Sosialurinarkiv
Sosialurin 1977-09-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 1977síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Alþýðuleikhúsið islendskt leik- kynstur til Foroya Norðurlandaferðin hjá nýggja islendska leikhúsinum byrjar í Føroyum. Sýningar í Havn mánadagin og týsdagin (Tidindabræv frá Sjónleikarhúsinum) Við Smyrli sunnukveldið koma 6 leikarar frá nýggja íslendska sjónleikarhúsi- num Alþýðuleikhúsið, sum merkir fólksins leik- hús. Mánadagin og týs- dagin framføra teir í Sjón- leikarhúsinum í Havn, leikin »Skollaleikur« (Devlaleikur). Hetta verða einastu sýningarnar í Fer- oyum, leikararnir halda síðan fram á rundferð til hini norðurlondini. D.B.S. Kombi Skúlasúkklan tann bíligasta, ið kann nýtast av bæði gentum og dreingjum frá 8—80 år. D.B.S. Kombi Perfekt bert 885 kr. P/FTHOMAS DAM # CO Telf. 11404 Fotosatsur Skjót avgreiðsla. Sosialurin tlf. 118 20 og 147 20 2 i : zg £7 77 =D S< £ > =z% Vela 8/9 6/9 Ravnur Heykur 12/9 13/9 Blikur 15/9 13/9 EB, &- £ Sáf sáf sá .s 11/9 8/9 12/9 14/9 14/9 17/9 18/9 PF SKIPAFELAGID FØROYAR oyum Skollaleikur eftir Beð- Guðmundsson fer 1600-tali- var fram einaferð í num, tá heksatrúgv og heksajagstran fór sum landfarsótt um alt Norð- ureuropa. Hver tann, sum ikki trúði, ella var eitt sindur oðrvisi í talu og at- ferð, útsetti seg fyri eir- indaleysum avhoyringum, pinslum og at enda at verða brendur á báli. Tjak um trúarspurning- ar varð ikki tolt, og mang- an útnyttaðu korruptir myndugleikar óttan fyri heksum til at jagstra mót- stødåumenn sínar við. Leikurin vil fyrst og fremst vísa á tilsvarandi fyribrigdi í okkara tíð. Úr Hamborg til Íslands Leikurin byrjar í Ham- burg. — Lasse eitur týsk- ur keypmanssonur, hvers faðir í mong ár hevur havt handilssamband við Ís- land, men nú er hetta ikki longur loyvt. Lasse er góður við vanliga gentu, sum arbeiðir á einum gist- ingarhúsi. Mathildur, sum gentan eitur, vil ikki giftast við honum, um Lasse ikki lærir seg okk- urt heiðurligt handverk. Hetta hóar ikki foreldrum Lassa. Ein dagin fær móðurin slag uttanfyri gistingarhúsið doyr har. Faðirin nýtir hevið til at leggja Mathildu undir at standa aftanfyri, ákærir hana fyri heksari, og fær sonin at koma heim aftur. Íslendskur = lensmaður kemur á ferð til Hamburg- ar, og nú hendir mangt og hvat. Saman við honum verða Lasse og Mathildur send til Íslands, har dev- laleikurin tekur rættiliga við. Fjølbroytt innihald, fantastiskar maskur og litfagrir búnar eyðkenna framførsluna av Skolla- leiki. Framburður og tulk- ing leikaranna, hevur vakt stóran ans í Íslandi — tal- að hevur verið um nýggj- an gróður í íslendskari leiklist — og hevur spurst út um øll norðanlond, har ferð Alþýðuleikhúsins nú gongur. Sýningarnar í Sjónleikarhúsinum verða tær fyrstu í mánaðarlongu ferð leikhúsins. og Nr. 60 — 10. september 1977 Um Alþýðuleikhúsið Leikhúsið varð sett á stovn av 14 fólkum 14. juli 1975 í Akureyri. Fyrsta- framførslan var 28. mars í fjør í Neskaupstað. Hesin leikurin æt Krummagull og var skrivadur av Bød- vari Guðmundssyni. Næsti leikur var Skolla- leikur eftir sama rithev- und. Leikurin hevur verið sýndur 24 ferðir, áðrenn hann nú kemur til Feroya. Harumframt kann nevn- ast, at Krummagull hevur verið sýndur í fýra stoðum í Danmark og Sveríki, og er innspældur á Video- band við Dramatiska In- stitutet í Stockholm. Klipp úr dagbløðum: Ein hevur vitað leingi, at tað er ikki nógmikið at bera fram ein sannan og góðan boðskap. Tað krevst meir fyri at rera hjørtur okkara enn bert at vísa á órættvísið. Boð- skapurin má berast fram á ein hátt, sum veruliga vekur fólk úr livifóts- dreymum sínum. Heimir Pálsson, Vísir Skollaleikur er væl skriv- aður, men tað er serliga framferslan hjá leikarun- um, sum ger leikin mergj- aðan. Tað er týðuligt, at leikarar Alþýðuleikhúsins hava uppnátt eitt úrslit, ið ein fer at minnast, gjegn- um sterkan disciplin. Jón Hjalmarson, Morgunblaðið Eg haldi, at við hesum leiki er Alþýðuleikhúsið komið ógvuliga nógv nærri málinum: eitt fólka- ligt, politiskt og listarligt leikkynstur. Sverrir Hólmarsson Þjóðviljin Tvey sjónleikarskeið í Havn í vetur Tórshavnar kveld- og ungdómsskúli hevur á skránni í vetur skeið í sjónleiki bæði fyri ung og vaksin undir heitinum DRAMATIKK. Um skeiðið fyri tey ungu frá 14 til 18 ár, sigur Jórun Simonsen: Tú hoyrir vanliga, at »drama« bert er fyri gent- ur, men tað er so sanniliga bæði fyri gentur og dreingir. Hver sigur, at gentur eru einsamallar um tónleik, at yrkja, disku- tera ungdómsspurningar, tekna, evna, spæla við ljós og skuggavirkningar, røra seg, vera í bólki við javnaldrum einaferð um vikuna, og at enda kanska gera ein sjónleik um teirra egnu áhugamál og viður- skifti? Gentur hava ong- antið verið einsamallar um hetta, heldur hevur tað verið beint øvugt. Lærarar verða Jórun Simonsen, Pauli Johanne sen og Hans David Jacob- sen. Tilmelding á tlf. 13151 um kveldið. Sjónleikaraskeið fyri 18 ár og eldri Hetta er framhald av tí sjónleikaraskeiði, sum higartil hevur verið fyri- skipað av Havnar Sjón- leikarfelag. Endamálið er vanlig sjónleikaraútbúgv - ing, har luttakararnir í bólkum heilt frá grundini arbeiða seg igjøgnum eitt venjingarprogram, sum ger hin einstaka betur før- an fyri at virka aktivt inn- anfyri eina sjónleikarupp- seting saman við ødrum. Skeiðið er hvert mána- kveld á Barnabókasavni- num frá kl. 19.00 til 22.00 og byrjar nú mánadagin 12. í hs. Skeiðið verður leitt av sjónleikarbólki- num GRÍMA. Tilmelding er á tlf. 11132 frá kl. 10.00 17.00.