Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1977síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 59 — 3. september 1977 Síða 2 H i tlf. 14720 11820 Sosialurin box 76. 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur giro 6282725 Vilhelm Johannesen (ábyrgd) telf. 56411 Høgni Djurhuus Sosialurin Blaðstjóri: Blaðmaður: Uppseting: Prent: Dimmalætting Avvápnað VIT ERU komnir langt inn í triðja árið hjá sit- andi landsstýrissamgongu, sum andstødu- politikkarar og andstødublød, ikki mettu at hava teir allar bestu møguleikarnar fyri at sita fýra ára skeiðið út. KOMNIR so langt, tykist politiska andstødan å løgtingi at vera fullkomuliga avvåpnad, tå alt tað, sum hon hevur bygt sin andstødupo- litikk á, hevur hepnast nógv betur fyri sitandi landsstýri enn nakar hevði væntað, og rættu- liga nógv betur enn andstødan hevdi spått og vónað. TAÐ, SUM andstødan mest hevur roynt at kóka politiska bótasúpan burtur úr, hevur verið keypið av Smyrli á sinni, og so tær fyri føroyska skattaborgarnar so »kostnadar- miklu« yvirtøkurnar. Keypid av »Mortani Mols« og hesar yvirtøkur, skuldu sambært andstøduna gerast tveir stórir fíggjarligir kleppar fyri foroyska samfelagið. NÚ SÝNIST, sum at alt hetta hevur gingið ødrvisi, og talan er als ikki um, at hetta hevur tyngt føroyska skattgjaldarnar á nakran hátt. Í uttanlandasigling gevur Smyril rættuliga stóran vinning, og eisini er líkt til, at yvir- tøkurnar gott og væl hvíla i sær sjálvum, tå postverkið gevur væl stórri yvirskot enn hin- ar yvirtøkurnar kosta. SAMSTUNDIS hava vit fingið í lag eitt neyð- ugt ferðasamband millum norðurlond. Tað er onki dulsmál, at føroyingar í nógv ár hava saknað eitt skipasamband millum Føroyar og útheimin, og við keypinum av Smyrli, er stødi lagt undir hesum skipasambandi, sum vónandi verður útbygt til at umfata størri part av árinum og sigling uppá Danmark eis- ini. FYRI STUTTUM skrivaðu vit um hesa sigling og søgdu, at her var talan um eitt nýtt og hent arbeiðspláss hjá okkara sjófarandi fólki, og at hetta eina arbeiðsplássið kundi geva tað sama, sum eini sjey átta stórir línubátar. YVIRTØKAN av postverkinum hevur eisini givið eitt nýtt arbeiðspláss. Her hugsa vit um arbeiðið, sum stendst av útgávuni og søluni av føroysku frímerkjunum, og tykist hetta eisini at vera eitt tiltak, ið peningaliga gevur væl av sær, samstundis sum tað tryggjar ar- beiði til fleiri hendur. HESI GÓÐU úrslit eru uttan iva vánalig fyri sambandsandstøduna á tingi, sum nú onga veruliga bót hevur fingið í sína politisku bótasúpan, við tí úrsliti, at soðið er tunt og gerst tynri og tynri fyri hvgnn dag, soleiðis at súpanin um eitt ár man fara at smakka vatn- deyv. Ikki nakað nýtt Í blaðnum leygardagin var eitt lesarabræv frá Øla Jacobsen, fiskimannafelagsformanni, har hesin skrivar um ódemokratisku framferðina hjá nevndini í Suð- urstreymoyar Tjóðveldisfelag, í sambandi við, at nakrir limir í felagnum vórðu útkoyrdir fyri nøkrum árum síðani. Greinskrivarin helt, at fram- ferðin var ódemokratisk, og at hon átti at verið átalað. Hann helt eisini, at samgonguflokkar- nir áttu at latið við seg komi í hesum máli. Tað er langt í frá, at vit fara at taka undir við slíkari framferð, men tá blaðstjórin á Dimma- lætting tekur spurningin upp í oddagrein týsdagin og fyri ein part tekur undir við greinskriv - arunum í SOSTALINUM, tykist hetta okkum láturligt. Vit koma at hugsa um fólka- atkveðuna um rúsdrekkamálið fyri nøkrum árum síðani. Tá var nógv tosað, og eisini varð nógv skrivað í blødunum, men all minnast, hvussu blaðstjórin á Dimmalætting sýtti fleiri fólk- um at fáa orðið í blaðnum. Hann gav bert innivist fyri greinum frá teimum, ið høvdu somu á- skoðan sum hann og blaðið. Millum tey mongu, ið ikki kundu fáa orðið í Dimmalætt- ing, vóru umframt Atla Dam, løgmann, landsstýrismenninir Eli Nolsøe og Jákup Linden- skov. Tað, at sýta fólki orðið á ein- um fundi og so tað at sýta fólki at fáa sína áskoðan fram í einum blað, vilja vit býta fyri javnt. Um hetta mundið sótu Javn- aðarflokkurin og Sambands- flokkurin í landsstýri saman, men hetta fekk kortini ongar avleiðingar, og hví skal Javnað- arflokkurin nú geva Tjóðveldis- flokkinum aðrar kostir enn teir sum Sambandsflokkurin tá fekk? A—T—|A—|————A—AA—A— ———— ————— dagbókin Gudstænastur sunnudagin Kjartan Mørkøre prædikar i Vesturkirkjuni, Høgni Poulsen i Kirkjubø, Niels Pauli Danielsen í Sjóvar kirkju, H. Jjort í Chris- tianskirkjuni, Jóhs. Follend í Nes kirkju kl. 12 (altargongd), Salomon Joensen á Viðareiði (altargongd, talvan gongur til frama fyri kirkjuna), Torkil Bed- er í Fuglafirði kl. 11 (altargongd) og á Hellunum kl. 19 (altar- gongd), Peter M. Rasmussen við Norðskála kl. 11 og í Funningi kl. 17 (altargongd) og Elsa Funding í Hvalba (altargongd). Hans J. Joensen í Havnar kirkju kl. 11 og í Kaldbak kl. 17. Konfirmantar Konfirmatiónin í Sjóvar Presta- gjaldi í heyst verður 9. oktober. Konfirmantarnir meta í Stranda skúla kl. 8 mikudagin 21. sep- tember, tá byrjað verður at lesa. Konfirmantarnir í Sandvík og Hvalba verða bidnir um at meta í prestagarðinum mikudagin 7. september kl. 17. Konfirmatión- in verður 9. oktober. Framhald frá síðu 1 sína undir Føroyum nakað meira vísandi til, at javnvágin í síná- millum fiskiskapinum, nú sildin stokk undan i Norðsjónum, hev- ur verið til fyrimuns fyri Felags- marknaðin. Eisini kundi verið broytt um javnvågina um føroy- ingar fingu rumari ræsur fyri idnadarveidu i Norðsjónum og sildaveidu vestan fyri Skotland. EEC heldur hinvegin fast um, at tá føroyska veiðan í Grønlandi og donskum sjógki, sum nú eru EECeki, verður roknað uppí, er javnvágin ikki so út av lagi Torførar samrådingar At partarnir vænta torførar samráðingar, skilst av, at av settir eru triggir dagar. Fundir- nir í Bruxelles hava ongantíð hálvanannan vart meira enn dag Missiónshúsið við Landavegin Meti sunnukveldið kl. 19 og sunnudagsskúli kl. 14. I kvold kl. 21 opið hús og meti sunnukveldið kl. 18. Lærarasetan Skúlastjórnin kunnger, at hon hevur sett Børge Søgaard sum lærara í Runavíkar kommunu og Niels Olavus Kristian Jespersen í Tórshavnar kommunu (við tænastu í Eysturskúlanum fyri- bils) frá 1. august 1977 at rokna. RS. 515 i » 4 På rr jómann sjakkar nyheimkomnir 398, — Slkúlabøðin tlf. 15315. ER