Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 3. juli 2002 15 HUGLEIÐING Frits Johannesen 1987 var mentanarstevna í Fuglafirði, sum LISA tók stig til. Gunnar Hoydal var tá formaður í nevndini fyri Listasamband Føroya, og sendi hann ein fyrispurning til Fuglafjarðar bygdaráð, um hetta kundi lata seg gera at hava eina mentanar- stevnu í Fuglafirði í febr. mánaði 1987? Stentór Larsen var bygdaráðsformaður og Andrea Lervig var for- kvinna í mentanarnevndini. Hugsi hetta var antin seint á heysti í 1985 ella fyrst í 1986. Kommunan (mentan- arnevndin) setti ein fyri- reikingarbólk. Ì bólkinum vóru m. o. Herluf Berthel- sen, Frits Johannensen, Gunnar Hoydal og Andrea Lervig. Henda nevnd fór til verka beinanvegin at finna útav, hvat kundi takast "undan væðingini í Fuglafirði, sum hevði mentanarligt virði," og seta hetta á eina rók saman við øðrum aðra- staðni frá, sum gav okkum eina hóming av, hvat var á teimum mentanarligu lygn- unum í tí føroyska samfe- lagnum. Skjótt sóu vit, at manna millum var ein hópur av tilfari, sum vert var at sýna fram. Vit ásannaðu skjótt, at tað, sum fólk áttu t. d. lutir o. a. hevði stórt ment- anarligt virði. Hetta var fólksins ogn. Hetta var Grundtvík gamli í síni ond, sum reis úr grøv, meðan leikur fór fram: "Folkelig- heden i folket." Ikki bert vóru tað lutirnir, men eisini hugskotini, sum fólk komu við, ið vit undraðust yvir. Her var ein megi í inn- og útsúði í bygdafólkinum, sum aldri áður var komin til sjóndar. Hetta vóru eydnu- ríkir dagar, har øll bygdin - øll skúlabørnini, gomul og ung, stovnar, sangkór, tón- leikarar, sjónleikarar, leikur og lærdur góvu stevnuni íblástur, men eg má siga, at úrsýnt var hvussu miðlarnir tugdu hesa stevnu serliga Sjónvarpið. Um rætt varð borið at, hevði Sjónvarpið tilfar til ein heilan vetur av mentanarevnum, sum lýstu "kulturin" í einari føroysk- ari bygd. Har kom púrt einki burturúr, og harmaði hetta okkum í Fuglafirði, at høvuðsmentanardepil før- oyinga sat og lavaði við veingjunum, sum dravin høna, tá ið fróðir fuglar sungu í mentanarrúsi í Fuglafirði. Hetta er farið, men spell var tað. Tað hevði verið tókt nú Mentanar- húsið læt upp, at endur- skoða mentanarnævurnar frá hesum døgum. Aftur til Svínoynna! Tá ið stevnan fór av barka- stokki, var hetta gjørt í fimleikarhøllini. Meg minnist ofta undir hesari fyrireiking, at havt var á munni: Gott hevði verið, at vit fingu eitt bygdarhús, har ein ávís miðsavning kundi verið. Nú er húsið reist og tikið í nýtslu. Niels Midjord til mikla tign. Hann er ein knassi og eisini øll hini, sum hava havt ein fingur við í spælinum til miklan sóma… og vælsignað verið hondin! Hugrensl Møtti Hans J. Hansen - Hans J. á Brúnni (eldra) eitt várkvøld 1960 uml. týggju tíðina á veg heim- eftir. Hetta var um tað mundi, tá ið Fuglafjarðar sjónleikarafelag spældi sjónleikin Systrarnar á Kynn. Studentar úr Havnini vóru komnir norður at vitja, og skuldu teir hava dans um kvøldið í Sjónleikarhúsin- um. Spurdi Hans J. á Brúnni: "Hvar fara tygum so síðla?" - "Nei, hann fór heim í dansistovuna at hyggja at studentadansi, tað hevði hann aldri sæð áður!" Hans J. á Brúnni var gamal útróðrarmaður, og eygu hansara høvdu sæð mangt og mikið, men stu- dentadans hevði hann aldri sæð áður. Hann var á ferð elli gamal, og á ellisárum vildi hann eisini síggja hvussu studentarnir úr Havnini dansaðu. Leiðin gekk Heim á Sand, har sum Mentanarhúsið stendur í dag. Hann var ein trúgvur tænari… tú trúgvi og góði tænari far inn til gleði harra tíns… Hann gekk ikki og mól uttanum, men var í miðum kringi alt sítt lív. Hann veiddi fisk á grunninum, innansyndis og við Íslands strendur, men studenta- dansur, tað mátti vera nak- að serskilt. Hvat hevði Hans J. sagt í dag, nú Ment- anarhúsið læt upp? Hann kendi hvønn plink á pollin- um og hvørt loynimið í fjørðinum. Hann, sum flestu føroy- ingar, kom úr smáum korum. Tað lítla, tað sum var smátt í alra eygum, gjørdi hann føran fyri at undrast, at leita, granska, undirsøkja og hyggja at tí, ið var eitt sindur øðrvísið. Sjálvandi vitsti Hans J., at hann var ikki sørur, tá ið tað galt hýsumurtin. Hann var eyðmjúkur, tá ið stu- dentarnir komu norður til Fuglafjarðar at dansa. Møguligt var hetta nakað stórt, okkurt, sum var størri og matari enn tað, sum hann var vanur við. Studentarnir dansaðu í Fuglafirði eina nátt, og Systrarnar á Kinn vórðu spældar bæði væl og virðis- liga. Her varð sjónleikur og dansur tvinnað saman í eina eind. Forvitnisliga lyndið hjá Hans J. á Brúnni gamla var í miðjuni í hesum kosmiska heimi, har íður og íðukálvar høvdu myndað mannin. Hann var eins forvitin, sum vit eru í dag. Vit standa eisini í miðj- um heimi, og flest av okk- um eru komin úr sjómanna- stættini, har mentanin var eitt livandi fyribrygdi í til- veruni. Vit fóru eisini Heim (oman, norður) á Sand í henda glæsiliga skála at skoða hetta vala hús, og í forvitni at royna andan, ein livandi anda, sum vit vóna fer at búgva undir hesum bitum. Her stóðu vit í miðjum vavi í tí tóma rúminum í tí nýggju høllini, sum er ein glæstriborg, sum Niels Midjord hevur teknað. Vit eiga at sláa ring kring hesa lon og lata lívsdansin ganga og fáa kvæðið undir fót, so tað verður eitt gott kvæði, ið gongur væl, so øll kunnu verða við undir bitunum! Hans J. á Brúnni eldri undraðaðist. So gamal hann var, fór hann fet fyri fet heim eftir vegnum - væl nøgdur og mettur av døg- um, men hann vildi síggja studentadansin, um hetta var nakað, sum hann kundi leggja afturat lívsál síni, ella vraka bert sum nakað lítilláta - ein lítil skygging í lívsins spunatráði, sum ikki var hansara, men kundi blíva tað! Vit vilja eisini síggja og hoyra og seta fótafar okkara í lívssvørðin- fet fyri fet og endurspegla tað tóma rúmi, sum vit reika í. Hans J. á Brúnni var heilur og sælur, har hann var. Ynski og vón okkara er, at vit í okkara forvitni, okkara tráan, sjó- num og huga fara fet fyri fet avstað í tí tóma umfar- inum, sum hans J. á Brúnni var í. Hyggja og lurta eftir tí, sum fer at verða í Mentanarhúsinum. Tann, sum æru býður, er æru verdur…. og at vit, tá ið okkara tímaglas er runn- ið kunnu fara inn til gleði harra várs í einum góðum studentavalsi. Frits Mentanarhúsið í Fuglafirði tikið í nýtslu Høvdingar hittast. Frits Johannesen og Hans Jákup Glerfoss, báðir listamenn fingu eitt gott prát uttan fyri nýggja mentanarhúsið í Fuglafirði leygardagin. Her er tað Frits, sum greiðir Hans Jákupi frá listaverkinum hann hevur gjørt og sum prýðir ein av veggjunum á mentarnarhúsinum Mynd Jan Müller 15 14 Nr. 124 - 3. juli 2002 Fyrrapartin í gjár varð Marinustøðin hjá Færøernes Kommando alment latin í hendurnar hjá Tórshavnar Býráði. Nú skal Marinustøðin gerast til eina eldra- miðstøð við trimum ymsum tænastum YVIRTØKA Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang Í summarveðrinum í gjár, sum kanska helst minti um ráligt og kalt heystveður, var ein bólkur av fólki savnaður uttanfyri Marinu- støðina á Hoyvíksvegnum. Hetta komst av, at í gjár var Marinustøðin alment latin í hendurnar á Tórshavnar Býráð, sum keypti hana fyri einum ári síðani. Jesper Dinesen, kom- mandørur, greiddi fyrst eitt sindur frá Marinustøðini. – Fólk hjá Færøernes Kommando hava arbeitt her í næstan 40 ár, so tað er við ikki sørt av sorgblídni, at vit fara herfrá. Vit vóna tó, at Marinustøðin kemur at vera til eins stóra gleði fyri býráðið, sum hon hevur verið fyri okkum, segði Jesper Dinesen millum annað. Kommandørurin gav síð- ani lyklarnar víðari til stjór- an í Forsvarets Bygnings- tjeneste, Bent Frank. Eftir, at Bent Frank hevði sagt nøkur orð, gav hann lyklarnar til nýggju eigarar- nar, nevniliga Jan Christ- iansen, borgarstjóra. Eldramiðstøð Tá handanin var liðug, var danska flaggið, Dannebrog, vundið niður av flaggstong- ini, og flaggið hjá Tórs- havnar Býráð vundið í húnar hátt. Ein tekin um, at nú er Marinustøðin ikki longur á donskum hondum. Býráðið fer í næstum undir smærri umbyggingar, sum skulu gera Marinu- støðina, sum vit kenna hana, til eina eldramiðstøð við trimum ymsum tænast- um. – Talan er um eina dag- miðstøð, har dement kunnu verða í dagtímunum, sum ein lætti hjá teimum av- varðandi. Soleiðis kunnu tey, ið eru lættari dement, men framvegis vilja búgva heima, verða her um dagin, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri. Næsta tænastan verður eitt umlættingarheim. Her verður pláss fyri níggju persónum í longri ella styttri tíðarskeið, men ætl- anin er ikki, at nakar skal verða fast á umlætting- arheiminum. – Umframt umlætting í dagtímunum og umlætting í eina tíð, bjóða vit eisini eina uppvenjingarmiðstøð. Hon verður fyrst og fremst fyritey, ið eru í umlætting. Harafturat síggja vit alt ov ofta, at tey eldru verða út- skrivað av sjúkrahúsinum alt ov tíðliga, og tí koma tey ongantíð rættiliga fyri seg aftur. Og hetta skal upp- venjingarmiðstøðin eisini nýtast til, soleiðis, at tey eldru kunnu koma fyri seg aftur, greiðir borgarstjórin frá. 8000 m2 Grundøkið við Marinustøð- ina er um 8000 m2. Pen- ingur er lagdur av í ár til at byrja umbyggingarnar, sum tó ikki vera tær heilt stóru. – Tað skal ikki byggjast so nógv afturat, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri. – Vónandi verður byrjað uppá hetta arbeiðið longu í ár, tí peningur er settur av til hetta. Borgarstjórin væntar, at tað møguliga verður klárt einaferð komandi ár. Býráðið keypti Marinu- støðina fyri 14 milliónur krónur, sum Jan Christ- iansen metir vera ein góðan prís fyri kommununa. Tórshavnar Býráð yvirtikið Marinustøðina: Dannebrog veittraði fyri seinastu ferð Dannebrog varð vundið niður á Marinustøðini fyrrapartin í gjár... ... og ístaðin var flaggið hjá býráðnum vundið á húnar hátt Jan Christiansen, borgarstjóri og Bent Frank, stjóri á Forsvarets Bygningstjeneste, fegnast um góða samarbeiðið millum kommunu og Færøernes Kommando C M Y K 14