Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 124 - 3. juli 2002 Nr. 124 - 3. juli 2002 13 Sonevndu BMI- reglurnar (Body Mass Index) hjá ES hótta nú við at koyra fiski- menn og sjófólk, sum eru ov feit, í land. – Hesar reglur kenni eg einki til og havi ikki hoyrt um tær áður, sigur Jørgen Niclasen, fiskimála- ráðharri FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Norsk bløð skriva, at stór- tingslimurin, Bendiks Harald Arnesen, sum umboðar Arbeiðaraflokkin, herfyri tók málið um BMI- reglurnar hjá ES upp í stórtinginum. Hann vísti á, at vinnu- lívsráðharrin, Ansgar Gabrielsen, í vetur lovaði at rudda upp í tí ógreiða í málinum og vísa fleksibili- tet í samband við hesar reglur. Bendiks helt tað vera neyðugt at taka málið upp- aftur eftir, at ein fiskimaður í Finnmørkini er raktur av reglunum. Í einum svari, sigur vinnulívsráðharrin, at alt er ein trygdarspurningur. Ikki útróðrarmenn Nógvir fiskimenn hava trupulleikar við at halda vektina. - Eg eri glaður fyri mat og dragist við nøkur kilo ov nógv, sigur ein norskur út- róðrarmaður, sum tó ikki heldur tað vera rætt, at hann skal koyrast í land, tí hann ikki passar inn í nakrar ES-reglur um av- markingar í vekt. Hann væntar ikki, at BMI-reglurnar fara at fevna um útróðrarvinnuna. Útróðrarmaðurin, vit tosa um, er ein stórur og bul- mikil maður, sum kortini neyvan fellir fyri reglunum um fiti. Hann heldur, at matur er góður, men hann hevur eisini gjørt nakrar miseydn- aðar royndir at sleppa av við nøkur kilo. - Tað er hóast alt eisini nakað, sum kallast "trivn- aðarvekt" - tann vektin, tú trívist við. Útróðrarmaðurin er tó minni enn so tann einasti, ið brúkar sjóklæðir, sum eru "ekstra ekstra large", tá ið hann er á sjónum. Tann fyrsti norðmaðurin, sum er raktur av ES-regl- unum um fiti, er ein trol- maður í Finnmørkini. Stór vekt, meira slit Maðurin, vit hoyrdu um í áðni, heldur ikki, at hann sum útróðrarmaður er umfataður av BMI-regl- unum, tí honum nýtist onga sjómansváttan. - Men skuldi eg farið við einum trolara, trúgvi eg neyvan, eg hevði lúkað BMI-reglurnar fyri fiti. Útróðrarmaðurin gerst tó ikki skakkur, sigur hann, um reglurnar í framtíðini eisini koma at fevna um útróðrarmenninar. Á ein hátt sigur hann seg skilja, at krøv verða sett til heilsuna. - Yvirvekt merkir jú, at ryggur og bein slítast meira - og datt eg fyri borð, hevði eg ikki við egnari hjálp sloppið uppí bátin aftur, sigur útróðrarmaðurin, sum saman við mongum øðrum fiski-og útróðrarmonnum kann vænta at verða vigaður av ES - og funnin ov tungur… "Hatta veit eg einki um" Sosialurin vendi sær til Jørgen Niclasen, fiskimála- ráðharra, og spurdi, um hetta var eitt av málunum, hann og norski fiskimála- ráðharrin, Svein Ludvig- sen, tosaðu um á fundunum í Føroyum herfyri. Men so er ikki. - Nei, hatta tosaðu vit ikki um, tí hasar reglurnar havi eg als ikki hoyrt um áður, sigur Jørgen. Tá ið vit nevndu BMI (Body Mass Index) fyri f iskimálaráðharranum, segði tað honum heldur ikki nakað. Landsstýrismaðurin visir á, at fiskimenn og sjófólk annars skulu hava eina heilsuváttan, men hann veit einki um, at menn ikki eru slopnir at sigla, tí vektin hevur verið ov stór. - Nei, eg má siga, at hatta kenni eg einki til, sigur Jørgen Niclasen. Ov feitir fiskimenn noyðast í land NÁTTURA Vilmund Jacobsen Tað tekur eftir øllum at døma ikki langa tíð hjá einum høgguslokki at læra seg at skrúva lokið av eini krukku fyri at sleppa fram at matinum, sum er í krukkuni. Hetta visa kanningar, sum granskarar hava gjørt. Granskarar og starvs- fólk, sum starvast við eitt fiskabúr í bretska býnum Tynemouth, eru nevniliga ovfarnir av høgguslokkinum "Ein- stein", sum bleiv funnin á eini strond og flutt livandi til fiskabúrið. Tann hálvan metur langi høgguslokkurin er navngivin eftir sínum viti - um vit kunnu siga so; tí fekk hon navnið, "Einstein". Frammanundan høvdu bretsku granskararnir hoyrt um ein ameri- kanska høgguslokk, sum eisini hevði skrúvað lokið av eini krukku. "Einstein" fekk somu uppgávu sum tann amerikanska, ið vit ikki kenna navnið á. Eftir at "Einstein" hevði roynt einar tvær ferðir, kláraði høggu- slokkurin at skrúva lokið av krukkuni, so hon slapp til matin, sum í henni var. Hesum vóru granskar- arnir ovfarnir av, skrivar norska Nettávísin. Kendi russiski samráðingarleið- arin á fiskivinnu- økinum, Mikhail Dementjev, er dømdur 5 ára fongsulsrevsing fyri at hava givið skeivar upplýsingar REVSING Vilmund Jacobsen Fyrrverandi leiðarin fyri russisku samráðingar- nevndini, Mikhail De- mentjev, sum hevur leitt nógvar fiskivinnusam- ráðingar fyri Rusland, er dømdur 5 ára fongsuls- revsing. Hetta veit norska Fiskeribladet at siga. Dementjev var næst- formaður í samráðingar- nevndini og hevði ábyrgdina av samráðing- unum vegna Rusland, tá ið hesar vóru við norð- menn um kvotur í Barentshavinum í no- vember ár 2000. Sum samráðingarleið- ari man Dementjev eis- ini vera kendur í Føroy- um. Tap fyri statin Við russiskum keldum sum grundarlagi, skrivar Fiskeribladet, at Demen- tjev er dømdur fyri at hava givið skeivar upp- lýsingar um kvotur í samband við krabba- fiskiskapin við russisku Kyrrahavsstrondina. Skeivu upplýsingarnir skulu hava givið fiski- monnum, sum royna eftir krabba, nakrar fyri- munir. Dómsvaldið í Rus- landi metir, at Demen- tjev hevur ábyrgdina av einum tapi fyri russiska statin uppá 1,5 miljónir dollarar. Høgguslokkar eru »gløggir« Gav krabba- monnum fyrimunir og noyðist í geglið Í Noregi kunnu fiskimenn noyðast í land, um teir eru ov feitir sambært BMI- reglunum hjá ES. Málið hevur verið frammi í norska stórtinginum. Á fundunum millum føroyska og norska fiskimálaráðharran herfyri varð ikki orð grett um hesi viðurskifti. - Nei, hatta tosaðu vit ikki um, tí hasar reglurnar havi eg als ikki hoyrt um, sigur Jørgen Niclasen, sum her er avmyndaður á Hellunum saman við norska starvsbróðuri sínum, Svein Ludvigsen. Mynd: Vilmund Jacobsen Tvey vitni, sum ikki kundu møta, tá høvuðsákærdi í narkomálinum var fyri í Føroy Rætti, koma nú fyri rættin. Tann eini er ákærdur fyri at hava keypt tíggju kilo av hassji frá 36 ára gamla dananum, sum longu hevur fingið fongs- ulsrevsing á nærum trý ár NARKOMÁLIÐ Stefan í Skorini Fríggjadagin fekk ein maður 60 daga fongsuls- revsing fyri at hava keypt 300 gramm av hassji, sum hann síðani hevur selt víð- ari til nýtarar, og fyri at hava keypt 360 gramm av hassji til egið brúk. 30 dag- ar av dóminum eru treytað- ir, og maðurin skal inn at sita seinni. Hassjið er keypt frá 36 ára gamla dananum, sum longu hevur fingið dóm. Lógarbrotini eru framd yvir eitt trý ára tíðarskeið. Tann dømdi skal nú vitna í málinum móti høvuðs- ákærda í stóra narkomál- inum. Rættarfundurin verð- ur í dag, mikudagin, tá hann skal geva vitnifrá- greiðing. Ákæruvaldið hev- ur nýtt tann framferðarhátt- in frá byrjan av, at fyrst verða vitnini ákærd og fáa dóm, og síðani verða tey kallað inn sum vitni í øðr- um málum. Viðgekk seg ikki sekan Ein annar maður var í rætt- inum mánadagin ákærdur fyri at hava keypt í minsta lagi tíggju kilo av hassji við tí fyri eyga at selja hassjið víðari. Sølan millum høv- uðsákærda og hendan mannin skal hava farið fram yvir eitt trettan ára tíðarskeið. Maðurin vildi ikki við- ganga, at hann hevur keypt tíggju kilo av hassji í hes- um tíðarskeiðnum. Hann vil bara kennast við umleið 90 gramm, sum hann sigur seg hava keypt, hóast hann áður undir avhoyring í rætt- inum hevur viðgingið at hava keypt tíggju kilo. Tí var rættarmálið útsett til týsdagin í næstu viku, tá rættarfundurin verður upp- afturtikin. Tá skal tað síðsta vitnið svara spurningum frá ákæranum og verjanum, og dómur fellur væntandi í næstu viku. Umframt at vera ákærdur fyri keyp og sølu av hassji er maðurin eisini ákærdur fyri innbrot á landssjúkra- húsinum og í einum han- dilsdepli í Klaksvík og fyri harðskap. Hesin maðurin skal eftir ætlan vitna ímóti 36 ára gamla dananum, sum løg- reglan heldur er ein av høv- uðsmonnunum í narkosølu í Føroyum seinastu árini. Ætlanin var upprunaliga, at hesir báðir menninir skuldu vitna, tá rættarmálið var fyri í Føroya Rætti, men báðir vóru til skips, og tí verða teirra mál avgreidd nú. Narkomálið heldur fram Málið móti til 36 ára gamla dananum, sum fekk nærum trý ára fongsulsrevsing fyri smugling og sølu av narkotika, verður tikið uppaftur nú. Tey bæði vitnini, sum ikki kundu møta í rættinum, skulu nú vitna, eftir at tey hava fingið sín dóm Mynd: Jens Kr. Vang Tíðindaskriv Leygarkvøldið 29.juni var finalan í Ársins Songrødd 2002 uppi í Badminton- høllini. Nógv fólk høvdu leitað sær niðan hetta kvøldið, og tey vóru vitni til at sera gott og vælskipa tiltak. Aftaná at ein væl- upplagdur James Olsen við fýra dansigentum hevði framført eitt framúrskar- andi show, bleiv úrsliti kunngørt, og tá ið avtornaði varð tað Ása Kathy Dam úr kollafirði sum vann. Nummar tvey bleiv Olivia Mikkelsen úr Gøtu og nummar trý Bleiv Rannvá Lutzen úr Klaksvík. Pall- urin varð stórur og rúmlig- ur, við stórskíggjum og eitt stórt stilas sum rakk heilt upp í loft. Ovast uppi í stil- asinum stóð DJ´arin Martin Kjærbo, meðan dansigentur dansaðu í hvør sínum rúm undir honum, sera flott at síggja til. Rás 2 sum sendi beinleiðis alt kvøldið, fer at endursenda »Finalan Árs- ins Songrødd 2002« seinni í vikuni, (sí skránna hjá Rás 2). 1. vinningur var kr. 10.000,-, 2. vinningur gávubræv áljóðandi kr. 5.000,- frá Føroya banka Konto´in og 3. vinningur, ein rúgva av gávulutum frá stuðlunum. Ása ársins songrødd C M Y K 13 12 Bilarnir finnast eisini á: www.nissan.fo v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61 Sosialurin Nissan Almera 2,0 Diesel GX reyður, 4 hurðar, árg. 1998, 119.000 km. 110.000 Nissan Almera 2,0 Diesel GX grønur, 5 hurðar, árg. 1997, 110.000 km. 110.000 Nissan Almera 1,6 gráur, 4 hurðar, árg. 1996, 66.000 km. 75.000 Nissan Micra 1,0 grønur, 3 hurðar, árg. 2000, 27.000 km. 88.000 Nissan Micra 1,0 GX gráur, 5 hurðar, árg. 1999, 27.000 km. 85.000 Peugeot 106 Diesel bláur, 3 hurðar, árg. 1997, 97.000 km. 66.000 Peugeot 306 DT 1,9 bláur, 4 hurðar, árg. 1997, 150.000 km. 90.000 Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut. bláur, 4 hurðar, árg. 1994, 230.000 km. 120.000 Opel Corsa 1,2 grønur, 3 hurðar, árg. 1996, 40.000 km. 65.000 Nissan Sunny 1,6 LX bláur, 4 hurðar, árg. 1987. 15.000 Nissan Primera 2,0 SLX hvítur, 4 hurðar, árg. 1997, 45.000 km. 105.000 Opel Astra 1,6 svartur, 5 hurðar, árg. 1998, 55.000 km. 105.000 Opel Astra 1,6 bláur, 5 hurðar, árg. 1995, 109.000 km. 67.000 Subaru 1600 hvítur, 4 hurðar, árg. 1989, 140.000 km. 10.000 Opel Vectra 1,4 hvítur, 4 hurðar, árg. 1990, 255.000 km. 26.000 Saab 900 2,0i bláur, 5 hurðar, árg. 1996, 129.000 km. 110.000 Honda Civic 1,4is grønur, 3 hurðar, árg. 1998, 101.000 km. 99.000 Subaru Legacy 1,8 GL beige, 4 hurðar, árg. 1991, 120.000 km. 30.000 Fiat Tipo grønur, 5 hurðar, árg. 1990, 196.000 km. 10.000 Gevi gætur: Bilarnir á listanum kunnu ver a seldir Saab 900 reyður, 3 hurðar, 12.000