Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juli 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 3. juli 2002 23 5-mannfør dreingir stig bátur jóansøka íalt 1 Sílið 4 21 2 Blikur 5 19 4 Fípan Fagra 7 17 3 Havfrúgvin 3 12 5 Tjaldrið 2 12 6 Drekin 1 6 7 Ørnin 1 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 7 28 2 Riddarin 5 18 3 Páll Fangi 4 18 4 Gongurólvur 3 12 5 Lómur 5 5 Snopprikkur 2 3 5 Víkingur 3 6 Hvessingur 1 1 5-mannafør, gentur 1 Sílið 7 28 2 Fípan Fagra 5 19 3 Drekin 3 13 4 Blikur 1 12 5 Havfrúgvin 4 8 6 Ørnin 2 8 6-mannafør, menn 1 Smyril 7 26 2 Gongurólvur 4 21 3 Páll Fangi 5 15 4 Strálan 2 12 5 Hvessingur 3 7 6 Sølmundur 1 7 8-mannafør 1 Kvívíkingur 7 26 2 Argjabáturin 5 22 3 Knørrur 4 16 4 Nevið Reyða 2 10 5 Húsavíkingur 3 6 6 Ørvur 1 3 Kvívíksbáturin 3 10-mannafør 1 Vestmenningur 5 22 2 Eysturoyingur 7 19 3 Havnarbáturin 4 19 4 Klaksvíkingur 3 16 5 Nólsoyingur 2 8 Gunnar vann á Jóansøku Gunnar Dahl Olsen vann jóansøkusúkkl- ingina, men hann fekk harða mótstøðu frá Eli Christiansen, og í samlaðu støðuni er støðan nú rættiliga spent Súkkling tíðindaskriv Aftur í ár var skipað fyri kappsúkkling á jóansøkuni í Vági. Eins og hini árini, var byrjað á Niðara vegi við skúlan/kirkjuna, og var súkklað til høgru niðan Krosslábrekkuna, til høgru út eftir Ovara vegi til kross- in Ovari-Niðari vegur, har aftur verður sneitt til høgru eftir Niðara vegi, og til málið við skúlan/kirkjuna. Kappingin er ein sokall- að býarsúkkling t.v.s. at súkklað var í 40 min, so ringdi ein klokka og súkkl- ararnir súkklaú eina síðstu umferð, og fyrsti maður um málstrikuna vinnur kapp- ingina, sjálvandi treytað av at hann hevði súkklað flest- ar umferðir. Ikki óvantað vann Gunn- ar Dahl Olsen, og vóru tað drúgvu royndir hansara, ið gjørdu at hann slapp leysur frá Eli Christinnsen, sum hevur tikið ótrúliga nógv fram seinasta árið, og sum um stutta tíð verður ringur at basa, sjálvt hjá Gunnari. Jens Sigurd Simonsen kom um málstrikuna sum nummar trí, eitt úrslit, sum vísir at hann eisini er ein súkklari ið dugur er í Gunnar, Eli og Jens Sig- urd vóru ein fittan tein framman fyri hinar fýra, ið komu á mál sum perlur á snóri, ein av hesum var unglingurin Dánjal Mich- aelsen, sum vísti at hann er førur fyri at fylgja við teim- um bestu tær 30 ferðirnar niðan Krosslábrekkuna, tyngsta súkkluteinin í Grand Prix kappingunum. Barnasúkklukapping Sum nakað nýtt á jóansøku var eisini ein barnasúkklu- kapping. Hendan kappingin var ein partur av teimum barna- súkklukappingunum, ið hava verið á undanfarnu FM-stevnunum, og eru tær skipaðar eftir Grand Prix skipanini. Til kappingarnar vóru børnini bólkaði eftir aldri og kyni: 1 Bólkur 1: 6-7-8 ár. 2 Bólkur 2: 9-10-11 ár. 3 Bólkur 3: 12-13-14 ár. Børnini í bólki 1 og 2 súkklaðu kring Vatnið, bólkur 1 súkklaði tvær ferðir og bólkur 2 súkklaði fimm ferðir. Hjá 3. bólki var skipað fyri tíðasúkkling, og var henda av Vágseiði til Lopra og aftur á Vágseiðið. Ein teinur upp á 10 km. Dreingir 12 til 14 ár: Nr.Navn Tíðin 1 Hans Krosstein 18.33 2 Bergur Johansen 24.18 Dreingir 9 til 11 ár: 1 Finnur Mellemgaard 2 Poul Andr 3 Rani G. Jacobsen 4 Jens Pauli Johansen Dreingir 6 til 8 ár: 1 Rani Johansen Gentur 6 til 8 ár: 1 Anja Zachariassen Samlaða støðan 1. umf. 2. umf. 3. umf. 4. umf. Íalt 1 Eli Christiansen 34 34 34 34 136 2 Gunnar Dahl-Olsen 40 40 - 40 120 3 Dánjal Michaelsen 23 16 20 23 82 4 Esmar Joensen 30 20 30 - 80 5 Sverri M. Edvinsson - 30 40 - 70 6 Beinir Rasmussen - 26 26 - 52 7 Evald Rasmussen 26 - - 26 52 8 Jens S. Simonsen - 18 - 30 48 9 Kári Simonsen - 23 23 - 46 10 Geyr Gilsteinsson 20 - 18 - 38 Gunnar Dahl Olsen vann kappingina á jóansøku, men samanlagt er hann á øðrum plássi Mynd: Áki Bertholdsen Rumenarnir kunnu royna seg Bæði heimaliðið á Skála og gestirnir úr B68 hava ryggin ímóti múrinum und- an dystinum í kvøld SKÁLA–B68 Jóannes Hansen Síðsti dysturin í níggjunda leikumfarinum verður spældur í kvøld. B68 spældi í Intertoto Cup leyg- ardagin. Tí var dysturin hjá teimum á Skála útsettur til í kvøld. Skála hevur bara tvey stig. Teir hava ikki vunnið í átta teimum fyrstu umfør- unum. Tí er neyðugt hjá teimum at fáa stig burturúr í kvøld. Kári Nielsen hevur ging- ið á høkjum síðani hós- kvøldið, tá hann varð skaddur undir venjing. Pauli Hansen er framvegis so mikið skaddur, at hann fær ikki vant, og Rúni Ras- mussen er leikbannaður eftir útvísingina á Tvøroyri. Øll viðurskifti kring teir tríggjar rumenarnar eru komin upp á pláss nú. Spurningurin er so, um Mathias Davidsen fer at geva teimum møguleikan í kvøld. Allir sleppa neyvan at royna seg, men tað er møguligt, at miðvallarin og álopsmaðurin sleppa upp í part. So fæst at síggja hvør dugur er í teimum. Hjá B68 er neyðugt at fáa øll stigini, um teir framveg- is skulu vera við í kapping- ini um fremstu plássini. Tá B68 var á Skála í bólkaum- farinum í steypakappingini, vunnu toftamenn 3–0. Øssur Hansen var ikki við í Intertoto Cup dysti- num, men hann verður við í kvøld. Í B68 hópinum er ein nýggjur maður í kvøld. Hann eitur Morten Skytte. Talan er um 23 gamla sonin hjá venjaranum, sum er í Føroyum í summarfrí. Hann hevur seinastu árini spælt við Glostrup FK í 2. deild. Har hevur hann fyri tað mesta verið í verjuni. Morten verður kortini ikki gamal á Toftum, tí hann skal heilt skjótt av landi- num aftur. Støðurnar í FM-kappróðinum 23 22 Nr. 124 - 3. juli 2002 Tveir HR bátar millum tríggjar teir fremstu Sílið var mest sann- førandi vinnarin í Vági, og tað er sera ilt at ímynda sær, at nak- ar skal fanga Sílið í ár 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Tað er eingin ivi. Sílið vísti leygardagin í Vági, at tær eiga nógv tað bestu mann- ingina í kappingini í ár. Síl- ið var beinanvegin millum fremstu bátarnar, munurin til teir næstu bara øktist, og á málinum var Sílið meiri enn eina bátslongd undan Fípuni Føgru. Sílið var kanska tann mest sann- førandi vinnarin av øllum í Vági. Í fjør vann Fípan Fagra allar róðrarnar uttan á ólav- søku. Í ár hevur Fípan Fagra við einum undantaki verið næstfremst, og tað vóru klaksvíksgentur aftur hesa ferð. Men tað skal heilt nógv til, um tað skal eydnast hjá Fípuni Føgru at vinna ein sigur í ár. Tað gongst væl hjá Havn- ar Róðrarfelag. Tað sást m. a. aftur í, at umframt vinn- arabátin, so var bronsu- vinnarin hesa ferð úr HR. Drekin var tað mesta av einari hálvari bátslongd frammanfyri Blik av Argj- um. Harvið vann Drekin besta úrslitið higartil í ár. Hóast tað tykist rættuliga greitt, hvørjir fremstu bát- arnir eru í øllum kapping- unum, so er tað merkisvert, hvussu stórur áhugin fyri at luttaka í kappróðrinum er hjá gentunum. Ofta hevur tað víst seg, at alt fleiri manningar fella frá, sum róðrarárið líður, og úrslitini ikki vísa seg at vera tey, sum luttakararnir sjálvandi vóna, at tey skulu vera. Soleiðis er tað ikki í kappingini millum gentur. Fjúrtan manningar luttóku í Vági, og tað er framúr. At kappingin gongur fyri seg í fleiri røðum sást væl í Vági. Genturnar umborð á Firvaldi vóru hjartans fegn- ar um, at tað hesa ferð eydnaðist teimum at sleppa undan aftasta sessinum, og ungu genturnar umborð á Teklu úr Klaksvík fegnað- ust um, at tað hesa ferð eydnaðist teimum at gerast nummar níggju. Tær hava ikki verið so frammarlaga áður. Genturnar á Sílinum eru nógv besta manningin hjá gentunum í ár, og tær staðfestu eisini hendan veruleikan á jóansøku Mynd: Áki Bertholdsen Sílið vann og spenningurin øktist Hóast teir endaðu á triðja plássinum hesa ferð, so eru dreingir- nir á Fípuni Føgru framvegis á odda í kappingini um FM 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Havnardreingir umborð á Sílinum hava dyggiliga vaskað stóra kiksaran á Skálafjørðinum burtur. Ta ferðina vórðu teir koll- dømdir, tí teir fingu tvey gul kort í sama róðri. Síð- ani vunnu teir í Hósvík, og tá teir leygardagin vóru í Vági, vístu teir aftur øllum avbjóðarunum aftur um seg. Fípan Fagra vann tvær tær fyrstu kappingarnar í ár. Men tað var ikki frá bátinum úr Klaksvík, at Sílið fekk størstu kappingina leygardagin. Heldur var tað Blikur av Argjum, sum hevði hug at bjóða av. Tíðarmunurin millum Sílið og Blik var tvey sekund, sum er tað mesta av einari bátslongd. Tað vil siga, at sigurin hjá Sílinum var rudduligur. Blikur var eitt sekund undan Fípuni Føgru. Fípan Fagra er framvegis fremst í FM kappingini. Teir hava 21 stig. Blikur hevur 19, og Sílið hevur 17. Tí er lagt upp til eina sera spennandi endakapping um FM heitið. Úrslitini í Vági vóru so- leiðis, at tað neyvan kann roknast við, at aðrir bátar enn hesir tríggir fara at blanda seg upp í kapping- ina um trý tey fremstu plássini. Havfrúgvin og Tjaldrið hava undanfarnu árini vunnið nógv. Hesir báðir bátarnir endaðu í Vági á ávikavíst fjórða og fimta plássinum, men mun- urin fram til Fípuna Føgru var meiri enn fýra sekund, sum er meiri enn ein báts- longd. Um Sílið, Fípan Fagra og Blikur enda á trimum teim- um fremstu plássunum, so verður tað avgerandi fyri, hvør skal hava FM heitið, um Fípan Fagra fer at megna at toga seg fram aft- ur á annað ella fyrsta pláss- ið. Um Sílið fer at vinna bæði í Miðvági og á ólav- søku, so verða teir FM vinnarar. Men bara um teir fáa hjálp frá Bliki, sum skal halda Fípuna Føgru aftan- fyri seg. Blikur hevur ikki vunnið higartil, men hann hevur framvegis møguleika at vinna FM. Tó ber tað hon- um nevyan til at vinna FM, um hann ikki vinnur í hvussu so er annan av róðr- unum, sum eru eftir – um Sílið og Fípan Fagra báðu ferðirnar verða ímillum tríggjar teir fremstu á mál. Fagnaðurin var sera stórur, tá tað var greitt, at vágbingar høvdu vunnið teirra kapping 6–MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Fer tað at eydnast hjá Smyr- li at endurtaka bragdið, sum teir gjørdu á Skála- fjørðinum, og sum teir endurtóku í Hósvík. Tað var stóri spurningurin í Vági í síðstu viku. Tí kundi tað kanska roknast við, at ungu menn- inir umborð á Smyrli kendu eitt sindur av trýsti á sær, tá teir lógu undir grótkasti- num á sunnara landinum og bíðaðu eftir startskotinum. Ofta bera trýst og nervar við sær, at avrikið ikki verður tað, sum tað annars hevði verið møguleiki fyri. Soleiðis var tað ikki hjá Smyrla monnunum. Tað var skjótt, at teir løgdu seg á odda, og fagnaðurin vildi ongan enda taka, tá tað varð staðfest, at Smyril hevði vunnið við einari lítlari bátslongd. Onkur, sum ikki áður hevði verið til kapp- róður, spurdi, um fagn- aðurin og gleðin yvir ein sigur altíð var soleiðis, sum tað sást í Vági leygardagin. Svarið var, at hetta var nakað heilt serligt, og so- leiðis var tað. Nú skal vilja heilt illa til, um Smyril ikki skal vinna FM. Fyritreytirnar styrkn- aðu eisini tí, at Páll Fangi, sum vann á norðoyarstevnu og annars hevur verið størsti kappingarneytin hjá Smyrli, hesa ferð fekk ein vánaligan start. Gongurólv- ur, sum ikki hevur staðið seg so væl, sum tað kanska kundi roknast við, at ein nýggjur bátur hjá Havnar Róðrarfelag fór at gera, kroysti seg fram um Páll Fanga. Munurin teirra mill- um var størri, enn hann var frá Páll Fanga og aftur til Stráluna, sum var frammanfyri hálvan Páll Fanga. Smyril vardi borg fyri vágbingar Tað var ikki sørt, at vágbingar vóru ernir eftir jóansøkuna. Teir vunnu á heimasjógvi og eru klárt á odda í samlaðu støðuni Avrikið hjá Riddara- num ger, at miðving- ar kanska kunnu vóna, at tað fer at bera til hjá teimum at vinna ein róður í heimasjógvi 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Annan leygardag verður tað kappróður í Miðvági. Miðvingar hava ikki staðið seg nakað serliga væl í kappingini í ár. Á mann- fólkasíðuni eru teir púra sørir. Á kvinnusíðuni hevur tað gingið betri og betri hjá Riddaranum. Á jóansøku var Riddarin aftur næstfremstur. Nú hev- ur Riddarin sama stigatal sum Páll Fangi, og um tær síðstu kappingarnar skulu nýtast sum grundarlag fyri metingunum um komandi kappingarnar, so má Ridd- arin metast at vera favoritt- ur til at vinna silvurmerk- ini. Jarnbardur er so at siga FM vinnari, og aftur í Vági sýndu kvinnurnar í róðrar- felagnum Knørri, at tær eru so nógv best fyri í ár. Veter- anurin í rongini, Jannie D. Jacobsen, eigur kanska ikki so nógva rødd eftir, men hon megnaði so at píska sína manning til sama av- rikið, sum tær hava sýnt í øllum hinum kappingun- um. Á málinum var Jarnbard- ur eina bátslongd framman- fyri Riddaran, sum aftur var eina bátslongd undan Gongurólvi. Hesir fýra bát- arnir róðu so at siga í einari kapping fyri seg sjálvar. Lómur, Snopprikkur, Vík- ingur og Hvessingur vóru væl aftari. FM spurningurin tykist vera avgreiddur. Spenning- urin nú snýr seg um, um tað fer at eydnast Riddaranum í heimasjógvi at gera nakað við Jarnbard! Jarnbardur vinnur hvørja ferð C M Y K 22