mikudagur 3. juli 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 124 - 3. juli 2002
Við sannførandi
spælið í seinna hálv-
leiki, staðfestu KÍ-
kvinnurnar støðu
sína sum oddalið í
bestu kvinnudeildini
1.DEILD KVINNUR
Páll Holm Johannesen
KÍ-kvinnurnar vóru um
vikuskiftið
á
vitjan
í
Gundadali, har mótstøðu-
liðið var B36. Fyri góðari
viku síðan taptu klaksvíks-
kvinnur sín fyrsta dyst í ár,
og tí var tað týdningar-
mikið, at tær reistu seg
ímóti B36. Uppreisnina
fingu tær eisini, tí tá dóm-
arin floytaði dystin av,
høvdu
klaksvíkskvinnur
vunnið 4-2.
Fyrri hálvleikur gekk
javnt á, har møguleikar
vóru á bæði málini. Serliga
fyrstu løtuna lá væl fyri hjá
B36-kvinnunum,
tá
20
minuttir vóru farnir av
dystinum, hevði tað eydn-
ast teimum at skjóta tvey
mál. Fyrra málið fall eftir
góðar 10 minuttir. B36
roynir seg við skoti útifrá,
sum KÍ-málverjin ikki fær
hildið, og Súsanna Hansen
fylgir upp og leggur havna-
liðið á odda 1-0. Hesa løt-
una var gott spæl frá báðum
liðum, men B36-kvinn-
urnar
vóru
avgjørdari
framman fyri málinum. Tá
20 minuttir vóru farnir av
dystinum,
økti
Sólva
Joensen um B36-leiðsluna.
KÍ- verjuleikari og málverji
miskilja hvønn annan, og
Sólva kemur ímillum, og
ótarnað kann hon seta bólt-
in í netið.
KÍ svarar aftur
Eftir hetta tóku B36-kvinn-
urnar seg nakað aftur á
vøllin, fyri at verja um
leiðsluna, og hetta gav KÍ-
kvinnunum betri pláss. KÍ
trýstu eisini B36 nakað, og
stutt fyri hálvleik, eydn-
aðist tað teimum at m inka
um munin. Rannvá Andrea-
sen kemur at standa væl
fyri beint uttanfyri B36-
brotsteigin, og við góðum
skoti, minkar hon um
munin. 2-1 til B36 gjørdist
eisini hálvleiksstøðan í
Gundadali.
Meðan liðini høvdu líka
nógv spæl í fyrra hálvleiki,
so hevði KÍ yvirvág í spæli
í seinna hálvleiki. Tær vóru
bæði grammari, og vunnu
flestu nærdystirnar. Dystur-
in var avgjørt ein teimum
betru í kvinnudeildini í ár,
har bæði liðini royndu at
spæla fótbólt, og spælferð-
in var høg. Hóast KÍ hevði
yvirvág í seinna hálvleiki,
so hildu B36-kvinnurnar
fram við at spæla fótbólt.
Tá 10 minuttir vóru
farnir av seinna hálvleiki,
javnaði KÍ. Joan M. Joen-
sen fær ein langa sending,
og hon rennur frá B36-
verjuni, og tá málverjin
kemur ímóti, lyftir hon
bóltin uppum hana til 2-2.
Stutt eftir útjavnadi málið,
var Joan M. Joensen aftur
uppá spæl. Rannvá Andrea-
sen brýtur ígjøgnum í
vinstru, og finnur Joan,
sum so leggur KÍ framm-
um. Kí hevði fleiri møgu-
leikar at økja um leiðsluna,
men tær vóru ikki nóg
kaldar frammanfyri málin-
um. 10 minuttir fyri leiklok
staðfesti Malena Josephsen
KÍ-sigurin , eftir hon varð
spæld leys, og vælstødd
inni í B36-brotsteiginum,
kundi hon okja til 4-2.
Bæði úr Klaksvík og
Havn verður sagt, at dyst-
urin varð vælleilktur, og
mundi vera ein av teimum
heilt frægu dystinum í ár.
Leikararnir tordu at halda
uppá bóltin, og fá mistøk
vórðu framd í dystinum.
Við sigrinum endar KÍ
ovast, og fær 3 stig við í
endaspælið. B36 endar á
øðrum plássi, og verður eitt
stig aftanfyri KÍ, tá enda-
spælið byrjar í august.
Síggja fram til
steypafinaluna
Meðan B36-kvinnurnar eru
farnar í summarfrí, so skulu
KÍ spæla steypafinalu á
ólavsøku. Næstu 14 dagar-
nar binda tær fri, og so
verður vant dúgliga fram
ímóti steypafinaluni ímóti
HB. KÍ-kvinnurnar taptu
steypfinaluna í fjør, og tí
verða KÍ-kvinnurnar eyka
uppsettar til júst finaluna
ímóti HB á ólavsøku.
B36-KÍ 2-4 (2-1)
1-0 Súsanna Hansen
2-0 Sólva Joensen
2-1 Rannvá Andreasen
2-2 Joan M. Joensen
2-3 Joan M. Joensen
2-4 Malena Josephsen
Toftakvinnur hava nú
vunnið seinastu fýra
dystirnar, og spenn-
andi verður at fylgja
teimum í enda-
spælinum
1. DEILD KVINNUR
Páll Holm Johannesen
Toftakvinnur fingu vitjan
av HB fríggjadagin, og
havnakvinnur vórðu sendar
suðuraftur við einum stór-
tapi. B68 byrjaði sum eitt
ódnarveður, og tá eitt korter
var farið av dystinum, vóru
tær longu á odda 3-0. Tað
gekk rímuliga javnt á fyrsta
korterið, men eftir tað triðja
málið hjá B68, fór luftin
fullkomiliga úr havnar-
kvinnum. B68 hevði greiða
yvirvág í spæli, tað, ið
írestaði av dystinum. Álop-
ini skolaðu oman ímóti
HB-málinum, og høvdu
toftakvinnur verið hepnari
frammanfyri HB-málinum,
hevði sigurin verið nógv
størri, verður sagt av Toft-
um. Serliga í fyrra hálvleiki
var stórur munur á liðun-
um, og tá farið var til hálv-
leiks, var støðan eisini 5-0
til heimaliðið. Málini fyri
heimaliðið í fyrra hálvleiki
skutu, Maibritt Olsen 2,
Linda Joensen 2 og Hansy
Davidsen.
Tamari seinni
hálvleikur
Eftir so greiðari hálvleiks-
leiðslu, løgdu toftakvinnur
ikki líka nógv fyri í seinna
hálvleiki. Ferðin í spælin-
um fór eisini niður í seinna
hálvleiki, og longri varð
ímillum málmøguleikarnir.
Tó so, tað eydnaðist B68 at
skjóta tvey mál í seinna
hálvleiki. Eftir góðan tíma
økti Heidi í Hjøllum um
leiðsluna, og 15.minuttir
setti
Frida
Andreasen
punktum fyri málveitsluni.
Úr Havn verður sagt, at
dysturin sum so, ikki hevði
tann stóra týdningin, og at
fleiri lyklaleikarar ikki
vóru við, og tí gekk tað
sum tað gekk. Tær leggja
aftrat, at B68 spældi væl
fríggjadagin og var avgjørt
betra liðið.
B68 vunnið seinastu
fýra dystirnar
Toftakvinnur hava gjørt eitt
rættiligt hál seinastu dyst-
irnar. Øll oddaliðini hava
tapt á Svangaskarði, meðan
tað hevur gingið heldur
striltið á útivølli. Seinastu
fýra dystirnar hava tofta-
kvinnur fingið fulla úrtøku,
og endaðu tær eisini á ein-
um triðja plássi í grund-
spælinum. Liðið er ungt og
evnaríkt, og spennandi
verður, um B68 fer at gera
seg galdandi heilt í odd-
inum eftir summarfrítíðina.
B68-HB 7-0 (5-0)
1-0 Maibritt Olsen
2-0 Hansy Davidsen
3-0 Linda Joensen
4-0 Maibritt Olsen
5-0 Linda Joensen
6-0 Heidi í Hjøllum
7-0 Frida Andreasen
1. deild kvinnur
v
t
d
v - j - t
mál
mál +/-
stig
1
KÍ
8
7 - 0 - 1
43
8 35
21
2
B36
8
5 - 0 - 3
19
12
7
15
3
B68
8
5 - 0 - 3
21
15
6
15
4
HB
8
2 - 1 - 5
14
29 -15
7
5
GÍ
8
0 - 1 - 7
9
42 -33
1
Stig við í endaspælið
Kí
3 stig
B36
2
B68
1
HB
1
Gí leikar upp- og niðurflytingardyst ímóti nummar
tvey í 2.deild. Vinnarin fær eitt stig við sær í
endaspælið
Máltindurin
Rannvá Andreasen
KÍ
16
Malena Jospehsen
KÍ
10
Vivian Rasmussen
KÍ
8
Ása á Neystabø
B36
6
Irdi Hansen
B68
6
Malan á Dunga
HB
6
Súsanna Hansen
B36
5
Laila Enghamar
B36
4
Maibritt S. Olsen
B68
4
Linda Joensen
B68
3
Eyðvør Thomsen
HB
3
Selma D. Erol
B36
2
Lív Hansen
B68
2
Mary-Ann Isaksen
B68
2
Anja Klæmintsdóttir
GÍ
2
Hansa Mikkelsen
GÍ
2
Heidi Jacobsen
GÍ
2
Ása í Dímun
HB
2
Eyðfríð Kristiansen
HB
2
Elsa Maria Simonsen
KÍ
2
Jensa Sirdal
KÍ
2
Joan M. Joensen
KÍ
2
Arnbjørg Danielsen
B36
1
Sólvá Joensen
B36
1
Frida Andreasen
B68
1
Hansy Davidsen
B68
1
Heidi í Hjøllum
B68
1
Helen á Lakjuni
B68
1
Judy Justinussen
GÍ
1
Maria Zachariasen
GÍ
1
Gunn Müller
HB
1
Bára Skaale
KÍ
1
Marian Joensen
KÍ
1
Sjálvmál
2
B68-HB 7-0 (5-0)
B68 stórsigur á HB
B36-KÍ 2-4 (2-1)
Kí vann oddadyst
KÍ vann leygardagin oddadystin ímóti B36 í Gundadali
Mynd: savnsmynd
C
M
Y
K
24
Nr. 124 - 3. juli 2002
25
Móttøka
Í sambandi við, at hølini í Mentamálaráðnum eru liðugt
innrættað, verður almenn móttøka í Mentamálaráðnum,
Hoyvíksvegi 72,
mikudagin 3.juli 2002,kl.15-17
Í forhøllini er gjørdur mentanarveggur, har ætlanin er at
skipa fyri sýningum av ymsum listaverkum. Fyrsta sýningin
letur upp nevnda dag,har listakvinnan Guðrið Poulsen sýnir
fram lutir úr leiri.
Høvi verður eisini at heilsa uppá nýggja landsstýrismannin.
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking.
Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.Mentamála-
ráðið er skipað í tríggjar deildir – Mentamáladeild,Fólkaskúladeild og Vinnu- og miðnámsskúladeild
umframt einari fyrisitingardeild.
Mentamálaráðið
Handverkarar
Søkt verður eftir handverkarum at arbeiða innan
HVS og smiðjuyrkið í miðstaðarøkinum, Eysturoy
og norðoyggjum.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til
Hans Jákup, tlf. 228135.
Reno-Vent Sp/f
Bakkavegur 12
FO-600 Glyvrar
Reno-Vent Sp/f er ein miðalstór HVS-fyritøka við nógvum, fjøl-
broyttum arbeiðsuppgávum kring alt landið.
Lærlingur
Hevur tú hug at útbúgva teg innan rørfakið?
Vit hava eitt lærupláss leyst at søkja.
Tú kemur at hava høvuðstilknýti til arbeiðspláss
okkara á Glyvrum.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til
Hans Jákup, tlf. 228135.
Reno-Vent Sp/f
Bakkavegur 12
FO-600 Glyvrar
Reno-Vent Sp/f er ein miðalstór HVS-fyritøka við nógvum, fjøl-
broyttum arbeiðsuppgávum kring alt landið.
Lærari/Vikarur
Søkt verður eftir lærara/vikari til Mikladals skúla í
tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2002/2003.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Møguligar umsóknir skulu vera skúlastýrinum í
hendi í seinasta lagi tann 8. juli.
Lærarahús í góðum standi eru í bygdini.
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3390
Navn: Sp/f A. P.
Busskoyring
Adressa: 513 Syðrugøta
Kommuna: Gøtu
Kommuna
Stovningardato:
25.06.2002
Viðtøkudato: 25.06.2002
Kapitalur: Kr. 162.000,00
Inngjaldingarháttur: : Kr.
162.000,00 í øðrum
virðum til kurs 100.
Stovnari: Andreas
Poulsen, 513 Syðrugøta.
Stjórn: Andreas Poulsen,
513 Syðrugøta.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við
undirskrift av stjóranum.
Grannskoðari: : Sp/f
Grannskoðarastovan á
Skála, 480 Skáli.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
01.01.2002 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka handil,
busskoyring o.a.í hesum
sambandi.
Felagið er stovnað við
umskipan av virki eftir
umskipanarlógini.
Skráseting Føroya tann 1.
juli 2002
Kristin Balle
_____________________
Oyndarfjarðar
skúli
Søkt verður eftir vikari skúlaárið 2002/03. Tíðar-
avmarkað frá 1/8 - 02 til 30/6 - 03. 11 tímar um
vikuna. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til skúlaleiðaran, tlf. 444673, ella skúlastýrisfor-
mannin, tlf. 444462, í seinasta lagi 20/08 - 02.
Oyndarfjarðar skúlastýrið
v/Gretu Magnussen
690 Oyndarfjørður
Summarútsølan
er byrjað
Stásið tlf. 320626
Lærari/ Vikarur
Søkt verður eftir lærara/ vikari til Svínoyar skúla at
undirvísa 14 tímar um vikuna skúlaárið 2002/2003.
Vegna skúlastýrið
Hanna Jacobsen
tlf. 451218
-tað loysir seg
-tað
loysir
seg
KFUM & KFUK
í Havn
søkir pr. 1. august 2002
eftir ungdómsleiðara, m/k.
Arbeiðið umfatar:
– saman við teimum ungu at skipa fyri TenSing-
arbeiðinum, sum m.a. umfatar kórið »Sound of
Glory«.
– í samráð við felagsskrivara og nevnd at hjálpa til
og skipa fyri ungdómsarbeiðinum í feløgunum.
Vit ynskja:
– at tú dugir at arbeiða við fólki,
– kann arbeiða sjálvstøðugt,
– kann samstarva við skrivara og onnur,ið gera eitt
sjálvboði arbeiði í feløgunum,
– at tú tekur undir við endamálinum hjá feløgun-
um
– at tú hevur áræði at taka upp nýggjar tættir í
arbeiðinum.
Umsóknarfreist: 15. juli 2002.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til felagsskrivaran Louisu Niclasen í KFUK,tlf.311928
ella 211824.
25