mikudagur 3. juli 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 3. juli 2002
21
Argir missir í miðróðrinum
Við triðja sigrinum
upp í slag styrkti Kví-
víkingurin um sína
støðu í kappingini
um meistaraskapin
8–MANNAFØR
Jóannes Hansen
Kvívíkingar eiga bestu
manningina í kappingini
millum 8–mannafør. Tað
vóru fyrstu ábendingarnar
um á Skálafjørðinum, tá
teir settu Argjabátin, sum
hevði vunnið í Klaksvík,
upp á pláss, tað sást aftur í
Hósvík, og leygardagin var
tað aftur staðfest á Vágs-
firði.
Gongdin í kappingunum
higartil hevur verið tann, at
Argjabáturin hevur havt
besta startin, og at Argja-
báturin hevur staðið seg
væl í endaspurtinum. Tað
hevur verið í miðróðrinum,
sum teir kalla tað, at Kví-
víkingurin hevur vunnið
seg til eitt greitt fremsta
pláss. Og júst soleiðis var
tað í Vági.
Á málinum var Kvívík-
ingur ein stóran skut undan
Argjabátinum. Tað
var
eingin ivi um sigurin, men
munurin var ikki størri enn
so, at tað ber til at ímynda
sær, at Argjabáturin hevur
møguleika at geva Kvívík-
inginum ein skarpan gang í
Miðvági. Men so er treytin
hjá argjamonnum, at teir
fáa betri tak á miðróðri-
num, enn teir hava havt tær
seinastu ferðirnar.
Spurningurin er so, um
teir umborð á Kvívíkingi-
num eiga meiri í sær til
endaspurtin, enn tað hevur
verið neyðugt hjá teimum
at vísa tær seinastu ferðir-
nar.
Smiðurin rør við
Sámal Hansen hevur smíð-
að Argjabátin, og hann hev-
ur eisini smíðað Kvívíking-
in. Í Miðvági verður ein
nýggjur Ørvur við í kapp-
ingini. Sámal Hansen hevur
eisini smíðað tann bátin.
Nevið Reyða vann FM í
fjør. Í ár hava klaksvíkingar
ikki mannað 8–mannafarið.
Tí hava teir í Kappróðrar-
felagnum NSÍ lænt bátin,
sum teir róðu við á Skála-
fjørðinum. Teir vóru ikki
við í Hósvík, men leygar-
dagin vóru teir við í Vági.
Umborð
á
Nevinum
Reyða situr Sámal Hansen,
sum eisini hevur smíðað
tann bátin. Í Vági var Nevið
Reyða leingi væl við í
kappingini, men at enda
sást tað væl, at teir vóru
ikki í somu venjingarstøð-
uni, sum hinir vóru. Men
hóast tað ikki eydnaðist
honum og hansara at vinna,
so kann Sámal Hansen
gleðast um, at tað so at siga
eru bátarnir hjá honum,
sum vinna!
Á kvinnusíðuni er tað
avgjørt, at FM vinnar-
arnir verða funnir
annan leygardag í
Miðvági, og ímillum
10–mannaførini og
dreingirnar er tað av-
gjørt, at FM vinnarin
verður ikki funnin
fyrrenn á ólavsøku
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Kappróðrarárið hevur verið
sera spennandi higartil.
Aftur í Vági var talan um
vinnara, sum var fremstur
fyri fyrstu ferð í ár. Tað var
Vestmeningur, sum kom
fyrstur á mál í kappingini
millum 10–mannafør. Vest-
menningur
hevði
ikki
vunnið frammanundan, og
hann var triði vinnarin í ár.
Hinir báðir vinnararnir
hava verið Eysturoyingur,
sum vann í Klaksvík og aft-
ur á Skálafjørðinum, og so
Havnarbáturin, sum var
fremstur, tá tað næstsíðsta
leygardag varð kappast í
Hósvík.
Tað er so mikið tætt mill-
um 10–mannaførini, at allir
teir tríggir bátarnir, sum
hava vunnið higartil í ár,
framvegis
hava
góðan
møguleika at vinna FM
heitið. Nýggi Klaksvíking-
urin hevur ikki vunnið hig-
artil, og í Vági endaði hann
á fjórða plássi. Men um
klaksvíkingar vinna teir
báðar róðrarnar, sum eru
eftir, og Eysturoyingur í
báðum róðrunum verður
nummar fýra, so hevur
Klaksvíkingur framvegis
møguleika at vinna FM.
Tað boðar frá, at kappingin
er sera tøtt og jøvn.
Tætt hjá dreingjunum
Umframt í kappingini mill-
um
10–mannaførini
er
størsti spenningurin í kapp-
ingini millum dreingja-
manningarnar. Fípan Fagra
vann í Klaksvík og á Skála-
fjørðinum. Síðani tá hevur
Sílið verið fremst, men
kolldømingin av Sílinum á
Skálafjørðinum hevur havt
við sær, at tað framvegis er
Fípan Fagra, sum er ovast í
FM kappingini.
Dreingirnir umborð á
Fípuni Føgru kunnu fram-
vegis vinna fyrsta FM heit-
ið í hesi kappingini til
Klaksvíkar, síðani skipanin
við stigum varð tikin í
nýtslu í 1973, men teir fáa
ein skarpan gang bæði frá
havnardreingjum og argja-
dreingjum.
Tjaldrið vann FM bæði í
fjør og í fyrraárið. Sílið
hevur ikki vunnið FM síð-
ani í 1992. Havnar Róðrar-
felag vann dreingjakapp-
ingina í 1996 og í 1997. Tá
var tað Drekin, sum var
bestur. Blikur hevur ikki
vunnið hesa kappingina
síðani í 1988 og í 1989.
Jarnbardur bestur
Jarnbardur við kvinnum og
Sílið við gentum vóru aftur
sera sannførandi hesa ferð.
Hesar báðar manningarnar
hava vunnið allar fýra
kappingarnar, sum hava
verið. Tað vil siga, at tær
hava fult stigatal, sum er
28. Í báðum kappingunum
hava fleiri bátar verið næst-
fremst. Tað hevur við sær,
at munurin frá ávikavíst
Jarnbardi og Sílinum og til
hinar bátarnar er so mikið
stórur, at tað ikki ber annað
til, enn at hesar báðar
manningarnar fara at vinna
FM annan leygardag í Mið-
vági.
Kvinnurnar hava kappast
um FM síðani í 1983. Um
hugt verður at samantalda
býtinum av FM sigrum, so
sæst, at tað er rættuliga
javnt. Gongurólvur (1984,
1985, 1988, 1994 og 1995)
og Páll Fangi (1986, 1987,
1989, 1990 og 2001) hava
vunnið fimm ferðir í part.
Smyril vann í 1983, og
Hvessingur vann í 1996 og
í 1998.
Jarnbardur hevur vunnið
FM fleiri ferðir enn nakar
annar bátur í tí kappingini.
Jarnbardur vann fyrstu ferð
í 1991, og síðani hava tær
vunnið í 1992, 1993, 1997,
1999 og í 2000. Tað vil við
øðrum orðum siga, at FM
heitið, sum tær fara at
vinna í Miðvági annan
leygardag,
verður
tað
sjeynda hjá Jarnbardi.
Í fjør var Páll Fangi FM
vinnari.
Sílið er eisini best
Í FM kappingini millum
5–mannafør við gentum er
heldur eingin ivi. Sílið hev-
ur vunnið allar róðrarnar.
Hinar manningarnar hava
skiftst um at vera næst-
fremstar. Tí fer Sílið at
vinna FM í Miðvági.
At
gentubáturin
hjá
Havnar Róðrarfelag vinnur
FM heitið er ikki nakað
nýtt. 5–mannaførini við
gentum hava kappast um
FM øll árini, sum tað yvir-
høvur hevur verið kappast
um meistaraskapin. FM
kappingin í tí líki, sum hon
nú gongur fyri seg, hevur
verið á skránni síðani 1973,
og Sílið hevur higartil
vunnið átta meistaraheiti.
Seinastu ferðirnar at Sílið
vann FM vóru í 1995 og í
1996. Ørnin eigur næst-
flestu sigrarnar. Sandavágs-
báturin hevur vunnið fimm
ferðir. Seinastu sigrarnir
hjá teimum vóru í 1997 og í
1998.
Í fjør var Fípan Fagra FM
vinnari.
Umaftur og umaftur
Í
kappingini
millum
6–mannafør við monnum
verður kappingin ikki heilt
avgjørd í Miðvági. Men
úrslitini tær seinastu ferðir-
nar tala nógv fyri, at vág-
bingar fara at vinna hesa
kappingina fyri fyrstu ferð
nakrantíð.
Vinnari tvey tey seinastu
árini hevur verið Strálan av
Strondum.
Í
kappingini
millum
8–mannafør vann Argjabát-
urin í Klaksvík. Síðani hev-
ur
Kvívíkingurin
verið
bestur, og tað skal nógv
broytast í tveimum teimum
síðstu kappingunum, um
Kvívíkingurin ikki skal
vinna FM á ólavsøku. Í fjør
var Nevið Reyða FM vinn-
ari.
Sum úrslitini hava verið seinastu tríggjar róðrarnar, er lítil ivi um, at kvívíkingar eiga stinnastu manningina í kappingini hjá 8-
mannaførum
Fleiri meistarar mugu bíða inntil á ólavsøku
Fleiri ábendingar eru um, at vágbingar fyri fyrstu ferð yvirhøvur skulu gerast meistarar í 6-mannafarsróðrinum
Mynd: Áki Bertholdsen
21
20
Nr. 124 - 3. juli 2002
Sigurin á 1000 met-
rum var meiri sann-
førandi, enn fleiri av
sigrunum at 2000
metrum hava verið
10–MANNAFØR
Jóannes Hansen
Tað hevur verið roknað við
tí alt summar. Í trimum
teimum fyrstu kappingun-
um syrgdu teir umborð á
Eysturoyingi og Havnar-
bátinum fyri, at tað ikki
gjørdist veruleiki.
Men á Vágsfirði megnaði
eingin at byrgja uppfyri tí.
Vestmenningur vann, og
harvið blandaði hann seg
av álvara upp í FM kapp-
ingina. Vestmenningar hava
ikki vunnið ein 10–manna-
farsróður síðani í fyrraárið,
og teir høvdu avgjørt einki
havt ímóti, um seinasti
parturin av róðrarárinum í
ár hevði lagað seg soleiðis,
sum hann gjørdi ta ferðina.
– Tá vunnu vit á 1500
metrum í Klaksvík, og so
vunnu vit tríggjar teir sein-
astu róðrarnar, sum vóru á
1000 metrum, m. a. í
heimasjógvi í Vestmanna.
Tað hevði við sær, at vit
gjørdust meistarar. Í ár
vunnu vit ikki á norðoyar-
stevnu, men vit hava møgu-
leika at vinna tríggjar teir
seinastu róðrarnar, sum all-
ir eru á 1000 metrum. Um
tað eydnast, so fara vit at
vinna FM. Vit fara at leggja
alt tað í, sum vit eiga, men
um tað fer at røkka til sigur
í Miðvági og á ólavsøku,
tað fáa vit at síggja. Kapp-
ingin er so sera jøvn, at tað
er møguleiki fyri at enda á
øllum plássum.
Tað er Jan Johannesen,
annar av lærmonnunum
umborð á Vestmenningi,
sum sigur hetta. Hann hev-
ur róð í fleiri ár, og hann er
ein av fýra, sum var við
Vestmenninginum í ár og
sum eisini var við í fjør.
– At vit hava skift nógv
fólk vil ikki siga tað sama
sum, at tað er spildurnýtt
róðrarfólk við í ár. Onkrir,
sum hava róð við Vest-
menninginum áður, eru
komnir umborð aftur, og
onkrir,
sum
vóru
við
6–mannafarinum Fortunu í
fjør, eru nú umborð hjá
okkum.
Stýrdu skeivt
Vestmenningurin var væl
fyri, tá tað varð kappast á
Skálafjørðinum, men ta
ferðina mistu teir sigurin til
Eysturoying í síðstu tøkun-
um. Bátsformaðurin um-
borð á Vestmenninginum
heldur seg vita, hví tað ikki
royndist so væl ta ferðina:
– Vit fóru eitt sindur
skeivir á síðsta teininum.
Vit lógu uttarlaga í felti-
num, og tað kostaði ivaleyst
nógv, at vit ikki róðu so
beint, sum vit skuldu havt
gjørt.
Men tað gjørdu tit hesa
ferð, nú tit vóru eina báts-
longd undan hinum?
– Vt hava onkra ferðina
havt ringar royndir í Vági,
har málið vísir so skeivt.
Eitt árið hildu vit okkum
hava vunnið, men tá vóru
vit snýttir. Hesa ferð vildu
vit vera so mikið væl
frammanfyri, at eingin ivi
skuldi vera, men vit vóru
ikki heilt vísir í, at vit
høvdu vunnið, fyrrenn við
fingu úrslitið staðfest. Tað
var fínt. Móttøkan í Vest-
manna var, sum hon plagar
at vera, tá Vestmenningurin
hevur vunnið, og nú verður
tað sera spennandi at venja
til tær báðar síðstu kapp-
ingarnar.
Øðrvísi róður
Á longru teinunum hevur
tað verið sera javnt millum
10–mannaførini. Tað var
tað eisini í Vági, men sigur-
in hjá Vestmenningi var
meiri
sannførandi,
enn
sigrarnir hava verið vunnir
í fleiri av hinum kapping-
unum. Vestmenningur var
tað mesta av einari hálvari
bátslongd undan Eysturoy-
inginum og Havnarbáti-
num, sum komu mest sum í
senn á mál.
Klaksvíkingurin var tað
mesta av einari bátslongd
aftanfyri hinar bátarnar.
Tað hevur ljóðað, at teir
høvdu skift ein mann út
umborð á Klaksvíkingi
undan jóansøkuni. Tað er
rætt, at teir høvdu sent frá-
boðan til RSF um, at ein
nýggjur maður var komin
umborð. Talan var um ein
nýggjan stýrimann, tí hin
hevði fingið forfall bara
hesa eina ferðina.
Klaksvíkingurin
hevði
ein vánaligan start, og tað
hevði við sær, at teir heldur
kappaðust við Nólsoyingin
um at sleppa undan aftasta
plássinum, heldur enn at
teir kappaðust við hinar
manningarnar um at vinna.
Róðrarlagið var øðrvísi í
Vági, enn tað hevur verið á
longru teinunum. Ferðin
var hægri, og tað var spurt-
að meiri, enn tað plagar at
vera. Eingin ivi var um, at
vestmenningar vóru teir
stinnastu hesa ferð. Spurn-
ingurin er so, hvussu tað fer
at hilnast í Miðvági og á
ólavsøku. Spenningurin er í
hvussu so er størri, enn
hann hevur verið nógvu tey
seinastu árini.
Vestmenningur gjørdist triðja 10-mannafarið í ár, sum vann FM-róður, og sum støðan er nú hava fýra bátar møguleika at gerast
føroyameistarar
Jóansøkan:
Úrslitini
av kappróðrinum
á jóansøku
5-mannfør dreingir
bátur
tíð
1
Sílið
4.53,02
2
Blikur
4.55,01
4
Fípan Fagra
4.56,03
3
Havfrúgvin
5.00,09
5
Tjaldrið
5.00,22
6
Drekin
5.03,05
7
Ørnin
5.05,03
8
Junkarin
5.25,00
6-mannafør, kvinnur
1
Jarnbardur
5.02,16
2
Riddarin
5.05,08
3
Páll Fangi
5.08,09
4
Gongurólvur
5.11,01
5
Lómur
5.26,17
5
Snopprikkur
5.26,17
5
Víkingur
5.27,00
6
Hvessingur
5.27,19
5-mannafør, gentur
1
Sílið
4.10,02
2
Fípan Fagra
4.14,21
3
Drekin
5.17,12
4
Blikur
5.18,20
5
Havfrúgvin
5.19,04
6
Ørnin
5.21,20
7
Tjaldrið
5.25,11
8
Frúgvin
5.27,15
9
Tekla
5.28,08
10
Royndin Fríða
5.37,05
11
Broddur
5.44,15
12
Dúgvan
5.46,21
13
Firvaldur
5.50,16
14
Junkarin
5.51,10
6-mannafør, menn
1
Smyril
4.45,09
2
Gongurólvur
4.48,20
3
Páll Fangi
4.52,06
4
Strálan
4.52,22
5
Hvessingur
4.53,05
6
Sølmundur
4.53,10
7
Jarnbardur
4.54,05
8
Snopprikkur
5.02,17
9
Hósvíkingur
5.05,07
10
Víkingur
5.10,18
8-mannafør
1
Kvívíkingur
4.33,15
2
Argjabáturin
4.34,18
3
Knørrur
4.37,01
4
Nevið Reyða
4.41,09
5
Húsavíkingur
4.47,06
6
Ørvur
4.50,24
10-mannafør
1
Vestmenningur
4.22,02
2
Eysturoyingur
4.24,14
3
Havnarbáturin
4.24,24
4
Klaksvíkingur
4.28,01
5
Nólsoyingur
4.29,16
Hesa ferð áttu vestmenningar tørn
C
M
Y
K
20