Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1977síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — 3. september 1977 sleppa undan. Hon fór rennandi yvir ímóti lestrarhúsinum, og blóðið spríkti um túnið. Ja, hann droymdi enntá, at hann hevði slaktað Reitze Doshe ístaðin fyri ein seyð. Eina ferð hann hevði marruna, hoyrdi hann eina slaktaða geit tala sum eitt fólk. Við uppskorn- um hálsi leyp hon á Yoineh Meir, royndi at stanga hann, las eiðir- nar niður yvir hann á hebraisk- um og arameiskum, spýtti og froysti. Yoineh Meir vaknaði, flótandi í sveitta. Ein hani gól. Sum ein kirkjuklokka. Aðrir svaraðu aftur, sum tá kirkju- fólkið svarar forsangaranum. Og tað tókti Yoineh Meir, at djórmi spurdu, mótmæltu, kærdu sína neyð í kóri um ta vanlagnu, sum hótti tey. Yoineh Meir fekk onga hvíld Hann settist upp undir seg, tók um sidulokkarnar við báðum hondum, sat og ruggaði. Reitze Doshe vaknaði. >Hvat feilar?« »Einki, einki.« »Tu gert meg bangna«. Tá id ein løta var farin, begyn- ti Reitze Doshe aftur at snorka. Yoineh Meir for upp, vaskadi sær um hendurnar og læt seg i. Hann ætladi at roda øsku i pann- una og siga midnåttarbønina, men varrarnar vildu ikki siga tey heilagu ordini. Hvussu kundi hann syrgja oyding tempulsins, tå eitt blóðbað var í umbúna her í Kolomir, og hann var tess Titus, tess Nebukadnesar! Tað var so kvalið inni. Har luktaði av sveitta, tálg, skitnum undirklæðum, landi. Ein av detrunum mutlaði okkurt í er- viti, ein onnur gav seg. Sengur- nar ríktu. Skav hoyrdist á nátt- húsinum. Í einum búri undir ovninum vóru offurhøsnini, sum Reitze Doshe hevði stongt inni til sálarbótardagin. Yoineh Meir hoyrdi eina mús skava, ein veggjasmið pikka. Hann helt seg hoyra maðkarnar skríða igjøgnum loftið og gólvið. Otelj- andi skepnur vóru rundan um menniskjuna, hver við síni na- túru, hvor við sinum krøvum til skapara sín. Yoineh Meir fór útum. Har var svalligt og friskligt. Døggin var løgst. Í erva glógvaðu mid- nåttarstjørnurnar. Yoineh Meir dró andan djúpt. Hann gekk í tí váta grasinum, millum runnar og blød. Hann bleiv vátur um føturnar. Hann kom yvir at ein- um træ og steðgaði. Fuglar mundu eiga uppi í greinunum, helt hann. Hann hoyrdi teir ný vaknaðu ungarnar láta. Froskar kvaggaðu í mýruni aftan fyri heyggin. »Sova teir ongantið, hasir froskarnir?«, neh Meir seg sjálvan ast fólki á målinum.« Eftir at Yoineh Meir var farin at slakta. hugsaði hann ikki um annað enn livandi skapningar Hann stríddist við alskyns spurningar. Hvaðani komu flug- urnar? Vóru tær bornar í heim úr kviðinum á møårum sínum, ella vóru tær útklaktar úr eggjum? Um allar flugurnar doyðu um veturin, hvaðani komu so flug- spurdi Yoi „Teir likj- urnar summarið eftir? Og uglin, sum átti undir tekjuni á syna goguni, hvat gjørdi hann, tå frostið kom? Hann fór kanska ongan veg? Ella íleyg hann á stað til heitari lond? Og hvussu kundi nakað liva í bitandi frosti, sosialurin tá hann sjálvur illa fekk hildið sær heitum undir dýnuni? Ein áður ókendur kærleiki sprakk fram í Yoineh Meir til alt, sum skríður og flýgur, nørist og yðjar. Sjálvt mýsnar, var tað teirra feilur, at tær vóru mýs? Hvat ilt ger ein mús? Alt, hon ynskir sær, er ein breyðmoli ella ein ostflís. So hví er kettan hennara figgindi? Yoineh Meir ruggaði aftur og fram í myrkrinum. Ivaleyst hevði tann skriftlærdi rætt. Menniskjan eigur ikki og má ikki hava sterri samkenslu enn alheims drottur. Og kortini var hann, Yoineh Meir, sjúkur av samkenslu. Hvussu kundi tú biðja um lív í komandi ári ella um gott umdømi í himlinum, tå tú stjól livsneistan frá oðrum? Yoineh Meir helt, at Messias sjálvur kundi ikki frelsa heimin, so leingi sum órættur var gjørd- ur móti djórunum. Av rettum átti alt at rísa upp frá deyðum kálvar, fiskar, mýggjabitar, summarfuglar. Sjálvt í maðki- num, sum skríður í moldini, anir ein guddómligur neisti. Tá tú slaktar eitt djór, slaktar tú Gud... „Gud hjálpi mær, eg blívi svakur!<, mutlaði Yoineh Meir. Eina viku fyri nýggjárið var eitt herðindi av slakti. Tann líði- langa dag stóð Yoineh Meir nær grøvini og slaktadi høsn, gæs, dunnur. Konufólkini troðkaðust, deildust, vildu sleppa framat fyrst. Aðrar skemtaðu, flentu, stungu hverji aðrari skor. Fjað- rarok. Gvaggan, galan, gákan. Av og á læt í einum fugli, sum var hann eitt menniskja. Yoineh Meir var í svárari neyð. Til henda dag hevði hann hopað, at hann fór at venja seg við at slakta. Men nú visti hann, at um hann so helt fram hundrað ár aftrat, fór neyðin ikki at halda uppat. Knøini skulvu undir hon- um. Búkurin føldist uppbólgn- aður. Munnurin var fullur av beiskari vætu. Reitze Doshe og hinar systrarnar vóru eisini úti í túninum, prátaðu við hini konu- fólkini, ynsktu teimum eitt væl- signað nýggjár og komu við ti gudlýdna hopi, at tær fóru at síggjast aftur í komandi ári. Yoineh Meir kviddi fyri, at hann ikki longur svævaði sam- bært lógina. Aðru hverja letu sortnaði tað fyri eygunum á hon- um. Eitt bil seinni stóð alt í eini gyltari, grønari glæmu. Í heilum legði hann knivseggina á neglina á fremstafingri fyri at vita, um skør vóru. Hvert korter mátti hann út at kasta sær á vatni- num. Mýggjabitar bitu hann. Krákur kráaðu eftir honum mill- um greinarnar. Har stóð hann, til sólir fór nið- ur, og grevin fyltist av blóði. Tá kvøldbønin var lisin, borð- reiddi Reitze Doshe við bók- hveitisúpan og stoktum kjøti. Men sjålvt um hann ikki hevði smakkað bitan allan dagin, fekk Yoineh Meir ikki etið. Tað var sum hálsurin var typtur, sum sat ein klumpur fastur í vælind- inum, og hann fekk nóg illa svølgt tann fyrsta bitan. Hann segði trúarorðini hjá rabbi Isaac Luria, skriftaði og sló seg á bringuna sum ein maður, ið er deyðasjúkur Yoineh Meir helt, at liggja í andvekri hesa náttina, men hann steinsovnaði, beint at hann fór sum hann hevði lagt høvdid niður á koddan og lisið tað síðstu kvøldbønina. Hann droymdi, at hann leitaði eftir óreinsku í eini slaktaðari kúgv, opnaði hana, reyv lunguni út og blásti tey upp. Hvat hevði hetta at týða? Ti hetta var arbeiðið hjá flett- ingarmanninum. Lunguni blivu sterri og sterri, tey lógu um alt borðið og bólgnaðu upp ímóti loftinum. Yoineh Meir helt upp- at at blása, men lungablødini blástust upp av sær sjálvum Tað minna blaðið, tað tey rópa »tjovurin«, ristist og flåkradi, sum royndi tað at sleppa leyst. Knappliga hoyrdist hvin, host- an, eitt murrandi neyðarróp í barkanum. Ein óndur andi tók til orða, rópti, sang, ein fossur av skriftstødum, setningar úr Talmud, erindi úr Zohar, rapl aðu burtur úr honum. Lunguni lættu sær upp frá, fóru á flog, flagsaðu sum veingir. Yoineh Meir skuldi renna undan, men ein svartur tarvur stóð fyri hon- um við reyðum eygum og spisk- um hornum. Tarvurin snýsti og gapaði ímóti honum. Yoineh Meir vaknaði. Hann lá og skalv. Hann fleyt í sveitta. Hovdið føldist uppbólgnað og fult av sandi. Feturnir lógu á strámadrassuni, livleysir sum rekatrø. Við stríð settist hann upp undir seg. Hann læt seg í náttkjólan og fór út. Náttin var nivandi og bikasvort, tað var bølanidan beint fyri sólarris. Av og á kom eitt vindgos onku- staðni frá, sum eitt suff frá onkr- um, ið ikki sást. Ein bruni fór niður igjøgnum mønuna á Yoineh Meir, sum streyk onkur eftir henni við eini fjødur. Okkurt inni í honum græt og háðaði. >Ja, og hvat so, um tann skriftlærdi segði tað?<, segði hann við seg sjálvan. >Og sjálvt um Gud hin allvaldi hevði boðið tað, hvat so? Eg havi ikki brúk fyri løn í tí komandi heimi! Eg ynski mær ikki paradis ella leviathan ella tann villa oksan! Teir kunnu leggja meg á eina legu av seymum! Teir kunnu blaka meg niður í sleingjugrøv- ina! Eg vil ikki hava nakran dugnað frá tær, Gud! Eg eri ikki longur bangin fyri tínum dómi! Eg eri ein Israels svikjari, ein vitandi lógbrótari!< Yoineh Meir græt. >Ég havi meiri miskunn enn Gud hin allvaldi — meiri, meiri! Hann er ein harður gudur, ein blóðhundur, ein hevndargud- ur! Eg tæni honum ikki meira. Verðin er slept upp á fjall!a Yoineh Meir flenti, men tárini runnu niður eftir kjálkunum í snóðheitum dropum. Yoineh Meir fór út í kovan, har hann goymdi svævingar- knivarnar, brýnið og umskurð- arknivin. Hann tók oll ambodini og blakaði tey i grøvina í ut- húsinum. Hann visti, at hetta var gudsspottan, at hann van halgaði tey heilagu amboðini, at hann var svakur, men hann vildi ikki longur vera rættsiktaður. Hann fór útum. Hann fór til gongu ímóti ánni, brúnni, skóg- inum. Bonarklæði og bønarreim- ar? Hann hevði ikki brúk fyri Pergamentid var av Pungarnir i kálvaleðri. teimum! neytahúð. bonar- reimunum vóru av Login sjálv var av djorahud, »Fadir i himlinum, tu ert ein slaktari!<. rópti ein rødd inni Yoineh Meir. »Tu ert ein slaktari og ein deyðans eingil! Heimurin allur er eitt slaktihus!« Yoineh Meir misti annan skógvin, men hann læt hann liggja, gleivaði víðari í einum skógvi og einari hosu. Hann be- gynti at kalla, rópa, syngja. Eg geri meg sjálvan svakan. Men hetta er í sær sjálvum eitt vit- loysistekin... Hann hevdi opnað einar dyr inn í sín egna heila, og vitloysið fossaði inn og druknaði alt. Fyri hverja letu bleiv hann treiskari og treiskari. Hann blakaði hug una frá skræddi benar- frinsarnar av sær, álaði pettir úr undirtroyggjuni. Hann hevði fingið eina ókenda megi, dirvið hjá honum, sum hevur blakað av sær allar byrðar. Hundarnir runnu goyggjandi eftir honum, men hann sjúgvaði teir burtur. Fólk lótu hurðarnar upp út á geilar. Menninir runnu út á leistum, við fjaðrum í húgv- sær, unum. Konufólk komu í húgvu og undirskjúrti. Øll róptu, royn- du at steðga honum, men Yoineh Meir var ikki til at steðga. Himmalin bleiv reyður sum blóð, og ein rundur skeltur breyt seg upp úr ti blóðuga havinum sum úr eini fødandi kvinnu Onkur var farin at flettingarmenninar, at Yoineh Meir var blivin svakur. Teir komu rennandi vid stavum og einum bandi, men Yoineh Meir var longu komin yvir um brunna og rann tvørtur um teir heystadu akrarnar. Hann rann. So spýði hann. Hann datt og reisti seg upp aftur, stungin av hógvinum. Húskallarnir, sum reka rossini út á bein um náttina, spottaðu hann og blakaðu mykju eftir siga við honum. Klokkur ringdu, sum var eldur í onkustaðni. Yoineh Meir hoyrdi róp, skriggj, rennandi føtur. Nú var undanbrekka, og Yoineh Meir fór á rull omaneftir. Hann kom til skógina, leyp yvir mosatúgv - ur, steinar, áarlekir. Yoineh Meir visti sannleikan. Hetta var ikki áin, hann var komin til Hetta var ein flotkelda av sveita. Sveitin rann niður úr sól- ini, roðaði træbularnar. Í grein- unum hingu innvelir, livrar, nýru. Frampartar av djórum reistust upp eftir enda og oystu hann undir í gori og galli. Yoineh Meir slapp ikki undan. Milliónir av neytum og flogfenaði vóru rundan um hann, kringsettu hann, til reiðar at taka hevnd fyri hvort skar, hvert sár, hvert uppskorið vælindi, hverja roytta Við blødandi barkum »Øll kunnu drepa, og fjødur. roptu tey: alt dráp er loyvt.< Yoineh Meir skar í eitt ekkóaði gjøgnum neyð- arróp, sum ;køgin á nógvum málum. Hann nevaði móti himli: >Belsmaður! Morðmenni! Glúska ódjór!a Í tveir dagar leitaðu fletting- armenninir eftir honum, men teir funnu hann ikki. So kom Zein- vel, maðurin, sum átti vatnmyll- una, til byggjar við teimum tid indum, at líkið á Yoineh Meir var flotnað upp niðri við byrg- ingina. Hann var druknaður. Limirnir í jarðarferðarfelag- num fóru alt fyri eitt eftir lík inum. Nógv vitni kundu våtta, at Yoineh Meir hevði borið seg maður. og avgjørdi, at tann deyði ikki hevði tikid seg sjálvan av dogum. Líkið var reinsað, og at sum ein svakur meistarin Á CZ H dL ETS 4, HV JIA N N «Få Í va Hr Z N NN S NN FA 5 Úk . UI NN NN SS Ág NN Hífff Ul 2 N MPR 47 & NN få | VW W N Á | | | I NG ib T KO | I . N V NV | | | | N N N 7 Mr SN Í MM NN NS NN MW 7 N AN NN SN NN Mn Ú/f lk HV ll NN AN AN SN I br 7 Í - HV N hi Í SN N | NN N hann var jarðaður við síðuna av pápa og abba sínum. Sjálvur meistarin helt gravtaluna Av ti at 3 høgtid var og vandi fyri. at Kolmir kanska for at vera 1 uppisetri ð kjól, vóru tvey sendiboð send avstað bein an vegin eftir einum nýggjum slaktara