Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-08-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 1977síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 58 — 31. august 1977 sosialurin Síða 9 lesarabrøv Fiskimarksútflyting EEC limaskapur ella hvat Í sambandi við viðgerðina á tingi av loyvi hjá EEC skipum at fiska við Feroyar, samstundis sum føroysk skip skuldu hava framhaldandi loyvi at fiska í EEC sjógvi (NORDSJONUM og við GRØNLAND), legði ein enn einaferð merki til, at and- staðan vildi tryggja sær, at hetta loyvi bleiv samtykt av sit- andi stýri, av tí sokallaða 18 manna veldinum. Teir í andstøduni hugsaðu meira um sína egnu makt enn um tað óbetiligu hending, sum tað hevði verið, um allur tann foroyski flotin av silda- og skitt- fiskaskipum bleiv sendur heim úr Norðsjógvinum og at rækju- trolararnir vórðu sendir heim úr EEC sjógvinum við Grenland. Men tå ið andstødan sá, at sam- gongan samtykti uppskotið, reistu teir seg eisini. Teir, sam- bandið og sjálvstýrisflokkurin, vóru eitt sindur tungir í hevd- inum, men einki ilt at siga um tað. Ti enn einaferð, og eg rokni ikki við, at tað verður seinastu ferð, hendi tað, at umboðsmaður sambandsfloksins, Jógvan Ol- sen, aftaná skilagóðu reðu sína líka sum bleiv settur til viks av formanni sambandsfloksins, harra Paula Ellefsen. (Hann, sum veit alt, líka frá fiskiloyvi hjá EEC skipum til roknskap- artel hjá Smyrli). Allir flokkar hava, sum vera man, sín talsmann í teimum ym- isku málum, sum koma fyri. Skilamenn allir, vita hvat teir tala um, sakligir eisini. Umboðs- maður sambandsfloksins í hes- um máli var Jógvan Olsen. Men Pauli E. kundi ikki halda sær leingi, hann fór upp og kom við síni vanligu reðu um dugnaloysi hjá landsstýrinum og segði m.a.: »Landsstyrid hevur enn ikki funnið út av, hvenn fiskaripoli- tikk vit skulu fera. Vit í sam- bandsflokkinum ætla ikki at vera við longur. Okkara um- boðsmaður hevði eina skilagóða rødu, sum eg gott kann góðtaka, men eg havi nakrar viðmerk- ingar. Landsstýrið hevur heilt mis- skilt stóðu okkara. Vit samráð- ast á heilt skeivum grundarlag. Vit skulu ikki samráð- ast sum føroyingar, ti tað eru vit ikki í hesum føri. Vit eru danir, vit skulu ikki tala foroyskt, vit skulu tala danskt, og vit mugu líta á ríkisfelagsskapin sum tað grundarlag, sum vit skulu byggja á — ríkisfelagsskapurin skal tryggja okkum okkara sjálvkravda rætt at fiska alla- staðni. Men vit mugu viður- kenna, at vit eru danir.« At ríkisfelagsskapurin gevur okkum vissar semdir hevur Pau- li E. rætt i. Ein er tann, at vit hava rætt til at velja tvey um- boð á danska fólkatingið. Eitt av hesum umboðum er sjálvur Pauli E. Har hevur hann møguleikan at tala danskt, ti hansara og Jo- han Nielsen's uppgáva er har at røkja og verja føroysk áhugamál og tað uttan mun til, hver litur ella politisk samanseting er á Legtingi. Men má tað vera mær loyvt at spyrja, nú tygum, harra Pauli E., tala so nógv um ríkisfelags- skapin og tryggleika hansara: Hava tygum sum fólkatingslim- ur gjørt fiskariministaran, Svend Jacobsen, varan vid, at føroyingar eru riknir út ur Grøn- landi? Har må ikki fiskast meiri toskur, ti tad, sum eftir er, skulu grønlendingar sjålvir hava. Her eru vit sum rikisborgarar riknir burtur av fiskileidum okk- 6; AÐALFUNDUR FØROYA LÆRARAFELAGS 1977 verdur leygardagin 10. september kl. 14.00 á Føroya Læraraskúla við hesari dagsskrá: 1. Formaðurin greiðir frá arbeiðinum í farna ári. 2. Framløga av roknskapum 3. Limagjaldið 4. Broyting av reglum um stjórnarval 5. Ymist. Tórshavn, 25. august 1977 F.V. Eilif Samuelsen ara saman við fransum, bretum og ødrum. Hvat tryggjar tann sokallaði ríkisfelagsskapurin okkum? Skulu feroyingar á grønlandsmidum tala gren- lendskt, harra Pauli E? At enda vil eg gera vart við tað, sum harra Hilmar Kass segði fyri opnari mikrofon. Alt Feroya fólk saman við mær hoyrdi hann, tá hann segði: >Tann fiskaripolitikkur, sum verður førdur, er góðkendur av sambandsflokkinum. Limur sambandsfloksins i marknadar- nevndini hevur ikki vid einum orði mótmælt ti útviklingi, sum er farin fram (hann torir kanska ikki)<. Og eitt lítið uppískoyti. Við- víkjandi teimum fyrru samráð- ingunum segði Pauli E. at teir høvdu ongar upplýsingar fingið frå løgmanni. Hilmar Kass segði eisini fyri opnari mikrofon: „Vit hava fingið gjølla upplýst frá løgmanni um gongdina i samrådingum, ikki bara eina- ferð, men tvær ferðir hevur log maður greitt okkum væl og virdiliga frå,« Dømi nu sjålvi i ødrum føri. Fiskimadur Áheitan til allar blaðstjórnir Eg haldi, at allar blaðstjórnir í ollum feroyskum bleðum skuldu lagt nógv stærri dent á at fremja eitt gott upplýsandi arbeiði fyri at geva fjøldini meira at vita, um tey mongu samfelagsvidurskift- ini og svara teimum uppá nógv- ar átroðkandi spurningar. Bleðini áttu at kanna megu- leikarnar at fingið fastar tíðinda- menn á øllum plássum í landi- num, so at tey eina ferð um vikuna ella oftari fingu tíðindi, sum hesi fólk ringdu inn fyrra- partarnar, áðrenn bleðini fóru til prentingar. Á henda hátt høvdu blødini gjørst fjalbroyttari. Samstundis skuldu blødini latið fólk vita, at tað var av stórum týdningi, at fólk skrivaðu sína hugsan um ymisk viðurskifti av samfelagsligum áhuga, ið síðani kom at skapa eitt skrivligt orða- skifti. Hetta hevði ført vid sær, at fleiri og fleiri fóru at lesa blødini og vónandi eisini teknaðu seg sum haldarar. Blaðstjórnir- nar áttu at tikið sær hetta til umhugsunar, og samstundis Fe He mett um alt tilfarið, ið kom inn, og sum kanska kundi betra um dygdina av blaðnum Útvarp Feroya hevur havt nógvar áhugaverdar og upplýs- andi sendingar í vetur, har m.a mong samfelagsviðurskifti gjølla hava verið umrødd, um lóg og rætt, sosialar spurningar, læknin, ið hevði orðið, fiskivinna Hetta eigur útvarps- manningin rós fyri. Hetta er leiðin, ið bleðini eiga at ganga saman við útvarpinum. Tað er mín vón, at blaðstjórnirnar taka hetta til eftirtektar og arbeiða fram imóti at gera bloðini meira fjølbroytt, við t.d. eini betri um- bróting og uppseting av ellum blaðtilfarinum, so tey koma at síggja betri út og fáa eina betri undirtøku. Blødini eiga meira nú enn áður at viðgera føroysk við- urskifti og føroyskan politikk Fólk hevur stóran áhuga at fáa greiðu á okkara samfelagsligu viðurskiftum. o.m.a. Hans Birgir Hansen Ætlanin var at fella landsstýrið Harra blaðstjóri! Sum við øllum »skandalusen- sasjonum«, ið verða uppblåstar nogv meir enn tær eru verdar, var tjakid um »Skrokkin« vid at hasa av millum manna. Kann vera, at ein orsøkin er tann, at fólk hevur gjørt sær greitt, at »Skrokkurin« neyvan man vera einasta »skrokkamål« i Føroyum heldur enn aðra staðni. Sjålvt um slíkt so avgjørt ikki er rós vert, so munnu >skrokka- mål« ikki vera óvanlig manna- gongd, tá um peningaviðurskifti ræður. Slíkt kundi onkur grann- skoðari greitt okkum frá. Ein av teirra uppgávum er jú at fáa inn- tøkur rikmanna at verða null ella negativar — å sjålvuppgåv- uni, so hesir kunnu sleppa undan at gera teirra samfelagsskyldu gjalda skatt. Eftir okkara sjúku avskriv- ingarreglum, sum ikki minst sambandsmenn ganga so heil- hjartaðir inn fyri, er hetta ikki nakað juridiskt lógarbrot, men at tað er eitt líka so stórt moralskt lógarbrot sum »skrokkamålid« kanska størri koma vit neyvan uttan um! Nakað herfyri kom løgmadur vid eini frågreiding um »skrokkamålid«. Henda frá- greiðing var sum olja á eitt slóknandi bál, kærkomin fyri hann, sum nú í skjótt eitt ár hevur belt hesum, í samanbering við teir veruligu trupulleikarnar, vit hava at dragast við, politiska neyðareggi, sum ein lesari so beinrakin tók til í Sosialinum seinasta leygardag. Ein annar lesarabrævskrivari tað var í Dimmu segði nakað um, at maðurin á getuni nú var sera firtin yvir løgmann og »skrokkamålid.« Tað eru aðrir menn á getuni, sum halda, at nú átti hesin sambandsmað- urin at vent sinum áhuga móti teimum veruligu trupulleikun- um, vit hava at dragast við, ella í hvussu er latið landsstýrið havt frið við royndunum at skaffa Betongmålingin Skalflex Vid 10 års garanti er nå komin å marknadin i Føroyum. Nærri vid at venda sær til: Arne Samuelsen. tlf. 55775, Klaksvík okkum tær sømdir å teimum ymisku fiskileiðunum, sum ikki minst løgmadur manniliga fyri! Dagbladid hevdi friggjadagin fyri P/R berjist so samreðu við umboð Rávuna Henda samreðan líktist úttalilsum frá einum slignum manni og er tað helst eisini Sjálvt um ein neyvan kann siga henda mannin illan fyri, at hann heldur seg persónliga vera forfylgdan í »skrokkamålinum« (vit aðrir vildu óivað hugsað tað sama), so hugsi eg ikki, at tann politikkarin, sum setti eld í »skrokkabålid« ætlaði at forfylg- ja hesum manni, ella felag. Heldur mundi ætlan hansara vera at fella sitandi landsstyri, so hann sjålvur ella onkur av mest hansara samhugaðu kundi koma framat! Aftursvarið í Dimmu til fyrr nevndu samrødu minnir um kettuna, sum spælir við músina ein traðkan á ein slignan figginda. At tann politikkarin, sum gjørdi »Skrokkin« til meitt »Frankensteins ódjór< roynir at halda liv i hesum ódjóri, er væl skiljandi, tad var ju tad, sum gjørdi hann kendan, fekk honum ein fólkatingssess vid ødrum orðum, eina publikumsuksess og, um ein nú hugsar seg um, er einasta veruliga maður hevur arbeitt við Tað er legið, hvussu ein intelligentur karrierupolitikkari við demagogiskum snildum kann stýra mannahugsanina til sín fyrimun við at tosa og skriva fólk vil hoyra og | »mål«, hesin tað, hann veit