Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1977síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Yoineh Meir átti at blivið meist- ari í Kolomir. Pápi hansara og abbi hansara høvdu báðir havt embætið. Men teir, sum hildu við rættinum í Kuzmir, settu seg ímóti føtur í spenni. Hesu ferð vildu teir ikki lata ein hassid úr Trisk blíva meistara í býnum. Teir keyptu sýslumannin og sendu eina áheitan til lands- hevdingin. Eftir nógva togan og deilan fingu hassidom úr Kuzmir sín vilja og settu sín egna meistara. Men fyri at Yoineh Meir ikki skuldi ganga við ongari inntøku, utnevndu teir hann til rituellan slaktara i byn- um. Tå id Yineh Meir frætti hetta, bliknadi hann uppaftur meira, enn han plagdi. Hann motmælti. Hann segði, at svæving var ikki nakað fyri seg. Hann var ein bloyta. Hann orkaði ikki at- síggja blóð. Men øll gingu saman í ráð fyri at yvirtala hann, teir fremstu har á staðn- um, limirnir í syngagoguni i Trisk, verpápi hansara Reb Getz Frampoler og Reitze Doshe, kona hansara. Tann nýggi meistarin, Reb Sholem Levi Halberstam, royndi eisini at noyða hann. Reb Sholem Levi hevði ringa samvitsku, tá tað var syndugt at taka urtøkuna frá einum eðrum manni. Rabbin í Trisk, Reb Yakoc Leibele, skrivadi til Yoineh Meir, og segði, at menniskjan eigur ikki at visa størri miskunn enn hin allvaldi, ið er keldan til allan miskunn. Tá tú slaktar eitt djór* við reinum knívi og við guðs- ótta, bjargar tú sálini, sum býr í ti. Ti vit vita. at sálirnar á halgum monnum mangan flyta inn í kroppin á neytum, fugli og tiski fyri at bøta onkra misgerð Tá ið hann fekk brævið frá ti skriftlærda í Trisk, gav Yoineh Meir eftir. Long tid var liðin, síðan hann var útnevndur. Hann fór nú at sláturlógirnar, soleiðis sum tær verða greindar í Oksakorninum, Shulchan Aruch og í Viðmerkingunum. Fyrsta petti í Oksakorninum sigur, at tann rituelli slaktarin eigur at vera ein guðlýðin maður, og Yioneh Meir fór at lesa lógina við uppaftur sterri eldhuga enn fyrr. Yuineh Meir, ein lítil, bleikur, klæntrasligur maður við einum pinkulitlum, gulum skeggi utt- ast á høkuni, krókutari nes, inn- dotnum munni og gulum, bangnum, nærvaksnum eygum, var tiltikin fyri sin gudsótta. Tá hann bað, hevði hann trý por av bønarreimum uppi á sær, tær hjá Rashi, tær hjá rabbi Tam og tær hjá rabbi Sheria Gaon. Stutt eftir at hann var liðugur við lestrartíðina heima hjá verpápa sínum, begynti hann at halda allar føstugudsdagarnar og at fara upp til midnáttarguðstæn- lesa astu Reitze Doshe, kona hansara, var longu farin at gremja seg Slaktarin eftir Isaac Bashevis Singer Hanus Andreasen týddi um, at raðurin ikki var av hesari verið. Hon kærdi sína neyð fyri mammu síni. Hann talaði ongantíð til hennara, segði hon, gav sær ikki far um hana, heldur ikki teir dagarnar, hon var rein. Hann kom bara til hennara tær næturnar, hon hevði fingið tað rituella baðið, eina ferð um mánaðin. Hann mintist ikki, hvussu detur hans- ara itu, segði hon. Aftaná at Yoineh Meir hevði játtað at blíva ritu- ella slaktari, legði hann uppaftur harðari bond á seg sjálvan. Hann át minni og minni. Hann helt næst- an uppat at tosa. Kom biddari á dyr, leyp hann út ímóti honum og gav honum sitt seinasta oyra. Sannleikin var, at tá Yoineh Meir bleiv slaktari, misti hann hugin til alt. Men hann tordi ikki at seta seg upp ímóti ti skrift- lærda. Tað var lagað soleiðis, segði hann við seg sjálvan. Tað var hansara lagna at pína og líða pínu. Og bara Gud veit, hvussu Yoineh Meir pindist. Yoineh Meir var bangin fyri, at hann fór at fella í óvit, tá hann drap tann fyrsta fuglin, ella at hann fór at vera skjálghentur. Men innast inni hopaði hann, at hann fór at gera okkurt skeivt. Tað fór at loysa hann undan boðunum frå ti skriftlærda. Men alt gekk, sum tad åtti. Fleiri ferðir um dagin tók hann uppaftur orðini hjá ti skriftlærda: »Menniskjan eigur ikki at visa størri miskunn enn keldan til alla miskunn«. Og i lógini stendur: »Tu skalt drepa av flokkum og fylgjum tínum, sum eg havi boðið tær<. Á Sinai fjalli fekk Móses at vita, hvussu tú slaktar eitt djór, og hvussu tú opnar tað fyri at finna óreinsku. Tað er gátan yvir ollum gátum liv, deyði, menniskja, djór Tey, ið ikki verða slaktað, doyggja í hvussu er av sjúku, og pinast mangan í vikur og mån- aðir. Í skóginum eta djórini hvort annað. Í sjónum svelgir fiskur fisk. Fátækrahúsið í Kolomir er fult av kryplum og lammaðum, sum liggja har í nógv ár og dálka seg sjálvan. Einki menniskja sleppur undan heimsins sorgum. Men einki kundi ugga Yoineh Meir. Hver skjálvti, ið fór gjøgnum tann slaktaða fuglin, fór eisini gjøgnum kroppin á Yoineh Meir. Fyri hvert djór, hann drap, stórt ella lítið, pind- ist hann, sum hevði hann skorið seg sjálvan á háls. Av ellum revsingum, ið kundu heimsekt hann, var svæving hin versta. Ikki tríggir mánaðir vóru gingnir, síðan Yoineh Meir bleiv slaktari, men tað var, sum tíðin stóð í stað. Tað var, sum hann stóð upp undir háls í blóði og gróðrarvatni. Fyri oyrunum á sær hoyrdi hann nátt og dag gákandi henur, galandi hanar, gvaggandi gæs, beljandi neyt og sosialurin jarmandi geitir. Veingir flags- aðu, kløur klóraðu niður í gólvið. Kropparnir noktaðu at viður- kenna nakra rættvisgering ella umbering, hver kroppur spenti ímóti uppá sín máta, royndi at sleppa undan, sýntist at telva við sín skapara til seinasta anda- drátt. Og spurningarnir brimaðu í heilanum á Yoineh Meir. Sanni- liga hevði hin ævinligi noyðst at káma sítt ljós, tá hann skapti heimin. Tað bar ikki til at hava frían vilja uttan pínu. Men tá djórini ikki høvdu fingið frían vilja, hví skuldu tey so pinast? Yoineh Meir hugdi skelvandi at, meðan flettingarmenninir lim- aðu neytini sundur við eksum sínum og flettu tey, áðrenn tey høvdu drigið sín síðsta anda- drátt. Og konufólkini royttu høsnarungarnar, meðan teir enn vóru livandi. Siður er, at slaktarin fær milt og vinstur av hverjari kúgv. Í húsinum hjá Yoineh Meir var skjótt kjet í yvirflóð. Reitze Doshe kókaði súpan í veldugum pottum. I tí stóra køkinum var ongantið friður, sum tey mat- gjørdu, stoktu, bakaðu, rørdu og tóku omanav. Reitze Doshe var aftur við barn, og búkurin stóð so spiskur burtur úr henni. Hon var stór og prúð og hevði fimm systrar, allar líka prúðar sum hon. Systrarnar komu at vitja vid børnunum. Hvønn dag kom vermamman, mamma Reitze Doshe, við kakum og ødrum góðum, sum hon sjálv hevði bakað. Kvinnan eigur ikki at lata mál hoyrast, men ar- beiðskonan hjá Reitze Doshe, dóttir ein yatnberara, sang seint og tíðliga, titaði runt skóleys og við leysum hári og flenti so hart, at tað gelti um øll húsini. Yoineh Meir vildi sleppa úr tí verð, sum er av holdi og blóði, men hon elti hann. Roykurin úr slaktihúsinum fór ikki úr nasun- um á honum. Hann royndi at gloyma seg sjálvan í lógini, men sá, at lógin sjálv var full av holdi og blóði. Hann fór at lesa í kabbaluni, sjálvt um hann visti, at eingin eigur at granska loyni- dómin, fyrrenn hann er fyltur fjøruti. Kortini las hann Rit- gerðina hjá hassidim, Urtagarð- in, Skapanarbókina og Lívsins Træ. Har, í teimum hægru heimunum, var hvorki deyði ella slakt, hvørki pina ella vembur ella innvølir, hverki hjørtu ella lungu ella livrar, hverki hindir ella óreinska. Hesa náttina fór Yoineh Meir yvir til vindeygað og hugdi upp í himmalin. Har var mánin. Tað skygdi rundan um hann. Stjørn- urnar glógvaðu og bleiktraðu, hver við síni himmalsku gátu. Onkustaðni, omanfyri gerðanna heim, omanfyri stjørnufylgini, flugu einglar og kerubar og heilag hjól og heilag djór. Í paradísi vóru gáturnar í lógini opinberaðar sálunum. Hver heil- Nr. 59 — 3. september 1977 agur zaddik ognaðist trý hundr- að og tíggju heimar og vav krúnur til ta himmalsku ásjón- ina. Nærri tú komst hásæti dýrdar, bjartari ljósið, skærari glæsturin, fámentari hitt van- halga liðið. Yoineh Meir visti, at eingin eigur at biðja eftir deyðanum, men innast inni longdist honum eftir endanum. Hann var farin av vamlast við alt, ið hevði holdið at gera. Hann troystaði sær ikki so frægt sum at fara til tað rituella baðið saman við hinum monnunum. Undir hverji húð sá hann blóð. Hver hálsur minti hann um knivin. Menn- iskjuni høvdu, lika sum dyrini, lendar, æðrar, tarmar, vøddar. Eitt kut vid knivinum, og hasir fattu fedrarnir lógu sum oksar. Sum stað stendur í Talmud — valt, ið er, ætlað at brenna, er longu at kalla brent«. Um menn- iskjan heldur at enda var annað enn rot, meðan maðkar og stinkur, var hon í fyrstuni heldur ikki annað enn ein klump- ur av rotnum kjøti. Yoineh Meir skilti nú, hví teir vísu í forðum hevdu líknað likamið við eitt búr, eitt fongsul, har sálin er fangi, bíðar eftir tí degi, tá hon skal sleppa út. Ikki fyrrenn nú forstóð hann til lítar ordini í Talmud: »Oført, hetta er deydin«. Men tad var menn- iskjunum forboðið at bróta út úr fongslinum. Tey máttu bíða, til fangavaktarin loysti tey úr leinkjunum og læt portrið upp. Yoineh Meir fór aftur í song- ina. Alt lívið hevði hann sovið á einum fjaðrabotni, undir eini fjaðradýnu, við einum kodda undir hevdinum. Nú ansaði hann knappliga eftir, at hann lá á fjørður og dúni, ið var roytt av flogfenaði. Í hinari songini lá Reitze Doshe og reyt. Av og á kom eitt hvin úr nasagluggunum á henni og ein blødra sást á varrunum. Deturnar gingu í heilum á nátthúsið, titaðu ber- fottar eftir gólvinum. Tær svóvu saman, og viðhvert lógu tær og teskaðu og gnisaðu til langt út á náttina. Yoineh Meir hevði so fegin vilja havt synir, sum skuldu granska lógina, men Reitze Doshe átti eina gentu fyri og aðra eftir. Meðan tær vóru smáar, hendi tað seg, at pápin klipti tær í kjálkan. Hverju ferð hann hevði verið til umskurðar, hevði hann ein kakubita við til teirra. Ja, tað hendi seg, at hann mussaði eina av teimum minstu á hevdið. Men nú vóru tær vaksnar. Tær sýntust at bregða til mammuna. Tær fitnaðu. Tær trilkaðust. Reitze Doshe gramdi seg um, at tær vóru ov átufrekar og fitnaðu for nógv. Tær stjólu sær teir bestu bitarnar úr pottin- um. Fleir dreingir høvdu longu biðið um ta elstu, Bashe. Við- hvort klandraðust tær og argaðu hverja aðra, ein munitt seinni sótu tær og greiddu og flættaðu hvørji aðrari. Gákurin gekk i heilum um kjólar, skógvar, hos- ur, jakkar, buskur. Tær grótu og tær flentu. Tær leitaðu eftir lúsum, beistaðust, vaskaðu sær, mussaðust. Tá Yoineh Meir bað tær ikki herska so, rópti Reitze Doshe: „Halt teg vekk! Lat tær hava frið“. Viðhvert deildi hon hann: „Mátti heldur ansað eftir, at døtur tínar ikki gingu skóleysar og naknar!< Hvi hvødu tær brúk fyri so nógvum? Hví var tað neyðugt at klæða og prýða likamid so nógv?, spurdi Yoineh Meir seg sjálvan. Áðrenn hann bleiv slaktari, var hann sjáldan við hús og visti nóg illa, hvat hendi har. Nú var hann oftari heima og sá, hvat tey gjørdu. Genturnar runnu út at henta ber og hundalond. Tær spældu við deturnar úr vanlig- um heimum. Tær komu heim við kurvum fullum av turrum grein- um. Reitze Doshe súltaði. Skræddarar komu at passa. Skómakarar komu at taka mál. Reitze Doshe og mamma henn- ara tingaðust um heimafylguna hjá Bashe. Yoineh Meir hoyrdi tær tosa um ein silkikjóla, ein floyalskjóla, alskyns skjúrt, kápur, skinnfrakkar. Sum hann lá í andvekri, mólu oll hesi orðini í heysinum á honum. Tey svumu í yvirflóð, tá at hann, Yoineh Meir, var farin at fortjena pengar. Í kviðinum á Reitze Doshe vaks eitt barn aftrat, men Yoineh Meir feldi týðiliga á sær, at tað fór at vera ein genta. „Ja, ja, man må fegnast um hvat id so Harrin sendir«, hevði hann at sær sjálvum. Hann hevði dripið dýnuna oman yvir seg, men nú var hann ov heitur. Koddin føldist merki- liga harður, sum var ein steinur millum fjarðarnar. Hann, Yoi- neh Meir, var sjálvur ein kropp- ur: føtur, búkur, bringa, albog- ar. Hann feldi ein sting í inn- vølunum, Gómin kendist turrur. Yoineh Meir settist upp undir seg. »Fadir í himlinum, eg fáa ikki andað !< II Elul er iðrunarmánaðin. Hjá Yoineh Meir hevði hetta altíð verið tann tíðin, tá hann sá ger- andisdagin úr erva, í tign og ró. Yoineh Meir elskaði tann svala vindin, sum kom úr skógunum og av teimum nýheystaðu økr- unum. Hann kundi leingi sita og hyggja at ti ljósabláa himmali- num, sum við sínum spjaddu skýflókum minti um herin, sum sitrónirnar til tabernakulhogtið- ina vóru sveiptar i. Spinnilvevur fór siglandi gjøgnum luftina. Bloðini blivu safrangul. Fuglar- nir lótu, helt hann, við tí sorg- blídni, ið hoyrir tí hegtíðini til, tá menniskjan ger upp við sína sál. Men fyri ein slaktara er Elul nakað annað. Nógvur fenaður verður svævaður til nýggjárið. Undan sálarbótardegnum lata oll ein offurfugl. Í hverjum túni gólu hanar og gákaðu hønur, og oll skuldu tey drepast. So koma tabernakulhøgtidin, pilagreina- dagurin, dagurin til gledi um lógina, skapanarsabbatin. Hvor høgtid hevur sítt slakt. Milliónir av flogfenaði og neytum, sum nú livdu, skuldu drepast. Yoineh Meir svav ikki longur um náttina. Kom tyngd á hann, fekk hann beinan vegin marr- una. Hann sá neyt í mannalíki við skeggi og síðulokkum og kolli omaná hornunum. Best sum hann stóð og svævaði ein kálv, umskapaðist djórið til eina gentu. Hálsurin gekk kykur á henni, og hon banaði hann um at