Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 1977síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin 10. september 1977 „Nu flyer jeg til din nåde og giver mig i din hånd, du må vel over mig råde alt både til land og vand, den tid jeg er i live, jeg trøster mig ved din pagt, hos dit ord vil jeg blive, til dig stander al min agt.« Hetta erindið úr megn- arsálminum Jeg vil mig Herren love hjá Kingo vóru føroyingar serliga góðir við, og tað var eitt av teim erindum, sum teir sungu, táið teir fóru til út- róðrar, í grind ella aðra vandaferð á sjónum. Tí hjá ti gamla føroyinginum vóru allar langferðir á sjónum eisini vandaferðir, og ti ráddi tað um at hava Gud við í ferðini, skuldi tú koma heilur heim, og tað ráddi ikki minni um at hava hann við, um tað hendi, at tú ikki bart boð í by. Vit eiga eina frålika tyding, sum J. Dahl hevur gjørt av hesum sálma- versinum hjá Kingo, men táið eg her havi valt at taka tað fram á donskum, so er tað ti, at táið føroy- ingar heilt upp til mínar dagar skuldu taka til hitt- inorð, so vóru hesi tíðum tikin úr bibliuni, onkrum sålmaørindi av Kingo ella Petter Dass ella ødrum sálmaskaldi, ella tey vóru tikin úr kvæðum ella kempuvísum, og teir kendu tað ikki sum frem- mant, at hesi tiltøkini vóru á donskum, ti at so merkiligt tað ljóðar, so eiga vit ein rótfestan mentararv, sum er ein týðandi partur av gomlu føroysku mentanini, men sum kortini er orðaður á donskum. Hetta eru sål- madyrgripirnir hjå Kingo og Petter Dass, bæði orð og log, og tað er tað sama eisini við donsku kempu- vísunum, orðum og løg- um. Hetta er nakað, sum vit hava varðveitt sum okkara. Tað er vorðin ein fastur lutur í okkara mentan, og hetta kenst sum ekta føroyskt, tó at tað av uppruna er fremm- ant. »Religion er opium fyri folkid,« sigst, at Lenin skal hava sagt, og seinni er hetta tikid uppaftur ferð eftir ferð av eftir- snakkarum hansara. Len- in hevur rætt í ti, at lika sum opiumsroykjarin gloymir allar verðsins trupulleikar, meðan hann liggur í opiumsrúsinum, soleiðis hevur religiónin mangan hjalpt menniskj- um at bera teir trupul- leikar, sum teim hevur verið fyri av ymsum slag eisini av ávum eftirhopp- ara hansara. Men annars vil eg held- ur líkna religionina vid eina brynju enn við opi- umsrúsin, tí tað er ikki ov nógv sagt, at gamli foroy- ingurin kendi seg væl brynjuklæddan, táið hann hevði lagt sínar sakir í Guds hond, og tá fór hann óræddur allar ferðir, sjálvt ringastu vandaferð- ir. Kirkjan og kristni- trúgvin merkti lívið hjá foroyinginum bæði á landi og sjogv, og mamman potaði kristnimentanina niður í barnið, longu með- an tað lá í vegguni, og tí helt hon fram við alla tíð- ina, meðan tað var undir hennara veingjum. Hon lærdi tað at biðja faðirvár og at signa seg morgun og kveld, hon lærdi tað at biðja Jesus styðja seg, hvenn morgun, tað steig fram um gátt at fara út til spæl ella arbeiði, hon lærdi tað at biðja Jesus vera við sær, hverja ferð tað læt seg í nýtt plagg ella setti seg til borðs at fáa sær, og hon lærdi tað at takka fyri matin, táið liðugt var at eta. Men allar hesar benir- nar vórðu sagdar innan- tanna, ti tey gomlu vóru blúgv í teirra gudstrúgv og gudsdyrkan og smæddust fyri at rópa slíkt upp í háa. Táið so tann ungi var vaksin og fór millum man- na, hevði hann hesa guds- trúnna, sum var potað niður í hann í barnaárun- um, vid sær í øllum ferð- um. Fóru teir til útróðrar ella í grindadráp, so sungu teir bæði á útferðini og á heimferðini, og fóru teir til bjarga, so hevdu teir bon, áðrenn teir fóru út av egg- ini, men so stigu teir eisini treystliga til, tí teir vistu, at teir vóru í hansara varðveitslu, sum teir høvdu vent sær til í bøn- ini. Kirkja var minni enn so í ellum bygdunum, og prestarnir vóru fáir, men har, sum kirkja var, varð eisini kirkjugangur hvenn heiligdag, ti kom íikki prestur, so var tað dekn- urin, sum stóð fyri guds- tænastuni og las lestur, og tey, sum av eini ella aðrari orsek, ikki sluppu í kirkju, lósu lestur heima, og um kirkjutíðina sást tú hvorki bern ella vaksin ganga húsanna millum, tí ta lotuna skuldi vera frið- ur. Prestur kom bert seks ferðir í umreisu um árið, og tá var altargangur, Andakt ella fótatraðk? men vanliga fóru fólk bara aðru hverja ferð til altars, tað var ikki vert at gera altargangin heldur enn allan hin partin av guds- dyrkanini til fótatraðk. Tey ansaðu væl eftir ikki at skvaldra við Guds orði og høvdu tað ti ikki á munni uttan táið tað var fyri neyðini, ti tað heilaga má ikki gerast til gerand- isskvaldur. Teir bóru ikki sítt kristnilív uttan á skræðuni, tí fyri teimum var hetta so dýrabært, at tey aftraðu seg við at hava tað til sjóndar ella at hava tað á munni fyri ødrum. Men av lívi teirra, sum teir livdu tað í bø og haga, í bjørgum og á sjóferðum, heiligdag og gerandis, sást tú, at tað lá sum ein undirstreymur í sinninum, og hetta var tad, sum tey bygdu sitt liv og sina mentan å. Tad ljóðar kanska merkiligt, men eg fari at vága mær at siga, at tá, meðan føroyingar høvdu ikki annað enn danskar sálmar at syngja, danskar prædikubøkur at lesa lest- ur úr um sunnudagarnar og danskar prestar at lurta eftir tær fáu ferðir, prestur kom til umreisu, hvíldi gudsdyrkanin á for- oyskari grundarlag, enn hon hvílir á nú á døgum. Hetta gav seg eisini til kennar í teirra livshátti og verimåta, ti rætt er tað, at teir stigu varliga, táið teir sektu bjergini, og teir nýttu vit og skil, táið teir røktu sjógvin og fóru vandaferðir, men sam- stundis kendu teir seg í Guds hond, og teir fóru tryggir sína leið og litu á at vera í hansara hondum, sum øllum ræður. Chile i utlegd Í morgin, 11. september eru liðin 4 år síðan her- mannakvettið var framt í Chile. Tað var Pinochet, generalur, væl hjálptur av CIA, sum við einum stats- kvetti fingu kollrent Uni- dad Popular stjórnina og myrt Allende forseta. Seinastu = árini hva flóttafólk úr Chile veri) í Feroyum; men hvussu er staðan viðvíkjandi flótta- fólki úr Chile yvirhøvur? Tað skal her vera sagt eitt sindur um. Beinanvegin, sum kvettið var framt, fór juntastýrið undir at jagstra fólk, fyrst og fremst leiðarar hjá Uni- dad Popular flokkunum, men eisini fakfel igsleiður- ar, studentaleiðarar list: - fólk og onnur, sun vóru hildin at vera vinstrah.ll Harðskapurin var øgilig- ur, fleiri túsund vórðu myrd alment, líkini sladd- ust um getur og í áum, alt fyri at ræða fólk og keva eina og hverja mótsteðu. Túsundtals fólk leitaðu undir hesum umstødum inn á útlendsku sendistov- urnar fyri at fáa politiskt friðskjól. Sendistovurnar, bæði Suðuramerikanskar og Europeiskar, vóru i meira enn eitt ár stúgv- andi fullar av flóttafólki. Nógvir trupulleikar stóð- ust av hesum. Tað vóru bæði born og vaksin, óg- vuliga trongligt, einki veruligt songarplåss og litið til matna. Hartil stóðu stór alvápnað Jun- taherlið hóttandi á varð- haldi uttanum sendistov- urnar. Tá nakrir mánaðir vóru frálidnir, fingu hesi fólk endiliga høvi at fara av landinum. Juntastýrið upplýsir sjálvt, at meira enn 9000 fingu einvegis pass fyrstu 6 mánaðirnar. Síðan er hesin flóttafólka- streymur hildin fram, hó- ast hann er linkaður nak- að. Utlendingar Í Allende-tidini vóru nógvir útlendingar komnir til Chile sum flóttafólk. Eisini hesi vóru jagstrað og fastsett av juntastýr- inum. ST og aðrir stovnar løgdu hart trýst á nýggju Framhald á síðu 9 Soleiðis, sum eg her havi sagt í stuttum frá, var lagið at kalla upp til seinna veraldarbardaga, men so kom eisini stór broyting í. Tað er ilt at siga, og tað gerst ikki í eini slíkari blaðgrein, hvussu og hví henda broytingin kom í, men helst man tað vera tann mikla ávirkanin, sum hev- ur verið okkum fyri uttan- ífrá, sum er ein av orsek- unum. Tað góða ferða- sambandið og tann stóri ferðingarhugurin, sum kom á fólk aftan á bar- dagan, munnu hava gjørt sitt til, at rørslur av ymsum slag eru fluttar landanna millum, so at tað, sum ungdómurin í Amerika gjørdi sær dælt burturúr og gjørdi sær sum livsstil, gjørdist brátt eisini lívsstilurin hjá ung- dóminum í Europa, og tað vardi heldur ikki so leingi, til okkara ungdómur eisini fór at taka eftir. Vit søgdu, at tey gomlu ansaðu væl eftir, at guds- trúgv teirra gjørdist ikki fótatraðk, og fótatraðk var onki væl dámt fyri- brigdi í mentanini hjá teim gomlu í nakran máta. Í dansinum ansaðu teir eftir, at kvæðini og tær gomlu donsku kempuvis- urnar gjørdust ikki fóta- traðk, og ti skuldi sama kvæði ella sama kempu- visa helst ikki kveðast meir enn eina ferð sama vetur, og í hvussu er mátti tað ikki henda seg, at hon varð kveðin meir enn eina ferð sama kveldið. Tá gjørdi tað minni við teim donsku ella norsku skill- ingsvisunum, tær dugdu til so lítið annað enn ítriv aftur ímóti kvæðunum og kempuvisunum, men kun- du kortini duga, tåid dansurin hevði ikki tað hátíðarliga yvirbráið, sum hann hevði, táið hann var bestur, men táið hann heldur var bara leikur og spæl og gjørdist tað, sum vit nú á døgum kalla poppkendur. Poppur og fótatraðk ha- va nakað sama týdning bæði, og sum vit komu upp til okkara dagar, kom eisini nakað poppkent yvir gudsdyrkanina, eisini her hjá okkum. Higar komu rorslur uttanifrå, sum ongar røtur høvdu i før- oyskari mentan, og sum onki vistu um tad gamla blúgvni, sum var yvir gudsdyrkanini hjá teim gomlu, og hesar útlendsku rerslurnar fóru út á geilar- hornini við kristniboðan- ini og gjørdu hana til fóta- traðk. Marius Johannesen Munurin er ógvuliga stórur millum gudsdyrk- anina hjá teim gomlu og okkara. Teir vistu bara um Brochmann við sinum longu og álvarsomu lestr- um, og teir kendu Móses og Jesus, sum báðir hvor á sínum fjalli sogdu, at tú mást ikki hava aðrar gud- ar at tilbiðja og dyrka, og teir vistu um Jóannes Doyparan, sum úti í oyðu- merkini livdi av gras- hoppum og villum hun- angi, og sum í gamla ka- melullarfrakka sínum prædikaði um eksina, sum longu lá við rótina av træ- num, og at hvert træ, sum ikki bar góðan åvøkst, skuldi høggast um og tveitast í eldin. Og teir kendu ikki til annan sálmasong enn Da- vids sálmar og sálmarnar hjá Petter Dass og Thom- as Kingo, men teir sungu teir eisini av fullum huga við teim logum, sum høv- du lagað seg á fólksins varrum mann undan manni. Legði tú oyrað at og lurtaði, so hoyrdi tú áralagið, aldusuðið og streymrákið í sálma- songinum, tí sálmar og log vóru eitt við fólkið og tess strev á landi og sjógv. Nú er lagið eitt heilt annað. Nú kanst tú fara niðan í ítróttarhellina i Havn, sum er stúvað av fólki, helst ungum, og lurta eftir, meðan Pat Boone vid mjúkari rødd smygur sær inn i hjørtuni vid sinum poppsålmum og sangum — ella Samuel- sons! Teir standa ikki sum gamli Doyparin í gomlum kamelullarfrakka og rópa sína kristniboðan við harðari rødd, ti at teirra kristniboðan er smikursøt og poppkend, teir eru »sjarmerandi« og duga at hugtaka ungdømin, og helst er teirra máti at dyrka Gud uppá komin fyri at vera, meðan gamla kristnitrúgvin og tann mentan, sum hon var knýtt at, man vera horvin med alla og kemur ongan- tíð aftur. Marius Johannesen