mikudagur 31. august 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
kála
Nr. 58 — 31. august 1977
sosialurin
Toskarhøvd á Vardagøtu
— politiid hevur ikki heimild at stedga flutningi
av slógvi, sum fer fram í opnum stålkøssum
Fyrrapartin seinasta friggjadag
varnaðust fólk, at ein slógvrúg-
va lá á Varðagetu, uppi við
Viðalundina. Hetta er ikki fyrs-
tu ferð, slógv liggur og sleðist á
vegunum í Havn. Hjá býarverk-
frødinginum verður upplýst, at
teir fleiri ferðir hava meldað
hetta til politiið, men teir vita
ikki, hvat er hent í málinum.
Sosialurin vendi sær ti til poli-
tistødina i Havn við spurning-
inum, og har tosaðu vit við
Niclas Poulsen.
Bilstjórin fær bót
Niclas Poulsen segði, at hverja
"ferð, staðin fær fráboðan um
slíkan tilburð, setur hon seg
beinanvegin í samband við við-
komandi virki. Tað er sum oftast
Bacalao, tí tað er einasta fiska-
virkið í býnum. Leiðslan har úti
hevur altíð beinanvegin sæð til,
at slógvið verður tikið uppaftur.
— Síðani er so mannagongdin
vanliga tann, at vit fáa at vita,
hver lastbilurin hevur verið. Vit
tosa so við bilstjóran, sum
verður meldaður og fær eina bót.
Hvussu stór er henda bótin?
— Bótin verður åløgd eftir
ferðslulógini, so hon kann ikki
verða sterri enn 300 kr. Í fyrsta
umfari er hon kortini ikki so
stór.
Hetta var ikki fyrstu ferð, slógv lá og sleddist á Havnargetum. Ov
nógv verður fylt í kassarnar, og tí rennur tað útav í brekkum
Taka ov nógv í lastina
Orsekin til, at slógvið fer á veg-
irnar, er hon, at ov nógv verður
fylt í lastina. Sambært ferðslu-
lógini hevur bilstjórin ábyrgd
av, at tað, sum er í lastini, liggur
trygt. Tað er tí bilstjórin, sum
skal hava eftirlit við, at ikki ov
nógv verður koyrt í lastina.
Slógvið verður flutt í serligum
stålkøssum, men einki lok er á
hesum kessum. Tað hendir tí
eisini, at fuglar draga úr lastini.
Ikki heimild
Niclas Poulsen segði, at politiið
ikki hevur myndugleika til at
steðga hesi koyring, sum so, fyri
tí, tað dettur av einum bili av og
á. Tað er ikki bert slógv, talan er
um, men eisini mold, sandur og
grót.
— Vit kunnu áleggja eina bót,
men verður ov nógv av tí, at
lastbilar missa av lastini, kunnu
vit sjálvandi steðga koyringini
fyri eina stutta tíð. Annars haldi
eg ikki, hetta hevur verið til so
stóran ampa hjá okkum enn, at
vit hava verið noyddir til at gera
nakað serstakt við hetta.
Verða slíkir tilburðir ofta
meldaðir til tykkum?
— Nei, í mesta lagi einaferð
um mánaðin.
Niclas Poulsen upplýsti við-
ari, at tað eru heilsumyndugleik-
arnir, sum taka stæðu til, um
slógvið skal flytast á ein annan
hátt.
29 fyrilestrar á
á Debesartrød
— m.a. 12 um náttúruvísindi og 5 um Vágoynna
Aftur í vetur fer Fróðskaparsetr-
ið at hava almennar kvøldfyri-
lestrar um ymisk evni. Í oktober
heldur Hegni Debes Joensen,
serlækni, tveir fyrilestrar um
Ritgerðakapping
heldur fram
Fróðskaparsetrið bjóðaði í
fjør til eina ritgerdakapping
um evnini Feroyska kvinnan
og lívskor hennara og
Streymviðurskifti i Føroyum.
Nú hevur Setrið boðað frå, at
kappingin heldur fram, og at
freistin fyribils er sett til 1.
juli 1978.
Seinasta kappingin var i
1975-76. Hetta var ein savn-
ingarkapping um gomlu ved-
urmerkini. 10 fólk tóku lut og
Jógvan Sofus Ferjå, Gjogv,
fekk fyrstu virdisløn og Na-
poleon Nolsøe, Vági, aðru.
húðsjúkur. Tann fyrri verður um
Psoriasis og húðsjúkur elvdar av
bakterium, soppum og virus og
hin verður um eksemsjúkur. Í
oktober/november eru tríggir
fyrilestrar um pátrúgv á skrán-
ni. Tað verða Mortan Nolsee,
folkaminnisfrødingur, Joan
Pauli Joensen, folkalivsfrøding-
ur og Eyðun Joensen, sålarfrød-
ingur, sum koma at tosa um
hetta evni. Ib Andreasen, hav-
rættarrådgevi, skal hava tveir
fyrilestrar um havrættarspurn-
ingar í heyst, og Hjalti i Jákups-
stovu, fiskifreðingur, skal tvær
ferðir tosa um svartkjaft í no-
vember.
Vága sýsla — ein lýsing
Í januar-februar verða tríggir
fyrilestrar um navnframar gud-
froðingar úr okkara eld. Jóhan
Weihe tosar um Karl Barth, Pet-
ur Martin Rasmussen um Rudolf
Bultman og Hans J. Joensen um
Dietrich Bonhoeffer. Og í febru-
ar-mars er ætlanin at geva eina
lýsing av Vága sýslu. Fyrilestr-
arnir um Vágoynna verða fimm:
Jóannes Rasmussen, jarðfreð-
ingur: Náttúra og landslag.
Sverri Dahl, antikvarur: Forn-
minni. Ludvig Petersen, lands-
skúlaráðgevari: Bygdirnar. Jens
Pauli Heinesen, rithevundur:
Personsøga og Marni av Kák,
sýslumaður: Syslu- og komm-
unuviðurskifti.
12 fyrilestrar
um náttúruvísindi
Umframt halda lærarar á Stødis-
útbúgvingini 12 fyrilestrar við
evnum úr alisfrødi, evnafrødi,
livfrødi og støddfrødi, 6 fyri jól
og 6 aftanå. Henda fyrilestra-
rødin er ætlad at geva åhugadum
yvirlit yvir grundleggjandi evni
innan náttúruvísindina. Serligur
forkunnleiki er ikki neyðugur hjá
áhoyrarum.
Hver fyrilestur er ein heild,
sum åhoyrari kann fylgja uttan
at hava hoyrt hinar, sum eru
fyrr í rødini.
Panelfundur
Henda sera áhugaverda skráin
endar so við einum panelfundi
einaferð í mars. Fundurin verður
um eitthvert aktuelt evni.
Seinasta vetur vóru fyrilestr-
arnir 20 í tali við tilsamans 2250
áhoyrarum.
Síða 7
kring oyggjarnar
Nýggj føroysk
skaldsøga
1. september kemur út ein
nýggj føroysk skaldsøga,
»Skitsur — byurin og stór-
byurin« eftir Magnusi Dam
Jacobsen. Magnus hevur
sjálvur lagt bókina prentlist-
arliga til rættis, gjørt um-
bróting til arbeiðsbók, teknað
permu og vignet. Bókin er
164 blaðsíður, hon er prentað
í Skovlunde og givin út á
egnum forlag.
Í innganginum sigur hev-
undin m.a. um bókina: >Bók-
in, ið her fyriliggur, er øll
skrivað í triðja persóni. Hetta
er ógvuliga áhugavert ar-
beiði. At hugsa í fyrsta og
skriva í triðja þersóni. Um
hesi menniskju, sum eru
partar av einum sjálvum.
Sjålvstødugir og tað triðja,
sum er fiktiónin. Tað at
skapa. Seta hendingar og
upplivingar saman. Yrkja.
Um onkur kennir seg sjálvan
og onnur aftur í hesi bók, so
vil tað bert gleða meg. Ti,
hendan bókin, eins og alt
annað eg skrivi, er bert
GR
sprottin beinleiðis úr tí feska,
brúsandi lívinum. Hon er um
teg og meg. Um fortíð, nútíð,
framtíð. Um lívið, sum tað
var ella tóktist at vua, er,
verður, og, sum tú ynskir, og
vilt, tað skal vera.«
Bókin er ógvuliga væl úr
hondum greidd og áhuga-
verdur lesnaður.
Bókin kostar 80 kr.
Virdislønin handað
10. september
Europa-virdislønin fyri fólka-
list 1977, sum stovnurin
F.V.S. í Hamburg hevur av-
gjørt at veita Sunnbiar Dan-
sifelag, verður handað felag-
num å eini samkomu i Havn
tann 10. september.
Konfirmation
Heystkonfirmatiónirnar i
Havnar Kirkju verða 9. og
23. oktober.
Konfirmantarnir byrja at
ganga til 1. september kl. 15 i
K.F.U.M.
fg
Sóknarstýrið í Skálavík hevur år Norra keypt tvær lastir av
oljugrúsi, og varð hetta nýtt til at leggja á kommunuvegirnar í
bygdini. Sagt verður, at fólk eru vælnegd við hetta tiltak hjá
sóknarstýrinum, hóast hetta hevur verið teimum dýrt. Kostn-
aðurin lá um 200.000 kr.