Og tann reyði, ella rættari sagt tann svarti tráðurin í grein- ini hjá Paula Ellefsen, er »erlig- heit.< Men vit loyva okkum at pá standa, at tað er óerligt av Paula Ellefsen, at tosa um skattalættar til vinnulivid, utt- an eisini at siga lesarum sínum, at tað, sum vinnulívið fær í skattalætta, tað skulu tit, fiski menn, verkamenn og allir aðrir lontakarar gjalda meir í skatti Og tað er somuleiðis óerligt av Paula Ellefsen at tosa um fram haldandi studningsveiting til vinnulívið, uttan at siga lesarum sínum, at tað, sum vinnulívið skal hava til gávus úr lands kassanum, tað skal takast úr tykkara lummum. Og betur enn nakrantíð, kann vinnulívsmaðurin tá halda frí uttanlands fleiri ferðir á hverjum ári. Hann kann tá eisini keypa sær ein sterri og dýrari bil og meguliga tveir. Hann fær tá eis- ini bygt sær summarhúsið, og øll bernini fær hann í læru til hægsta studning, tá skattskyld- uga inntøkan orsakað av skatt- ligum avskrivingum er so låg. Men løntakarin, sum neyvan hevur ráð at fara ein túr út um bøgardarnar, um ein góður summardagur fellur á ein ger- andisdag, hann skal rinda. Tað er sambandsflokkinum og Paula Ellefsen loyvt at hava ein slíkan politikk, men ein tílíkur politikkur verður av okkum mettur sum ein hóttan móti tí arbeiðandi fólkinum í Føroyum og fær ti als ikki undirtøku frá okkum. størri ÞBÞMAHAHHA——Á—Á dagbókin Várgleði hevur fund í KFUK í dag kl. 16.15: Bókin. Unggentudeildin í KFUK í kveld kl. 20: Nál og tráð. Spælistovan Møtir hósdag i KFUK kl. 16 17. KFUK. Vit hava kvøldsetu friggjakvøld- ið frá kl. 19. Bókin »Da de sá stjernen,« verður upplisin. (Havi arbeiði við). DMS-fundur verður í KFUK fríggjadagin kl. 15.30. Uppistova I kvold kl. 20 verður arbeitt til basar Friggjadagin kl. 15 hittast til- komin ot eldri aftur til kortspæl 0.a. Utferð Viðrar ger DMS og Simans ringurin í Vestmanna útferð til Viðareiðis tember unnudagin 4 sep Ellis- & Avlamisheimið i Vågum søkir eftir sjúkrahjálparum: 1 starv sum sjåkrahjålpari 40 tíma arbeiðs- viku dagvakt, og 1 starv sum sjúkrahjálpari 40 tíma arbeiðsviku dagvakt sum avloysari í 1 ár. Umsókn við avriti av prógvum og fråsøgn um fyrrverandi arbeiðspláss verður at stíla til stýrið og senda til heimið, áðrenn 19/9. Upplýsingar um størvini við at venda sær til heimið tlf. 32600. Ellis- & Avlamisheimið Ur Køben- Úr Skip havn Alborg VELA 25/8 23/8 BLIKUR 1/9 30/8 RAVNUR VELA 8/9 /9 6/9 BLIKUR 5/9 13/9 Telefon 1225 Telex 21 Ur Halm- Ur I stad Leith Føroyum 24/8 28/8 4/9 9/9 11/9 7/9 11/9 18/9 VELA fermir i DRAMMEN 22/8 og 5/9. RAVNUR fermir i DELFZIJL 7/9. PF SKIPAFELAGID FØROYAR á