leygardagur 3. september 1977síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 59
Leygardagin
3. september 1977
50. árgangur
Leysasøla 2,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Å mentunarstevnu
i Odense
Vid flogfarinum leygardagin
fara umbod fyri Klaksvikar
byråd til Danmarkar. Um-
bodini eru Jógvan Clement-
sen, byrådsskrivari, og by-
rådslimirnir Oddbjørg Sól-
bjørg og Vilhelm Johanne-
sen, og skulu tey luttaka å
eini mentunnarstevnu i
Odense.
Stevnan byrjar komandi
månadag og heldur å vikuna
út. Á stevnuni luttaka øll
norðanlond: Anmagsalik úr
Grønlandi, Kópavágur úr Is-
landi, Trondheim úr Noregi,
Norrkjøping úr Sveriki,
Tammerfors úr Finlandi, Ma-
riehamn ur Alandi, Klaksvík
år Føroyum og Odense, sum
er vertur.
Hetta eru vinarbyirnir hjå
Kopavågi, og var Kopavågur
fyrsti byur i Nordurlondum,
sum fekk vinarbyir ur øllum
norudurlondum
Tað sum serliga
lagdur dentur á við hesi
stevnuni, er bólkaarbeiði um
ungdoms og fritidararbeidi.
verður
I Kópavági í fjør
Ein líknandi stevna var í fjør
hildin í Kópavági, og var
Klaksvíkin tá umboðað av
Vilhelm Johannesen og Arna
Absalonsen. Henda stevna
var í trimum pørtum, ein
framsýning, fyrilestrar og so-
kallað Norrøn kveld har film-
ir vóru syndir, sangur borin
fram og fyrilestrar frá teim
ymsu luttakaralondunum.
Eykaaðalfundur
P/ Faroe Air Transport hev-
ur eykaaðalfund á Hotel Haf-
nia 13. sept. kl. 20. Á dags
skránni er frágreiðing og
stødutakan til at byrja flúgv
ing við flogfarinum
Stór EEC-sendinevnd
til Føroya mánadagin
— samráðingar um sinåmillum fiskirættindi vera í komandi viku
Samráðingarnar um framhald-
andi sinåmillum fiskirættindi
millum Føroyar og EEC byrja
mánadagin, og fundir vera må-
nadag, týsdag og mikudag. At
EEC hevur brynjað seg hesa
ferð, sæst av, at sendinevndin er
serliga stór, millum 20 og 30 um
boð frá teimum ymisku lima-
londunum.
Fyribilsloysnir higartil
Føroysku megin borðið leiðir
landsstýrið samráðingarnar
saman við umboðum fyri danska
uttanríkisráðið. Eisini vera hjá-
staddir floksformenninir á tingi
og marknaðarnevndin.
Av tí at sostatt koma at lut-
taka uml. 40 fólk í samráðing-
unum, er ikki pláss fyri teimum
úti í Tinganesi. Ti verður sterri
fundarhøli leigad, og fara sam-
ráðingarnar fram í Havnar klub-
ba.
Sum kunnugt stóðu partarnir
langt frá hverjum oðrum, tå
samráðingar vóru í Bruxelles 18.
og 19. juli. Ti fekst bert ein fyri-
bilsloysn tá, galdandi fram til 1.
september.
Javnvågin
Føroyska kravid higartil hevur
verið, at EEC avmarkar veiðu
Framhald å sidu 2
Hesaferð fara teir ikki á flog.....
Bryggja meðalsterkt ol
Molbúgvar einglar í mun til okkum. Ølinnfluttningurin er 90% foredia
vatn. Vit senda sidani tomu emballaguna nidur aftur fyri aftur at fåa vatn
heimaftur, sigur Andr. Restorff, Restorffs Bryggjari.
Sidani atkvødugreidsluna um
rúsdrekkalógina hevur verið tal-
an um at landsstýrið hevur havt
í umbúna uppskot um at lata
miðalsterkt ol bryggja í Foroy-
um.
Vit hava vent okkum til
bryggjariid Foroya Bjór í Klaks-
vík, og siga teir, at teir til eina
og hverja tíð eru førir fyri at fara
undir tilíka framleiðslu.
Teir ivast ikki i, at teir eru
forir fyri at gera hetta ølid eins
gott sum tað, ið innflutt verður
ur.
Byggja út
Frá Foroya Bjór verður sagt, at
teir hava kontraktað nýggjar
tappimaskinur, og vænta teir at
kunna taka hesar í nýtslu kom-
andi vár. Nýggjur lagurbygn-
ingur skal eisini byggjast og
verður roknað við, at hetta
kostar tilsamans stívliga 3 milj-
Ónir.
I løtuni hevur Føroya Bjór ov
litlan kapasitet. Teir tappa einar
1000 kassar um dagin, og noyð-
ast teir at virka nógv uppá
yvirtið.
Molbúgvar einglar
Vit hava eisini vent okkum til
Restorffs Bryggjari, og sigur
Andrias Restorff stjóri, at teir,
saman við Feroya Bjór, fleiri
ferðir hava sent umsókn til
Landsstýrið um at fáa loyvi til
at bryggja miðalsterkt øl. Ein-
asta svar, teir hava fingið frá
landsstýrinum, er, at Lands-
stýrið hevur móttikið brævið.
Ein og hvor mátti dugað at
sæð komikkin í skipanini, sum
nú er. Ølid vit innflyta er 90% av
foredlaðum vatni, senda síðani
tómu embalaguna niðuraftur
fyri aftur at fáa 90% av sama
vatninum heimaftur, sigur
Andr. Restorff og leggur aftur-
at, at Molbúgvar eru einglar í
mun til okkum sjálvar.