mikudagur 31. august 1977síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Um útstykkingina Oman Hoydalar:
Glistrup, Breckmann & Ellefsen
hava ikki virkað til fánýtis
Sosialurin roynir at ríða á bylgjuni
Vit kenna hetta rák, ið er so
týðuligt í dag, tað er skapað av
misnegd hjá borgaraskapinum.
Fyribrigdið er kent um alt Eu-
ropa og rákið fær mangt ótespu-
ligt 50 ára minni at reka upp á
land. Hjá honum, ið vil ríða á
hesi bylgju, eitt nú fyri at heysta
politiskar røtur, ræður um at
tala til tað lægsta, ið liggur og
esjar í mannasinninum, smálig-
heit, illgitan, útspilling. Soli-
daritetur má vikja fyri sjálv-
sekni og roynt verður at káma
teir veruligu trupulleikarnar og
loysnir teirra burtur.
Eitt týðuligt tekin um hetta
rák er hetta at åvisir samfelags-
bólkar verða peikaðir út sum
syndabukkar og hetzin, ið so
verður sett í verk. Glistrup
skapti eina øsing, ið líkist eini
sannari rerslu, móti teimum
lærdu, akademikarum og teim-
um alment lentu, teir verða
skýrdir blóðsúgvarar og utpin-
arar. Her heima hava serliga 2
persónar tikið undir — og fólka-
tingsvalid visti, at í hvussu er
annar fekk vind í seglini partvis
av ti. Fyri ein javnaðarmann
kemur tað nu sum ein hvøkkur,
at SOSIALURIN luttekur í
hetzini — ja, hann vidkar bólkin
av teimum andstyggiligu lærdu
meir enn, mær vitandi, sjálvur
forarin Glistrup, tí Sosialurin
tekur læraran við. So nú vita tit
tað, tit lærarafólk, tit eru nú, av
blaðnum, ið umboðar landsins
størsta flokk, útpeikaði at vera
snobbar. Øll, ið hava størri út-
búgving, eru snobbar. Løgmad-
ur má vera snobbur — og Hilm-
ar Beck sleppur eisini við, men
Vilhelm Johannesen er ikki
snobbur, tí hann er jú blaðstjóri
á Sosialinum. Markið má so vera
onkustaðni harimillum. Vónandi
fer Sosialurin, nú hann er farin
upp í handan leypin, at greiða
okkum frá, hver er snobbur, so
vit vita, hverji vit skulu ill-
teinkja, tá vit hitta tey á getuni.
Hvat orðið snobbur veruliga
merkir, fara vit ikki at biðja
Sosialin upplýsa okkum, tí at
definera slíkt hevur eingin
stundir til i hetztidum.
I Sosialinum nr. 56, ið kom
mikudagin 24. august er grein,
id fevnir um sidurnar 6, 7 og 8.
Hon snyr seg um grundøki og
husabygging. Evnið er sera um-
ráðandi, ein stórur samfelags-
spurningur, so tey flestu mundu
lesa í spenningi. Yvirskriftin er
»SNOBBHILL« — og orðið
»snobb« verður nytt so ofta sum
gjørligt í greinini, tað er ein sonn
froi hjá blaðmanninum, snobb,
snobb, snobb. >„...tað er gott
grundarlag fyri at nevna ekið
fyri onki annað enn júst
SNOBBHILL<. Eg haldi, at
hatta orðið er so keðiligt. »Oman
Hoydalar« ljóðar vakrari og ekið
eitur eisini soleiðis (Tað má vera
skeivt at rópa økid »Ovaru Hoy-
dalar, tí tað er dalurin, har Jåk-
up Sverri býr, og okið er jú ikki
nakar dalur, men heyggjar).
Ein, ið hevur bygt Oman
Hoydalar, Jóannes Dalsgaard,
skrivaði frálíka grein, ið kundi
verið byrjan til eitt gott orða-
skifti. Tað er spell, egiliga
harmuligt, at hetta orðaskifti
kanska steðgar longu í byrjan-
ini, tí Sosialurin skuldi koma við
eini grein, ið so lítið hald er i.
Hon byggir als ikki á nakran
kunnleika ella nakrar sakligar
upplýsingar, men á leysar pá-
standir, beinleiðis ósannindi og
sleyg — og lýsir langan veg av,
at skrivarin hevur als onga vitan
um samfelagsviðurskifti yvir-
hevur, hverki sosiologiskt ella
fíggjarligt. Hann veit einki um
jarðarráð, landsstýri, løgting,
bygdaráð, býráð, bankar, spari-
kassa, aðrar lánigrunnar og
hann hevur onga meining um
nakra lóggávu. Ikki eitt orð um,
hvussu útstykkingar hava farið
fram og nú fara fram ella kundu
farið fram í Feroyum. Men her
hevur vitan og hugsan kanska
ongan áhuga — nú skal skapast
sensatión, eins og teir gera á
Extrabladet. Kanska upplagið á
Sosialinum fer at veksa?
Lat okkum taka byrjanina á
greinini fyrst. ȁ Snobbhill eru
minni enn 10% verkafólk, með-
an restin er hægri lærd fólk,
harav fleiri hava hús framman-
undan.< Hver er so veruleikin?
A útstykking 1 eru 48 grundeki.
Um minni enn 10% skulu vera
verkafólk, so kunnu ikki vera
fleiri enn 4. Hvat er >verkafólk<?
I útstykkingini hava bygt ella
byggja 4 arbeiðsmenn, ið ikki
hava útbúgving, 4 handverk-
arar, 1 brandmaður, 1 portørur,
I kokkur, 2 politistar, 1 maskin-
maður, 2 telegrafistar, 1 skriv-
stovumaður. Nú veit eg ikki,
nær vit koma til snobbarnar,
men 4 lærarar eru, 1 pensionist-
ur, 1 tekniskur assistentur, 3
handilsmenn, 1 krambakallur, 1
skipari. Akademikarar eru 12,
t.e. læknar, lærarar við hægri
skúlar, verkfreðingar o.s.fr., 1
stjóri og ein fulltrúi iroknadir. 2
arbeiðstakarar, ið grava grundir
fyri fólk. Nú vantar onkur í, tí
eg kenni ikki starv teirra, men
akademikararnir eru ikki fleiri
enn teir, ið her eru nevndir. Man
eg hava tikið munnin ov fullan,
um eg sigi, at hatta við teimum
10%, sum verður endurtikið 3
ferðir í greinini, er ein leysur pá-
standur og dømi um illa undir-
bygda skriving? Hvussu er við
ødrum útstykkingum? Ternu-
ryggur, Tórgarður, Konmans-
myra, Miillerstrød o.a. eru tær
eisini snobbhillar, hvussu nogv
% av verkafólki býr har? Helle-
rup og Sorte Firkant vid Nørre-
bro i Keypmannahavn saman-
borið við Oman Hoydalar og
Konmansmýru — ja, hatta er
ein funnin fressur, eitt skelkandi
prógv um tervandi vitan, eisini
um donsk viðurskifti. Orðingin
„arbeiðarabýlingurin á Kon-
mansmýru< kemur fyri. Nú, ið
eg havi mist alt álit á blað-
manninum, má eg biðja um at
fáa hatta váttað
sosialurin
Nr. 58 — 31. august 1977
»Å SNOBBHILL er frítt og
vakurt — kann á ongan hátt
sammetast við Konmansmýru.
Ikki einans er ekið vælvalt, men
eisini byggingin er fyriskipað
annarleiðis enn vanligt er í
Havnini. Miðalgrundekini á
Snobbhill liggja um 1.100 m? (ti-
verri ósatt), meðan tey á Kon-
mansmýru liggja um 500 m?.
Fjarstødan millum húsini er
eisini væl rúmari. Meðan hon á
Konmansmýru liggur um 5 m,
liggur hon um 10 m á Snobbhill.
Eisini hevur grundekjaprísurin á
Snobbhill verið væl lægri enn í
Havnini. Ja, so lágur, at enn
ikki grundekjaprísurin á Kon-
mansmýru, sum annars sigst
nærum at vera ein sosialhjálp til
neyðstaddar familjur í Havnini,
hevur kunnað staðið mát við
grundøkjunum á Snobbhill.
Meðan grundekjaprísurin á
Snobbhill var 42 kr. var hann á
Konmansmýru 97 kr« (tíverri
ósatt. Prísurin á útstykking 1
verður, vegna prishækkingar og
seinkan nógv hægri. Á útstykk-
ing 2 skuldi hann vera 90 kr.,
men eisini hann verður hægri av
somu orsek). Sumt er rætt í
hesum kuti: Tað er fritt fyri og
vakurt í Hoyvíkshaganum.
Tann niðari parturin av honum,
niðan fyri Vatnaskerð, og partar
av Húsahaga líka yvir móti
Húsareyni liggja í ein ring um
Havnina við vekrum útsýni.
Hetta er ikki jorð, ið hóskar til
landbúnað, men til byggilendi, tí
hevur Jarðarráðið í mannaminni
boðið kommununum hana. Fleiri
ferðir hevur Jarðarráðið gjørt
ætlanir, men kommunurnar
tóku ongantíð av, hóast tørvurin
á grundekjum vaks og vaks í
Havn. Tað almenna eigur nær-
um alla Suðurstreymoy, uttan
nakrar traðir í Havn, men í
staðin fyri at lata býin vaksa
eftir tí almenna landinum — við
teimum meguleikum hetta kundi
givið fyri skilagóðari ætlan,
valdi kommunan altíð at keypa
traðir — til vinning hjá eigar-
unum — og selja hesar traðir til
byggilendi uttan at kommunan
skuldi missa pening. Almenn
jørð, ið Jarðarráðið umsitur, er
nú einaferð nógv biligari enn pri-
vatar traðir, og grundekini
verða bíligari og kunnu fáa
meira hóskandi stødd.
Nú, ið jarðarráðið hevði fingið
so nógvar umsóknir, varð farið
undir eina ríviliga útstykking, í
staðin fyri at lata grundøki av
haganum í smáum, sum bara
høvdu komið teimum vælbjarg-
aðu til góðar. At byggingin er
væl fyriskipað og gott pláss er
millum húsini — skal Jarðarráð-
ið lastast fyri tað, ella skal
Havnar kommuna lastast fyri,
at ov stutt er millum húsini niðri
í Havn? Eftir hvat blaðskrivarin
sigur, hevur Jarðarráðið havt
eina djúpari ætlan við hesum: >Í
staðin hevur verið útstykkjað
soleiðis, at okkara væl lærdu
fólk hava fingið eitt væl valt oki
at búleikast å« (Hesi orðini stan-
undir mynd, men
myndin vísir tíverri nøkur stór,
prýðilig og dýr hús á eini privat-
ari trød, sum Jarðarráðið og út-
stykkingin einki hava við at
da eisini
gera). »Hoyvikshagin gjørdist
tíverri lítil hjálp til verkafólk.<
Hetta er rætt, tí ov lítið er út-
stykkjað, men hví ikki greiða frá
orsekini? Hon er tann, at Tórs-
havnar Uttanbiggjar Kommuna,
har Hoyvíkshagi er, sigur fram-
haldandi kortanei til útstykking.
Ætlan jarðarráðsins hevur altid
verið at útstykkja alt lendið, ið
hóskar til endamálið, og allar
ætlanir hava verið til reiðar í
åravis. Okið er so stórt, at eingin
hevði nýtt at gjalda tann dýra
prisin á traðunum niðri í Havn.
Stóð tað til jarðarráðið, var alt
hetta ekið i dag bilig grundøki,
væl fyriskipaði, men Tórshavnar
Uttanbiggjar Kommuna, t.v.s.
tann meirilutin, ið argjamenn
eru, sigur, sum nevnt, kortanei.
Nú ið hoyvíkingar hava biðið um
at koma upp í Havnar komm-
unu, er meguleikin aftur har, tí
Havnar kommuna, sum eisini
gjøgnum árini hevur sagt nei,
hevur nú fingið eitt betri býráð,
ið hevur tikið aðra stødu og er
farið í samarbeiði við Jarðarráð-
ið um útstykking á Ternuryggi.
Hendan útstykking er gjørd á
sama hátt sum tann Oman Hoy-
dalar, so nú bíða vit í spenningi
eftir, hvat Sosialurin fer at kasta
eftir teimum, ið har byggja.
Kanska teir verða útnevndir til
snobbar eisini?
„Spurt kann verða, um
myndugleikarnir ella myndug-
leikin, ið hevur latið grundøkini,
hava sílað burturfrå.« Her kem-
ur eitt álvarsamt hetzfyribrigdi,
tann leysa gitingin, gramlið:
„Um Karstin Rasmussen, skriv-
ari Jarðarráðsins, eisini hevur
hildið, at arbeiðsmenn vóru ov
býttir og ikki verdugir, at gerast
grannar hjá hesum vælfyrikom-
nu borgarunum og hevur sílað
teir burtur frá eins og hann eftir
ollum at døma gjørdi, tá hann
setti nevndina i eigarafelagnum,
kann ikki åvisast«. Var tað
nakar, ið nevndi orðið blaðetikk?
Jóannes Dalsgaard nevndi í
skilagóðu grein síni, at freistin
fyri inngjaldingini er so stutt, at
nógvir av umsekjarunum ikki
hava nakran meguleika fyri at
fáa tann neyðturviliga eginpen-
ingin til vega. Tí fær næsti ella
triði maður á listanum ekið. Og,
sigur hann, soleiðis gekk í Hoy-
vikshaganum og soleiðis gekk á
Konmansmýru. Greinin í Sosi-
alinum nr. 56, ið vit nú tosa um,
ber, sum áður nevnt, týðilig boð
um totalan terv á vanligari vitan
um eitt nú figgjarvidurskifti.
Eins og Sokrates kundi ein sett
blaðmanninum spurning, soleið-
is at hann sjálvur kann finna
svarið og læra av ti: Hver heldur
tú kundi hugsast viljað sílað?
Hugsa teg nú um. Munnu tað
vera snobbarnir í Hoyvík, ið
hava lagt Karstini lag á, at hann
skal síla? Ljóðar tað trúligt?
Sum javnaðarmaður átti tú at
havt eitt minstamál av vitan um
kapital. Eg veit, at fleiri fólk
høvdu fingið grundøki frá jarð-
arráðnum í hesi útstykking, tey
gingu á heygnum og fegnaðust
um tey. Hjúnini samráddust
um, hvussu byggjast skuldi og
hevdu ljósar dreymar. Men so
máttu fleiri siga grundekið frá
sær vegna tervandi eginpening.
Men tað var ikki Karstin, als
ikki, ið tók stykkið frá teimum
aftur — og tað vóru heldur ikki
erkasnobbarnir, ið bóðu um tað.
Ein leysur pástandur er, at
Karstin Rasmussen hevur valt
nevndina í eigarafelagnum.
Hann valdi eina fyribils nevnd,
sum vanlig mannagongd er, men
aðalfundurin valdi nevndina,
eins og aðalfundurin hevur valt
allar nevndir síðani. Um friøkid
verður sagt >Men enn er óvissa
um, hvert friøkini verða eftir
upprunaligu ætlanini ella inn-
hegnaði til frama fyri einstakar
grundánarar. Jarðarráðið hevur
enn ikki givið eigarafelagnum
nakað greitt svar. Og — okkum
vitandi — heldur ikki Tórs-
havnar Uttanbiggjar Komm-
una«, sidani bidur bladid um, at
tann endaliga avgerðin verður
kunngjørd í bløðunum. Her var
so ein lítil roynd at vera reiðilig-
ur, tað er vælgerandi. Vit eru
rørd av umsorgan blaðsins fyri
friøkinum hjá snobbunum. Sosi-
alurin skal kenna seg vissan i, at
eigararnir finna seg ikki i, at
nakar stikar felags friøki inni.
Supanin er tunn, ikki hjålpti
hetta litla beinid, hatta målid
hevur ongan tydning, harra
blaðmaður. Ein annar møguleiki
fyri at seta spurning, ið hevur til
endamáls at fáa okkum at halda,
at her ruggar ikki rætt, er reinsi-
verkið, sum eigararnir á út-
stykking 1 gjørdu við Hvítanes-
vegin, her kemur aftur henda
løgna umsorgan fyri eigarafel-
agnum hjá snobbunum: „men
eigarafelagið hevur tó ikki fingið
nakað greitt svar hesum við-
víkjandi enn.« Vit hava gjørt út-
stykkingina í felag. harra blað-
maður, vit fara eisini at greiða
handan pinkulítla spurningin.
At enda eini ráð: Fáið betri
upplýsingar og latið vera við at
gita og sleyga. Roynið at síggja
grundøkisspurningin frá einum
heildarsjónarmiði, skrivið um al-
menna jerð og privata, loggåvu
um grundøki og figging, um
tørvin å heildarætlanum fyri alt
landid og um praktiskan javnad-
arpolitikk, men latid vera vid at
ríða so nidarlaga og skíra fólk
snobbar, steðgið hetzini móti
teimum, ið hava útbúgving,
meðan væl er. Leiðin er vanda-
mikil og lítið heiðurlig fyri ein
javnaðarflokk.
Við vón um, at Jarðarráðið
sleppur at halda fram við at út-
stykkja Hoyvíkshaga, livið soli-
dariteturin við teimum, ið enn
ikki hava fingið bilig grundøki.
Ein eigari í tí væl
skipaðu útstykkingini
OMAN HOYDALAR