leygardagur 3. september 1977síða 16
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——
Nr. 59 — 3. september 1977
TB klárt á odda
TB nú 3 stig frammanfyri HB
Tianverri eydnaðist tað okkum
ikki at vera í Vági, tá seinni
landskappingardysturin millum
VB og TB varð spældur miku-
kveldið ”
Heimildarmenn okkara siga,
at dysturin var góður, tó hevði
TB tað vakrara spælið. Teir
royndu at byggja álopini upp
heilt har afturi frá, meðan VB
verjan royndist væl, men teir
spældu bert langar bóltar fram
til álopið. Av somu orsek kom
TB at eiga midvøllin.
Málið, sum TB fekk, kom
beint fyri hálvleik. TB fekk fri-
spark í vinstru síðu einar 30 m
frá málinum. John Rødgaard
skrúvar ein hogan bólt móti mál-
inum og fór hann millum hend-
urnar á málverjanum.
Bæði liðini høvdu målmøgu-
leikar. Eitt skot var á stongina á
TB málinum, meðan TB longu í
1. minutti hevði skot á yvirliggj-
aran. Eisini hevði Trond eitt
skot móti opnum VB máli, men í
evstu løtu var eitt VB høvd har
og fekk bóltin upp um málið.
Heimildarmenninir vóru á ein-
um måli um, at sigurin var uppi-
borin
Dómari i dystinum var Nemus
N. Djurhuus. Hann kom hampu-
liga væl frá dystinum. Hann
floytaði fyri tey flestu lógarbrot
ini, men vit frætta, at hann átti
at givið fleiri gul kort, hann gav
einki.
sosialurin
Stødan i 1. deild
TB 19—4
HB 8 17—6
VB 13
IF 19
KI 8
B36 ; 9
Fram ; 6
Mikukvøldid var ein avgerðandi dystur í fyrstu
deild leiktur í Gundadali. Hann var millum Fram
og KÍ og var hann avgerðandi fyri hvor skuldi
niður í 2. deild næsta ár.
KÍ vann 3—0 aftaná 2—0 í hálvleikinum. Málini
vórðu gjørd av Olavur Niclassen, Johan Joensen
og Andrassi Biskopstø.
Enn er tó ikki reiðiligæ avgjørt um Fram fer
nidur aftur i 2. deild, um teir vinna allar teir dyst-
irnar, id eftir eru at leika og B36 tapir sinar, so
verður stødan ein heilt onnur, men man hetta fara
at verða so???
Brotsspark-reglurnar broyttar?
Nú skulu málverjar hava størru
møguleikar fyri at bjarga brots
sperkum.
Alheims fótbóltssamgongan,
FIFA, arbeiðir við at broyta nú
verandi brotsspark-reglurnar og
roknast kann við at tær nýggju
longu næsta ár verða viðtiknar
I dag kann målverjin ikki
flyta føturnar, áðrenn skotið
verður. Eftir nýggja uppskoti-
num fær hann loyvi til at flyta
seg so mikið honum lystur, men
hann má framvegis ikki fara av
sjálvari málstrikuni
Av hesum slepst undan tí
æviga stridsmålinum: »Flutti
målverjin føturnar ådrenn skot
ið, ella gjørdi hann ikki?«
Hesin spurningur er óvanliga
Málverjarnir skulu nú hava størri møguleikar fyri at bjarga
ringur hjá einum dómara at av
gera. Ofta er tað bert tiggjunda
partar ella hundrandapartar av
einum sekundi, ið tað veldst um
og tað kann mannaeyga næstan
ikki síggja
Av omanfyrinevndu orsok
kann ein manga ferð á einum
sjónvarpsskermi síggja, hvussu
málmaðurin flytur seg ov tíðliga
uttan at dómarin domir umspark
ella tað mótsatta, nevniliga at
málmaðurin flytur seg ikki ov
tiðliga, men dómarin domir tó
umspark
Danski FIFA-dómarin Ole
Amundsen sigur soleiðis um
nýggju reglurnar: >Ég vil taka
móti nýggju reglunum við opn
um ormum. Tað verður nóg
lættari at vera dómari; tað er
óvanliga ringt at avgera um ein
málverji flytur seg ov tidliga og
manga ferð, trúgvi eg, veit hann
ikki sjálvur, um hann ger tað
Lógarbroytingin ger tað, at
vit nú bert skulu ansa eftir
honur ð skjýtur brotssparkið
OP ir nit pælarat t ert
uttan fy rotstergin. 141 |
í vo | ru
ilt ð
Monzon boksað
fyri síðstu ferð
Argentinarin Carlos Monzon
hevur boksað sín síðsta dyst
Hetta hendi í Monte Carlo, tá
hann tann 30. juli fyri 15. ferð
vardi heimsmeistaraheitið í
millumvekt. Avbjóðarin var
Rodrigo Valdes úr Argentina
Valdes er tann fyrsti, sum
hevur sligið Monzon í gólvið,
hetta hendi í 2. umfari. Mon
zon hevur boksað 103 dystir
I 9. umfari fekk Monzon yvir
lutan, men fekk tó ikki mót
stødumannin Í gólvið
Dysturin vardi oll 15 um
forini, og tå visti tað seg, at
Monzon var eitt vet betri í
stigum
Eftir hetta ætlar Monzon
at gevast við at boksa og í
staðin halda fram við sínum
yrki sum filmssjónleikari
Ein mánaða leikbann
Bo Larsson, svenski lands-
liðsleikarin frå Malmø FF,
hevur fingið ein mánaða leik
bann aftaná at hann í einum
dysti móti Ørebro fór til
hendurs móti Ronald Áh
mann, ið eisini hevur leik
bann til tann 7. september
Hetta er tað harðasta
svenska fótbóltssamgongan
nakrantið hevur domt. Skuldi
ISF eisini verði líka harðir og
givið føroysku leikarunum
tveir daga leikbann istadin
fyri sum nú ein dag? Hetta
hevði kanska hjálpt til at
sissa onkran av føroysku
leikarunum, ið annars hava
alt ov lætt við at gerast heitir
Spasskij skal møta
Korchnoi
Fy rrverandi heimsmeistarin í
talvi, russarin Boris Spas
skij, vann kandidatsemifinal
ina, um rættin til at leika um
heimsmeistaraskapið tá
hann í 15. umfari fekk remis
móti Lajos Portich úr Ungan
Spasskij fekk fyri henda
javnleik 1/2 stig og hevdi so
tatt 8 1/2 medan Portisch
hevdi 6 1/2. Leikast skuldi 16
imfør, so Portisch hevdi ong
in møguleika fyri al naa
Spa skij
I finaluni skal Spa
mota fyrrverandi landsmanni
sinum, Victor Korchnoi, sum
i 1970 flyddi til Holland
iftanå at hava vunnið eina
kapping 1 Am
Korchnoi hevur tryggjað sær
pláss í finaluni vid at vinna $
1/2-4 1/2 á Lev Polugajev
ski Vinnarin av finaluni
kal møta nuverandi meist
aranum Ynatolij Karpov
næsta ar
Fyrsta Spasskij seg eftir
it hava vunnið, var it hanr
hevði ongar ætlanir I i
leika moti Korchnoi. Hvat
hann meinar við hesun vil
tidin fara at visa
Sida 17