leygardagur 10. september 1977síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 10. september 1977
Síða 7
Zakarias Wang:
Hugleið
ingar
kring ein 40-ára dag
1. september 1977 hevði
Studentaskúlin 40 ára foð-
ingardag.
Tað er øll orsøk til at
undrast yvir, at tað júst
skuldi vera í 1930'unum,
at hesin kostnaðarmikli
skúli varð settur á stovn,
ti tað er einki dulsmál, at
hesi árini vóru figgjarliga
tronglig fyri land okkara.
Utflutningurin var fyri
einum bakkasti fyri og
ødrum eftir, væl grundað-
ar handilsfyritøkur fóru
av knóranum, og hjá
mongum manni stóð
hungur og hall fyri dur-
um.
At menn í hesum neyð-
arsárum fara undir eitt til-
tak, sum hevði so lítið við
dagsins átrokandi vanda-
mál at gera, boðar frá
tveimum fyribrigdum: At
tað hava verið djúpar
kreftir í samfelagi okkara,
sum hava virkað fyri hes-
um, og at vit hava havt
politikarar, sum hava
havt víðan sjónarring og
ikki hava verið bangnir
fyri at tikið avgerðir,tá
teir hava mett letuna at
vera rætta.
Tær djúparu kreftirnar,
sum her hava verið uppá
spæl plaga vit at kalla
tjóðskaparkensluna, ell
hendan gongd, sum er
knýtt at ti, at vit i Føroy-
um fingu fólkaræði, og at
vit á alt fleiri samfelags-
økjum fingu nakað at
siga. Eitt tekin um hesa
øktu sjålvskenslu er tann
endurfeðing, sum tað for-
oyska málið fekk í sein-
astu eld, og ein avleiðing
av málstríðnum er ynski
um, at vit ikki bert skulu
hava føroyskt mál í barna-
skúlanum, men eisini
hava ein hægri skúla, har
uppvaksandi ættarlið
kunnu verða gróðursett í
okkara egna málsliga
jørdildi. Hetta ynski lá
aftanfyri virksemið hjá
háskúlamonnum okkara,
og var eisini tann virkandi
megin aftanfyri ynskið um
at fáa ein hægri skúla á
stovn í Feroyum.
Men eitt slíkt ynski í
sjálvum sær er ikki nóg
mikið, ti fyri at fáa tað
framt krevst, at ein polit-
isk avgerð verður tikin
Slíkar avgerðir eru mang-
an vandamiklar fyri polit-
ikarar, og ti eru teir nógv-
ir, sum himprast, lá á
stendur.
Men ofta vísir tað seg,
at tá neyðin er sterst, er
hjálpin næst. Í hesum
vandatíðum fyri Feroyar,
sum 1930'ini vóru, høvdu
vit nakrar politikarar,
sum júst vóru av ti óvan-
liga slagnum, sum ikki
himpraðust fyri at taka
avgerðir, men tóku enntá
slíkar, sum eingin við
rímiligheit kundi krevja
av teimum.
Fremstur millum hesar
politikarar var Edward
Mitens. Hann var ein av
hesum djørvu monnunum,
sum aldrin himpradist, tå
hann hevði við mål at ge-
ra, sum hann helt tað vera
rætt at taka eina avgerð í
Hetta kom fram, tá hann í
1918 fekk danska forsæt-
isráðharran Zahle til at
seta sjálvstýrismannin
Jákup Dahl til próvst í
Føroyum, og tey flestu av
okkum minnast eisini,
hvussu harðrend tann
mótsteðan frá ellum síð-
um var, sum hann fekk, tá
hann fekk lirkað útvarpið
igjøgnum.
Hvat ið málinum um
Studentaskúla viðvíkti, er
vert at minnast til, at
Mitens var formaður í løg-
tingsins vinnunevnd, og
at hendan nevnd heyrði
fingið til setning at kanna
møguleikarnar fyri at seta
á stovn studentaskúla.
Hon hevði ti onga heimild
til at gera tað, og formliga
gjørdi hon tað heldur ikki,
men var tað Mitens, sum
sjálvur kautioneraði fyri
ti, tað kostaði at reka
skúlan. Ti kundi skúlin
uttan heimild av nøkrum
slagi byrja virki sítt tann
1. september 1937.
Eg havi mangan fortalt
hetta fyri følki, sum ken-
du Mitens, og tey nokta at
trugva, at hetta kann vera
rætt, ti tað var ikki hon-
um líkt at lata pengar fara
sær av hondum til ónyttu.
Vit kunnu sjálvandi siga
sum so, at tað fóru teir
heldur ikki, í vinnunevnd-
ini var ein meirluti, sum
styðjaði tað sjónarmið, at
skúlin skuldi koma, men
ikki skerst burtur, at tað
var hendan tilsegnin hjá
Mitens, sum gjørdi, at
málið um ein føroyskan
studentaskúla, sum so
leingi hevði ligið á láni, nú
knappliga fekk sína loysn.
Tað sum gjørdi, at Mit-
ens fekk meiriluta í vinnu-
nevndini var, at hann har
sat saman við einum
manni av sama slag, sum
hann sjálvur var, nevni-
liga Petur Mohr Dam.
Hesin var heldur ikki
bangin fyri at taka av-
gerðir, og tá hann sá, at
møguleiki var til at loysa
málið beinanvegin, tók
hann undir við Mitens, og
so var skúlin har. Tann
tridi limurin í vinnunevnd-
ini var Kristian Djurhuus
Hann var fyrst og fremst
realistur. Tá hann sá, at
meirluti var fyri skúla-
num, og at skúlin kom
undir øllum umstødum,
boygdi hann og hansara
menn seg og gingu fult og
heilt inn fyri skúlanum
Avgerðin um at byrja
skulan, sum var so ring at
fáa tikin, hevur so ført
nógvar aðrar við sær
Mál okkara hevur fingið
størri rætt á skúlanum og
á skúlanum er nú skeið til
hægri fyrireikingarprogv.
Har er stríð, lív og virk-
semi, og skilligt er, at
nógv av teimum fólkum
sum gingið hava á skúlan,
hava gjørt nógv arbeiði í
samfelag okkara. Hetta er
teimum til miklan heiður,
og er eitt tekin um at tey
kanska sum fedrar
skúlans ynsktu tey ár,
tey hava gingið á skúla-
num, eru gróðursett í
samfelag okkara, so tey
hava ringt við at síga ti
farvæl.
Ti er ell orsek til at
takka teimum monnum,
sum fyri 40 árum síðani
tóku tu avgerð at fáa
hendan skúlan í lag
ring oyggjarna
Ringur hoyterri
Tað hevur verið vána-
ligur hoyterri hesar
seinastu dagarnar. Í
Norðdepli, har útsynn-
ingur sunnan er ring
ætt, lótu nógvar hesjur
slættar sunnumorgun-
in. Tað er nakað eftir at
hoyggja har norðuri
enn.
Nakrir maskinbátar
rógva út við línu úr
Norðdepli. Týsnáttina
fekk Fossabrúgv 4.000
pund. Teir settu 18
stampar og brúktu
grindagarnar til agn.
Annars hava bátarnir
ligið úr 600 upp í 2600
pund hesa seinastu tid-
ina.
Nordis 3000 tons
Flakavirkid å Eidi, P/f
Nordis, hevur higartil i
ár tikið ímóti sløkum
3000 tonsum av ráfiski.
Hetta eru góð 800 tons
meira enn um somu tíð
i fjør, tå 2160 tons vóru
komin upp á land tann
1. sept. Alt árið í fjør
fekk virkið 3184 tons
av ráfiski. Fiskariið
hevur verið betri í ár.
Kortini gekk várfisk-
urin ikki stórt betri enn
i fjør, og garnaveiðan
miseydnadist. Ein linu-
båtur, Morgunrodin, er
eisini komin afturat
teimum bátum, sum
fiska til virkið.
Nú í eina góða viku
hevur ongin útróður
verið. Í seinastu viku
var harður streymur og
um vikuskiftið og fyr-
rapartin av hesi vikuni
var illveður.
Vaðhorn
undan Íslandi
Fyrst í vikuni landaði
Vaðhorn á Eiði 185.000
pund av línufiski und-
an Íslandi. Stersti
parturin av veiðuni,
80.000 pund, var hýsa.
Hitt var toskur og
longa, 60.000 pund og
brosma, 40.000 pund.
Norðis hevur nú 60
tons av flaki, 80 tons
av saltfiski og 15 tons
av saltflaki á goymslu.
Snellubátar í Vík
Fríggjadagin landaði
Ritdalsenni 40.800, og
í gjár landaði Grunn-
ingur góð 50.000 pund
til fiskavirkið í Vik.
Teir vóru báðir undir
Íslandi við snellu.
Annars hevur lítil út-
róður verið seinastu
tiðina. Menn hætta
sær ikki út fyri veður,
og trolbáturin Fiska-
nes hevur ligið inni og
krokað.
Før.-isl. fiskavirkið í
Vík hevur fingið uml.
1800 tons av ráfiski
síðani ársskiftið. Virk-
ið byrjaði at taka ímóti
fiski 2. februar 1976,
og fekk tað tilsamans
1473 tons í fjør.
Klænking
Nú er klænkibókin hjá
Oluvu og Mariusi kom-
in undir land, og kemur
hon væntandi út í
næstu viku. Óluva og
Marius hava fyrr
skrivað eina bók sam-
an, tað var sum kunn-
ugt — ein kókibók.
31 umsóknir
til Ídnaðar-
grunnin
I farna roknskaparári
vidgjørdi Føroya Idn-
aðargrunnur 34 um-
sóknir um lán, harav
tær 31 vóru nýggjar
11 umsóknir vóru játt
aðar, 8 fingu ikki játt-
an og 15 vóru ikki lið-
ugt vidgjørdar. Idnad-
argrunnurin jåttadi lån
uppå tilsamans 4,27
mill. kr
Grunnurin hevur so-
statt (til 31. mars 1977)
játtað 54 lán uppá til-
samans 21.845.600 kr
14.853.000 kr. eru
læntar til bygningar og
6.992.600 kr. til ma-
skinur.
Rakstraravlopið frá
roknskaparárinum er
1.111.730 kr. Saman
við tí, sum varð flutt
frá seinasta ári 137.080
kr., er avlopið býtt so-
leiðis, at í tiltaks-
grunnin er legd 1 mill.
kr. og 248.810 kr. eru
fluttar til næsta ár.