mikudagur 3. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 124 - 3. juli 2002
Nr. 124 - 3. juli 2002
17
MENTANARHÚS
Jan Müller
- Kristindómurin, mentanin
og vinnulívið – tó at tey
kunnu tykjast so ymisk og
mótstríðandi – eru hvør í
sínum lagi og saman tríggir
týðandi lunnar, sum bera
okkara bygd. Skal bygdin
og landið alt mennast, eru
hesir tríggir lunnar avger-
andi. Vit eru fá, men vit
megna tað, vit vilja. Tað er
hetta hús eitt dømi um
segði Dánjal Vang, býráðs-
limur í Fuglafirði, tá hann
vegna kommununa ynskti
øllum sjónleikarafelagnum
og øllum bygdafólkinum
tillukku við nýggja ment-
anarhúsinum.
Dánjal Vang helt fyri, at
mentan er at dyrka. - Fyri
at fáa nakað gott burturúr,
mugu vit dyrka, tað verið
seg materielt ella andaligt.
Dyrkar tú ikki tey andaligu
virðini, stirðna tey.
Mentan eru virðir, ið eru
dyrkað og framvegis mugu
dyrkast fyri ikki at verða
køvd segði Dánjal og vísti
til yrking hjá Karsten Hoy-
dal:
»Men tú, sum arvar dyrkað
lendi,
minst til hvør grønur teirur
er
ein ogn, sum lívið í tær
eigur,
tað veldst um teg, um bøur
ber«.
Dánjal vísti á, at okkara
mentanararvur má dyrkast,
men ov trongt er, um vit
ikki eisini á mentanarliga
økinum kunnu bróta upp úr
nýggjum.
- Gomul mentan og nýggj
virði nýtast ikki at vera í
stríði við hvørt annað.
Mentan er samskifti, og er
tað, sum gevur tilveruni
meining og innihald. Men
mentan er eisini tað, vit eru
felags um. Eins og aðrar
tjóðir eru vit ósamd um
nógv viðurskifti, um poli-
tikk og um hvussu vit skulu
skipa okkum í okkara landi.
Men við tað at vit hava ein
føroyskan samleika, merkir
tað, at vit hava nøkur ting,
vit eru felags um, nøkur
felags virði. Endamálið við
einum mentanarpolitikki
má verða at styrkja hesi
virðini. Tað er altíð týdn-
ingarmikið, at fólk hava
nakað at vera felags um
segði umboðið fyri býráðið
og helt fyri, at reka vit ikki
ein konstruktivan mentan-
arpolitikk, og eru vit ikki
fús at játta pengar til tað, ið
mentanarpolitikkurin kost-
ar, so gongur tað út yvir
okkara samleika og felags-
virðir, og so fáa vit trupul-
leikar við okkum sjálvum
sum tjóð. Hann vísti á, at í
Fuglafirði hevur býráðið
altíð stuðlað mentanini og
vil gera tað framvegis. Og
hann helt fram:
- Tað var myrkur um
landið alt, tá ið fólk tóku
seg saman og fóru undir at
smíða hetta hús.
Betri at kveikja ljós enn
at grenja um myrkrið, hava
tey hildið, sum fóru undir
hetta stóra tiltak. Tað, at øll
hava tikið lógvatak ger, at
vit hava fingið hetta snotu-
liga og vakra hús.
Býráðið hevur stuðlað og
fer framvegis at stuðla
Mentanarhúsinum.
Eg skal ikki nevna nøvn,
men takka øllum teimum,
sum hava hjálpt og stuðlað
og verið við til at gera hetta
hús liðugt. Má Mentanar-
húsið verða til gaman og
álvara fyri tað fólk, sum her
býr og tey, sum koma at
vitja. Hjartaliga tillukku.
Mentan er
eisini tað
vit eru
felags um
Dánjal Vang, býráðslimur ynskti nýggja mentanarhúsinum góða eydnu
MENTANARHÚS
Jan Müller
- Um okkum dámar tað ella
ikki, so er ein sterkur at-
dráttur at Havnini og mið-
staðarøkinum. Og kemur
oljan, verður hesin atdráttur
ivaleyst uppaftur sterkari.
Skulu vit tí hava nakran
kjans at kappast við Havn-
ina, so mugu vit kunna
bjóða betri karmar enn
Havnin kann.
Hetta er grundin til, at vit
líka frá byrjanini hava sett
nøsina høgt; ofta hægri enn
bæði ráðini og evnini vóru
til tók Niels Midjord, mað-
urin, sum hevur teknað
nýggju mentanarhúsini í
Fuglafirði, so ramliga til
orðanna, tá hann annars
lítillátin trein á pallin undir
vígsluni leygardagin.
Niels Midjord vísit til
orðatakið, at "Leingi er tað,
ið væl skal vera". -Í hesum
førum hevur í hvussu so er
verið tíð til at hugsa loysn-
irnar ígjøgnum. Men sjálvt
um hetta mangan hevur
kenst drúgført, og at tað er
ein Harrans lætti, at hetta
nú er komið undir land, so
hevur tað verið ógvuliga
spennandi og læruríkt at
fingist við, og eg vil nýta
høvið til at takka øllum,
sum hava verið við til at
gjørt hetta projektið til
veruleika. Hann takkaði
eisini fyri tað stóra álitið,
sum
Sjónleikarafelagið
hevur víst sær, at lata seg
tekna húsið.
Niels Midjord helt fram:
- Plagi at biðja um signing
yvir arbeiði, um at tað er
vert at signa, og í hesum
førum man eg vera bøn-
hoyrdur; tí øll, sum hava
havt við húsið at gera, bæði
ráðgevar, men serstakliga
tey, sum hava bygt: Ele-
mentvirkið, handverkarar,
elektrikarar, málarar og
nevndar- og bygginevndar-
limir hava gingið upp í
arbeiðið við lív og sál. Tey
eru komin við hugskotum
og ábótum og hava bjarg-
að frensum í tekningum.
Soleiðis hevur arbeiðið í
nógvum førum verið eitt
teamwork, sum hevur gjørt,
at húsið er blivið betri enn
upprunaliga ætlað.
Heitari tú ert fyri onkr-
um, skjótari er at kóka yvir,
og tað er meira enn so
komið fyri, at hvøss orð eru
fallin, kanska serliga í
byrjanini. Men sum húsið
hevur tikið skap og fólk eru
farin at trúgva uppá at
projektið kundi fullførast,
hevur alt gingið næstan av
sær sjálvum. Fari at biðja
um umbering, um eg havi
stoytt nakran, tað hevur
ikki verið meint persónliga.
So er tað tað um hetta er
vert at signa: Tí givið er, at
húsið, sum tað nú stendur,
ber nógvar møguleikar í
sær, bæði til tað góða og til
tað minni góða. Eg vil tí
ynskja nýggja stjóranum
hepna hond at reka húsið
og styrkja tað góða um-
dømið, sum húsið longu
hevur fingið, soleiðis at tað
kann gerast ein mentanar-
miðdepil, ikki bara fyri
allar fuglfirðingar, men
kanska fyri alla oynna við.
Mugu bjóða betri
karmar enn Havnin
Sálin í mentanarhúsinum í Fuglafirði, Niels Midjord,
sum hevur teknað og verið um byggingina øll árini
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
17
16
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
úr bara
750,-
Mini Cruise
Mini Cruise
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
til Bergens
750,-
e-mail: booking@smyril-line.fo
Á ferðini verður
skipað fyri
bingo!
Í sølubúðunum
umborð eru
!
nógv góð tilboð
team85
Fráferð av Havnini
mánamorgun kl. 8.30
við komu á Havnina
mikudag kl. 15.00