mikudagur 3. juli 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 3. juli 2002
19
Nr. 124 • mikudagur • 3. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Heimasíðan hjá
Klaksvíkar Róðrar-
felag er plássið, har
róðraráhugað hittast
og fáa upplýsingar
UPPLÝSING
Jóannes Hansen
Samskifti og upplýsing.
Tað eru tvey av lyklaorðun-
um nú á døgum. Ikki minst
tá tað snýr seg um ítrótt,
ítróttarfólk og ítróttarkapp-
ingar verður nógv gjørt
burturúr. Bæði úti í heimi
og eisini í Føroyum.
Tað er synd at siga, at
kappróðurin altíð hevur
fingið so stóra rúmd. Bur-
tursæð frá frásøgnunum í
útvarpinum, sum hava ver-
ið á skránni, síðani Útvarp
Føroya sá dagsins ljós í
1957, og sum hava verið
væl umtóktar alla tíðina, so
var í mong ár lítið gjørt
burturúr.
Nú er eitt sindur av vend
komin í, og tað er ikki
minst á internetinum, at
kappróðrarprátið gongur
fyri seg, og at kappróðrar-
tíðindi eru at frætta.
Nógv vitja
Eingin ivi er um, at heima-
síðan hjá Klaksvíkar Róðr-
arfelag er tann, har mesta
ferðslan er hjá kappróðrar-
fólki og kappróðraráhugað-
um.
– Nú, meðan kappróðrar-
árið er í hæddini, verður
heimasíðan nógv vitjað.
Frá sunnudegi og til miku-
dag liggur talið á vitjandi
um átta hundrað um dagin.
So fellur tað eitt sindur
fram ímóti vikuskiftinum,
men sunnudagarnar er talið
aftur høgt.
Hetta sigur Kristian Eli
Zachariasen. Hann er for-
maður í Klaksvíkar Róðrar-
felag, og tað eru hann og
Fróði Waag, sum er kassa-
meistari í felagnum og sum
eisini rør við Klaksvíking-
inum, sum standa fyri
heimasíðuni, krf.fo.
– Mettalið av vitjandi var,
tá kappingin var á Scilly
oyggjunum. Tá dagførdu
vit alla tíðina, og tá lá talið
á vitjandi onkran dagin
uppi á fimtan hundrað,
greiðir Kristian Eli Zach-
ariasen frá.
Nógv tilfar
Nógvar heimasíður, sum
hava við ítrótt og ítróttarfel-
øg at gera, síggja veruleik-
an út frá sínum sjónarhorni.
Tað vil so vera. Heimasíðan
hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
sær eisini veruleikan út frá
støðuni hjá felagnum, men
skrivingarlagið og tilfarið,
sum eru á heimasíðuni bera
boð um, at málbólkurin
ikki bara eru tey, sum eru í
og sum hava áhuga í Klaks-
víkar Róðrarfelag.
– Vit royna at leggja okk-
um eftir ikki at vera so
ógvuliga lokalir. Vit ynskja,
at tað skal vera áhugavert
hjá øllum kappróðraráhug-
aðum at koma inn á síðuna.
Vit halda, at talið á teimum
vitjandi boðar frá, at fólk
sum heild eru nøgd við síð-
una, staðfestir formaðurin í
Klaksvíkar Róðrarfelag.
Úr rúgvuni av tí, sum er
at finna á krf.fo, er mynda-
røð av endaspurtunum og
myndir av vinnarunum.
Kristian Eli Zachariasen
var í Vági leygardagin, og
longu sunnudagin vóru
myndir frá tí kappingini at
síggja á heimasíðuni. Har
eru úrslit og tíðir og støður
í kappingunum, og so eru
samrøður við rógvarar. Ikki
bara úr Klaksvík, men eis-
ini úr fleiri av hinum feløg-
unum.
Á nógvum heimasíðum
eru nógvar lýsingar. Á
heimasíðuni hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag er búmerkið
hjá høvuðsstuðlinum hjá
felagnum. Tað er Norðoya
Sparikassi. Har er okkurt
annað búmerki, men har
eru ikki nógvar lýsingar.
Høvdu tit ikki havt
møguleika at vunnið fitt at
pengum burturúr síðuni, tá
tað eru so mong, sum vitja
tykkum?
– Vit hava ikki hugsað
soleiðis. Higartil hevur
hetta verið eitt frítíðarítriv
hjá okkum, sum vit halda er
spennandi
og
stuttligt.
Fyrst og fremst tí vit hava
stóran áhuga í kappróðri.
Um tað fara at verða fleiri
lýsingar á síðuni, veit eg
ikki. Tað fer tíðin at vísa.
Fyribils gleðast vit um, at
undirtøkan hevur verið so
góð, sum hon hevur verið
higartil, sigur Kristian Eli
Zachariasen, sum veit um
fleiri útisetar, sum brúka
heimasíðuna
krf.fo
at
kunna seg um gongdina í
kappróðrinum í Føroyum.
800 kaga inn á gólvið um dagin
Kappróðurin í Vági
gekk sum smurt, og
tað kann roknast við,
at tað fer at ganga
uppaftur skjótari, tá
tað annan leygardag
fer at verða kappast í
Miðvági
FYRIREIKING
Jóannes Hansen
Formaðurin í Róðrarsam-
bandinum hevur fyrr í
summar sagt her í blaðnum,
at tað næstan er vorðin ein
eyka kapping, at fyrireikar-
arnir av kappróðrunum eru
so nærlagdir, tá teir gera
klárt til kappingina, og tá
tað verður kappast.
Teir í Vági stóðu avgjørt
einki aftanfyri hinar, sum
hava havt ábyrgdina av
kappróðrunum. Undanfarin
ár hava vit fleiri ferðir víst á
óskikkin, sum tað hevur
verið, at tað ikki hevur ver-
ið klárt at senda fyrstu bát-
arnar avstað klokkan trý.
Tað hevur bitið seg í hælan
soleiðis at skilja, at tað
hevur drigið langt út, áðr-
enn 10–mannaførini hava
róð.
At hesin óskikkurin nú er
fullkomuliga burtur var
týðuligt í Vági. Kanska
restaðu klokkuni nøkur
sekund í trý, tá 5–manna-
førini við dreingjum vórðu
send avstað, og klokkan var
fimm minuttir í hálvgum
fimm, tá Nólsoyingurin
sum tað síðsta av teimum
fimm 10–mannaførunum
kom á mál.
– Alt gekk upp á stás.
Onkra ferðina noyddust vit,
sum vóru inni á málinum,
at rópa á teir úti á málinum
um at bíða eitt sindur, tí vit
vóru ikki heilt klárir. Tað er
ikki komið fyri ofta áður.
Tað sigur Hannis Joen-
sen, formaður í Róðrarsam-
bandinum, sum sjálvsagt er
sera fegin um, at tað fram-
gongdin á hesum økinum,
sum er so týdningarmikið
fyri áhugan hjá rógvarum
og áskoðarum, hevur verið
so stór tey seinastu árini.
– Sjálvandi er tað øðrvísi
at hava ábyrgdina, tá tað
verður róð á øllum trimum
málunum, enn tað er, tá tað
bara verður róð á 1000
metrum. Men higartil hava
allar kappingarnar gingið
sera væl, ikki minst tí
fyrireikingarnar hava verið
til UG, heldur Hannis
Joensen.
Metið í Miðvági
Annan leygardag verður
kappróður í Miðvági. Har
verður bara róð á 1000
metrum ella kanska á eitt
sindur styttri teini enn so.
Róðrarøkið er frá grótkast-
inum og inn ímóti sandin-
um niðanfyri fótbóltsvøllin.
Tá tað fyri fýra árum síð-
ani varð kappast á hesum
teininum, vóru allar kapp-
ingarnar av, tá klokkan var
seks minuttir yvir fýra. Tað
ber ikki til at avgreiða róðr-
arnar skjótari enn so, og tað
er heldur eingin orsøk til
tað. Bæði róðrarfólkið og
áskoðararnir á økinum og
frammanfyri útvarpstólini
skulu hava tíð til at sodna
kappingarnar og úrslitini,
og tað skal helst ikki verða
soleiðis, at tað ikki verður
tíð til at heiðra bátar, bygdir
og býir við vinnarasangum.
Tað ber bara til at rógva
kapp í Miðvági, tá tað er
fløðandi sjógvur. Tí verður
kappróðurin annan leygar-
dag ikki klokkan 15, sum
hann vanliga plagar at vera.
Hannn verður eitt sindur
seinni, men akkurát nær
fyrsti
starturin
verður,
fingu vit ikki at vita í gjár.
Heimasíðan hjá Klaksvíkar Róðrarfelag man uttan iva vera mest vitjaða róðrarsíðan á alnetinum
Miðvingar mugu laga seg eftir sjóvarfallinum
19
18
Nr. 124 - 3. juli 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Minus til
oljugrunnin
Fallið á altjóða virðis-
brævamarknaðunum
hevur eisini ávirkað úr-
slitið hjá norska olju-
grunninum.
Fyrsti ársfjórðingurin
royndist væl hjá olju-
grunninum, men nú
vísir tann seinasta upp-
gerðin,
at
í
apríl-
ársfjórðingi fall virðið
á virðisbrøvunum og
partabrøvunum,
sum
grunnurin eigur, 3,3
prosent.
60 prosent av peng-
unum hjá norska olju-
grunninum eru settir í
virðisbrøv og hini 40
prosentini í partabrøv.
Húsini
dýrka
Tað lítla arbeiðsloysið
og tann lága rentan í
Bretlandi ávirka nú
húsaprísirnar. Sambært
ráðgevingarfelagnum
Nationwide
hækkaði
húsaprísurin 3,3 pro-
sent í meðal í juni, og
felagið
væntar,
at
prísurin fer at hækka
umleið 18 prosent í ár.
Búskaparfrøðingar
vænta, at tann stóri
prísvøksturin fer at
noyða Bank of England
at seta rentuna upp.
Men aðrir serfrøðingar
vísa á, at inflasjónin í
Bretlandi er bert 1,8
prosent, og tað fer ikki
at skunda undir eina
rentuhækking.
Serliga í London-øk-
inum er tað dýrt at
keypa sær eini hús í
dag. Sambært Nation-
wide er meðalprísurin í
sjálvum London farin
upp um 200.000 pund
ella slakar 2,3 milliónir
krónur.
Nærkast
gjaldssteðgi
Hildið verður, at tann
kreppurakta
ameri-
kanska
telefyritøkan
WorldCom fer í gjalds-
steðg
fyrsta
dagin.
Mánadagin boðaði fyri-
tøkan frá, at hon hevur
steðgað afturgjalding-
ini av einum láni, og
hetta tulka serfrøðingar
sum fyrsta stigið ímóti
gjaldssteðgi.
Sam-
stundis hevur fyritøkan
sagt, at hon hevur víðk-
að kanningarnar, sum
hava avdúkað umfat-
andi óreglusemi í bók-
haldinum.
Úr Norðurlondum:
Framvegis
nei til ES
Ein meiningakanning í
Noregi vísir, at tað er
framvegis ikki meiriluti
fyri norskum limaskapi
í ES. 47 prosent av
teimum spurdu siga, at
tey høvdu atkvøtt ímóti
limaskapi, var fólkaat-
kvøða nú, meðan 42,4
prosent siga, at tey
høvdu atkvøtt fyri.
Samanborið við eina
kanning fyri einum
góðum mánað síðani
hava bert fáir norð-
menn broytt støðu. Tá
vóru 47,2 prosent ímóti
limaskapi og 41,5 pro-
sent fyri.
Hildið verður, at tað
er tann politiska tøgnin
um
ES-limaskapin,
sum ger, at ongar broyt-
ingar eru. Serfrøðingar
siga, at tað eru teir po-
litisku flokkarnir, sum
mugu fáa orðaskiftið í
gongd, men í sitandi
stjórnarsamgonguni er
avgjørt, at ES-spurn-
ingurin skal fáa frið.
Kostar eina
mia. krónur
Tað fer at kosta Dan-
mark umleið eina milli-
ard krónur at hava for-
mansskapin í ES tað
næsta hálva árið, men
tað er væl hugsandi, at
tann endaliga rokningin
verður uppaftur størri.
Tann størsta einstaka
útreiðslan eru trygdar-
tiltøkini, sum verða
sera
umfatandi
teir
næstu
mánaðarnar.
4.000
løgreglumenn
skulu til arbeiðis, tá
ymsir fundir verða, og
mett verður, at trygdar-
tiltøkini fara at kosta
einar
580
milliónir
krónur. Men tað kostar
eisini at fundast, og
sjálvir fundirnir eru
mettir at kosta donsku
skattgjaldarunum 148
milliónir krónur.
Nógv verdir
Ein nýggj virðismeting
í Noregi vísir, at presta-
garðarnir hjá norsku
kirkjuni eru nógv meiri
verdir
enn
higartil
hildið.
Eftir
gomlu
virðismetingini
var
virðið á prestagørð-
unum 580 milliónir
krónur,
men
tann
nýggja metingin sigur,
at teir eru 1,1 milliard
krónur
verdir.
Tað
merkir, at í meðal er ein
norskur prestagarður
2,4 milliónir krónur
verdur.
Hægstirættur í Kili
hevur steðgað rættar-
málinum ímóti fyrr-
verandi einaræðis-
harranum, sum var
ákærdur fyri morð og
burturflytingar
PINOCHET-MÁLIÐ
Árni Joensen
Fyrrverandi einaræðisharr-
in í Kili, Augusto Pinochet,
sleppur undan rættarsókn.
Tað avgjørdi hægstirættur í
Santiago mánadagin. Sam-
bært rættinum livir Pino-
chet so mikið illa, at hann
er ikki førur fyri at fara
undir eitt rættarmál.
Fyrrverandi einaræðis-
harrin, sum stýrdi Kili í
17ár, var ákærdur fyri brot
á altjóða mannarættindini,
morð og burturflytingar.
Seinastu árini hava fleiri
sakførarar roynt at fáa hann
drignan í rættin, men
hvørki teir ella onnur eru
ovfarin av úrskurðinum hjá
hægstarætti, verður sagt úr
høvuðsstaðnum Santiago.
Fýra av teimum fimm
hægstarættardómarunum
atkvøddu fyri úrskurðinum,
meðan tann fimti atkvøddi
fyri, at Pinochet kundi
koma fyri rættin. Teir fýra
dómararnir siga, at tann 86
ára gamli Pinochet er so
heilsuveikur, at rættarmálið
ímóti honum kann ikki
halda fram, og at tað kann
heldur ikki takast uppaftur.
Sambært ákæruritinum
var fyrrverandi einaræðis-
harrin ákærdur fyri at hava
givið serligum drápsligum
hjá herinum boð um at
beina fyri viðhaldsfólki hjá
sosialistisku stjórnini, sum
Pinochet koyrdi frá í 1973.
Umleið 3.000 fólk hvurvu
tey 17 árini, Pinochet sat
við valdið í Kili.
Flogskiparin á russ-
iska ferðamanna-
flogfarinum var ov
seinur at gera eftir
boðum frá eftirlitin-
um. Tí stoyttu flogfar
hansara og eitt flutn-
ingsflogfar saman
FLOGSAMANSTOYTUR
Árni Joensen
Starvsmenninir í sveitsiska
flogeftirlitinum róptu á
flogskiparan umborð á tí
russiska Tupolev TU-154-
flogfarinum og bóðu hann
taka flogfar sítt longur nið-
ur, tí eitt flutningsflogfar
var á somu kós. Men russ-
iski flogskiparin aktaði ikki
boðini. Ikki fyrr enn sveits-
isku
eftirlitsmenninir
høvdu rópt á hann tríggjar
ferðir, tók hann flogfarið
niðureftir, men tá var ov
seint.
Teir báðir flogskiparar-
nir, sum vóru einsamallir
umborð á Boeing 757-
flutningsflogfarinum, fingu
eisini boð um, hvat var á
vási. Teir royndu at broyta
kósina, men ov seint var.
Løtu seinni stoyttu tey bæði
flogførini saman í 12.000
metra hædd uppi yvir
Bodenvatninum har suðuri
í Týsklandi.
Russiska flogfarið var á
veg úr Moskva til Barce-
lona og hevði millumlent í
Múnchen á vegnum. Flutn-
ingsflogfarið, sum flutn-
ingsfelagið DHL átti, var á
veg úr Bahrein til Brux-
elles.
Umborð á russiska flog-
farinum vóru 57 ferðafólk
og manningin, sum taldi
12. Av teimum 57 ferða-
fólkunum vóru umleið 50
børn og ungdómar.
Allan gjár leitaðu týsk
bjargingarlið eftir vrak-
pettum og líkum nærhendis
Bodenvatninum. Men ar-
beiðið var torført, tí vrak-
petti sløgdust í einum øki,
sum er umleið 30 ferkilo-
metrar stórt.
Tann svarti kassin í tí
russiska flogfarinum varð
funnin í gjár. Kassan úr úr
flutningsflogf arinum
høvdu menn ikki funnið, og
týsku
myndugleikarnir
siga, at hann er kanska
dottin niður í Bodenvatnið.
Týski flutningsmálaráð-
harrin, Ulrich Múller, segði
í gjár, at vanlukkan eftir
øllum at døma stóðst av
einum tí, sum hann kallaði
eitt menniskjaligt mistak.
Týsku loftferðslumyndug-
leikarnir siga, at annað-
hvørt
flogeftirlitið
ella
annar flogskiparin mistók
seg.
Pinochet sleppur undan rættarsókn
Flogskiparin aktaði ikki boð,
fyrr enn tað var ov seint
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
18